leygardagur 17. oktober 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 118 — 17. oktober 1987
Atli Dam, logmaður, skrivar minningarorð um Viggo Dalsgaard:
Nú fækkast liðið av teimum, sum
fyrst slógu manngarð um Javn-
aðarflokkin og seinasta mánadag
fylgdu vit so Viggo Dalsgaard til
gravar. Viggo var ein tann djarv-
asti og ídnasti í hesum liði.
Hann var sonur Sunnuvu og
Valdemar Dalsgaard, ið vóru tey
fyrstu, sum í nýggjari tíð settu
búgv niðri á Mølini í Skálavík,
har tey handlaðu, tókust við
jarðarbrúk, róku mjólkarvirki,
hevdu postin og avgreiðsluna av
Smyrli. Sunnuva var abbadóttir
Jóhan Hendrik Poulsen, ið var
fyrsti maður, sum reisti búgv í
Skopun og Valdemar var bónda-
sonur úr fyrndargarðinum Dals-
garði.
Sunnuva og Valdemar bæði
vóru hugtikin av háskúlarersluni
og grundtvigska ivs- og menn-
skiasynid var andaliga stødid
indir heimi teirra á Mølini. Hetta
merkti, at teir níggju synirnir,
sum Sunnuva og Valdemar tingu,
vuksu upp í einum heimi, sum
var eyðkent av áhuga fyri sam-
felagsspurningum og bók-
mentum, upplýsing og nýhugsan.
Hetta var eisini eitt heim, hvar
dentur í uppalingini var lagdur á
sosiala rættvísiskenslu og rættin
og dirvið til at siga sína hugsan.
Samanumtikið kann sigast, at
heimið á Mølini var eitt heim,
sum bygdi á tað besta úr grund-
vígsku háskúlarersluni og tað
besta úr gamla bóndasamfelag-
num.
Viggo var sostatt úr góðum
bergi brotin og tann andaligi
ferningur hann fekk, gjørdi hann
til tann hann var: ein menta-
mann, ein politiskan striåsmann
og ikki minst eitt arbeidsgrev.
Viggo tók upp starvið eftir
faðir sín og fór at handla á
Mølini. Valdemar misti tíðliga
heilsuna og tóku synirnir Hans
og Viggo við rættiliga ungir. Tá
Hans seinni flutti til Havnar, rak
Viggo einsamallur handilin víð-
ari. Nógv var stríðið av einum
bygdahandli í brimplássi og
mangar ótespiligar túrarnar áttu
Viggo og felagar hansara umborð
í Smyril á vetrardegi. Tá hugsað
verður um, at í fýrati- og fimti-
árunum kom at kalla øll vera til
Sandoynna upp í Skálavík t.v.s.
varð flutt í land við opnum báti,
- -
Sr S0Sialurin
EIN
STRÍÐSMAÐUR
so er ikki torfert at ímynda sær
tað stríð og strev, ið avgreiðslu-
maðurin hevdi millum år og dag.
Sum fleiri av breðrum sínum
gjørdist Viggo sum ungur hug-
tikin av javnaðarhugsjónini, og
var hann virkin javnaðarmaður
frá heilt ungum árum av. Hann
var tó ikki maðurin við persónlig-
um politiskum ambitiónum, held-
ur var hann stríðsmaður og
agitator, altíð til reiðar at berjast
fyri javnaðarhugsjónini, altíð til
reiðar at vinna onnur fyri hesari
hugsjón. Viggo var eldhugaður
sum fáur, kundi vera bráræsin
eisini, men aldri fanatiskur. At
hann átti vinir í ellum flokkum
kring alt Feroya land, er besta
prógvið um hetta. Hann dugdi
tað sjáldsama kynstrið at brenna
fyri einari hugsjón og samstundis
virða sjónarmið og hugsjónir hjá
eðrum. Hesi evni hansara — evni
sum eyðkendu allar teir brødur
hansara, sum eg kom at kenna,
stava helst frá tí jørdildi, hann
vaks upp í, har júst tollyndi hevði
eins stóran týdning sum politisk
sannfering og politiskur eldhugi.
Sjálvur gekk Viggo gjøgnum eina
sera áhugaverda politiska menn-
ing, ið var eðrvísi enn vit vanliga
síggja. Tað vanliga er jú, at fólk
gerast meira konservativ við ár-
unum. Við Viggo gekk tað júst
ikki soleiðis, við tað, at hann í
mongum viðurskiftum gjerdist
meira radikalur, enn hann var í
sínum ungdóms- og manndóms-
árum. Hetta er eitt demi um,
hvussu vitugur Viggo var. Hann
skilti sum fáur, at Javnaðarflokk-
urin kundi ikki standa í stað, al
tann tíð einki stendur í stað.
Hann skilti, at hetta merkti, at
flokkurin mátti broyta politikk í
ávísum spurningum og at flokk-
urin t.d. hevði eina skyldu at fylla
út karmarnar í heimastýrislóg-
ini, at flokkurin sjálvsagt átti at
fylgja sínum norðurlendsku
breðraflokkum, har tað var til
okkara gagn eitt nú í spurningin-
um um Norðanlond sum atom-
vápnafrítt umveldi.
Viggo var mentaður maður,
hevði stóran áhuga og ans fyri
føroyskum og útlendskum bók-
mentum. Vitan hansara um
fagrar bókmentir og segu var
stór og væl dámdi honum at taka
Síða 9
lut i orðaskiftum og orðadráttum
har hendan vitan hansara kundi
koma honum til góðar og kundi
nýtast til stuðul fyri tí, sum hann
helt vera rætt og beint. Hesi evni
hansara gjørdu at tað var sonn
fragd í at hitta Viggo á máli og
ikki minni at hoyra hann flyta
reðu, hvert tað so var í álvarslet-
um ella í gamansleiki.
Persónliga var Viggo vinsælur
maður, lættur at koma á tal við
og trúfastur sum fáur. Hann átti
vinir ikki bert her á landi, men
víða um Norðanlond við og allir
vinir hans kenna djúpan sakn nú
hesin fróðarmaður í orðsins
sanna týdningi ikki er longur
okkara millum.
Javnaðarflokkinum var Viggo
dyggur stuðul alt sítt lív og
undirritaða sjálvum var hann
ikki minni hollur. Eg havi persón-
liga nógv at takka Viggo fyri frá
tí degi, vit komu at kennast til
hendan dag, og floksins vegna
skal eg lýsa frið yvir minnið um
striåsmannin og mentamannin
Viggo å Mølini.
Atli P. Dam