mikudagur 4. desember 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
43
Fiskimenn trívast
betur umborð á ein-
um reinum skipi enn
einum skitnum skipi
SKIPAVASK
Vilmund Jacobsen
Alt byrjaði millum jól og
nýggjárs í 1999, tá ið Eyst-
uroyar Reingering fekk til
uppgávu at vaska umborð á
nøkrum ísfiskatrolarunum
hjá einum reiðaríi. Síðan
fylgdu onnur reiðaríir eftir
og bóðu um skipavask. Eis-
ini Skála Skipasmiðja heitti
á felagið um at vaska um-
borð á skipum, sum lógu til
umvælingar á Skála.
Talið av skipum, sum
reingeringsfelagið í Eystur-
oy hevur vaskað hesi árini,
er nú farið væl og virðiliga
yvir 100.
- Virksemið byrjaði í
smáum, men hevur við tíð-
ini vundið uppá seg. Higar-
til hava vit vaskað umborð
á fleiri enn 100 skipum og
bátum, sigur Petur Gaard-
lykke, sum hevur Eysturoy-
ar Reingering.
Í seinastuni er felagið
eisini biðið um at vaska
ymiskar bygningar, eitt nú
nýggja apotekið í Runavík.
Fasti "staburin" av konu-
fólki, sum vaskar fyri Eyst-
uroyar Reingering, liggur
um 4-5.
Gott sum er
- Fiskimenn halda óivað, at
tað er nóg gott sum er. Tað
er bara fjant og fjas at vaska
apeteringina so væl og gera
so nógv burtur úr umborð.
Men tá ið skipini eru vask-
að, eru menn fegnir, og vit
hava fingið nógvar positiv-
ar reaktiónir. Sjálvandi trív-
ast fiskimenn betur umborð
á einum reinum skipi enn
einum skitnum skipi, sigur
Petur.
Tað hevur eisini víst seg,
at Eysturoyar Reingering
hevur fingið fleiri og fleiri
skip at vaska og tey flestu,
sum fyrst eru vaskað eina-
ferð, venda aftur.
- Enn eru tó nøkur skip
her um leiðir, sum vit ong-
antíð hava vaskað, sigur
Petur og vónar, at eisini
hesi reiðaríir og manningar
við tíðini fara at síggja fyri-
munirnar við, at skipini eru
rein og nosslig.
Eysturoyar Reingering
leggur seg eftir at nøkta
tørvin í Eysturoynni og
veita eina so góða tænastu
sum gjørligt.
- Men koma fyrispurn-
ingar úr øðrum økjum, taka
vit okkum eisini av teim-
um, sigur Petur.
Vanliga vaska eini 4-5
konufólk umborð á einum
ísfiskatrolara ella línubáti.
- Í fyrsta lagi vaska vit
alla apeteringina væl og
virðiliga. Vit vaska og
reinsa
koyggjuforhang,
mottir, leyparar og teppir.
Er eingin nytta í hesum, tí
tað er gamalt, slitið og skit-
ið, verður tað gamla skift út
við nýtt. Hesum taka vit
okkum eisini av.
Petur sigur, at gallan
verður vaskað øll, sum hon
er.
- Vit vaska alt upp,
skrubba grýtur og reinsa
komfýrin bæði væl og
virðiliga.
Kømur og koyggjur fáa
eisini sín umgang, og vit
reinsa kuplar og lampur og
endavenda øllum, sum er
skitið. Vit vaska eisini
proviantrúm og koyra út-
gingna vøru burtur.
Eysturoyar Reingering
leggur stóran dent á at gera
arbeiði væl og virðiliga.
Vanligt er ikki at vaska
maskinrúmini umborð á
skipunum, men er tað eitt
ynski, gera tey tað eisini.
- Vit hava vaskað nøkur
maskinrúm, t.d. eftir mo-
torumvælingar, og tá eru
tey ikki at kenna aftur.
Tvær reingerðingar
Best hevði verið, sigur Pet-
ur, um tvær høvuðsrein-
gerðir vóru um árið, tí tá
hevði verið minni at farið
um hvørja ferð. Men tað
vísir seg altíð, at tað verður
longri ímillum enn so.
Hann heldur annars, at
skip skulu vaskast bæði
uppi og niðri í minsta lagi
einaferð um árið.
- Sum oftast vita fiski-
menninir frammanundan,
at vit koma umborð at
vaska, tá ið skipið kemur í
havn. Tí plaga teir at rudda
nakað sjálvir og seta órudd,
t.d. gomul klæði, fløskur og
bløð, til okkum at beina
burtur.
Petur Gaardlykke sigur,
at tveir dagar er passalig tíð
hjá 4-5 fólkum at høvuðs-
reingera ein ísfiskatrolara
ella eitt línuskip, tí ein part-
ur av tíðini fer til at rudda
tað, ið eftir er, áðrenn vask-
ingin kann byrja.
- Broytingin gongur rætta
vegin, og vaskiarbeiði um-
borð á skipum og bátum er
vorðið nógv vanligari nú
enn áður. Nú kemur fyri, at
reiðaríir eisini biðja um
vasking, meðan skipini
landa; tað gjørdu tey ikki í
fyrstuni.
Men enn eru sløk tíðar-
skeið hjá Eysturoyar Rein-
gering, har einki er at gera.
- Tað er mín dreymur, at
tænastan, sum vit veita,
verður so mikið eftirspurd
og umtókt, at eisini tey
sløku tíðarskeiðini fækkast
sum frá líður.
Hann væntar tó ikki, at
vaskiarbeiði
umborð
á
skipum og bátum nakrantíð
verður samanhangandi alt
árið, men vónar, at reiðaríir
fara at biðja um vasking við
jøvnum millumbilum.
Petur væntar annars, at
nógv verður at gera um
jóla-og nýggjárshøgtíðina,
sum stundar til.
- Millum jól og nýggjárs í
fjør vaskaðu vit umborð á
sjey skipum, og tá høvdu
vit 27 konufólk í arbeiði.
Umframt tær 4-5, sum
vaska fast, vóru fleiri
skúlanæmingar, sum vildu
tjena sær nakrar krónur,
sigur Petur Gaardlykke.
Sápuroykur umborð á skipum og bátum
Petur Gaardlykke er maðurin
aftanfyri felagið, sum hjálpir
reiðaríum og fiskimonnum at
halda skipini rein og nosslig.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku vaskaði Eysturoyar Reingering umborð á partrolarunum, Nornagesti og Columbussi, sum eru til umvælingar á Mekanik í Runavík.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
43-1
42-1
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á