Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 27

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 53 -til tess at kunna koma við tí røttu ráðgevingini um stovnsrøkt sigur stjórin á Fiskirann- sóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu GRANSKING Jan Müller Síðst í september mánað vóru føroyskir og útlendsk- ir fiskifrøðingar, havfrøð- ingar ol. á sera forvitnislig- um seminari í Havn, har evnið var “Ecosystem Mo- delling of Faroese Waters”. Endamálið við arbeiðs- fundinum varð at tosa um, hvussu man kann gera ein frymil, eitt model, sum sig- ur, hvussu umhvørvi ávirk- ar fiskiskapin og fram- leiðsluna av fiski og lív- frøði undir Føroyum. Hvar og hvussu kann man seta inn við meiri gransking fyri at skilja, hvussu tann før- oyska vistskipanin virkar og á tann hátt betri at kunna ráðgeva bæði myndugleik- um í stýring av fiskiskapi- num og oljufeløgunum í teirra arbeiði á landgrunni- num. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknar- stovuni var sera væl nøgdur við arbeiðsfundirnar, sum hann heldur kunnu fáa stór- an týdning víðari. Við slík- ari “workshop” fær man ment verandi arbeiði, og man fær vegleiðingar í, hvat man skal gera víðari - saman við fleiri av heims- ins frægastu serfrøðingum á økinum. Tosað varð um, hvussu streymur og vindur ávirka framleiðsluna av æti og fiski undir Føroyum og hugt varð eftir hvussu ting- ini hanga saman og hvussu man matematiskt kann modelera. Summi ár er nógvur gróður, hví er tað so? Hvussu verða útlitini osfr. Skipanin er sera kom- plex og vil man skilja hana betri. Hjalti í Jákupsstovu sig- ur, at teir við slíkum mo- delli vilja vera betri førir fyri at geva meira beinrakin ráð til politikarnar. Hann vísir eisini á, at tað er nógv, ið kann gerast í Føroyum, sum kann for- klára tingini aðrastaðni. Tí vilja teir eisini hava aðrar áhugaðar við í gransking- ina. Hann er fegin um, at FOIB, sum er áhugafelagið hjá oljufeløgunum, sum arbeiða í Føroyum, hevur viljað goldið fyri seminar- ið. Tey á Fiskirannsókn- arstovuni hava savnað data inn hvørt ár. Nú tá olju- vinnan hevur ynskt at stuðla projektum í føroyska samfelagnum, so hava tey frá Fiskirannsóknarstovuni hildið, at tað kanska vildi verið skilabetri at fíggja verkætlanir, sum vilja skilja alla vistskipanina undir Føroyum heldur enn bara at fara inn og stuðla einstøk- um verkætlanum. -Workshoppin var sera væleydnað. Fólkini, sum komu uttanfrá hava verið sera positiv. Nú verður arb- eitt víðari við hesum. Tað hevur so eisini týdn- ing fyri leiting og møguliga oljuframleiðslu, at man finnur fram til, hvussur vistskipanin kring Føroyar virkar og hvussu man betur kann skilja hana, tá olju- framleiðsla byrjar. Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at tað gongur tann rætta vegin. Vit hava spakuliga bygt upp eina umhvørvis- deild, og vit arbeiða miðvíst við at tengja saman fisk og umhvørvi. -Vistskipanin er so nógv ávirkað av streyminum og tí fysiska umhvørvinum, at vit mugu royna at skilja hetta. Tað næsta stigið verður at kobla tað sum vit skilja nú upp ímóti teimum veðurlagsbroytingum, sum koma. Modellini í dag blíva betri og betri.Tað kann t.d. gott vera, at vit við at fylgja við veðri, vindi og streymi hinumegin Atlantshavið kanska tvey ár framman- undan hava eina hóming av, hvussu fer at ganga við framleiðsluni í sjónum nøkur ár í framtíðini sigur fiskifrøðingurin, sum eisini heldur, at vit skulu brúka hesa nýggju vitan til at fáa eina betri stýring og ráð- geving av fiskiskapinum undir Føroyum. Meiningin er, at vit skulu liva av havi- num við fiskinum og fáa so nógv burtur úr sum gjørligt uttan at syndra tað sundur. Og soleiðis at man ikki tek- ur óráð fyri, hvørgan vegin. Nú nógv verður tosað um árin frá eini framtíðar olju- vinnur heldur Hjalti í Jákupsstovu, at oljuvinnan eigur at vera við til at skilja, hvussu vistskipanin virkar kring Føroyar, so tey eru beri før fyri at taka støðu til, hvussu ein møgulig oljuvinna ávirkar skipan- ina. Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni vil fegin hava føroyskar og útlendskar granskarar at arbeiða saman fyri betri at skilja føroysku vistskipanina. Mugu skilja okkara umhvørvið betur Luttakararnir á seminarinum um føroysku vistskipanina í Havn herfyri. Mynd: Jens Kr. Vang petur & petur • 320870 • Laksur • Rækjur • Saltfiskur • Feskur fiskur • Frystur fiskur • Laksaportiónir • Pilkaðar rækjur • Jákupsskel C M Y K 53-1 52-1