Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Vælegna sethusaøki Yviri við Strond må nú víkja fyri skrivstovum, tænastuvirksemi, umsiting og tílíkum. Mótmælini frå Inga Mohr og Tórfinni Smith vunnu ikki frama í býráðnum. Nú skal landsstýrið siga sína hugsan Tað, sum í dag e rútlagt sum ibudaøki eystan fyri longda Stoffalágvegin, skal ikki longur vera íbúðagki, hevur ein meiri- luti í Tórshavnar Býráð gjert av. Í juni mánað samtykti ein meiriluti í býráðnum at broyta byggisamtykt- + ina fyri hetta eki Yviri við Strond, soleiðis at hetta í- staðin fyri at vera til set- hús ella íbúðir av einum- hverjum slag, í framtíðini skal vera til skrivstovur, rådleggingarfyritøkur, umsiting, tænastuvinnu 0.a.t. Talan var um eina byggisamtyktarbroyting og tí vórðu settir tríggir mánaðir av sum klagu- freist, sum lógin ásetur. Aðrenn klagufreistin var úti, komu tvey mótmæli. Eitt frá Inga Mohr og eitt frá Tórfinn Smith, býráðs- limi. Málið var aftur fyri á býráðsfundi fríggjadagin í síðstu viku, og har sam- tykti ein meiriluti í býráð- num ikki at ganga klag- unum á meti, men halda fast við, at ekið var lagt til skrivstovur o.a. Teir fýra býráislimirnir, sum tóku undir við mótmælunum, og sum vilja varðveita ekið til íbúðir, vóru Petur í Gong, Ingi Mohr, Leivur Johannesen og Tórfinn Smith. Fleiri enn 1000 bíða eftir íbúð Í sínum mótmæli vísti Tórfinn Smith m.a. á, at ekið er sera vælegnað sum sethúsagki, meguliga til sambygdar íbúðir og at útsýnið er eitt tað besta í Havn. Eisini vísti býráðs- limur Javnaðarfloksins á, at tann mynd ein fær av Havnini frá sjónum er, at næst síggjast best virkis- Sethusaøki må nú víkja fyri skrivstovum »g goymslubygningar og verður henda myndin enn grefligari, um byggisam- tyktin verður broytt. Eisini vísti hann á tann stóra trupulleika hjá havnarfólki at fáa eina íbúð. Bíðilistin liggur langt oman fyri 1000 og vildi hesin verið nakað minni, um íbúðir vórðu bygdar á hesum vakra økinum Yviri við Strond. Stórur skúli — Skamt frá hesum eki liggur landsins stersti skúli. Í dag ganga nógv bern í hesum skúla, sum búgva kilometrar frá skúl- anum, og hóast tað er hann langt í frá fullsettur. Um stutta tíð fara fleiri av hesum bernum í smáskúl- ar í teirra egna umhvervi, og fer Eysturskúlin tá eftir ellum at døma at standa nærum tómur, fordi Tórfinn Smith fram og legði afturat, at tað tykist tí heilt burturvið at nýta ekið næst skúlanum til skrivstovubygningar o.a. Eitt annað, sumtalar fyri at varðveita hetta sum íbúðagki er, at nú verður farið undir at byggja stóran barnagarð og veggustovu har nær- hendis. Eisini av hesi or- sek var skilabetur at lagt íbúðagki har ístaðin fyri nakað annað, segði Tór- finn Smith í sínum mót- mæli og helt, at ongar sakligar grundir eru fyri at broyta hesa byggisam- tykt. — Heldur liggur nakað heilt annað til grund, helt býráðslimurin fyri, og mælti heldur býráðnum til, at kommunan beinan- vegin fer undir fyrireik- ingar til byggibúning til íbúðahús á økinum. Nógmikið av íbúðaroki Í svari sínum til Tórfinn Smith sigur býráðið m.a., at einki er at ivast í, at eitt gott bvústaðareki kundi verið bygt á hesum ekin- um, men hetta er so av- markað í vídd og sum tað var vist á í býráðs- viðgerðini, so er stødan tann, at í kommununi er útlagt nóg mikið av eki til at kunna nekta tervin á bústaðabygging tey kom- andi árini. Bara í ætlanini fyri Hoyvíkshagan er tað mett, at har kunnu byggj- ast 8 900 bústaðir í fyrsta umfari og seinni nakað tað sama afturat, og útbyggingin har er ein- ans avmarkað av orkuni, sum er á arbeiðsmarkn- aðinum í letuni. Býráðið má tí halda at stór og hóskilig eki eru logd til komandi bústaða- byggingina. Haraftur- ímóti finst í dag einki hóskandi eki til tey enda- mál, sum nevnd eru í upp- skotinum til broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7. Tað ber til at inn- rætta skrivstovur fyri um- siting, ráðlegging o.t. í 1. og 2. grundumráði í mið- býnum, men býráðið hev- ur sæð, at tervurin á slík- um virksemi hevur verið nógv vaksandi tey seinnu árini, og hann hevur gjørt tað, at eki, sum í byggi- samtyktini eru løgd og eisini bygd til annað enda- miðstaðagkið á vinnuøkid við Hoyvíksvegin, verða nýtt í stóran mun til skriv- stovuvirksemi av bæði al- mennum og privatum slag. Hvørki ferðslu- ella parkeringsvidurskiftini voru fyrireikad til tilika nytslu, og i fleiri førum eru bygningar, ið als ikki hóska til skrivstovu- endamál, umbygdir og umgjerdir á ein hátt, sum hverki nýtarar ella myndugleikar kunnu vera nøgdir við. Býráðið hevur tí leitað eftir oki, sum kann hóska til henda serliga tervin, sum hevur gjert alt meira vart við seg. Hetta oki mál, t.d. Hálsi og skuldi rúma nógvum ar- beiðsplássum og skuldi tí liggja væl fyri í vega- og ferðslukervinum, soleiðis at tað bar til at koma til og frá uttan at skula órógva grannaøki og bú- staðagki við óneyðugari ferðslu. Í mun til onnur vinnuøki kravdi hetta eki ikki stór slættlendi, men kundi byggjast í minni eindum, soleiðis at tað kundi lagast væl til lendi og fella væl inn í um- hvervið. Harafturat var tað fyri- munur, um ekið vendi i norðan og eystan,, hetta í mun til ibudaøki, hvar sólargangur og vesturskin hava meira at siga. Aftan á nógvar kann- ingar heldur býráðið seg hava funnið eitt í allar mátar væl hóskandi eki oman fyri Boðanesham- ara. Býráðið vil tí halda fast við uppskot sítt til broyting av sersteku byggisamtykt nr. 7 og kann tí ikki taka undir við hesum mótmæli. Mótmælini og svarskriv frá býráðnum eru nú send landsstýrinum, sum hevur seinasta orðið. Brævskriving Arkivering Fakturering Skrivstovuhjálp Box 2106 165 Argir Konteynarar til solu NORÐ-TRANS Tlf. 56269