Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A 0 i tunnum tráð Skuldin er vorðin so stór, at tað er ein spurningur, um Tøtingarvirkid í Gøtu yvirlivir. Moguliga fer virkið í sjålvbodna likvidation. I dag er fundur millum eig- ararnar og lånistovnarnar um stoðuna. Tað eru ikki bert partar av fiskiflotanum, sum hava ilt vid at fåa endarnar at røkka saman. Eisini idnadurin å landi hevur trupulleikar. Eitt av okk- ara rættiliga gomlu idnadarvirkjum, Tøtingar- virkið i Gøtu, er í stórum fíggjarligum trupul- leikum. Minkandi útflutningur og ein steðugt vaksandi skuld hesi seinastu árini hava gjørt steðuna hjá hesum okkara einasta stóra tetingarvirki so mikið álvarsliga, at vandi nú er fyri at virkið fer í sjálvbodna likvidatión. Eigararnir av virkinum, einkjan eftir Olav Greger- sen, sála, og bern teirra, skulu í dag hava fund við lánistovnarnar at viðgera ta torferu steðuna. Enn kann ikki sigast við vissu, hvat úrslitið verður av hesum fundi, men ein møguleiki er so tann, at virkið fer í sjálvbodna likvidatión. Stór skuld Sum steðan er vorðin kann virkið ikki halda fram. Skuldin sigst vera uppi á 20-25 mill. kr. og verður hon bert at vaksa enn meira, um ikki okkurt verður gjørt. Ein sanering av skuldini við eini sjálv- bodnari likvidatión tykist vera ein seinasti megu- leiki at fáa virkið at koyar víðari, um so er, at ver- andi eigarar ella onnur vilja halda fram við virk- inum. Fólk uppsøgd Enn verður arbeitt á virk- inum. Men stutt herfyri vórðu øll tey timaløntu uppsegd og somuleiðis tey fastløntu. Tey hava so longri uppsagnartíð og eru tí enn í arbeiði. Tá mest var at gera á Tetingarvirkinum fyrst í 80-unum, vóru uml. hálvt- hundrað fólk til arbeiðis har. Tða er so minkað nak- að, men til nýliga vóru umlieið 30-35 fólk í arbeiði á virkinum. Vandi er nú fyri, at tey øll missa ar- beiðið. Útflutningurin minkaður Tetingarvirkið framleiðir fleiri ymsar verur úr ull, mest feroyskari, men úr útlendskari ull. Tað veri seg skipstroyggj- ur úr grovum ftógvi, myrkamorreyðar troyggj- ur, føroysk undirklæði, troyggjur úr fínari tógvi og annað við. Tað mesta verður gjørt við maskinum á virkinum, men nakað verður so eisini gjørt uttanfyri virkið. Tað eru fólk, sum fáa tógvið sent frá Tetingarvirkinum og binda heima. Hóast virkið er næstan 27 ára gamalt, so var tað í 1982, at veruligt gongd eisini Mong hava keypt sær mangt gott plaggið í Getu. Goymslurnar eru fullar og óvist er, hvussu verður við framtíðini hjá hesum idnadarvirkinum Nr. 120 22. oktober 1987 kom á framleiðsluna. Tá luttók virkið á eini stórari framsýning í Keypmanna- havn og eydnaðist at fáa ein sera stóran sáttmála uppá feroyskar troyggjur. Tað var Ólavur Greger- sen, sáli, sum tá stóð fyri virkinum, ið fekk henda sáttmála í land. Sáttmálin var uppá meira enn 30.000 troygg)- ur og so eitt rættiliga stórt tal hvert fylgjandi árið. Ymsar nýggjar iløgur vórðu gjerdar á virkinum í Getu og fleiri fólk sett í arbeiði fyri at ganga hesum stóra og nýggja eftirspurningi á meti. Men hver skuldi vita, at útflutningurin so brádd- liga skuldi minka aftur! So varð og uttan henda út- flutning kundi virkið ikki bera tað stóra talið av ar- beiðsfólki. Tað hevur so víst seg, at mong teirra vórðu ikki uppsegd, hóast minni varð at gera. Hetta skal sambært tí vit hava fingið upplýst vera ein av orsøkunum til, at virkið nú hevur upparbeitt so stóra skuld. Hvat viðvíkur minkandi innflutningi, so vísti tað Vandi er fyri, at okkara einasta stóra tøtingar- virki fer í likvidatión. Í dag fundast lánistovnar og eigararnir um steðuna seg rætt og slætt ikki at vera so stórur áhugi fyri foroyskum troyggjum í útlandinum. Orsekirnar kunnu vera ymiskar, eitt nú skiftandi móti og heit- ari vetrar. Nógv á goymslu Hóast útflutningurin minkaði, so hevur kortini verið arbeitt við at fram- leiða foroyskar troyggjur og eru goymslurnar tí eisini á tremur. Í letuni hava tey einar 8000 fer- oyskar troyggjur á goymslu. Nakað verður so selt um summarið, tá ferðafólk vitja henda- vegin, men hetta er so ikki nóg mikið til at virkið kann klára skyldur sínar. Fyri at hava okkurt annað at standa ímóti við, nú eftirspurningurin eftir føroyskum troyggjum bundnar i tí grovara tógnum minkaði alsamt í útheiminum, fóru tey á Tetingarvirkinum í gongd