Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn P/ Sosialurin Jan Miller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov Pif Sosialurin Pif Pressan 1981 Utgevari Abyrgdarbladstjori: Fyritaksstjóri: Blaðfótlk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Skatta- rokningin komin HENDAN dagin kom so tann endaliga skattarokn- ingin fyri 1986. Ein kann væl siga, at í hvussu er fyri tann vanliga løntakaran riggar hendan skipan. Hjá teimum allarflestu mann írestandi ella ov nógv goldin skattur vera so lítil, at munurin verður fluttur fram til kom- andi ár. HVAT enn kann verða sagt um undanfarnu samgongu, so var tað eitt bragd at fáa hesa skipan upp at standa, hóast mangt og hvat sjálv- sagt kundi og burdi verið ødrvisi. Og fara vit her at vísa á viðurskifti, sum vit fara at biðja avvarðandi myndugleikar taka upp. Tað kann nevniliga vera 6- heppið, at »trekkprosentid« kann svinga sum tad ger, soleidis at als ikki verdur tikin hædd fyri broyttum vidurskiftum hjå løntakar- anum. Sum dømi um hetta kann nevnast tann løntak- arin, sum hevur havt eina hampiliga inntøku, og sum gerst sjúkur. Hetta ber i sær vanliga, at hann fer mun- andi niður í inntøku. Men í fyrsta umfari verður nærum sami partur av inntøkuni tikin í skatti. Tað verður bert so líðandi, at minkaða inntøkan ávirkar tann partin av inntøkuni, sum fer í skatt. Hetta ger sostatt tann sjúka løntakaran verri fyri, enn um skatturin beinanvegin varð lagaður til inntøkuna. Tað kann sjålv- sagt vera ein tekniskur trupulleiki at loysa ein spurning sum hendan, men tað mátti borið til hjá einum persóni, sum t.d. er mettur at verða sjúkur í 3 mánaðar, at mett um hansara inntøku mm — oddagrein hesar triggjar mánaðar fram, og so roknað »trekk- prosentiðx eftir tí. NAKAÐ tann sama trupul leika hava fiskimenn við langfaraskipum. Meðan teir eru burtur, fáa teir eitt for skot, sum í veruleikanum er minni enn flest allir løn- takarar annars mugu klára seg við. Men hevur inntøk- an verið hampilig framman- undan, fer snøgt sagt helvtin av forskotinum i skatt, og tað skal nú stórur kunstur til at húsast fyri kr. 5.000 um mánaðin. Í hesum førinum vildi eisini borið til at mett um inntøkuna eina tíð fram, og so sett skattin eftir tí. MEÐAN vit tosa um fiski- menn, kann verða nevnt, at enn eru ikki allir fiskimenn undir kelduskattaskipanini. Nevniliga teir, sum sigla við útlendskum fiskiskipum. Teir eru framvegis B-gjald- arar, og skulu gjalda skatt av mettari inntøku. Hvussu hetta kann tørna út hjá fiskimonnum kann ein og hvor hugsa sær. Teir kunnu nevniliga væl koma út fyri at gjalda stórar upphæddir í eykaskatti, tá árið er av, og tá kunnu teir enntá vera verri fyri enn við gomlu skipanini. Vit vilja mæla til, at eisini loysn verður fingin á hendan spurning. TAÐ er einki at ivast í at onnur brek eru við nýggju skipanini, men nú er tað upp til sitandi samgongu at fåa hesi rættad. Tå hetta er gjørt, kunnu vit verða i ti sjáldsomu støðu, at vit kunnu siga, at nærum allir flokkar á tingi hava verið við til at útvegað ta best hugsandi skattgjaldingar- skipan. — Nr. 116 — 13. oktober 1987 Johonnu Sofíu Jensen Nu er gluggin myrkur, ljósið er slóknað, tima- glasið er runnið út. Hannefía hevði sín 96 ára feðingardag tann 27/9 1987. Tann 1/10 1987 var tímaglasið ut- runnið, fjørdurin var rógvin, soleiðis er lívsins gongd her á foldum. Eingin veit, nær tíðin er komin. Johanna Sofía Jensen, ella Hannefía, sum hon vanliga varð nevnd, var ættað av Sandi, men kom, sum so mangar ungar gentur tá á døg- um, suður á Tveroyri. Her var tað, sum skaldið so rámandi sigur: >Her vóru virki og livikor best«. Fyri heilum 80 årum sidani kom hon sudur og væl treivst hon, ti alt sítt langa liv varð hon búgvandi á Tveroyri. Og bústaðurin var á Valin- um, í sjálvum arbeiðara- umhvervinum. Ímillum valarar fann hon sítt lívsinnihald. Og sanni- liga, hon gav eisini frá sær øll tey 80 árini, hon varð búgvandi her. Trú- fost sum fá, tað var hon, tí ell árini var hon í ar- beiði hjá fa. N.J. Morten- sen. Ein trúgvur tænari ein langan arbeiðsdag. Tað kann sanniliga sigast, at Hannefía var við at geva Tvøroyri tað innihaldið, hevur havt og framhaldandi hevur. Hon bar so sanni- liga at tí varða, sum fak- felagsrerslan var, og við stovnanini av Fiske- hon Tvøroyri til áminningar pigernes Fagforening var hon vid at leggja stødid, tad stødi, sum fram til dagin i dag ikki er viknad. Hetta fak- felagið , sum man vera eitt av teimum elstu, um ikki tad elsta kvinnuliga fakfelagið í heiminum. Tað eru ikki mangar eftir av slíkum megnar- kvinnum. Frá fyrsta degi, hon kom suður, kom hon at hava eitt nær og kært til- knyti til heim mítt á Val- inum. Og sanniliga, Hanne- fía var ein trúgvur og hollur vinur at eiga. Her hingu eingir lepar við. Við deyða hennara er eitt tómrúm komið á Tveroyri, eitt tómrúm, sum torfert verður at fylla út. Hannefía var góð at heita á, og hon var sera takksom og lítillátin í verumáta sínum. Men eitt, sum hon var sera glað fyri, og tað duldi hon ongantíð, var at hon legði lív sítt á Tveroyri. Í ollum áganginum veit eg, at eina verju áttu vit og hon var heil, og hon var tann styrkin, sum tey góðu, sum undan eru farin, og sum vit kunnu framvegis byggja til- veru okkara á. Í Tveroyrar segu vil navn títt standa sum ein lýsandi kyndil og minni um teg vil bera tað, sum tú legði eftir teg, fram, arbeidarafjøldini til åminningar. Persónliga havi eg nógv at takka tær fyri, Hannefía, fyri, trúgv og álítandi í orði og verki. Eg drýpi hevur í tegn og djúpari sorg við deyða Hannefíu Jensen. Nú eru ikki mong eftir av teimum veruligu slóð- arum, teir sum legdu stødid og laðaðu varðan, sum fakfelagsrerslan stendur á. Nú er fjørdurin rógvin, tímaglasið runnið. Friðin og sæluna hevur tú funnið. Tu kom suður á Tvøroyri á ungdómsins vári. Virkað og búð í Valinum, til gránaði hárið. Tú virkin var og trúfost, tey ungu at læra slóðarin mikli. bygdi fakfelags varðan. Í rúfost í verki, ålitiskvinna, vit sanna tað. Tú nú verður logd til hvíldar undir gronum flag. Skíkum undangongu kvinnum fyri at takka, tað sprettur og grer. Tann seinasta hurldin er best ímillum blómur vid TVOROYRAR FJØRD. Takk fyri tað, tú var. Sverre Midjord