leygardagur 10. oktober 1987síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 115 — 10. oktober 1987
Íbúðarneyðin:
tíðindablaðið
5
Síða 23
Stóðan i Havnini høpisleys
Tað gerst alt meira
átroðkandi at loysa íbúða-
neyðina í Havnini á var-
andi og skilagóðan hátt, tí
nógv eru vorðin so kroyst
og illa fyri, at spurning-
urin í roynd og veru ikki
longur er um loysn av bú-
staðatrupulleikum, men
grundleggjandi humani-
tera neyðhjálp. Fyri at
geva lesarunum eina hóm-
ing av tí hepisleysu og
harmiligu steðuni, so
nógv í Havnini eru í,
hevur Sosialurin tosað við
móður í Havn, sum uttan
úrslit hevur roynt at fing-
ið kamar ella íbúð at
búgva í síðani í apríl 1986.
Vit leggja dent á, at hetta
er bert eitt dømi av nógv-
um, og kanska ikki tað
allar ringasta.
Henda móðir hevur 8
ára gamla dóttur og skal
eiga barn afturat í hesum
mánaði. Hon arbeiðir sum
tímalent um morgunin,
men er í festum arbeiði
seinnapartin av degnum.
Seinasta ár hevði hon eina
ársinnteku uppá slakar
80.000 kr. Inntil apríl
seinasta ár leigaði hon
eina lítla íbúð, men bleiv
uppsegd, tá ið húsaeigarin
doyði. Hon fór tá til
Sosialu deild í Havn og
bað um at verða uppskriv-
að til íbúð. Hon fekk inni-
vist í einum kamari hjá
foreldrunum, men mátti
flyta út, tí ein familja, ið
eisini stóð á berum, skuldi
hava kamarið. Hon býr nú
í læntum kamari, og kann
verða blakað út á getuna
nær sum helst. Hon skriv-
aði seg upp til íbúð í
Berjabrekku, men gav
I
hana frå sær, ti tað varð
eyðsýnt, at hon ikki før at
klåre tad figgjarliga. Hon
greidir Sosialinum frå, at
leiðarin á Sosialu nevnd i
Havn gav henni viðhald í
hesum og segði, at bert
við einari innteku var ong-
in ferur fyri at keypa íbúð
á Berjabrkeku.
Móðirin sigur fyri
Sosialinum:
»Tå ið tað gjørdist mær
greitt, at eg kundi onga
hjálp fáa frá Sosialu deild,
segði eg fyri leiðaranum,
at eg hevði einki annað val
enn at flyta niður til Dan-
markar. Hetta tóktist
ljóða sum ein loysn fyri
leiðaranum, sum hevði
bert ta viðmerking, at
„tað eru nógv, sum gera
t<. Tað kann kortini ikki
ikki vera meiningin, at
Havnin loysir bústaða-
trupulleikar hjá borgar-
unum við at mæla teimum
til at flyta niður. Eg fekk
varhugan av at Sosiala
deild ikki var serliga sinn-
að at hjálpa. Eg fekk eisini
at vita, at tey, sum longu
búgva í íbúðum hjá
kommununi ikki kunnu
uppsigast, meðan tey
rinda leiguna, hóast tey
hava fingið feturnar fyri
seg og eru hampuliga fyri.
Eg fekk bert boð um at
koma á Sosialu deild eina
ferð um mánaðin, og tað
havi eg gjørt uttan úrslit.
Hetta ber kortini ikki
longur til hjá mær, tí eg
skal innleggjast í hesi
viku. Eg havi fleiri ferðir
svarað uppá lýsingar í
blødunum, men eingin er
sinnaður at leiga til fólk
við børnum«.
Henda móðir hevur ver-
ið ússalig í trý ár og varð
innlegd á landssjúkrahús
tvær ferðir, men lækn-
arnir kundu ikki finna
útav hvat bagdi. Í sein-
astu viku fór hon aftur til
barnakanning, og tá hon
varð „skannað“, upp-
dagaði læknin, at hon
hevur stóran knykil í lív-
móðirini. Barnið liggur
skeivt fyri og kann ikki
vendast og kvinnan hevur
nógva pínu av hesum.
Læknin segði fyri henni,
at hon mátti undir skurð-
viðgerð nakrar mánaðir
eftir fødingina. Læknin,
sum kennir til tær våna-
ligu umstødurnar, mælti
henni til at senda barnið á
barnaheim. »Tad skal
standa ógvuliga illa til,
um eg fari at senda barnið
frá mær«, segði móðirin
fyri Sosialinum. >Ég stúri
mest fyri, at barnið verður
tikið frá mær, tí lógin
sigur, at eg ikki kann
búgva við barni í einum
kamari«.
Henda
móðir greiddi
osialinum elsini fra
royndun sinum a
likningarvaldinum og Al
mannastovuni. Hon eigur
rætt til sjúkradagpening
men av ialt 6.860 kr., hon
hevur fingið higartil
skatturin tikið
5.502! Hon hevur roynt at
fáa rætting á
stovuni
hevur
Almanna
„Ég havi ringt ofta fyri
at spyrja nær rættingin
fór at koma, men nú havi
eg givið upp, tí tá eg tos
aði við eitt mannfólk har
byrjaði hann at rópa og
banna í telefonina, segði
seg ikki vera barnagentu
mátti leggja
rerið á. Eitt av starvsfólk
unum á Sosialu deild bleiv
eisini óð inná meg, tá eg
kom har, og segði at tað
nyttaði einki fyri meg at
koma á Sosialu deild, tí
her komu so nógv og øll
segdu tað sama. Onnur,
eg havi tosað við, hava
kortini verið fitt og fyri-
komandi, men svarið er
altíð tað sama: vit kunnu
einki gera«.
Móðirin segði at enda:
>Ég ivist ikki í, at tey,
sum skulu umsita lógir-
nar, vilja fegin hjálpa,
men tey tykjast sjálv
ógvuliga frustrerað og
næstan líka hjálparleys
sum vit, ið biðja um hjálp-
ina«.
0.s.fr Eg
etj.-
Javnstødunevndin nýggja log
Nyggja javnstødunevnd-
in, sum varð sett i sep-
tember seinasta år, ar-
beiðir nú vid nyggjari
javnsteðulóg, id er lagað
til føroyskar umstødur og
føroyska arbeiðsmarknað-
inum. Hanna Joensen, for-
kvinna i javnstødunevnd-
ini, segði fyri Sosialinum,
at enn var ikki greitt nær
tann nyggja login bleiv
lidug.
Mett varð, at tann
nýggja lógin var neyðug,
tí javnstødunevndin fær
nógvar klagur um kyns-
diskriminering á arheiðs-
marknaðinum, men .-ann
ikki viðgera klagurnar, tí
nevndin hevur einki hald í
verandi lógum, sum kundi
styðjað hesar klagurnar.
Javnsteðunevndin, sum
var frammanundan, kom
ongantíð reiðiliga í gongd,
men verður kortini brúkt
sum modell fyri ta nýggju
nevndina. Tá ið nevndin
fór undir arbeiðið, mátti
hon byrja við at gera
nýggja reglugerð um ar-
beiðshættir og annað.
Henda reglugerð varð
góðkend av Landsstýr-
inum í desember seinasta
ár.
»Vit vita, at tað er rætti-
lig kynsdiskriminering í
Føroyum, serliga innan-
fyri skattalógina<, segði
Hanna Joensen fyri
Sosialinum. >Eitt nú verð-
ur altíð roknað við, at ein
maður fortjenar meira enn
ein kvinna. Hennara inn-
tøka verður løgd afturat
hansara, ikki ovugt. Eiga
tey bern, fær hann barna-
frádráttin, hóast hansara
innteka er minni. Hevur
kvinnan sítt egna virki, er
tað upp til skattamyndug-
leikarnar at avgera, um
tað er hennara virki ella
ikki. Hon kann bert ser-
skattast við undantak í
lógini, ikki í kraft av lóg-
ini. Sostatt er kyns-
diskrimineringin innbygd
í okkara skipan, og hetta
kunnu vit ikki liva við
longur«.
Hanna segði eisini, at
javnstødunevndin vildi
ikki skriva upp lógir eftir
eðrum londum, men at
neyðgut var at laga tær
foroysku umsteður og tær
serligu fyritreytir, sum
eru á føroyska arbeiðs-
marknaðinum. Sum dømi
nevndi hon norsku javn-
steðulógina, sum er tann
mest útbúgvna av skandi-
navisku lógunum. Norð-
menn hava t.d. javnstødu-
umboðsmann, og lógin
krevur kynskvotering á
arbeiðsmarknaðinum.
>Vit er bangin fyri, at
koma vit við lóg sum lík-
ist teirri norsku, fer hon
als ikki at verða góðtikin í
Føroyum. Vit kunnu t.d.
ikki rokna við, at fáa
kynskvotering lógarfesta
her vegna tær serligu
umsteðurnar á feroysku-
um vinnulivid«.
Hann segði, at í letuni
arbeiddi javnstødunevnd-
in nógv við íslendsku lóg
ini tí at í henni er nógv,
sum kunnu
Feroyingar
taka heim til sín.