Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 20. oktober 1987 Útgevari: P/f Sosialurin = Abyrgdarbladstjori: Jan Múter Telefon 118 20 Argjavegur 25, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Biaðfóik: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Samferðslu- útbygging HÓAST tosað og skrivað verður um at okkara hevuðsvinna, fiski- vinnan, er í trupulleikum, og at vit tí eiga at vera meira varnir við nýggjum iløgum í fiskivinnuna, so tykist einki mark vera fyri, hvussu nógvan pening okkara samfelag skal brúka til útbygging av samferðsluni. Í LØTUNI eru tvey berghol í gerð og fleiri standa fyri og bíða. Vega- netið verður útbygt og sam- ferðsluhavnirnar verða gjørdar betri og tryggari. Afturat hesum verður so eisini tosað um at gera tunnil undir Vestmannasund og at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Tad tykist sum um alt letur seg gera i Føroyum. LAT tað verða sagt beinanvegin at neyðugt er at gera iløgur í okk ara samferåslunet. Føroyar eru oyggjaland og tískil er náttúrligt at vit lata pening til at betra um sambandið millum ymsu búpláss- ini í landinum. VIT halda tað vera rætt at gera berghol millum Lopra og Sumba, tí verandi veganet hevur prógv- að, at tað er alt ov vandamikið at lata til standa. Tað er eisini rætt at gera berghol millum Kaldbaks- botn og Oyrareingir. Hetta er ein skilagóð iløga. Tað er eisini rætt at útvega sandoyingum eina betri samferåsluhavn og eitt nýtt ferðafólkaskip. Alt hetta eru út- byggingar, sum leingi hevur verið tosað um at fremja, og tí er bert gott, at sitandi landsstýri hevur sett tær í gongd. EITT annað er so ætlanin at gera nýggjan flogvøll á Glyvursnesi og tunnil undir Vestmannasund. Í hesum tíðum, har virksemið í landinum er alt ov stórt, og har tað verður tosað um ringar tíðir fyri partar av fiskivinnuni, har kann tað ikki vera rætt at fara undir gerð av nýggjum flogvølli um somu tíð, sum menn arbeiða við ætlanum at betra sambandið til og frá verandi flogvølli. HER má landsplanlegging inn í myndina so tað forslær. Lands- myndugleikarnir mugu sláa nev- an í borðið og vísa, at teir meina nakað við tað, tá sagt verður, at virksemið í landinum má minkast og landsplanlegging má meira inn í myndina. Teir mugu gera greitt, hvørvitt teir halda bygging av nýggjum flogvelli vera kommunumál ella landsmál. Eftir okkara tykki hoyrir bygging av einum nýggjum flogvelli bara heima sum landsmál og eigur málið sum so at vera við í eini langtíðarplanlegging. SUM stødan er nú, so eigur alt at verða gjørt fyri at betra um sam- bandið til og frá Vágoynni, so- leiðis at verandi flogvøllur verður at liggja betur fyri. Og her kem so tunnil undir Vestmannasund inn í myndina. Er tað tekniskt og bú- skaparliga forsvarligt at fara und- ir hetta projekt, so eiga vit at gera tað. Og tá eiga vit at lata ætlanin- ar at byggja flogvøll á Glyvurs- nesi í hvussu so er bíða. Og hvør- vítt vit skulu hava ein flogvøll afturat ella ikki, tað eiga okkara landsmyndugleikar at gera av. Og eingin annar. jamii Nu er loyvt at koyra vid pikadekkum. Servisumidstødin hevur alskyns dekk til veturin, bæði vetrardekk og heilársdekk. Vit hava bæði Michelin og Bridgestone dekk, júst til bil tygara. Nýggj píkamaskina er eisini komin á Servisumistødina. Við hesi kunnu vit seta pikarnar í eftir stuttari løtu. Til lastvogns- og gravimaskinueigarar. Nýggj dekkmaskina er á Stødini. Vit skjóta eisini píkar í lastvognsdekk. Alt verður gjørt fyri at kunna avgreida kundar okkara so skjótt sum gjørligt. Ringið og avtalið tíð. Ímeðan tit bíða skifta vit dekkini og avbalansera hjólini. P/F SERVISUMIÐSTOÐIN v/ Byrger Heinesen, tlf. 56159 BJÓÐA IKKI MÆRI!