týsdagur 13. oktober 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 116 — 13. okrober 1987
fjúrtan ára gamailur.
Veðrið var gott, tá vit
sigldu út á fiskileið, men
so byrjaði at lota, skjótt
vaks vindurin og aldurnar
gjørdust aeðiligar. Tá
hoyrdist knappliga ein
hvellur brestur, sum eitt
byrsuskot. Tað var ein
seymur í síðuni, ið fór.
Báturin byrjaði at fyllast.
Ørvingarnir pumpaðu og
oystu. Vit vendu, settu
seglini å, og til alla lukku,
tá vit sigldu móti landi,
bleiv >læborð<, so sjógv-
urin pressaði ikki so hart
móti borðinum, har skaðin
var hendur, so tað hjálpti
so væl.
Johan Mortensen bað
meg tveita veiðina fyri
borð, einar 5—6 sentnarar,
og oysa. Eg fekk eina
spann og oysti og oysti,
men hatta við fiskinum
svaraði eg onki til, helt tað
gjørdi lítlan mun og helt
eisini, at fongurin var ov
góður at fara fyri skeyti.
Johan Mortensen stýrdi
móti Mýrafirði millum
Sumba og Akrar, men tá
vit komu hagar, stóð
brimið í grasinum, og tá
læt í hinum gamla ervingi-
num: >Betri at doyggja á
Vágsfirði enn her«, og so
varð leiðin hildin til Vágs,
báturin gekk sum á glóð-
um inn um Nes.
Beint áðrenn brúnna á
Marknoyri, steðgaði
motorurin, men tíbetur
vóru menn uppi á landi til
reiðar at hjálpa og bjarg-
aðir vóru vit. Hevdu hesir
tríggir ørvingarnir ikki
verið so framúrskarandi
at pumpa og oysa, so ivist
eg ikki í, at vit høvdu ligið
við havsins botn.
Báturin varð tikin upp á
land og fór ongantíð av
stað aftur. — Og sjálvur
fór eg aftur til Tvør
oyrar.
Fiskimaður í
trongligum korum
Seinni fór eg við fiskiskip-
um, so sum Agnes Louise,
Gudrun Zoégu, Bárða-
drangi, Vágoynni 0. 9.
Ein upplivdi nógv, bæði
gott og minni gott — eis-
ini = onkra álvarsama
vandaferð, men tað svár-
asta, eg havi sæð, hendi
ikki á einum fiskitúri.
Í 1917 fór eg við skip-
aranum Mortan Merk, til
Sandvíkar at biðja fólk til
Vágoynna. Tá komu
grindaboð og undir drápi-
num hendi so áann ræðu-
liga vanlukkan, ið kostaði
fleiri mannalív.
Tað var ein so hjarta-
skerandi sjón at síggja og
uppliva, at hon ongantíð
fer úr minni mínum, so
leingi eg livi. Vit megu
ásanna, at skaðagrindin í
Sandvík seint verður
gloymd.
— Og tú helt áfram at
fiska ?
— Ja, ein skuldi jú lív-
bjarga sær, og tá eg so
fekk ta lukku at fáa egið
heim, giftist í 1923 við
Jonu, ættað úr Sumba,
ráddi enn meira um at
vera innlegumaður, og tað
hevur tú lisið um, at for-
tjenastan tá var ikki stór,
og tú fekst ikki peningin í
hondina, tú skuldi keypa
fyri hann í handlinum hjá
reiðaranum. Tað var
kanska onki at siga til, tú
hevði jú arbeiði innan
firmaið, og ikki hevur ver-
ið nógvur peningur til hjá
nøkrum tå, men tað sum
verri var, tåa var, um tú
skuldi fara inn á skriv-
stovuna at biðja einar
tíggju ella fimtan krónur í
kontantum. So varð spurt,
hvat tú skuldi brúka pen-
ingin til, akkurát sum tú
ikki átti hann. Hevdi tú so
kanska bestilt frá Candor
ella onkrum
ljóðaði: veru okkara verur
ikki líka góðar<. Tað var
ikki stuttligt.
Og eitt aftrat kann eg
siga tær: Mamma, ið var
einkja, fekk í ellisrentu 5
kr. um mánaði, men trýrt
tú, hon fekk tær útgoldn-
ar, nei, hon fekk ein seðil
eðrum, so
við upphæddini á og
navninum á einum handli,
har hon skuldi keypa veru
fyri rentuna.
— Jamen,
góð Djóni,
hetta seinna var jú ólóg-
ligt í ólukkumáta !
— Ja, fatar tú so ikki, at
vit bardust fyri eini len-
gjaldsstovu, ja, eg kann
siga, at tað næstan var
kríggj, áðrenn tað eydnað-
ist okkum at fáa hana,
men vit rukku á mál, og
einastu oyru vit sóu, var
gjøgnum henda stovn. Vit
bardust eisini fyri eðrum,
men nú er henda samreða
vorðin so long.
Arbeiðsmaður
í Havn
— Lat meg at enda siga, at
vit fluttu til Havnar í
1944, og var eg her á fleiri
arbeiðsplássum.
Hjá kommununi, Lam-
hauge á Waagstein í 9 ár
og aftur í 9 ár hjá Viljormi
Tórsheim, her mátti eg
gevast, hóast mær dámdi
sera væl, men betongar-
beiði gjørdist ov tungt, nú
árini komu. Eg var so
heppin at fáa arbeiði í
Timburhandlinum og var
eisini har í 9 ár, tá gjerdist
aldurin so hegur, at eg
gavst. Aftan á arbeiddi eg
eitt sindur hjá kommun-
uni, og nú siti weg her og
havi tad gott saman vid
minum kæru og minnist
aftur å eitt langt liv, eitt
liv við nógvum stríði, men
eitt ríkt lív, og Harrin hev-
u raltíð staðið mær við lið,
og tá vit hava Hann, er
onki at ótast fyri.
Vit í flokkinum takka
fyri trúfesti og ynskja
Djóna lívskveld ljóst og
blítt og loyva okkum at
enda við einum sangi, sum
guddóttirin Kiston á
Tveroyri yrkti til 90 ára
dag hansara.
j.h.
Ein heilsa til Djóna gubba
á 90 ára degnum
rðið
Lag: Rituk
Sum eitt ævintýr tað ljóðar
at tú niti ert í dag,
men vit minnast dagar góðar,
so vit mugu trúgva tað
Fram í huga leita letur,
frá teim svunnu barnaár',
tá vit runnu runt um fløtur,
rætt so sum tað var í gjár
Tú vart við í teimum myndum
altíð glaður, gott var lag,
gubbi mín, vit vóru yngri
tá, enn henda runda dag
Mangan vit í ánni spa
tætt hjá tykkum, har
aftaná hjá tykkum dva
ofta til tað gekt
Væl eg minnist ta tit
út á hav á svortu nátt
mangan vandatúr tit hovdu
komu aftur, tá var gott
Smílandi um brott var leiðin,
soeiðis eg minnist teg,
fyri tað tú tokk skal eiga,
til dag vit fagna teg.
Sevmyri heimstaðu fagur,
einki er so gott á jorð,
har var mangur gleðisdagur,
fam við vakra Tvøråfjørd.
Barnaminnir, hvat kann vera
fagrari enn tey í dag,
góði gubbi, Harrin gevi,
alt tær falli væl í lag.
So tillukku, takk tú fái,
fyri hvat tú vart og ert,
kanska tú í morgin gáar:
hetta var alt stríðið vert.
Kiston