Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 23

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 45 Kvinnurnar tjena nógv minni í fiskiídnaðinum LØNARMUNUR Vilmund Jacobsen Í Noregi kunnu tey ikki rósa sær av, at landið telist millum tey í Evropu, har best stendur til við líkaløn millum kvinnur og menn. Samanlagt eru 11% á muni á inntøkuni til fyrimuns fyri menninar við somu starvsroyndum og útbúgving- um hjá báðum kynum. Eisini innan somu starvsgreinir tjena kvinnurnar minni enn menninir. Hetta vísir ein nýggj kanning í Noregi. Fiskiídnaðurin Eitt av starvsøkjunum, sum er við í kanningini, er fiskiídnaðurin. Her tjena kvinnurnar heili 17% minni enn menninir! Granskarin, Hege Torp, sum starvast við samfelags- gransking á lærustovni í Noregi, hevur lagt fram hesa kanning sum vísir, at Noreg als ikki telist millum tey lond í Evropu, sum eru best stillaði við líkaløn millum kynini. Blindur villaksur Í Noregi hava granskarar funnið fram til, at nógv laksasmolt hjá villum laksi gerast blind. Laksur, sum er raktur av súrevni úr luftini og alu- miniumsdálking, kann fáa álvarsligar eygnaskaðar. Sagt verður, at blindur laksur eitt nú er meira útsett- ur fyri at fáa lús. Granskarar meta, at eygnaskaðarnir kunnu vera at- voldin til, at so fáir laksar eru at síggja í áunum í Nor- egi. -v. USA bannar línuveiði Fiskivinnumyndugleikarnir á vesturstrond Ameriku hava sett forboð fyri línuveiði eftir eitt nú tunfiski, svørðfiski og hávi. Frammanundan er slíkt veiðifor- boð galdandi fyri havið útfyri Kaliforniu. Nú hevur Pacific Fishery Management Council eis- ini sett forboð fyri veiði útfyri statunum, Oregon og Washington. Forboðið er galdandi innanfyri 200 fjórðinga fiski- markið hjá nevndu statum í USA. -v. - Er marknaðarførsla ein gloymdur partur í føroyskum útflutn- ingi, tá ið hugsað verður um annað enn fiskaútflutning? spyr Menningarstovan INNSENT TILFAR Redigerað: Vilmund Jacobsen Ein framúr góð vøra, tann rætti prísurin og ein effek- tiv distributión, men vant- andi søla. Ein vanlig støða hjá einari fyritøku, ið ikki ger seg sjónliga. Verður ikki marknaðarført á rættan hátt, verður sølan hareftir. Ein væl fyrireikað út- flutningsstrategi, annað- hvørt útflutt verður til út- lendsk skip, ið leggja leið- ina fram við Føroyum, til fyritøkur í øðrum londum ella til oljuídnaðin, gevur einari fyritøku betri for- treytir at vaksa um sítt virk- semi og verða ríkari, bæði fíggjarliga, vitanarliga og arbeiðsliga. Fyri at minka um kostn- aðin og váðan, tá útflutt verður og fyri at tryggja sær at vinna í kappingini við kappingarneytar, bæði á heimamarknaðinum og á útimarknaðinum, er tað ein fortreyt, at fyritøkan er væl fyrireikað og hevur eina strategi, ið verður fylgd. Menningarstovan spurdi herfyri 30 føroyskar fyri- tøkur innan ymsar vinnu- greinar, eitt nú skipasmíð, elektro-/mekaniskan ídnað, framleiðslu av reiðskapi og tænastum til fiskivinnu og alivinnu og KT-fyritøkur um, hvørjar tørvir og før- leikar tær hava ella vanta, tá hugsað verður um markn- aðarførslu og útflutning. Nøkur av svarunum síggj- ast her. Menningarstovan www.trade.fo Ein gloymdur partur av føroyskum útflutningi Seinastu mánaðirnar hevur fiskavirkið í Kjøllefjord í Noregi lagt dent á at gjalda prís eftir dygdini á fiskinum. - Tað skal loysa seg hjá fiskimonnum at handfara fiskin væl. Á henda hátt vóna vit at kunna økja um dygd- ina á fiskinum, sigur dagligi leiðarin DYGD OG PÍSUR Vilmund Jacobsen Dygdin á fiskinum er heilt avgerandi fyri, um vit skulu vinna meira pening í fiski- ídnaðinum. Hetta sigur dagligi leið- arin á einum fiskavirki í Kjøllefjord í Noregi, Arild Olsen. - Fiskimenn mugu gerast meira bevístir um, hvussu teir handfara rávøruna. Misjøvn dygd Arild Olsen sigur, at skal meira peningur vinnast í fiskiídnaðinum, er neyðugt at leggja alla orku í dygdina á fiskinum - Rætti hugburðurin má byrja longu, tá ið fiskurin kemur inn á dekkið. Hann sigur, at fleiri av skipunum, sum landa til virkið í Kjøllefjord, koma við fyrstafloks fiski, meðan verri er statt við fiskinum hjá øðrum skipum. - Fiskurin kann vera veiddur í sama øki, og veiðitíðin kann vera júst hin sama. Kortini síggja vit, at handfaringin er ógvuliga misjøvn - alt eftir, hvørji skipini eru. Tað er tí eingin ivi um, at við betri viðfar- ing av fiskinum umborð, fáa vit eina heilt aðra rá- vøru, sum kann nýtast betri í framleiðsluni og somu- leiðis geva ein betri prís, sigur Arild Olsen. Bara dygdin Rávøran hevur avgerandi týdning, bæði fyri tað, sum fáast kann burtur úr fiski- num og písin - ikki minst, har marginalarnir eru smá- ir. - Eg síggi onga meining í at kjakast um, hvørt minsti- prísurin er rættur ella ikki, soleingi rávøran er so mis- jøvn. Tað, sum vit mugu røða um framyvir, er rávør- an. Tá ið hon er í lagi, verð- ur minstiprísurin eisini bet- ur. Seinastu mánaðirnar hev- ur virkið, har Arild Olsen er dagligur leiðari, lagt dent á at gjalda prís eftir dygdini á fiskinum. - Hetta fara vit framhald- andi at gera, tí tað skal loysa seg hjá fiskimonnum at handfara fiskin væl, sig- ur hann. Dygdin á fiskinum avger úrslitið - Rávøran hevur avgerandi týdning fyri, hvat fáast kann burtur úr fiskinum - og fyri písin, sigur dagligur leiðari á fiskavirki í Kjøllefjord í Noregi MADE IN GERMANY - OXYGENGENERATORAR - NITROGENGENERATORAR Lat okkum hyggja uppá tað! Spf MAINHARD HALDANSEN tlf. 315339 - 215369 • fax 321369 e-post: mainhard@post.olivant.fo C M Y K 45-1 44-1 KA quality kassar & súgvur til alivinnuna Umframt bjóða vit: Sosialurin - 311820 Heilsøla • Smásøla • Umboð Tel. 315600 - info@andreasen.fo Framleitt í samráð við føroyskar alarar! • Skjót, einkul og effektiv upprudding av deyðum fiski • Skjót, einkul og effektiv upprudding av fóðurrestum • Minkar um vandan fyri bakterium og smittuvandum • Økir um trivnaðin hjá fiski - Fiskurin veksur betur • Sløkkiútgerð • Neyðútgerð • Bjargingarútgerð • Handskar til øll endamál ! • Slangur til øll endamál ! • Luksus Termodraktir TILBOÐ 598,-