Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Sunnudagin 4. fylti Djóni 90 ár. Hópur av ættarfólki og vinum úr Danmark, av bygd og í bý høvdu leitað út á Landaveg 54, har Djóni býr saman við ein- asta barni sínum, dótrini Hansinu. So nógvir gestir vóru, at hvert rúm í húsinum var fult og gongirnar við, men har ið hjartarúm er, er eis- ini húsarúmd. Øll høvdu eina hugnaliga letu við stórum gestablídni, og Djóni fekk ein ógloymandi dag, o so raskur er hann, at hann helt á til seinasta mann. Djóni hevur verið í javn- aðarrersluni frá byrjanini og nógv saman við Petur Mohr Dam, sála. 3 ár sótu teir t.d. saman í sóknar- oktober stýrinum, og á ellisárum er hann líka eldhugaður enn, so um nakar hevur havt uppiborið at verðið mintur av okkum, so er tað Djóni. Týskveldið var eg í hugnaliga heimi teirra, har borðreitt varð við øll- um góðum. Ein dugir ikki at skilja, at hesin maður er 90. Hann fylgir við í øllum, ið er uppi í tíðini og minnist so væl farnar dagar, at hann ger okkum yngri fyri skommum. Einasta ellis- brek er, at hann er eitt sindur dulur, men onki, ið bilar. Umframt bæði áhuga- vert og hugnaligt tos, fekk eg eisini eitt prát við Djóna til blað okkara. 90 Barnaárini Djóni fortelur: Foreldur míni vóru Hansina Jacob- sen av Strondum og Jóan Petur Weihe úr Havn. Pápi var urtagarðsmaður, og tá eg var 3 ára gamalur, sendu Mortensens-menni- nir á Tveroyri boð eftir honum at arbeiða hjá teimum. vit fluttu so suð- ur, og rekti pápi so teirra urtagarðar, og aftrat var hann so eisini á Hvítanesi, í Vági og Hvalba og ar- beiddi. Vit vóru 4 systkin, og hóast mamma var í fiski, var ofta smátt hjá okkum, ja, tað hendi meira enn eina ferð, at vit ikki vistu, hvar maturin næsta dagin skuldi koma frá, men Guð havi lov, tað bar altíð so í Djóni Weihe ár bandi, at okkurt skaffað- ist, so svong vóru vit ong- antíð, høvdu altíð nokk. Um fátækt var, so høvdu vit alíkavæl góð barnaár. Skúli var á Tveroyri við fýra flokkum og tveimum lærarafólkum, Jacob Jacobsen og Thora Poul- sen. Tveir flokkar vóru í skúla hvenn dagin, so- statt gekk eg annanhvønn dag í skúla. Fyri at hjálpa til heima fór eg tólv ára gamalur í fiskaarbeiði fyri tíggju oryu um tíman, eg arbeiddi annanhvenn dag fullan dag og annanhvenn hálvar, alt eftir skúla- gongdini. Eins og siður var, kon- firmeraðist eg, tá eg var fjúrtan ár. Presturin var Gulak Jacobsen. Vit gingu til í tvær vikur í Hvalba, lósu í kirkjuni. Konan í húsinum, har eg hevði tilhald, var úr Havn og æt Magdalena. Konfir- matiónin var í Tveroyrar kirkju. Nú eg nevni kirkju okk- ara, rennur mær í hug, at hon varð bygd, meðan eg var 6viti, og vit fingu frí úr skúlanum at hjálpa til. Arbeiði okkara var at bera viðin til kirkjuna. Hann varð lossaður upp á eina lítla brúgv undir Heyg- num, og bóru vit hann nið- an gjøgnum treðna hjá Dánjal Mortensen og til byggistadid. — Og Djóni, so vóru barnaárini av ? Ein vandaferð — Ja, heldur Djóni áfram, Nr. 116 — 13. okrober 198 eg fór so at arbeiða hjá Mortensen, men var so at siga beinan vegin sendur suður til Vágs ti lJohan Mortensen, á Marknoyri, at læra at passa ein motor. Teir brúktu bátin at sigla eftir fiskafólki úr Porkeri og heim aftur við teimum um kveldarnar. Mær dámdi einki, ynskti meg aftur á Tver- oyri. Ynski mítt gekk út, tó aftan á eina vandaferð, sum eg gjarna vildi verið fyriuttan og ongantíð vildi havt upplivað. Hesin góði motorbátur varð eisini brúktur at fiska við, og ein dagin vóru vit fimm mans úti. Teir fýra vóru Johan Mortensen og triggir ørv- ingar, ein gamal pápi við tveimum synum og so eg a