mikudagur 4. desember 2002síða 24
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
47
Føroyar hava alt tað,
sum mær dámdi so
væl við New Found-
landi, tað verið seg
vøkru náttúruna og
dámliga fólkið. Men
ein munur er so tann,
tøkk Gud fyri tað, at
tit enn hava tosk á
grunnunum. Toskur-
in hvarv á grunnun-
um út fyri New
Foundland fyri nógv-
um árum síðani og er
ikki komin fyri seg.
Bera føroyingar seg
rætt at, fara tit at
varðveita toskin til
allar tíðir. Heimurin
hevur brúk fyri at
læra av mistøkum og
skeivum avgerðum
framdar av myndug-
leikum, vinnuni oø.
ymsa staðni í heimi-
num við atliti til alt
livandi í havinum sig-
ur Jake Rice, gransk-
ari og stjóri í vísinda-
liga ráðgevarastovni-
num fyri ráðharra-
stovuna fyri fiski-
vinnu og havfrøði í
Kanada
FISKUR OG
UMHVØRVI
Jan Müller
Herfyri var seminar (work-
shop) í Havn, har gransk-
arar - fiskifrøðingar og
havfrøðingar úr nógvum -
londum hittust at tosa um
umhvørvi, vistfrøði, nátt-
úru og tilfeingi í havinum.
Millum luttakararnar var
ein hin fremsti og mest
virdi fiski- og havfrøðing-
urin í Kanada, Jake Rice.
Sosialurin prátaði við hann,
áðrenn hann fór av aftur
landinum. Hann er stjóri í
vísindaliga
ráðgevara-
stovninum fyri ráðharra-
stovuna fyri fiskivinnu og
havfrøði í Kanada. Hann
hevur arbeitt við havfrøði-
ligum ogf vistfrøðiligum
spurningum og fiskarímál-
um í meira enn 20 ár. Ta
mesta av tíðini hevur hann
arbeitt saman við ICES.
Lærið av mistøkum
hjá øðrum
Hetta er fyrstu ferð hann er
í Føroyum og sigur seg vera
sera hugtiknan av oyggjun-
um og umhvørvinum her. -
Eg búði í New Foundlandi í
15 ár. Føroyar hava alt tað,
sum mær dámdi so væl við
New Foundlandi, tað verið
seg vøkru náttúruna og
dámliga fólkið. Men ein
munur er so tann, tøkk Gud
fyri tað, at tit enn hava tosk
á grunnunum. Toskurin
hvarv á grunnunum út fyri
New Foundland fyri nógv-
um árum síðani sigur Jake
Rice. Bera føroyingar seg
rætt at, og tað vónar hann,
so fara vit at varðveita tosk-
in til allar tíðir. Heimurin
hevur brúk fyri at læra av
mistøkum og skeivum av-
gerðum framdar av mynd-
ugleikum,
vinnuni
oø.
ymsa staðni í heiminum við
atliti til alt livandi í havi-
num.
-Men er trupulleikin ikki
nettupp tann, at vit tykjast
ikki vilja læra av mistøkum
og feilum hjá øðrum ella
fyri tað hjá okkum sjálv-
um?
-Vit sýnast at vera ímóti
at taka við læru frá øðrum.
Tann sannroynd, at vit taka
stórar váðar við okkara
endurnýggjandi tilfeingi er
ein trupulleiki, sum plágar
fiskarí um allan heim, antin
tú tosar um eitt lítið pláss
sum Føroyar ella tú tosar
um eitt land so stórt sum
Kanada. Hvar enn fiski-
vinna hevur stóran týdning
fyri búskapin lúrir trýstið
at átaka sær ov stórar váðar
– at gera ov nógv av.
-Tað var ein vanlukka
fyri New Foundland, tá
toskurin hvarv, og tað er
framvegis ein vanlukka.
Veiðan eftir alternativum
fiskasløgum bøtti nakað
um avleiðingarnar av, at
toskurin heilt hvarv, men
tað eru framvegis túsund-
tals fólk, ið fyrr livdu av
toskaveiðuni, sum fram-
vegis ikki hava nakra ser-
liga inntøku. Og útlitini
fyri at stovnarnir koma fyri
seg aftur eru framvegis
ring.
Jake Rice sigur víðari, at
tað, sum hendi í New
Foundlandi, kann henda
alla staðni í verðini. Um tú
ikki tekur undir við góðari
gransking og fyrisiting og
leiðslu, og hesi ikki arb-
eiða saman við fiskivinn-
uni, so kann tann sama
vanlukkan henda alla aðra-
staðni í verðini.
-Men hvussu kann eitt
lítið samfelag sum tað før-
oyska forða fyri, at søgan í
New Foundlandi ikki end-
urtekur seg?
-Um eg skal taka nakað
fram frá tí , sum hendi har,
so er tað at lurta eftir teim-
um pessimistisku signalun-
um - at vera varin. Um tað
hendir, at nøkur svartskygd
signal eru skeiv og stovnar-
nir eru betri fyri enn met-
ingarnar hava víst, so verð-
ur fiskur at veiða næsta árið
- men um pessimistisku
signalini eru røtt og tú ikki
er vísur í tí og heldur teg
kunna veiða enn eitt ár
sum vanligt, tá er grundar-
lag fyri álvarsligum trupul-
leikum.
Tí vil eg siga, at tað hev-
ur alstóran týdning, at vinn-
an stuðlar teimum leiðandi
og stýrandi og tess vísinda-
liga parti við øllum neyð-
ugum upplýsingum, sum
kunnu gera, at hesi megna
at gera sítt arbeiði nóg væl.
Og síðani at reagera skjótt
uppá negativ tekin. Har eru
tvey mistøk tú kanst gera.
Tað kann vera, at negativu
tekini frá stovnunum er
falskur alarmur. Men lurta
eftir teimum, ver so varin
við fiskiskapinum í eina tíð
og finn so út av, um tað var
skeivur alarmur.
Vistskipanin hevur tað
gott. Nokk er til av fiski. Tú
hevur eitt ár við minni
fongi enn tú hevði brúk fyri
- enn tað sum hevði verið
møguligt. Men tú kanst fara
aftur og reka eina sunna
veiðu.
Men yvirhoyrir tú hesi
tekin og signal - um tú ign-
orerar tey - og tey eru røtt
kortini, og tú heldur fram
við at fiska, so kann skaðin
tú ger taka fleiri ár sum í
New Foundlandi, har tosk-
urin hevur verið burturi í 10
ár. Og í dag er stovnurin
bert 2-3% av tí søguligu
støddini.
Góðir granskarar
-Nú tú hevur arbeitt hjá
ICES kennir tú eisini til
føroysku fiskivinnuna og
teir spurningar, sum her
verða umrøddir. Heldur tú
okkara politikarar lurta nóg
nógv eftir fiskifrøðingun-
um?
-Eg havi ikki nóg nógva
vitan til at kunna svara tí.
Men við at vera í ICES
síggi eg granskararnar, sum
arbeiða við hesum spurn-
ingum. Eg kann siga, at eg
eri sera væl nøgdur við tað,
sum kemur frá granskarun-
um í øllum Norðurlondum,
harímillum Føroyum. Hesi
fólkini eru sera høgt vird av
teirra altjóða starvsfeløg-
um. Hetta eru vitandi fólk.
Tað er ein vanlukka fyri
ICES - og skal eg viðganga,
at eg kenni betur til støðuna
í Norðsjónum enn hana í
føroyska økinum - at dygd-
in í tí tilfarinum, sum teir
skulu arbeiða við, er so
óálítandi. Tað kann vera
heilt øðrvísi í Føroyum. Og
tað vóni eg, at tað er. Men
har stovnsmetingar og vís-
indaligu eftirmetingarnar
av stovnunum eru mest
miseydnaðar, er har man
hevur havt sera óálítandi
upplýsingar um, hvat er
veitt, hvar fiskiflotin hevur
fiskað osfr. Um man fær
óálítandi upplýsingar, so
kunnu
ikki
teir
bestu
granskararnir í heiminum
gera góðar stovnsmetingar.
Tað kunnu teir ikki uttan
rættar upplýsingar og góð
ráð.
Minnir um Kanda
-Í Føroyum hava vit ta
støðu, at granskararnir tvs.
fiskifrøðingar oo. hava bið-
ið politikararnar vísa var-
semi og at minka eitt sindur
um veiðuna, tí tað kann
gagna framtíðar fiskiskapi-
num, men har tað verður
svarað, at nokk er til og tí er
eingin orsøk til at minka
um veiðuna?
-Hatta minnir nógv um
tað, sum er hendi í Kanada
fyri 10 til 12 árum síðani.
Lat meg tó undirstrika: eg
havi verið so stutt í Føroy-
um, at eg kann ikki siga, at
politikararnir eru skeivir,
og at granskararnir hava
rætt ella skeivt ella fiski-
menninir eru á rættari leið.
Granskararnir eg havi møtt
á míni vitjan í Føroyum eru
sera góðir og taka framtíð-
ina hjá Føroyum í størsta
álvara. Eg eri veruliga hug-
tikin av, hvussu nógvar
kenslur teir hava fyri sínum
føðilandi. Eg eri vísur í, at
teir arbeiða fyri, at tað skal
ganga føðilandinum væl
uppá longri sikt eisini sigur
Rice og heldur fram:
-Hevði tað verið mín
uppgáva, so hevði eg lurtað
eftir teimum. Eg hevði
heldur viljað átikið mær eitt
sindur trongari kor uppá
stytri sikt fyri at vera vísur
í, at tað liggur skilagóð
veiða fyri framman uppá
longri sikt - enn at keypa
eitt sindur meira av tíð og
hava nøkur fá ár við góðum
fiskiskapi. Fyri bert at
finna út at, at tað, sum
hendir í New Foundlandi,
hendir her, har tú skal
standa í óvissuni í 10,12 til
15 ár, sum er tann tíð fiski-
menn í New Foundlandi
hava bíðað eftir toskinum.
Føroyska vistskipanin
ymisk
-Hvat
hendi
í
New
Foundlandi?
-Tað, sum hendi hjá okk-
um, var nakað, sum kann
henda allastaðni, har eitt
samfelag er so nógv bundið
at fiskivinnu og vistskipan-
um, sum broytast nógv.
Og alt, sum eg havi hoyrt
á hesi ráðstevnu í Føroyum,
sigur mær, at tykkara vist-
skipan rundan um Føroyar
er sera ymisk. At tit hava
prosessir, ið eru riknar av
hita í havinum og heims-
veðurlagnum sjálvum, sum
Heimskendi kanadiski granskarin Jake Rice við góðum ráðum:
Latið ikki søguna um New Foundlandstoskin
endurtaka seg í Føroyum
Jake Rice og Hjalti í
Jákupsstovu aftaná nakrar
sera góðar arbeiðsdagar í
Havn, har fleiri granskarar
úr Føroyum og útlandinum
luttóku.
Mynd Jens K Vang
ger tað ómøguligt fyri
sjálvt tann besta leiðaran og
tann mest seriøsa fiski-
mannin í heiminum at
halda alt líka alla tíðina.
Tað vilja henda broytingar
og hvussu tú reagerar uppá
ymiskleikan er sera týdn-
ingarmikið fyri, hvørja
framtíð tú fer at fáa.
-Eru nøkur ávaringartek-
in í føroysku vistskipanini í
sambandi við framleiðslu
av eitt nú føði til fiskin?
-Einki, sum eg havi hoyrt
á ráðstevnuni fær meg at
siga, at tað er alarmerandi.
Tann stóra minkingin sein-
ast í 80-unum og tað at
stovnarnir komu so skjótt
fyri seg aftur í byrjanini av
90-unum er tó alarmerandi
fyri meg soleiðis at skilja,
at vistskipaninar kunnu
broytast skjótt. Tá tú hevur
eina stóra niðurgongd og
stovnarnar koma fyri seg
aftur so skjótt, sigur tað
mær so mikið sum, at
næstu ferð tú fer at fáa eina
slíka niðurgongd, fer tú ikki
at síggja eina eins skjóta
endurreisn. Einki eg havi
sæð í Føroyum fær meg at
halda, at vistskipanin er so
sterk, at ein niðurgongd í
framleiðslu uppá stutta tíð
er nakað, sum bara hendir
og sum man kann síggja
burtur frá, tí tað nokk av
sær sjálvum fer at koma
aftur uppá pláss.
Allar
vistskipanir
í
heiminum eru nakað fyri
seg, hava síni sereyðkenni
eins og tey fólkini, sum liva
í umhvørvinum. T.d. eru
Føroya Banki og land-
grunnurin (The Faroe Pla-
teau) serstakliga áhuga-
verd, tí tey sýnast tá einum
marknamóti millum tríggj-
ar ymiskar og stórar hav-
frøðiligar vistskipanir, tann
heita atlantssjógvin úr suðri
og eystri, Noskahavið og ís-
lendska sjógvin og Irm-
ingarhavið. Hvussu hesar
tríggjar renna saman við
Føroyar ger hetta plássið
sera serskilt samanborið
við aðrar havfrøðiliga vist-
skipanir eg havi hugt at.
Hesin veruleik ger Føroya-
økið til eitt sera hugvekj-
andi pláss at granska dyna-
mikkin. Men hesin veru-
leiki ger eisini Føroyaøiið
sera viðbrekið fyri broyt-
ingum - ikki orsakað av
vánaligari leiðslu og stýr-
ing men orsakað av the
dynamikkinum í teimum
náttúrligu vistskipanunum.
Jake Rice sigur víðari, at
tað vit síggja globalt eru
meira viðgongdar broyting-
ar og ymiskleikar, verður-
broytingar á stóru landaøkj-
unum føra til turrari ella
vátari veður. Her í hav-
frøðiligum vistskipanum
sýnist ymiskleikin at vera
minni ella meiri. Tað setir
stór
krøv
til
leiðslur,
granskarar og fiskimenn.
Um vit ikki í felag taka
henda ymiskleikan í størri
álvara, so kann vandi vera á
ferð.
Jake Rice sigur, at før-
oysku granskararnir eru
ikki lidnir við at gera sínar
analysur av støðuni í vist-
skipanini kring Føroyar -
fyri at kenna tær broytingar,
sum hava verið í 2002. Men
hetta sýnist sum eitt ár, har
nakað heilt stórt ella álvars-
ligt er við at henda. Um tað
er tað sama, sum hendi
seinast í 80-unum og fyrst í
90-unum veit hann ikki.
(Samrøðan varð gjørd, áðr-
enn tað herfyri kom fram,
at gróðurin kring Føroyar
er nógv minkandi, blaðm.)
-Hvørji góð ráð hevur tú
til føroyingar?
-Eg haldi, at fiskimenn
hava fleiri góð ráð at geva
mær enn eg teimum. Tað eg
plagi at siga við allar fiski-
menn og myndugleikar er:
fyri tykkara egnu og sam-
felagsins skuld gevið røtt
og ærlig tøl upp fyri, hvat
tit fiska og gera. Tess rætt-
ari upplýsingarnir eru, sum
tit kunnu geva til granskar-
arnar, tess neyvari kunnu
tey fólkini hjálpa tykkum
við at heysta tað, sum til-
feingi loyvir. Tøkni er ikki
altíð tín vinur. Vit hava ikki
brúk fyri at veiða skjótari.
Vit eru so avgjørt før fyri at
veiða tað, sum vistskipanin
kann framleiða júst nú. Um
tøkni hjálpir tær at spara
pening so er tað frálíkt.
Men um tøkni bara hjálpir
tær at veiða fisk skjótari, so
merkir tað bara, tað verða
færri fiskidagar, tá kvotur-
nar eru uppi.
Einki galið við troli
-Hvat heldur Rice um
fiskireiðsskap og avleiðing-
ar fyri stovnarnar?
-Tað eru alsamt fleiri
fólk, sum siga, at trol ol. er
vánalig tøkni. Eg eru púra
ósamdur. Eg haldi, at trol-
vinnan hevur ein týðandi
leiklut. Eg veit frá mínum
royndum í Kanada, bæði
frá
Atlantshavinum
og
Kyrrahavinum, at fólk, sum
arbeiða í trolvinnuni, kenna
seg eins forpliktað til at
varðveita fiskastovnarnar
sum tey umborð á teimum
smærri fiskiførunum. Allir
fiskimenn vita, at tilfeingi
er nakað, sum teir skulu
býta. Tað er ein sosial,
mentanarlig og búskaparlig
avgerð, sum eitthvørt sam-
felag hevur rætt til at taka,
hvussu úrtøkan frá fiski-
vinnuni skal býtast millum
tey
ymsu
sløgini
av
fiskireiðskapi og skipum.
Men hevur man ein fiski-
vinnumyndugleika,
sum
ikki kennir seg bundnan og
pliktaðan committed til
góða stovnsrøkt og varð-
veitan og ein sunna framtíð
fyri øll, so hava vit ein stór-
an trupulleika. Men er tann
góða stovnrøktin í huga-
num, so vil tað vera pláss
fyri øllum, men tá er avger-
andi at vita, hvat samfelag-
ið vil. Biologiin nýtist ikki
at hava svarið uppá, hvør
reiðskapur er tann besti.
Yvirkapasitetur
størsti fíggindin
-Hvør er tá ringasti fígg-
indin í dag hjá einum
sunnum fiskiskapi, góðari
stovnsrøkt og einum góðari
og sunnari vistskipan sum
tí kring Føroyar?
-Tann ringasti fíggingin í
altjóða høpi er yvirkapasi-
tetur - tann sannroynd at vit
hava nógv betri umstøður at
veiða enn vistskipanin kann
framleiða. Tað er ein av-
bjóðing til allar stjórnir
kring heimin, hvat tú gevur
loyvi til, tá tú hevur fleiri
fólk, sum eru før fyri at
veiða, enn tað er neyðugt
fyri at fáa fatur á fiskinum.
Tað er tann størsta einstaka
hóttanin í dag móti fiska-
stovnunum og vistskipan-
ini.
Aðrir vandar eru viður-
skifti, sum ein hevur torført
við at forútsíggja, sum eitt
nú umhvørvi. Tað kanst tú
einki gera við. Og so er tað
eisini tann sannroynd, um
tey, sum ganga heilhjartað
inn fyri skilagóðari stovn-
srøkt, eru nóg sterk. Eg veit
ikki, hvussu føroyingar
megna hetta í smálutum
men veit, at tit eru farnir
nógv longri enn onnur lond
við at ganga heilhjartað inn
fyri ábyrgdarfullari veiðu.
So eg trúgvi, at aðrir partar
av verðini hava nógv at
læra av føroyingum.
Svartskygdur
um gongdina
Ber Rice ótta fyri fram-
tíðini hjá fiskastovunum
kring heimin?
-Eg eri svartskygdur við-
víkjandi allari fiskiveiðu í
heiminum. Í einum stað
sum Føroyum, har reglur-
nar fyri veiðu eru greiðar
og har fiskiveiðimyndug-
leikin eisini er greiður, havi
eg góðar vónir um, at tit
megna at finna tykkara
loysnir, sum byggja á skila-
góða stovnsrøkt.
Hann hevur tó ilt at fáa
eyga á loysnir í altjóða
høpi, har tað t.d. eru fleiri
tjóðir, ið mugu vera við til
tess at fremja góða stovns-
røkt.
-Hvønn týdning hava so
slíkir arbeiðsdagarnir í
Havn fyri veiðu og stovns-
røkt spurdu vit Jake Rice,
sum bert var ein av fleiri út-
lendskum og føroyskum
fyrilestrarhaldarum á semi-
narinum í Nóatúni í sep-
tember!
-Stóran. Vistskipanin við
Føroyar er soleiðis háttað,
at tú her hevur øll liðini,
sum granskarar hava brúk
fyri at arbeiða við, saman.
Tað eru viðurskifti aðra-
staðni, sum kunnu yvirfør-
ast til hetta økið. Men her
kanst tú arbeiða í eini inni-
lokaðari skipan við Føroya
Banka og landgrunninum,
nakað, sum ikki er møgu-
ligt í nógvum øðrum pørt-
um av heiminum. Tí vil
umheimurin verða sera
hugaður fyri at vita, hvussu
viðurskiftini eru her, um
tað samtíðis kann læra onn-
ur at fyrihalda seg til størri
vistskipanir. Eitt annað,
sum útlendskir granskarar
hava stóran áhuga í, er at
vita meira um eru tær stóru
broytingarnar, sum hava
verið og eru, her serstakliga
orsakað av broytingum í
havumhvørvinum
sum
heild. So vit hava vónir um
at kunna finna fram til svar
nettupp í einum so avmark-
aðum øki.
Føroyaøkið er kanska
tað besta plássið í heimi-
num at granska í: hvussu
havumhørvið broytist og
ávirkar fiskastovnar og
fiskiveiðu – fyri síðani at
kunna brúka hesa vitan í
øðrum pørtum av heimi-
num.
Rice heldur, at altjóða-
geringin av gransking - har
tað t.d. fyri 20 árum síðani
ikki vildi verið hugsandi at
lagt stóra ráðstevnu í t.d.
Føroyum - ger, at eitt nú
Føroyar høvdu kunnað ver-
ið ein miðdepil fyri gransk-
ing av vistskipanum í havi-
num og fiskastovnum. Og
orsakað av manglandi for-
stáilsi millum havumhvørvi
og fiskastovnarnar - fyri
fiskivinnu bæði Norðuratl-
antshavi og í Suðuratlants-
havi og sama við Kyrra-
havinum, so kundu Føroyar
verið ein miðdepil, ein
rannsóknarstovu fyri nett-
upp hetta slag av gransk-
ing.
OLJA OG FISKUR
Jan Müller
Hvussu heldur Jake Rice,
at oljuleiting og og ein
møgulig oljuframleiðsla
fara at ávirka vistskipan-
ina kring Føroyar?
-Tað er eingin orsøk til
at halda, at ein oljuvinna
ikki kann samanberast
við
góðan
fiskiskap.
Mínar royndir eftir at
hava arbeitt við tvær av
trimum strondum í
Kanda eru, at fólk í olju-
vinnuni royna at bera seg
ábyrgdarfult at og vilja
skapa nýggjar inntøkur
uttan at skaða vistskipan-
ir. Eg havi skilt á fólki frá
eitt nú Statoil, á fundun-
um vit høvdu í Havn, at
teirra mál er at bera seg
ábyrgdarfult at og sam-
vinna við fiskivinnuna til
tess at skapa øllum eina
góða framtíð. Tað ber til.
Men tað krevur, at allir
partar vísa ábyrgd og
vilja samstarva.
-Vil tú harvið siga, at
føroyskir fiskimenn eiga
at bera ótta fyri, at ein
komandi oljuvinna skal
hava ringa ávirkan á
fiskivinnuna?
-Eg haldi, at altjóða
oljuídnaðurin hevur lært
av sínum royndum at
virka ábyrgdarfult, tá tað
veldst um eitt reint um-
hvørvi. Oljufeløgini eru
eisini pliktað til at liva
upp til hesi krøv í Føroy-
um. Men eg arbeiði ikki
fyri
oljuvuinnuna
og
kann tí ikki tosa fyri
hana. Tó haldi eg ikki
nøkur orsøk er at bera
ótta fyri eini oljuvinnu.
Arbeiðið saman við henni
og tryggið tykkum, at alt
tað henda vinna hevur
lært aðrastaðni verður
brúkt her eisini. Síggið
fram til eina sunna fiski-
vinnu og búskaparligan
vinning frá oljuni. Tað er
ein verulig framtíð at
byggja á.
-Kann tað hugsast, at
inntøkur frá eini lønandi
oljuvinnu kunnu vera við
til at minka um trýstið á
fiskastovnarnar?
-Um býti av vinningi-
num frá oljuvinnuni verð-
ur rætt handfarið. Tað fer
ikki at kosta føroyska bú-
skapinum so nógv at
halda eitt sindur aftur við
fiskiskapinum, um tað
eru alternativar inntøku-
keldur. Tað kann vera
positivt.
Oljuvinnan kennir ábyrgd
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni her
saman við heimskenda kanadiska grankaranum Jake Rice í
hugnliga umhvørvinum í Nóatúni.
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
47-1
46-1