leygardagur 10. oktober 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
ON A is IL:
Fyritaksstjóri
Blaðfólk
Krisjan E
Høgni Diurhuu:
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Munur á
monnum
SO varð fólkatingið sett.
VIT hava øll bíðað við spenningi
eftir hvat ið fólkatingsumboðini,
vald í Føroyum, høvdu at bera
fram.
HARMULIGT at ein ikki kann
nýta orðafellið: »Umbodsmenn-
inir fyri Føroyar«, men tað er ikki
til í hesum fórum. Tað fingu vit
besta prógv um nú, rødurnar
vórðu hildnar. Har var ein foroysk
rødd, ið umboðaði føroyska sam-
felagið og tær hugsjónir, id rørast
í fólki her á landi, og ein fólka-
floksrødd, ið umboðaði eina ella
aðra -ismu, onkunstaðni langt av
landið skotin. Í hvussu er heilt
langt frå tí, ið rørist i vanliga
føroyininum.
FÓLKATINGSUMBOÐIÐ (fittur i
føroyskum klæðum við húgvuni i
hondini) førdi fram nakrar løgnar
hugsjónir, ið gingu beint ímóti
vanligari fólkahugsan her heima
Ljóðaði sum um hann íkki vildi
vita av, at Føroyar skuldu vera
atomvápnafrítt oki. Ljóðaði mest
sum um hann bjóðaði sítt land
fram til ein og hvønn at koma og
seta atomvåpn upp, bert tey peik-
adu eystureftir. Vit, sum altid
hava ræðst våpn og hava roynt at
hildið okkum leysar av ollum slík-
um tramanskapi, síggja í sjón-
varpinum og hoyra í útvarpinum,
at ein av okkara landsmonnum í
veruleikanum einki hevur ímóti
eini slíkari gongd.
DOUNREAY-málið hevði hann
eisini á lofti, tó var tað so ómeta
liga »ullint«, at tað framgekk av
taluni, at um tey euroneisku lond
NOKUNI
Nava so DgV imoti hesum
UNDIRGRUNDARMÁLIÐ var eis
ini ógvuliga »vattut« vidgjørt av
fólkafloksumboðnum, kom her at
hugsa um sokalladar »diplomat-
iskar danir«, ið ofta nýta orða-
fellið: »På den ene side ... pá den
anden side …«.
SUM rosinan i pylsuendanum i
talu fólkafloksumboðsins fortelur
oddagrein
útvarpið okkum, at hann vil
leggja fram eitt mál á løgtingi, um
at broyta eina atkvødugreidslu, ið
var í tinginum um sosiallógir, nú
blokkstuðulsskipanin varð sam-
tykt.
HETTA er nú sín sak, men allir
tingmenn vita, at tann sum at-
kvøddi fyri hesum sosiallógum
og sum nú fær boð frá fólkating-
sins rødarapalli at broyta hesa at-
kvødugreidslu, er formligi
formaður fólkafloksins — Jógvan
Sundstein. Ein kann spyrja seg
sjálvan: „Hvussu langt kann tað
sparkast við einum menniskja og
hann framhaldandi kann vera
formligur formadur«. Hvor segði:
»taburet-krøkjari«.
AFTANÅ hoyrdu vit føroysku
røddina i fólkatinginum — umboð
javnaðarfloksins. Har hingu
eingir lepar við. Javnaðarflokk-
urin arbeiðir innanfyri karmarnar
á heimastýrislógini, og har varð
greitt givið boð um frá javnaðar-
umboðinum, at undirgrundsmálið
má loysast og kann loysast við
samráðingum. Dounreay-ætlanin
må og skal stedgast — tað er livs-
neyðugt fyri føroyska sam-
felagið. Atomvápn á føroyskum
øki er, eftir javnadarfloksins
hugsan, óhugsandi. Vit eiga at
gera alt, sum stendur í okkara
makt fyri at hetta ongantíð má
henda og har er okkara støda
tann sama, sum í hinum báðum
vestnorrønu økjunum.
AFTANA at hava hoyrt hesar rød-
ur í fólkatinginum. kann ein siga
sum nava atkvøtt fyri
S 0 lands
oyingar enn í dag hava eitt so
mikið demokratiskt samfelag, at
vit hava eitt foroyskt alternativ,
ið arbeiðir- fyri samfelagnum og
fólkinum, ið her býr, og ikki selir
samfelagið treytaleyst til vit-
loysingar, ið verða stýrdir av eini
ella aðrari -ismu, ið liggur langt úti
til høgru.
Suduroyarsiglingin
einaferð enn
Hetta åri hevur ført so
nogvar broytingar vid sær
uppå so mangar måtar, og
å so mongum økjum.
Fleiri kendir persónar í
almennari tænastu, eru nú
komnir í tann aldur, at
teir verða noyddir at
leggja frá sær.
Og tað er ikki bara sum
at siga tað í mongum føri,
tí ein eigur at geva sær far
um, hver ið kemur í
staðin.
Tað verður mangan
sagt „Maður kemur í
manns stad«, men tað er
ikki altíð so.
Í samband við sigling-
ina við strandfaraskip-
inum millum Suðuroy og
Tórshavn, er tað av stór-
um týdningi, at vit sum
nærum dagliga ferðast
hesa vandamiklu farleið,
at vit kenna okkum trygg
umborð, tað hava vit gjørt
í mong ár, og hetta vildu
vit eisini fegin fingið loyvi
at gjørt eisini í framtidini,
tí mugu myndugleikarnir,
sum hava ábyrgd av hes-
um, í tekum tíma um-
hugsa tey viðurskifti, sum
hava tikið seg upp. At
sigla uppá Suðuroy, er
ikki bara sum at siga tað,
her skulu nógvar erfar-
ingar til.
Tað er ikki bara farma-
flutningur, sum verður
fluttur, tað eru eisini
ferðafólk.
Hetta verða myndug-
leikirnir mintir á, nú
Kristjan, Frederik og
Patzy vegna aldur leggja
frá sær.
Við teimum, sum nú eru
og við hesum, sum nú
leggja frá sær, sum hava
áralangar royndir at sigla
uppá Suðuroy, við teim-
um hava vit kent okkum
trygg. Eg havi nevnt tað
fyrr, at tað er av stórum
týdningi, at teir, sum av-
loysa, eru kunnugir við
tær farleiðir, sum teir
skulu sigla.
Vit, sum nærum dagliga
gera brúk av strandferðsl-
uni, hava so sanniliga
kent munin.
Legmaður sigur í eini av
sínum legmansreðum, at
vinnulívsmenn skulu velj-
ast at umsita okkara
vinnulív.
Eg eri samdur við hon-
um um hetta, eg vil vóna,
at vit eisini eru samdir um
at suðuroyingar í mesta
munin rekja suðuroyar-
siglingina, soleiðis sum
norðoyingar rekja ta sigl-
ing, sum teir kenna best
til.
Hetta haldi eg vera rætt
og rímuligt.
Sverre Midjord
Viggo Dalsgaard
farin
Hjá okkum á Sosialinum er djúpasta
samkensla okkara hjá tykkum, sum
so brádliga mistu kæra pápan, ver-
påpan og abban Viggo á Mølini.
Stórur verður saknurin eftir hesum
trúfasta og víðskygna hugbirtara og
andans manni, sum við síni vinsælu
framferð og rættlatisstremban altíð
megnaði at fáa okkum at stríðast enn
meira fyri einum betri samfelag og
sjálvum mannavirðinum.
Saknurin er stórur, eisini hjá les-
arum okkara eftir hansara forkunn-
uga seguliga tilfari, sum hann so trú-
liga ríkaði blað okkara við.
Friður og heiður veri við minninum
um henda stóra manna- og fostur-
landsvinin.
Veri lívsstríð hansara, sum farin er
og Harrans ósvikaliga forsjón uggi
tykkara, sum eftir sita.