Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 17. oktober 1987 Tað góða orðið og tann vitugi tankin Sandoyggin er, við sínum vallaða og mjúka landslag, búnaðaroygg- in í Feroyum. Hugsar ein um búnað í meiri andabornari merk- ing — um velting í hjørtunum og hugunum á fólki — so varð brotið upp úr nýggjum her í oynni longu tíðliga í 19. eld. Nevn sum Jó- annes í Króki, Óli í Klæmints- stovu, Díðrikur á Skarvanesi renna einum í huga. Hetta vóru spírar, hver á sínum eki, í bók- mentum, vísind og list. Seinni leitaðu ungfólk burtur, fyrst og fremst á danskar háskúlar, hað- ani tey bóru eina forkunnuga barlast av víðskygni, nýhugsan og stórbærum sjónum úr heim- sins bókmentum heimaftur við sær. Væl varð velt, og væl frukt- aði. Tjóðskaparhugsanin festi tíð- liga í her í oynni. Og Sandoyggin fostraði nekur av okkara fremstu bókmentafólkum. Háskúlin fekk mangar trúgvar vinir her, og tað er ikki óvanligt at hitta fólk her, sum hava Brand og Peer Gynt standandi, grenar og livandi, á tí uttaru eins væl og á tí innaru bókahillini Kom tú á tal við Viggo Dals- gaard, hevði tú varhugan av, at Sandoyar sega, og serstakliga hennara ríka mentunarsøga, livdi sítt lív innan í honum. Hon var steðið, hann bygdi á. Við hennara vidskygda landslag aftan fyri seg gjørdi hann sínar metingar um tilburðir í Feroya segu og um dagsins hendingar. Viggo hevði, sum fleiri av brød- rum sínum, eitt lyndi, sum man vera heldur sjáldsamt í Feroyum. Hann kundi vera bráður og eld- hugaður, var skjótur at stuðla og eggja. Kortini var tað ikki honum fyri at lata seg tela av lætti- soppadreymum ella fjákutum upplopi. Hann var eisini av lyndi tortrúgvin og atfinningarsamur, men kortini ikki nakar leiðiligur fýligrani. Hesin blandingurin av gleggum atfinningarsemi og væl- gerandi eldhuga gjerdi hann til ein úrlíka góðan eygleiðara, føran fyri at hyggja at og meta um tíðarrákið í Feroyum, tað bók- mentaliga, andaliga og politiska, at lívga, har hann helt tað góða spíra, og at tala at, við myndug- leika, tá ið dumban blásti seg upp til at vera grón, og illgresið læt seg í liljubúna. Hansara glegga politiska og andaliga medvit hevði hann altíð havt, og við tí lyndi, sum var hon- um í kjetið borið, hevði tað iva- leyst viðhvert gjørt honum lívið heldur tverligt. Hinvegin hevði tað givið honum royndir og vitan. Hann hevði upplivað tað polit- iska hegrarák, sum undan og í krigsårunum — sum eitt kvørkra- tak — sansaði at føroyinginum, ávirkað sum tað var av ti tysku nazismuni. Tá ið hetta sama rák nú í áttatiárunum hótti okkara land, var tað honum ikki nakað nýtt. Eitt renaissansufyribrigdi kallaði hann tað. Hann visti sjálvur, at hann var á varðhaldi, við at stuðla og tala at og skriva. Hansara moralska og politiska medvit gjørdi hann kortini hvørki meinfysnan ella trongan. Tvørt- urímóti eru mong dømi um, at hann hysti og visti hjartalag og virðing fyri sínum medmenniskj- um, sum rukku yvir um politisk skilarúm. Skaldskapurin mundi vera tann mentanartátturin, sum Viggo hevði mest áhuga fyri. Ahugi hansara var rúmsáttur og víður, og hann legði í sínum met- ingum líka stóran dent á stíl og málsligt hegni sum á innihald, endamál og sjónir. Sálmaskald- skapi hevði hann serliga stóran áhuga fyri, og eg minnist, at hann fyri ikki langari tíð síðani tók til um Christian Matras, at hann við týðing síni Hjá tær, o Drottin, er dagaskeið hevði verið hepnari enn upprunaskaldið, Grundtvig sjálvur. Ein kundi ikki annað enn geva honum rætt. Henda týðing man vera nakað av tí hábærsligasta og stórfingn- asta, vit eiga á føroyskum. Á bókmentahimlinum hjá Viggo var Henrik Ibsen sólin millum stjørnurnar. Tað gav at bíta fyrstu ferð, eg hitti henda merkismann. Tað var í 1965, eg var eitt stutt skifti læraravikarur í Skálavík. Sum rímiligt var, av og á var neyðugt at ganga oman í handilin á Mølini at keypa okkurt smávegis. Hetta vóru minniligar ferðir. Áðrenn tú fór út aftur við tí lítla, tú hevði keypt, fekk tú frá handilsmanninum ein — ofta heldur drúgvan — fyrilestur um Henrik Ibsen, onkran sjónleik hjá honum ella onkra flógv í skapar- verki hansara. Soleiðis minnist eg m.a., at Viggo einaferð standandi innan fyri skivuna í tí gamla handlinum á Melini — greiddi mær frá tí stóra leikinum Kejser og Galilæer, um rómverja- keisaran Julian Apostata og hansara máttloysisstríð ímóti kristindóminum, Kærleikin til Ibsen slóknaði ongantíð í Viggo. Og tá ið John Gabriel Borkman — ein leikur, ið hevur verið samanborin við eitt norskt vetrarlandslag, so bæriligur er hann í sínum stórfingna dapur- leika — var vístur í Norðurlanda- húsinum, var Viggo fremstur millum áskoðararnar. Viggo Dalsgaard, sum í sær goymdi eina gróðrarríka saman- seting av trimum týðandi tætt- um í føroyskum mentunarlivi, javnaðarrersluni, sjálvstýris- rersluni og háskúlaandanum, er farin undir grenu torvu. Men tey, sum hava kent hann, gloyma ongantíð dugnaðin frá honum, tey góðu orðini og tann vituga tankan. Hetta eru máltíðir, ið liggja leingi á. Og tað er ikki so undarligt. Tí sum á so mong onn- ur hevði meistarin frá Skien eisini sett sítt edilingsmerki á hann. Hanus Andreassen