Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 25

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 49 Mangir eru teir, sum til frítíðarítriv hava dámt at farið ein túr á flot. Í heyst endur- nýggjaði 90 ára gamli, Hans Jacob Justesen í Klaksvík, sítt fiski- loyvi. Tá høvi býðst, og ein av teimum yngru kann koma við honum, er hann fúsur at fara ein túr í fjørð- in. Hans Jakku er frá- søgumaður burturav, og her skulu vit hoyra, hvat ein frið- arligur túrur í Kalsoy- arfirði endaði við FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen Tað var á heysti 1955, með- an læknastríðið harðast leikaði á, at Hans Jakku eitt kvøldið, hann hevði verið á floti, gjørdi av at fara til Klaksvíkar at geva systir síni at kóka. Hans Jakku búði tá sam- an við familju síni norðruri á Strond, har hann hevði starv á el-verkinum. - Eg var als ikki íbland- aður læknastríðið. Eg hevði mítt dagliga arbeiði, við skiftandi vaktum, og vit áttu seks døtur, so tað hevði eg ikki stundir til, greiðir hann frá. Tá ið hann hetta kvøldið hevði vaskað sær, fór hann aftur í bátin, stimaði inn til Klaksvíkar og legði at við oljubrúnna hjá Jákup Fredrik. Í kenda stríðnum um læknan, Halvorsen, sum mangur klaksvíkingur setti nógv í vága fyri, var stúgv- andi fult av fólki saman- komið á bryggjuni. Men Hans Jakku fór beina leið niðan í Grótið, har Durid búði. Maður hennara, Frimod, sigldi úti, so tað mundi koma væl við hjá systrini at fáa eitt kók. Gav rikisumboðnum nøkur borgarlig orð Tá ið Hans Jakku, eftir stuttan steðg hjá systrini er á veg oman aftur á bátin, sær hann ríkisumboðs- mannin í sunnaru hurðini á gamla havnakantórinum. Sum tann tjóðskapar- maður hann er, kundi hann ikki bara sær - men steig upp á trappurtrinið, stakk høvdið innum og segði við Elkjær Hansen, sum tá var ríkisumboðsmaður: "Veits tú ikki, at føroy- ingar valdu loysing tann 14. septembur 1946, og at danski forsætisráðharrin tá segði - nu er Færøerne løse fra Danmark . Her hevur tú einki at gera; vælsignaður slepp tær aftur har, tú hoyrir heima". Tá hann hesi fáu orð hevði sagt, fór hann aftur í bátin, legði frá landi og sigldi norður á Strond. Hann hugsaði ikki, at hetta, sum var hansara hjartans meining, skuldi fara at fáa avleiðingar. Men Hans Jakku skuldi fáa annað at síggja. Læknin er ikki at hitta Nakrar dagar seinni legðist konan, Anna, við nógvum fepuri. Hon var ógvuliga ússalig og breyt út øll, sum hon var. - Sjálvsagt gjørdist eg bangin og kvikaði mær til Klaksvíkar, greiðir Hans Jakku víðari frá. Komin inn á sjúkrahúsið, har hann ætlaði at hitta læknan, rendi hann seg í enn eina mannamúgvu av viðhaldsfólki hjá Halvor- sen. Á sjúkrahúsinum fekk hann tey boð, at læknin var ikki at hitta. - Helst havi eg verið nak- að harðmæltur. Upproyttur var eg eisini, tí heima lá konan ógvuliga sjúk, og rundan um hana gingu seks smágentur og mólu, sigur Hans Jakku. Hann minnist, at hann trokaði seg fram við øllum fólkunum á sjúkrahúsgong- ini og rópti, at hann skuldi hitta læknan. Men lækna fekk hann ongan. Tískil mátti norður aftur á Strond sum av torvheiðum. Halvorsen var sjálvsagt ikki vælumtóktur fyri einki, og onkusvegna eru boðini um sjúku konuna komin til hansara, tí beint fyri mid- nátt kom læknin inn um dyrnar í heimi teirra á Strond. Tað fyrsta, læknin spurdi, var, um Anna var við barn. Men tað var hon ikki, og skjótt var hon frísk aftur. Far við teimum, Hans Jakku Hesar báðar hendingar, har Hans Jakku uttan at hava ætlað tað so, varð drigin inn í læknastríðið, førdu til, at hann nakað seinni fekk bræv frá myndugleikunum. Hann skuldi møta í komm- unulæknahúsunum á Gørð- um. Men Hans Jakku vildi ikki taka eitt orð aftur av tí, hann hevði sagt. Hann helt uppá, at orðini, hann segði við ríkisumboðið, bert vóru veruleikin og eingin brots- gerð. - Nakrar dagar seinni kom ein av døtrum mínum og segði, at Anna bað meg koma inn, tí onkur var, ið vildi hitta meg, minnist hann. Í túninum stóð bilur við løgreglumonnum, og inni í stovuni bíðaði sivilklæddur maður honum. Teir vildu hava Hans Jakku at koma við til Klaksvíkar, men tað vildi hann ikki uttan víðari. Tá ein góð løta var farin við práti aftur og fram, gloppaði Anna hurðina til stovuna og segði: "Far við teimum, Hans Jakku!" Hans Jakku fór so við teimum og varð settur um- borð á Rolf Krake. Seinni varð hann førdur til Havnar í Tinganes at sita. Ein góðan mánaða seinni, varð hann settur út á gøtuna aftur uttan eitt ein- asta orð. Kongur vildi hoyra eina føroyska rødd Tann dagin, Hans Jakku var leyslatin, fóru hann og kon- an, sum var komin suður til Havnar, ein túr inn á gólvið hjá Jógvani Skýlindal. Jógvan segði tá, at hann bara visti um ein annan, sum varð settur í geglið fyri at hava rópt ov hart; tað var Hoyvíks-Líggjas. Líggjas var abbabeiggi Hans Jakku, so kanska var hetta ættarbreðgi! Einaferð, Fríðrikkur 8. var á vitjan í Føroyum, høvdu nakrir jassar sagt við henda góða Líggjas, at kongur so fegin vildi hoyra eina føroyska rødd. Teir góvu honum snaps og leiddu hann nakað nær kongi. Líggjas legðist ikki á boðini og rópti alt tað, hann var mentur. Endin var, at hann varð handtikin og sett- ur í geglið til dagin eftir. Tá mundi kongur vera so mik- ið langt av landi skotin, at Hoyvíks-Líggjas einki mein fekk gjørt. Hvat Hoyvíks-Líggjas rópti til æru fyri danakongi, sigur søgan einki um. Friðarligur túrur á floti endaði við 35 døgum í geglinum Einaferð spurdi ein maður Hans Jakku, hvussu nógv børn hann átti. -Tú ert ein ríkur maður, segði hesin, sum sjálvur var barnleysur, tá hann hoyrdi um allar døturnar, tey áttu. Tá spurdi dóttirin, sum við honum var: "Babba, er tað at vera ríkur at eiga nógvar gentur?" - Kanska hugsaði eg ikki soleiðis tá, men sanniliga eri eg ríkur, og tær eru mær góðar, nú eg eri einsamallur. F.v. Gunvør, Hjørdis, Maria, Karin, Sigrun og Eydna. Tað er yngsta dóttirin, Heidi, sum situr millum mammu og pápa sín. (Mynd: Eiler Foto) Fyri stuttum fekk Hans Jakku sítt fiskiloyvið endurnýggjað. Myndin er tikin eftir ein væleydnaðan útróðrardag í summar. (Mynd: Jósef Jacobsen) Hans Jacob Justesen er føddur og uppvaksin í Norðdepli, sonur Karin og Júst Justesen. Sum 17 ára gamal kom hann til Klaksvíkar og fór til skips. Fyrst sum skipsmaður og síðani sum motorpass- ari. Seinni fór hann í smiðjulæru. Eftir tað, fór hann til skips aftur og sigldi, til hann í 1939 giftist Onnu hjá Hanusi úr Árnafirði. Í 1951, tá Hans Jakku fekk fast starv á el-verki- num, flutti hann við familju sínari norður á Strond at búgva. Tá starvstíð hansara, góð 30 ár seinni, var av, fluttu tey aftur í egnu hús síni á Gørðum. Hans Jacob gjørdist einkjumaður fyri nøkrum árum síðani. Fakta Hóast sín høga aldur, er Hans Jakku enn frískur og ferðugur og lættur á fótum sum ein unglingi. Myndin er tikin á 90 ára føðingardegi hansara ( Mynd: Guðrun Steinberg) - Í Grønlandi gongur niður á bakka við krabbafiskiskapinum, tí ov nógv skip og bát- ar fiska krabba har yviri, sigur fiskimað- ur, sum hevur verið á krabbaveiði í Grøn- landi í út við trý ár KRABBAVEIÐA Vilmund Jacobsen Fleiri føroyingar, sum eru í krabbavinnu í Grønlandi, eru uppsagdir í heyst. Summir eru beinleiðis á krabbaveiði; aðrir eru við skipum, sum liggja inni á firðunum og innhandla krabba. Teir, sum eru við mót- tøkuskipinum, Ikamiut, eru allir uppsagdir uttan mask- inmenninir. Føroyingarnir, sum eru knýttir at skipi- num, eru tó løntir allan jan- uarmánaða. Teir, sum eru heima í løtuni, skulu tískil yviraftur til Grønlands tíð- liga í januar. Tað er uppá tal, at skipið møguliga fer til Danmarkar á beding um ársskiftið. Um so verður, fer manningin niður til Danmarkar í staðin. Norðmaðurin, Oddvar Vea, sum nógvir føroyingar kenna, hevur eini trý skip í Grønlandi, Arctic Star, Numiuk og fyrrverandi Borðoyarnes. Sum skilst, eru allar manningarnar uppsagdar, skiparar og maskinmeistarar íroknaðir. - Eingin veit, hvussu verður eftir, at januar mán- aði er liðugur, og eingin veit, hvør møguliga fær kjans við aftur skipunum. Soleiðis sigur ein krabba- fiskimaður, sum er heima í løtuni, við Sosialin. Hann hevur verið á krabbaveiði í Grønlandi í út við trý ár - bæði umborð á skipi, sum hevur fiskað krabba og seinni við skipi, sum hevur ligið inni á firð- unum og tikið ímóti krabba frá øðrum skipum og bát- um. - Tað hevur gingið álv- arsliga niður á bakka við krabbafiskiskapinum í Grønlandi, og seinastu fýra mánaðirnar hevur tað ging- ið rættiliga illa, sigur hann. Alt í óvissu Krabbafiskimaðurin sigur, at reiðaríini, sum eiga skip- ini, ið taka ímóti krabba í Grønlandi, hava tosað um at lagt stilt í januar, februar og mars, tí oftast verður fiskiskapurin tarnaður av veðri og ísi hesa tíðina, serliga hjá teimum skipum, sum liggja norðarliga í Grønlandi. - Tað hevur eisini verið tosað um at lata krabban frá frið hesar mánaðirnar av árinum, sigur hann. Sum skilst, órógva polit- isku viðurskiftini í Grøn- landi eisini teir, sum eiga skipini, ið fiska ella taka ímóti krabba har yviri. - Fiskiskapurin er mink- aður so nógv, og eingin veit, hvørja støðu heima- stýrið fer at taka, tá ið spurningurin um krabba- loyvini kemur aftur á dags- skránna, sigur hann. Ov stór roynd Krabbafiskimaðurin er ikki í iva um, at krabbin hevur verið ov hart royndur í grønlendskum sjógvi sein- astu árini. - Vit plaga at taka ímóti krabba frá 19-20 smábátum umframt einum størri skipi, sum eisini er á krabbaveiði. Teir smáu bátarnir royna innanskers, meðan skipið, ið er fyrrverandi Bláfossur av Tvøroyri, nú Helena L, roynir á leiðunum millum 3 og 6 fjórðingar úr landi. Hann sigur, at krabba- fiskiskapurin hevur verið í stórari minking. - Tá ið eg byrjaði at fiska krabba í Grønlandi, kundu vit fáa uppí eini 7 tons í lastina um døgnið. Sum tíð- in leið, minkaði fiskiskap- urin, og at enda lógu vit úr eini 500 kg. og uppí eini 3 tons, tá ið mest var at fáa. Skipini draga vanliga einar 1000 rúsur um døgnið, sig- ur krabbafiskimaðurin. Hann sigur, at nú teir hava tikið ímóti krabba frá Helenu L og opnum bátum, hevur samlaða veiðan av heilum krabba ligið um eini 12-15 tons um vikuna. - Hetta er minni, enn vit kundu fáa ein góðan dag, tá ið vit byrjaðu at innhandla krabba í Grønlandi. Mentaliteturin Krabbafiskimaðurin held- ur, at útróðrarmenninir í Grønlandi, sum fiska krabba og avreiða til mót- tøkuskipið, eru til tíðir ógvuliga óstøðugir. Teir kunnu royna nakrar fylgj- andi dagar, og síðan eru teir burtur í nakrar dagar. - Eg haldi, at hesin at- burður liggur í blóðinum hjá teimum. Hinvegin trúgvi eg, at tað hevði stim- brað hugin hjá monnunum meira, um teir fingu betri prís fyri krabban. Teir hava fingið 11 kr. fyri kilo, og eg haldi, at tað er einar 3-4 krónur ov lítið. Hann sigur, at krabbin nørist seint, og tað nyttar einki at troyta somu leiðir setu eftir setu; tí flyta skip og bátar, sum veiða krabba, seg nógv. - Tað visir seg nevniliga, at hevur tú fingið eina góða setu á einum ávísum strekki, fært tú bara eina helvt ta næstu í sama staði. Men fær krabbin frið eina tíð, plagar hann at koma aftur. Krabbafiskimaðurin er sannførdur um, at tað gong- ur bara ein veg við krabba- veiðini í Grønlandi, og tað er niður á bakka. - Royndin er alt ov stór, og tí er vinnan nógv minni lønandi í dag, sigur hann. - Samanlagt hevur hetta árið verið líka gott sum seinasta ár hjá okkara fiski- monnum, sigur for- maður í Føroya Fiski- mannafelag, Óli Jac- obsen INNTØKUR FISKIMANNA Vilmund Jacobsen Árið í fjør var sum heild eitt serstakliga gott ár hjá reiðarum og fiskimonnum, helst besta árið nakrantíð - í peningi. Veiðinøgdirnar hjá ís- fiskaskipunum vóru stórar í fjør, og prísirnir vóru góðir. Í ár hava prísirnir ikki verið so góðir, men veiðinøgdir- nar hava verið heldur størri enn í fjør. - Tí eru inntøkurnar hjá fiskimonnum á ísfiskaveiði at kalla tær somu sum í fjør. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag fegnast um gongdina seinastu árini. Sera góð ár - Hetta hava sum heild ver- ið fram úr góðar tíðir hjá skipum og manningum, sigur Óli Jacobsen. Hann vísir tó á, at onkur undantøk eru. Eitt nú hevur rækjuvinnan havt tað tungt í nøkur ár, tí rækjumarkað- urin í Japan so við og við er dottin burtur. Hetta hevur elvt til trupulleikar hjá rækjuskipunum, sum tó hava megnað at hórað. - Japanesarar keypa nú rækjur frá skipum, sum veiða eystanfyri. Hetta eru stórar og lutfalsliga bíligar rækjur. Óli sigur, at árið hjá nóta- skipunum hevur verið held- ur slakari enn í fjør, men hetta er framvegis eitt sera gott ár hjá nótavinnuni. - Hví gongdin hjá nóta- skipunum hevur verið slak- ari í ár, veit eg ikki rætti- liga, men skipini hava fisk- að nakað minni. Hann heldur, at mista svartkjaftakvotan í ES- sjógvi í ár kann vera ein or- søkin. Ikki ovurveiða Spurdur um framtíðarútlit- ini, nú fiskifrøðingar siga seg hava staðfest, at eingin gróður er í havinum, sigur formaðurin í Føroya Fiski- mannafelag, at tað altíð er torført at spáa um, hvussu framtíðin verður, men fiskiskapurin hevur ongan- tíð verið so góður sum nú. - Eg havi ikki skil fyri tí, sum fiskifrøðingarnir nú tosa um - antin gróðurin í havinum er lítil ella eingin. Tí dugi eg ikki at meta um, hvønn týdning tað kann fáa fyri fiskiskapin, um hesi viðurskifti ikki broytast. Óli leggur tó dent á, at talan her er um náttúrufyri- brigdi, sum ikki skyldast ovurveiði. - Tað tykist eitt sindur løgið, at eitt náttúrufyri- brigdi, vit fyrstu ferð nakr- antíð hoyrdu um fyrst í níti- árunum, nú júst 10 ár seinni skal endurtaka seg aftur, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag. Føroyskir krabbafiskimenn í Grønlandi eru uppsagdir Tað gongur bara ein veg við krabbaveiðini í Grønlandi, og tað er niður á bakka. - Royndin er alt ov stór, og tí er vinnan nógv minni lønandi í dag, enn hon hevur verið, sigur krabbafiskimaður. Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt gott ár hjá fiskimonnum Sum heild eitt framúr gott ár hjá skipum og manningum. - Hjá ísfiskavinnuni er árið í ár líka gott sum seinasta ár, hóast fiskaprísirnir hava verið slakari. Hjá nótavinnuni hevur árið verið sera gott, hóast nøgdirnar eru nakað minni. Slakast er hjá rækuskipunum, sum tó hava hórað, sigur Óli Jacobsen. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 49-1 48-1