Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mál og mentan í vanda - verður ikki rætt atborið ! Hetta er niðurstoðan í svensku frágreiðingini um sjónvarp í Føroyum, sum Samfundet Sverige-Får6arna hevur givið út Feroyar eru ikki og eiga heldur ikki at vera eitt savn, sum vit hini í Norðurlondum kunnu vitja fyri at granska ta mentan, vit sjálvi so dyggiliga hava órógvað. Hendan niðurstaðan er at finna í einari stuttari frágreiðing >TV pá Fær- øarna — hot eller møjlig- het« hjá svianum Lars Berglund. Hann var í Før- oyum tvær vikur i juni i fjør og kannaði sjónvarpið her og meguligu ávirkan tess á mentan og fritid hjá unglingum. Samfundet Sverige- Fárøarna stuðlaði ferðini. Skulu hava sjónvarp Niðursteðan hjá Lars Berglund er, at foroyingar skulu hava sjónvarp. Eg havi ringt við at góðtaka sjónarmiðið um, at føroyingar skulu >verj- ast< móti nútímans fjøl- miðlum. Tað er sjálvandi at fegn- ast um, at eisini føroying- ar nú hava atgongd til sjónvarp. Lars Berglund heldur ikki, at sjónvarp í sær sjálvum er nakar vandi. Trupulleikin er, hvussu tað verður brúkt, sigur hann. Ongin politikkur Lars Berglund skrivar í frágreiðing sínari: »Politikararnir Før- oyum hava ikki orðað nakran programpolitikk fyri SVF Danskar og aðrar út lendskar sendingar eru ráðandi. Og hesum liggur vandin fyri, at SVF kann koma at virka móti føroyskari mentan og før- oyska málinum“. Síðani greiðir høv- undurin frå foroyska mål- stríðnum og sigurin í ti og spyr síðani, um ikki er vandi fyri, málið viknar, verður danskt og enskt í stóran mun latið koma í staðin fyri gjøgnum SvF. >Tað er enntá vandi fyri, at sjónvarp skjótt kann geva bernum og ungum eitt heilt annað metingargrundarlag = og aðra lívsáskoðan enn veruleikin uttan um tey skapar«. Eggja til kjak Og Lars Berglund heldur fram: „Sjónvarp i Føroyum åtti hinvegin at havt ein offensivan og tydningar- miklan lut i menningini av føroysku mentanini og føroyska málinum. Til hetta krevst, at SvF samarbeiðir við feroyskt mentanarlív og inspirerar til virksemi á hesum eki. Sjónvarp í Feroyum átti eisini at kunna verið brúkt til at bera víðari kunnleika og eggja til kjak um fer- oysk samfelagsmál. Sjálvandi eigur sjón- varp eisini at nekta tervin á undirhaldi. Men hetta nýtist ikki endiliga at tarna royndunum at fáa eit: føroyskt sjónvarp=<. Krevur pengar og politiskt medvit SvF má gerast ein fjøl- miðil, sum ber út feroyska mentan, royndir og identi- tet, heldur Lars Berglund. Og hann stúrir fyri avleið- ingunum, verður hetta ikki gjert: „Sjónvarp fer at skaða álvarsliga tjóðskaparliga identitetin, og tess vegna enntá elva til órógv og spenning í samfelagnum. Tekin um hetta eru Niðursteðan hjá Lars Berglund, sum seinasta summar kannaði sjón- varpið i Føroyum TV SOM FORMEDLARE AV HANO:>m KULTUR "Dbeva longu nu at finna millum børn og ung. Fyri teimum kann sidaarvurin i før- oyska samfelagnum ger- ast meira og meira fremm- andur«. Og at enda i nidurstødu sini hevur Lars Berglund hesi råd: „Skal tað eydnast at gera Sjónvarp Feroya til ein stovn, sum verjir, ber víðari og mennir feroyska mentan, krevjast ikki bara fleiri pengar, men í fyrsta lagi, at feroysku politikararnir gerast vit- andi um ta ótrúligu megi og ávirkan, sjónvarp og video hava sum fjelmiðl- ara. hd Tá vit siga tær, at 80% av norsku bilunum nýta VIKING vetrardekk, nýtist okkum so at siga meir? Og tá vit siga, at VIKING vetrardekk eru ímillum tey bíligastu á marknað- inum, nýtist tær so at vita meir? SERVICESTØDIN Í LORVÍK TLF. 43360 Anker heldur fram sum formaður Anker Jergensen heldur fram sum formaður í donsku sendinevndini í Norðurlanda ráðnum. Nýggjur næstformaður er Hagen Hagensen úr konservativa fólka- flokkinum. Hann tekur við eftir Karen Thuree Hansen úr sama flokki. Anker Jergensen heldur eisini fram í formans- skapinum hjá NIr. saman við Margrete Auken úr SF 16 fólkatingslimir eru i sendinevndini hjá Dan- mark í NIr. Harafturat koma so Jákup Linden- skov og Agnar Nielsen úr Feroyum (tiltakslimir eru Jóannes Dalsgaard og Ivan Johannesen) og Preben Lange og Otto Steenholdt úr Grenlandi (Henriette Rasmussen og Peter Ostermann) Tíggju tónaskald innstillað Tíggju tónaskald eru nú innstillað til tónlista virðislenina hjá Norður landa ráðnum 1988, sum verður handað 8. Oslo Konserthus. Tónaskaldini, sum nú bíða í spenningi eftir av- gerðini hjá dómsnevndini — hon fellur 15. januar — eru hesi: Gunnar Berg, Aria fyri floytu og orkestur og Ib Nerholm, Ekliptiske instinkter, Symfoni nr. 7, ur Danmark. Magnus Lindberg, Kraft og Einojuhani Rautavaara, Symfoni nr 5 úr Finnlandi. Þórsteinn Ad astra, og Másson, mars 1 Hauksson, Askell Konsertsatsur fyri lítla trummu og or kestur, úr Íslandi. Alfred Janson, Millum- leikur fyri orkestur og Rolf Wallin, Mandala fyri 2 klaver og percussion, úr Noregi. Og Anders Eliasson, Symfoni nr. 1 og Miklos Maros, Konsert fyri trom- bone og orkestur, úr Sve- ríki. Tónlistavirðislenin verður latin annað hvert ár, fyrstu ferð í 1965 fekk íslendingurin Hafliði Í 1986 ” Hallgrímsson hana rå var hon 75.000 kr. Men næsta ár verður hon vænt- andi hækka. í 125.009 kr