Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 21

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 41 Fyribyrgjandi viðlíkahald av virkjum og skipum - Fyribyrgjandi við- líkahald er ikki nógv frammi í Føroyum, hóast peningur er at spara, og hetta somu- leiðis bøtir munandi um trygdina á arb- eiðsplássum. Hetta vil P/F ES Ídn- aðartøkni, sum vil tryggja viðskiftafólki eina tryggari, effek- tivari og bíligari framleiðslu, gera nak- að við INNSENT TILFAR Redigering: Vilmund Jacobsen Felagið hevur fingið til vega eitt sonevnt termo- grafi kamera og vibratións- mátiútgerð, sum kann siga, í hvørjum standi ein mask- ina ella eitt el-kervi er í. Nógvir møguleikar eru við hesi útgerð, og eitt nú ber eisini til at finna veikleikar við bjálving og staðfesta fukttreingjan. Men hvussu kann so peningur sparast, og hvussu kann økjast um trygdina við hesi útgerð? - Jú, við útgerðini kunnu feilir staðfestast, áðrenn ein maskina ella el-kervi fer í knús. Soleiðis kunnu um- vælingarnar gerast, áðrenn skaði stendst, bæði á út- gerðina og møguliga á fólk sum arbeiða við hesi út- gerð. ES Ídnaðartøkni sigur, at nógvur peningur er eisini at spara, tá ið tú kanst tilrætta- leggja, nær útbúnaðurin skal umvælast. - Steðgar ein maskina í eini framleiðslu, steðgar oftast øll framleiðslan. Hetta kann gerast sera kostnaðarmikið. Fyri tað fyrsta skal útgerðin umvæl- ast beinanvegin. Tað merkir ofta, at arbeitt verður um kvøldarnar og næturnar, eykalutir skulu fáast til vega, og ofta mugu hesir koma stundisliga heim úr útlandinum. Aðrar avleið- ingar kunnu vera, at virki t.d. ikki megnar at levera sína vøru til keypararnar til tíðina og fiskur, sum liggur inni á virkinum, kann spill- ast. Tímalønt arbeiðsmegi bíðar eftir umvælingini, og í ringasta føri kunnu fólk koma til skaða, tí neyðuga viðlíkahaldsarbeiði ikki er gjørt. Eisini kann skaði standast á bygning, skip ella aðra útgerð. ES Ídnaðartøkni vísir á, at høvdu virkir ella skip frammanundan vitað av brekinum og vitað, hvussu long lívitíðin var, kundu tey havt tilrættalagt umvæling- ina í góðari tíð. - Tá kundu tey havt bílagt eykalutir, um umvælingin kundi verið framd, meðan framleiðslan lá still kortini. Var talan um eina størri umvæling, sum lá fyri framman, kundu virkir ella skip havt biðið um tilboð uppá arbeiði. Sum nevnt, kunnu tólini hjá ES Ídnaðartøkni eisini nýtast til at staðfesta, um nakar dugur er í bjálving. - Tá ið talan er um bjálv- ing, er hetta ikki ein feilur, sum knappliga ger seg galdandi. Tá er tað meira tann framhaldandi missurin av orku, sum kostar pening. Talan kann vera um upphit- ing av húsum og virkjum, har nógvur hiti fer til spill- is, tí bjálving vantar - er vorðin vát, er dottin niður ella bara ikki er rætt sett upp. Sama ger seg galdandi við fyrsti-og kuldagoymsl- um, har hitin bert ferðast hinvegin, sigur felagið. Og lagt verður aftrat: - Tað, at broyta tempera- turin í einum rúmi, antin tað er at hita ella køla rúm- ið, er sera orkukrevjandi og harvið eisini kostnaðarmik- ið; tí er bjálvingin av stór- um týdningi. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi í vanligum sethúsum. ES Ídnaðartøkni sigur, at í stuttum er eitt termografi kamera eitt tól, ið kann konvertera ella broyta infrareyðar strálur til visu- elt ljós. - Alt materiali, flótandi ella gas, hevur eina term- iska orku í sær. Henda orka vil altíð flyta seg frá heitum til kalt. Á yvirflatuni á hes- um materialum fer ein stráling av temperaturi fram. Henda stráling vil eisini altíð verða í tí infra- reyða økinum á elektro- magnetiska skalanum. Hetta merkir, at vit kunnu ikki síggja hana við eygun- um. Síðan tekur felagið eitt drívhús ella vakstrarhús sum dømi. - Sólarljós, sum vit síggja, kemur inn ígjøgnum glasið í drívhúsinum. Ljósið rakar ymiskar lutir og plantur inni í húsinum. Hesir lutir gerast heitir av ljósinum og senda infra- reyðar strálir, sum vit ikki síggja, frá sær. Men infra- reyðar strálir kunnu ikki ferðast gjøgnum glas eins og ljós. Tær verða tí spegl- aðar inn aftur í rúmið, sum harvið gerst heitari og heit- ari. Soleiðis fáa vit so- nevndu, drívhúsmegina. Men hvar kann hetta so nýtast — og svarið hevur ES Ídnaðartøkni: - Allastaðni, har vit yvir- føra orku, vil ein partur av orkuni ”blíva burtur”. Hetta skal tó skiljast soleiðis, at orka kann sjálvandi ikki blíva burtur, tí orka kann hvørki skapast ella oyði- leggjast! Hetta viðførir so, at tann orka, vit yvirføra og sum ikki kemur fram, verð- ur til aðra orku. Innan maskinur og el verður ork- an til hita ella termiska orku, sum tað verður rópt. Við at hyggja at, hvar hend- an termiska orka kemur fram, ber til at staðfesta, um hetta er ein byrjandi feilur ella ikki. Tað krevst tó, at tú veitst, hvat tað er, tú hyggur at. Við øðrum orðum er neyðugt, at tú skilir funktiónina á tí, sum verður kannað, tí øll mek- anisk og elektrisk útgerð hava eina sonevnda ”virkn- ingsgrad”. Tað er, at ein partur av orkuni, sum verð- ur nýtt, fer til spillis og kemur fram sum termisk orka. Vibratiónsanalysa verður nýtt til at kanna maskinur við roterandi rørslum. - Við at máta ristingarnar á eini maskinu og síðan hyggja at frekvensunum á vibratiónunum, kann av- gerast, hvaðani hesar rist- ingar stava. Á sama hátt sum við termografi, ræður um at skilja, hvat tað er, tú hyggur at, tí øll maskinarí geva ristingar frá sær. Við at hyggja, á hvørjum fre- kvensi hesar vibratiónir liggja, ber til at staðfesta, hvaðani tær stava. Talan kann t.d. vera um oyðiløgd leiði, skeiva upprætting, feilur í koplingini, ov stórt trýst á reimum, vantandi smyrjing ella ov nógv smyrjing, sigur ES Ídnaðar- tøkni, sum hevur lagt seg eftir at bjóða viðskiftafólki eina heildarloysn innan fyribyrgjandi viðlíkahald. Hetta verður sum nevnt gjørt við termografi, vibra- tiónsanalysu og lincoln- smyrjiskipanum til virkir, skip og stovnar. P/F ES Ídnaðartøkni er eisini SKF-umboð í Føroy- um. - Málið hjá okkum er at tryggja viðskiftafólki eina tryggari, effektivari og bíligari framleiðslu — til gagns fyri øll, sigur felagið. P/F ES Ídnaðartøkni hevur lagt seg eftir at bjóða viðskiftafólki eina heildarloysn innan fyribyrgjandi viðlíkahald. - Málið er at tryggja viðskiftafólki eina tryggari, effektivari og bíligari framleiðslu, sigur felagið. Mynd (tilvildarlig): Vilmund Jacobsen C M Y K 41-1 40-1 –Royndirnar higartil í oljuvinnuni hava verið væl eydnaðar, og vit hava nú uppbygt eina servitan, sum vit eisini fara at bjóða fram í framtíðar bor- ingum í føroyskum øki, sigur Høgni Han- sen, stjóri fyri Eurest Føroyar, ið fæst við catering til oljuvinn- una VINNA Heri á Rógvi Ein av fyritøkunum, sum við oljuvinnuni hevur víð- kað um sítt virkisøki, er P/F Poul Hansen heilsøla. Tá oljuvinnan byrjaði at banka uppá í Føroyum valdi fyritøkan at royna at sleppa upp í part. Ógvuliga nátúrligt fyri eina heilsølu valdi Poul Hansen at royna eydnuna í catering vinnuni. Catering á oljuboripall- um og boriskipum snýr seg um alla matgerð og alla reingerð umborð. –Vit mettu, at hetta kundi vera áhugavert fyri okkum, og vit leitaðu tískil eftir einum samstarvsfelaga. Vit gjørdu eina avtalu við Eu- rest, og saman við teimum settu vit á stovn Eurest Før- oyar, sigur Høgni Hansen, stjóri fyri Poul Hansen og Eurest Føroyar. Eurest er partur av Com- pass Group, ið er heimsins størsta fyritøka innanfyri matvørutænastur. Sovereign Explorer Bæði Statoil og Amerada Hess valdu til sínar boring- ar á summri 2002 at nýta Eurest Føroyar til at taka sær av catering í sambandi við royndarboringar. Bæði feløgini nýttu riggin Sover- eign Explorer. Til ta uppgávuna nýtti Eurest Føroyar átjan fólk. Hesi vóru so í liðini við níggju í hvørjum tvær vikur heima og tvær vikur úti. Teimum royndunum, ið Eurest og Poul Hansen hava gjørt sær, letur Høgni Hansen væl at. –Vit meta tíðina vera sera væl eydnaða. Oljufeløgini seta strong krøv, men higar- til hevur tað ikki verið nak- ar trupulleiki at fyrihalda okkum til hesi, sigur Høgni Hansen. Oljufeløgini seta strong krøv til góðsku og ikki minst til trygd, sigur Høgni. Øll starvsfólkini hjá Eur- est Føroyar hava verið á trygdarskeiði, soleiðis at tey lúka øll krøv. Somuleið- is eru allar treytir, sum eru galdandi fyri at arbeiða umborð, eisini galdandi fyri starvsfólk innan catering. 5 fólk í Danmark Síðani summarið 2001 hava ongar boringar verið á føroyskum øki. Eures Føroyar er kortini ikki meira í dvala enn, at fimm starvsfólk í løtuni arbeiða innan catering í donskum øki. –Vit hava klárað at upp- bygt okkum eina servitan, og hesi vilja vit halda við líka. Tí hava vit roynt at fingið okkara fólk í starv aðrastaðni, tá eingin aktivi- tetur er í Føroyum, sigur Høgni Hansen. Nú líkt er til, at farið verður aftur undir at bora komandi summar, so rokn- ar Høgni eisini vist, at Eur- est fer at bjóða seg fram sum ein møguligan veitara. Eurest Føroyar: Góðar royndir av oljuvinnuni