mikudagur 4. desember 2002síða 28
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 233 - 4. desember 2002
Nr. 233 - 4. desember 2002
55
C
M
Y
K
55-1
54-1
Ein depil innan skipatænastur
stephanssons hús
Við okkurt um 25.000 ymiskum vørum á
hyllunum, stendur landsins størsta goymsla av
eykalutum til taks hjá føroyska flotanum.
Aftanfyri stendur eitt samtak av trimum
føroyskum skipasmiðjum og einum mekaniskum
verkstaði, ið hevur meir enn seksti ára royndir innan
veitingar til skipaflotan - alt frá smærri umvælingum
og viðlíkahaldi til um- og nýbygging av skipum.
Góðkendir tænastuveitarar av:
Wärtsilä
Deutz-MWM
Scania & Valmet
Callesen
Ulstein Brattvaag
ABB-Turbochargers
Desmi pumpum
P/F Tórshavnar Skipasmiðja
Tlf. +298 31 11 55
Fax +298 31 11 25
e-mail: info@faroeyard.fo
P/F Skipasmiðjan á Skála
Tlf. +298 44 11 55
Fax +298 44 11 25
e-mail: skala@faroeyard.fo
www.faroeyard.fo
Vestmanna Skipasmiðja
Tlf. +298 42 40 10
Fax +298 42 40 05
Runavíkar Mekaniski Verkstaður
Tlf. +298 44 70 36
Fax +298 44 78 34
Størri rækjukvota
í Grønlandi
Grønland: Havgranskarar
við grønlendska Náttúru-
stovnin mæla til, at rækju-
kvoturnar undir Grønlandi
verða øktar úr 85.000 tons-
um í ár uppí 100.000 tons
komandi ár.
Grønlendska rækjuvinn-
an, sum er hin týdningar-
miklasta vinnan í landi-
num, fegnast um tilmælið.
Samstundis, sum lív-
frøðingarnir komu við
sínum
tilmæli,
fekk
grønlendska fólkið eisini
at vita, at tjóðarbúskapurin
í landinum er betri fyri,
enn roknað hevur verið
við. Ein fíggjarlig stag-
natión í fjør vísir seg nú at
vera av.
Skattainntøkurnar veksa,
og útflutningurin av rækj-
um vísir eisini ein góðan
vøkstur, sum væntandi fer
at halda fram komandi ár
við øktu rækjukvotunum.
-v.
Spania: Reiðaríir í Spaniu
streingja nú meira á til tess
at sleppa at fiska í so-
nevnda “írska kassanum”.
Írska stjórnin hevur hig-
artil noktað Spaniu at-
gongd til hesar leiðir, hóast
bæði londini eru limir í ES.
Spaniumenn halda, at hetta
stríðir ímóti ES-reglunum.
Spaniumenn eru serliga
áhugaðir í “írska kassa-
num”, sum liggur úr 12 og
út á 50 fjórðingar úr írsku
strondini.
Krøvini
hjá
spaniu-
monnum eru vorðin meira
treingjandi, nú fiskivinnan
í landinum eisini verður
rakt av skerjingum í Norð-
sjónum og aðrastaðni í
Norðuratlantshavi.
ES mælir til, at írsku
myndugleikarnir taka upp
samráðingar við myndug-
leikarnar í Spaniu.
Sum skilst, hava tíðind-
ini um sponsku krøvini,
loypt øði í írsku fiski-
menninar, sum ikki vilja
hava sponsk skip í írskan
sjógv.
-v.
Bretland: Forsætisráðharr-
in í Bretlandi, Tony Blair,
varð herfyri lagdur undir at
hava lítlan áhuga í fiski-
vinnuni í Stórabretlandi,
sum nú gongur ímóti eini
stórari kreppu.
Havgranskarar fara sam-
an við ES fremja stórar
niðurskurðir í kvotunum í
Norðsjónum, og væntandi
er, at tað í ólukkumát fer at
koma bretsku fiskivinnuni
aftur um brekkur.
Eitt orðaskifti í bretska
parlamentinum
herfyri
vísti, at stjórnin ikki hevur
tikið nøkur stig til at ávirka
tey tiltøk, sum fremjast
skulu í Norðsjónum.
Tony Blair segði, at
myndugleikarnir fara at
tosa
við
umboð
fyri
bretsku fiskivinnuna til
tess at finna leiðir, sum
kunnu hjálpa vinnuni úr
kreppuni, nú ráðharraráðið
hjá ES hevur sagt, hvussu
fiskiskapurin í Norðsjó-
num skal skerjast.
-v.
Spania krevur
atgongd í Írlandi
Blair lítlan áhuga
í fiskivinnuni
Grønlendska rækjuvinnan fegnast um tilmælini um økta
rækjukvotu komandi ár.
Tað er ikki fallið í góða jørð
í Írlandi, nú spanskir
fiskimenn krevja at sleppa
at fiska í “írska kassanum”.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Ein kanning, sum 350 ES-
fiskimenn luttóku í fyrr í
heyst, vísir, at stórur munur
er á toskastovninum í syðra
og norðrara parti av Norð-
sjónum.
Fiskimenn, sum fiska har
suðuri, siga, at minni er av
toski í ár enn í fjør. Flestu
teirra, sum fiska í norðara
partinum, siga hinvegin, at
har er meira toskur enn árið
fyri.
Fiska yvir vrakum
Norski havgranskarin, Odd
Smedstad, heldur, at mun-
urin millum syðra og norð-
rara part av Norðsjónum
skyldast, at toskurin er upp-
fiskaður heilt har suðuri.
Hann vísir á, at mest er at
fáa í norskum øki í Norð-
sjónum, og har er veiði-
trýstið minst.
Ein partur av veiðini har
norðuri fer fram yvir vrak-
um, sum liggja á botninum
og aðrastaðni, har ikki er
atkomandi við troli.
Har norðuri verður tosk-
urin veiddur á djúpri vatni.
Landingartøl í Noregi
vísa, at nøgdirnar av toski
úr Norðsjónum í ár eru
størri enn í fjør. Sama er
galdandi fyri Skagerak.
Toskurin gýtir ikki
Danski
havbiologurin,
Michael Andersen, sigur, at
toskurin er hildin uppat at
gýta har suðuri í Norðsjó-
num.
Hann heldur tí, at gransk-
arar mugu rokna við einum
nógv lægri gýtingarstovni,
soleingi fiskur bara er í
helvtini av økinum.
Norski granskarin, Odd
Smedstad, ivast í, um
veðurlagsbroytingar
eru
orsøkin til niðurgongdina,
tí niðurgongdin byrjaði,
áðrenn broytingarnar vórðu
staðfestar.
- Spurningurin er nú, um
vit skulu bjarga fiskinum -
ella fiskimonnunum, sigur
hann.
Sum skilst, fer ES at
stuðla fiskimonnum, sum
missa inntøku, tí kvoturnar
verða minkaðar.
Australia: Vaktartænast-
an í Australiu hevur havt
nógv at gera í ár við at
taka skip, sum hava fiskað
ólógliga í australskum
sjógvi.
Fram til seinnapartin av
november, hevði vaktar-
tænastan tikið tilsamans
84 útlendsk skip fyri ólóg-
liga veiði.
Í eina viku miðskeiðis í
november, tók vaktartæn-
astan trý indonesisk skip,
sum vóru á ólógligari
hávaveiði.
Australia tekur veiðitjóvar
Australsk vaktarskip fara helst at taka einar 100
veiðitjóvar í ár.
Toskurin suðuri í
Norðsjónum næstan horvin
Danski havbiologurin, Michael Andersen, sigur, at toskurin er hildin uppat at gýta har suðuri í
Norðsjónum