Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 26

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 51 Í veruleikanum er eingin trygging móti ILA - Gongst, sum ætlað, verður møguligt at koppseta alifisk móti ILA í næstum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost ALIVINNA Vilmund Jacobsen Tað gongur ikki ov væl hjá føroysku alivinnuni í løt- uni. Umframt ILA-smitt- una, sum nú hevur breitt seg til 11 aliøkir kring um í landinum, eru klagurnar frá skotskum alarum um før- oyskar dumpingprísir ein áhaldandi og tikkandi bumba undir føroysku ali- vinnuni. Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, ásannar, at ILA er størsta plágan á heilsu- økinum, sum serliga hevur rakt aliøkir í Norðoyggjum og Eysturoy, men eisini øk- ir aðrastaðni í landinum, eitt nú í Streymoynni og Suðuroy. Einastu økir, sum ikki eru rakt í Norðoyggj- um, eru Árnafjørður og Borðoyarvík. Í Suður- streymi er økið útfyri Argjalandinum rakt, og í Suðuroy er ILA staðfest í Hovi. - Tá ið eitt aliøki verður rakt av ILA, verður allur fiskurin tikin, og økið skal liggja óbrúkt í eitt hálvt ár. Hetta er ein dyggur smeitur fyri alararnar, hóast tann fiskur, sum ikki er sjúkur, kann seljast. Virðini og úr- tøkan verða nógv minni, tí alt má takast - eisini tann parturin, ið ikki er búgvin til tøku. Regin sigur, at reglugerð- in fyri, hvussu ILA-økir skuldu handfarast, byggir á veterineru umstøðurnar. Endamálið er at avmarka smittuvandan, soleiðis at smittan ikki verður flutt millum økini við sjúka fiskinum. - Men tað er trupult at umgangast, at smittan ikki breiðir seg í enn størri mun enn higartil. Fiskur svimur jú í sjónum, og tað er eisini prógvað, at hýsa og sild kunnu gerast sjúk av ILA og bera smittuna við sær. Tí er heldur ikki óvist, at smittan upprunaliga ikki kann vera borin higar á slíkan hátt. Stjórin á Bakkafrost sig- ur, at tað í veruleikanum er eingin trygging ímóti tapi av ILA-smittuni. - Skuldi eitt alibrúk verið tryggjað ímóti ILA, hevði hetta kostað ov nógv í mun til tað, sum tryggingin gev- ur. Tí hava alarar onga trygging ímóti ILA, sigur hann. Um gongdina í alivinn- uni, sigur Regin, at sam- laðu tonsini, sum verða tik- in í ár, helst verða nøkur fleiri enn í fjør, men síðan siga metingar, at ein mink- ing verður í tonsatalinum tey næstu trý árini. Koppseting móti ILA Í løtuni verður arbeitt við at fáa loyvi frá ES at koppseta fiskin móti ILA. Koppset- ingarevni er við at verða klárt. ES krevur, at okkara landsdjóralækni leggur fram eina ætlan um, hví vit skulu koppseta fiskin, og hvussu hetta skal fyriskip- ast. Landsdjóralæknin hev- ur greitt ES frá hesum, og umsókn um loyvi at kopp- seta er send, men enn er einki svar komið. Alarar vænta tó, at svarið kemur í nærmastu framtíð. Regin Jacobsen sigur, at norðmenn hava eisini søkt um loyvi at koppseta, men heldur ikki teir hava fingið hetta loyvi enn. - Í Kanada hava teir koppsett ímóti ILA í fleiri ár. Í byrjanini gekst nokk ikki so væl hjá kanadiu- monnum, men bøtt hevur verið um koppsetingarevn- ið alla tíðina. Tað eru fleiri feløg, sum framleiða hesi evni. Hinvegin er ILA at meta sum ein influensa ella eitt forkølilsi. Tískil er ikki bara tað eina slagið av ILA- smittu og heldur ikki bara eitt slag av koppsetingar- evni. Neyðugt er at finna rætta virusið fyri at kunna finna rætta koppsetingar- evni, sigur hann og vísir á, at tað ikki er vist, at vit hava somu ILA-smittu í Føroyum, sum eitt nú í Ka- nada. Regin sigur, at ES hevur mett ILA sum eina so- nevnda eksotiska fiska- sjúku, ið ikki er vanlig á okkara leiðum. Tí hava teir higartil ikki viljað loyvt koppseting. - Í ES hevur aling sínar røtur í landbúnaðarpoli- tikkinum, og her finnast nógvar ymiskar reglur um, hvørjum loyvt er at kopp- seta ímóti, og hvørjum ikki er loyvt at koppseta ímóti. Tað er tí eitt stórt skriv- stovuveldi, sum vit skulu sannføra um tað rætta í at loyva koppseting móti ILA. Men eg trúgvi, vit koma har til, at hetta fer at laga seg við loyvinum frá ES. Hann vísir at enda á, at tá ið aðrar sjúkur raktu ali- vinnuna síðst í áttatiáru- num, varð koppsetingar- evni framleitt ímóti hesum sjúkum. Hetta gjørdi, at fiskurin fekk mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum. Í dag eru hesar sjúkur als eingin trupulleiki. - Tí verður mett, at eitt koppsetingarevni ímóti ILA er einasti háttur at sleppa burtur úr ILA sjúk- uni í Føroyum, sigur stjórin á Bakkafrost, Regin Jacob- sen. 11 aliøkir eru nú rakt av ILA, síðan smittan fyrstu ferð varð staðfest á Fuglafirði í 2000. Meinast raktir eru al- arar í Norðoyggjum og Eyst- uroynni. Økir, sum verða rakt av sjúkuni, skulu tømast fyri fisk og liggja óbrúkt í eitt hálvt ár. - Eingin verulig trygging er móti tí tapi, sum alarar hava, tá ið fiskurin verður tikin í úrtíð, sigur Regin Jac- obsen - Tað er trupult at umgangast, at ILA-smittan ikki breiðir seg í enn størri mun enn higartil. Fiskur svimur jú í sjónum, og tað er eisini prógvað, at hýsa og sild kunnu gerast sjúk av ILA og bera smittuna við sær, sigur Regin Jacobsen Dumpingákærurnar hjá ES: Eitt afturvendandi fyribrygdi hjá føroysku alivinnuni - Fáa skotar ikki við- hald í ákærunum hesaferð, kann hugs- ast, at teir fara at reisa nýggja ákæru um 2-3 ár, og tá kunnu vit aftur koma í somu støðu, sum vit nú eru í, sigur Regin Jacob- sen, stjóri á Bakka- frost ALING Vilmund Jacobsen Skotska alivinnan er ikki eins kappingarfør og tann føroyska. Vit megna nevni- liga at framleiða alifisk bíl- igari enn skotar, og tað ger, at vit í fyrstu syftu hava ein fyrimun fram um grannar- nar á bretska meginlandi- num. Geografiska fjarstøð- an og vantandi heima- marknaðurin hjá okkum gevur ivaleyst skotum nakr- ar fyrimunir, tá ið ræður um sjálvan útflutningin. Við tað, at skotar ikki eru eins kappingarførir og vit, hava teir tvey í at "velja". Antin noyðast teir at fram- leiða alifiskin bíligari - ella øðrum lagi kunnu teir gera sítt til at gera okkum minni kappingarførar. Skotar hava so í øllum førum valt tað seinna - at ákæra føroyingar yvirfyri ES fyri at selja alifisk fyri dumpingprísir. Tað kann merkja - um skotar hava eydnuna við sær og fáa viðhald í síni kæru - at tollur verður lagdur á allan tann føroyska útflutningin av alifiski. Um so verður, verða vit sjálv- sagt minni kappingarførir. Hetta kunnu skotar gera, tí teir eru limir í ES og hava amboðini til tess. Regin Jacobsen sigur, at skotar soleiðis fingu ES at reisa dumpingákæru móti norskum alarum. Úrslitið gjørdist, at 5% tollur bleiv lagdur á allan norskan laks, sum verður seldur til ES. - Tað er greitt, at skotar vilja gera tað truplari hjá okkum at koma inn á marknaðin, sigur hann. Í Brússell - Eftir at skotar klagaðu føroyskar alarar fyri at selja alifisk fyri dumpingprísir, avgjørdi ES tann 19. juli í ár kanna sakina. Í august valdu teir at kanna trý før- oysk alifeløg sum eina stakroynd av føroysku ali- vinnuni. Henda kanning varð liðug fyrst í november í ár. ES hevur eisini eftir- kannað, at spurnarbløðini, sum føroysku alararnir fingu, eru rætt útfylt. Regin sigur, at týsdagin í síðstu viku var ein nevnd, umboðandi tey trý alifeløg- ini, sum eru við í kanning- ini, umframt Havbúnaðar- felagið, í Brússel og legði føroysku sjónarmiðini fram í samband við kæruna. Sjálvur var Regin við á hesi ferðini. - Tað, sum ES nú ger, er, at teir kanna, um hald er í teimum kærupunktunum, sum skotar hava sett fram, og her hevur ES eina fasta mannagongd, tá ið talan er um dumpingákærur. Hann sigur, at ES í sein- asta lagi, 19. apríl, skal hava boðað føroysku alar- unum frá, hvør teirra niður- støða er. - Men vit vænta, at okk- urt verður at frætta um mál- ið longu í desember ella januar, hvussu ES metir støðuna. Regin sigur, at Havbún- aðarfelagið hevur gjørt av- talu við eitt dugnaligt sak- førarafelag í Brússel, sum koyrir málið fyri føroying- ar. Hetta felag hevur tikið sær av fleiri slíkum málum fyri onnur lond og veit tí- skil, hvat málið snýr seg um. - Tað er soleiðis, at tey trý alifeløgini, sum eru við í kanningini hjá ES, verða viðgjørd hvørt sær. Sostatt kann eitt felag hava nøkur tøl at vísa á, og okkurt ann- að felag nøkur onnur tøl. Hampiliga tryggir - Vit halda ikki, at føroysku alifeløgini hava nakra dumping, so vit kenna okk- um hampiliga tryggar. Men tað er ikki lætt at standa yvirfyri einum pappírsveldi sum ES í slíkum máli í eini tíð, har marknaðurin hevur verið so trupul. Regin sigur, at skuldi ES kortini komið til ta niður- støðu, at vit hava dumpað prísirnar, kunnu vit rokna við einum tolli á føroyskum alifiski uppá 5% eini 5 ár fram í tíðina. - Men eg vænti tó, at vit koma væl burtur úr hesum máli. Hinvegin kann ein slík støða saktans taka seg uppaftur um eini 2-3 ár - alt eftir, hvussu marknaðar- støðan verður til ta tíð. Skotar kunnu jú altíð ákæra okkum aftur, tá ið markn- aðurin er trupul. Sostatt kunnu dumpingákærur ger- ast eitt afturvendandi fyri- brygdi hjá føroysku ali- vinnuni. Hann sigur, at tá ið prís- urin er lágur, kunnu før- oyskir alarar antin velja at selja laksin fyri tann prís, ið fæst fyri fiskin - ella lata vera at selja hann, men tað ber heldur ikki til í longd- ini. - Einaferð gerast ringar- nir fullir av laksi, og tá verður tú noyddur at taka úr teimum, sigur Regin. Tað absurda Føroyar hava fríhandilsav- talu við ES, og tað merkir, at vit hava ongan minsta- prís fyri laks. - Men WTO-reglurnar siga, at tú hevur ikki loyvi at dumpa eina vøru inn í annað land fyri minni enn tað, hon kostar at fram- leiða. Halda skotar, at tað er hetta, sum føroyskir alarar hava gjørt, noyðast teir eis- ini at prógva, at teir hava ligið skaða av hesum, sigur Regin. Hann vísir á, at í øðrum londum, har tey hava ein heimamarknað, verður hes- in vanliga brúktur sum barometur fyri prísunum til útflutnings. - Men tá ið vit ongan heimamarknað hava, verð- ur í staðin hugt at kostprís- unum. Síðan siga teir, hvussu stórur vinningurin eigur at vera, og hesum eru vit ikki harrar yvir. Hava vit ikki ein vinning, tá ið laks- urin verður útfluttur, sum er t.d. 10% ella 20%, kann ES siga, at vit dumpa vørurnar. Hvussu teir gera sínar út- rokningar, vita vit ikki. So- statt kann ES avgera nógv sjálvt. Tað absurda í hesum málinum, sigur Regin Jac- obsen, er, at størsti parturin av føroyska laksinum fer til Danmarkar. - Tískil kunnu vit, um ES gevur skotum viðhald, koma at gjalda eini 5% í tolli av vøru, sum fer til ein annan part av ríkinum, sig- ur stjórin á Bakkafrost. - Tað absurda í hesum kæru- málinum, sigur Regin Jacob- sen, er, at størsti parturin av føroyska laksinum fer til Danmarkar. - Tískil kunnu vit, um ES gevur skotum viðhald, koma at gjalda eini 5% í tolli av vøru, sum fer til ein annan part av ríkinum, sigur hann - Eg vænti, at vit koma væl burtur úr hesum kærumáli. Hinvegin kann ein slík støða saktans taka seg uppaftur um eini 2-3 ár - alt eftir, hvussu marknaðarstøðan verður til ta tíð. Skotar kunnu jú altíð ákæra okkum aftur, tá ið marknaðurin er trupul. Sostatt kunnu dumpingá- kærur gerast eitt afturvend- andi fyribrigdi hjá føroysku alivinnuni, sigur Regin Jac- obsen C M Y K 51-1 50-1