Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sårene Jåkup Lindenskov á fólkating Jákup Lindenskov tók týsdagin sæti á fólkatingi fyri Atla Dam. Henda sama dagin vóru til fyrstu viðgerð 7 lógaruppskot viðvíkjandi donsku veit- ingunum til Feroya. Báðir teir feroysku fólkatings- menninir hevdu orðið í hesum sambandi. Jákup Lindenskov vísti í sínum innleggi á, at tað er sjáldsamt, at so nógvar lógir, sum viðvíkja Fer- oyum, verða lagdar fram í fólkatinginum undir ein- um. Hann vísti á, at tað nú eru 10 ár síðani skjetil varð settur á arbeiðið at alla studuls- skipanina, soleiðis at foroyingar sjålvir hava sterri ávirkan á umreddu ekjum. Jákup Lindenskov kom annars inn á spurningin um útbyggingina av fer- oyska sjúkrahúsverkinum og vísti á, at ein týðandi útbygging stendur fyri stavn. Hann vist á tann stóra týdning tað hevur at kunna senda sjúklingar niður á Ríkishospitalið og vónaði, at vit fara at fáa eins góðar semdir har nú aftaná broytingarnar í stuðulsskipanini. fáa broytt Heilsumálaráðharrin svaraði honum, at danir eru sinnaðir at lata føroy- ingar nýta Ríkishospitalið í tann mun hetta er neyð- ugt. Øll lógarmálini fóru beinleiðis til 2. viðgerð og verða tey helst endaliga avgreidd ein av komandi degunum. Allir flokkar á fólkatingi uttan Framburðsflokk- urin tóku undir við lógar- uppskotunum, sum longu er avgreidd av legting- inum. jan tk sø S0SjalUnn . i Nr. 118 — 17. oktober 1987 Jacob Højgaard, lækni: Latið børnini vaccinera Nú hevur verið skrivað og tosað nógv um hesa nýggju vaccinuna, sum skal verja okkara kom- andi ættarlið móti mes- lingum, fárasjúku og reyd- lingum. Í útvarpinum hoyrdu vit 3 meður siga sína hugsan, og nidurstød- an hjá teimum var, at tær ikki ætlaðu at lata síni bern vaccinera, ella í hvussu er ikki nú, kanska seinni. Hildu seg ikki hava fingið nokk at vita um hetta tiltakið. Barnalæknin Odmar Fære greiddi væl frá sjúk- unum og nevndi eisini, hvat avleiðingar tað kundi føra við sær at lata børnini vera óvaccinerað. Mær tykist tó, at hann ikki legði nóg stóran dent á at greiða frá teimum álvars- ligu fylgjum og varandi brekum, hjá summum fyri alt lívið, sum kunnu standast av ikki at vaccinera okkara bern. Rætt er að, at hesar tríggjar sjúkur á okkara degum alt íalt eru mildari, og at bernini í dag yvir- hevur eru betur fyri at standa ímóti hesum sjúk- um enn fyrr. Vit vita eis- ini, at tað er sjáldan, at hesar sjúkur geva álvars- lig brek seinni í lívinum, men tað stendur tó fast, at tað hendir av og á, meira enn so. Hetta er óivað orsekin til, at so nógv lond, bæði sterri og smærri, hava mælt til at vaccinera teirra bern og hava gjørt tað í nógv år. Danmark er seinasta land; í hvussu er í Skandinaviu, sum nú gjøgnumførir hesa vaccinatión. Vit vita, at til demis í Danmark fáa hvert ár umleið 25 bern heilabruna sum eftirsjúku av meslingum, summi av teimum við verandi heila- skaða. Hesar eftirsjúkur hava vit ikki heilivág fyri. Hetta eru virussjúkur. Meslingar hava sum eftir- sjúku eisini oyrnabruna og lungnabruna og annað, men hetta hava vit góðan heilivág fyri, og kunnu vit sum oftast basa hesum. Hetta eru eftirsjúkur, ið standast av bakterium. Meslingar eru framvegis ein sterk sjúka, og bernini eru veik aftaná. Hetta sóu vit best fyrr í tíðini, tá bern og vaksin vóru út- sett fyri tuberklasmitt- una, um somu tíð sum meslingarnir vóru av. Fleiri doyðu, og heilt nógv fingu brek fyri lívið. Fára- sjúkan kann eisini vera ein boysin sjúka, kann hjá ungum dreingjum viðfera skaða á steinarnar, og við- hvert gera tað, at teir ikki koma at vear mannbarir. Reydlingarnir eru mildir, men lúnskir. Sjúkan er so torfør at kenna, líkist nógv eðrum sjúkum, at nógv vita ikki, um tey við vissu hava havt hana. Men vit vita, at kvinn- ur, sum ikki hava havt sjúkuna ella ikki eru vaccinerað móti henni, kunnu feða bern við ym- iskum brekum, mest hoyriskaðar, so tey gerast meira ella minni deyv fyri lívið. Eisini standast heila- og hjartaskaðar av hesi sjúku. Fyri teimum ráðandi í londum, sum mæla til vaccination, hava hesi skaðar og brek óivað verið avgerandi. Fyri mær at síggja eru tey sjúkraárin, sum kunnu standast av vaccin- uni — sindur av fepri, út- slett ella krími — einki at rokna ímóti vandanum fyri hesum ringu eftir- sjúkum og tí má eg mæla øllum til at lata bernin vaccinera. Jacob Hejgaard Óvissa um ortoped á LS Tað er óvist, nær nýggjur yvirlækni í ortopedkirurgi verður settur á Landssjúkra- húsinum. Ætlanin var, at hann skuldi setast frå 1. okt., men tað verður so av ongum. Orsekin er tann, at brævið frá danska heilsustýrinum, sum hevur kannað um um- sóknirnar lúka krevini í grein 14, er ongant:ð framkomið til sjúkra- hússtjóran. Karter Højgaard, virkandi — sjåkrahus- stjóri, sigur, at brævið er sent úr Danmark 29. september, men er so enn ikki framkomið. Hann vónar tó, at tað fer at koma afturíaftur, soleiðis at starvið sum ortopekirurgiskur yvir- lækni við Landssjúkra- húsið kann setast sum skjótast. Men tað erður so neyvan í hesum ári. Tí fyrst skal Stýrið fyri Landssjúkrahúsið við- gera umsóknirnar og gera eina innstilling. Harnæst skal so lands- stýrið seta yvirlæknan. Tað var fyrst í hesum árinum, at løg- tingið samtykti at lýsa starv leyst sum orto- pediskur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Eisini varð samtykt at fara undir bygging av eini = skurðstovu í Klaksvík fyri 4 mill. kr. Hvat viðvíkur hesi ætlanini so veit sjúkra- hússtjórin ikki, um byggingin er byrjað. Hann våttar tó, at Stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sett ynski fram um at fara undir eina sterri út- bygging beinanvegin og sleppa upprunaligu ætlanini við at byggja eina skurðstovu fyri 4 mill. kr. Tað hevur ikki eydn- ast okkum at fáa eina viðmerking frá lands- stýrismanninum i Sjúkrahúsmálu, Jógv- an Durhuus. Hann er burturstaddur. jan Tannlæknar slíta samráðingar Á aðalfundi hjá Feroya Tannlæknafelag 25. sep- tember varð einmælt avgjørt at slíta samráð- ingarnar við Meginfelag Feroyskra Sjúkrakassa. Hetta varð gjørt, tí mett var, at við verandi samrådingarskjølum var ikki meguligt at finna eina realistiska loysn. Og hetta harmast Tann- læknafelagið um, stendur í tíðindaskrivi haðani. Serliga, tá hugsað verð- ur um, at sáttmálaloysið árliga kostar limum sjúkrakassanna millióna- upphædd í mistum stats- stuðli. Hetta seinasta árið hava verið skrivligar sam- ráðingar millum Tann- læknafelagið og MSF um eitt uppskot hjá tann- læknunum. Men tá sam- ráðingarskjelini vórðu løgd fyri aðalfundin hjá tannlæknunum, varð sam- tykt ikki at halda fram við samráðingunum á verandi grundarlagi. Såttmålaloysi hevur nú verið í hálvt fjórða ár. Nú eigur MSF næsta út- spæl, sigur Tannlæknafe- lagið, um bíðar eftir einum realistiskum samráðingar- uppskoti. Nýggja nevnd Á aðalfundinum hjá Tann- læknafelagnum varð vald nýggj nevnd: Regin Eikhólm, formað- ur og Terje Davidsen, skrivari, bóru seg undan afturvali. Í staðin fyri teir eru nú Kristian Djurhuus formaður og Hans Tausen skrivari. Sigrid Arge heldur fram sum kassameistari.