hósdagur 22. oktober 1987síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 120 — 22. oktober 1987
við at binda troyggjur úr
fínari tógvi, serliga til
heimamarknaðin. Henda
framleiðsla hevur so eisini
víst seg at ganga væl og
er stórur eftirspurningur
eftir hesum troyggjunum
serliga í Føroyum.
Vaskilinja
Men tað hevur so heldur
ikki verið nóg mikið til at
fáa endarnar at rekka
saman. Fyri góðum ári
síðani varð so gjørd nýggj
ílega uppá einar 1-2 mill.
kr. í eina nýggja vaski-
linju og varð farið í gongd
við at byggja ein nýggjan
bygning til vaskilinjuna
Endamálið við hesum
var og er tað enn at fáa
eina mjúkari feroyska
troyggju til útflutnings
við at vaska teroysku ull-
ina betur
Nýggja vaskilinjan hev-
ur síaðið í Getu í meira
enn eitt ár og varð
bygningurin liðugur í
summar. Men orsakað av
fíggjarligu støduni á virk-
inum er gongd so ikki komin á
hetta arbeiðið enn.
Hetta hevur so eisini
gjørt, at goymslan av ull
er full. Umleið 60-70 tons
av feroyskari ull liggja tí í
letuni á goymslu í Getu.
Blaðið hevur biðið eigar-
arnar av virkinum um
eina viðmerking til steð-
una, men teir vilja ikki út-
tala seg fyrr enn fundur
hevur verið við lánistovn-
arnar. Tann fundurin
skuldi vera í dag.
Annars frætta vit, at
við verandi steðu, so
verður virkið ikki ført fyri
at keypa meira av ull frá
fólki. Fyrst má skil koma
á aftur fíggjarligu viður-
skiftini á virkinum og
verulig gongd koma á
aftur framleiðsluna. Kem-
ur ikki ferð á aftur, kann
hetta fáa sera óhepnar av-
leiðingar fyri tey mongu
kring landið, sum vilja
tíðindablaðið
Foto: Kalmar
Fremst á myndini nyggi
bygningurin hjá Tetingar
virkinum, har ætlanin er
at seta upp nýggju vaski-
linjuna. Nú bíðar eisini
hetta í óvissuni
/ „= gl 2%*
“ að
sæ: mr $.
Lítið og einki fólk men
nógv ull og tógv
Í hesum tjaldinum eru 70
tons av óvirkaðari ull.
Goymslurnar eru fullar og
Tetingarivirkið tekur ikki
móti meira ull fyribils
Síða 5
sleppa av við ullina
onkursvegna, og har-
afturat verður land og
fólk okkara eina týdning-
armikla ráveru fyriuttan.
Ullin fer fyri skeyti.
So uppí spurningin um
virkinum í Getu er lív lag-
að, er so eisini spurning-
urin um framtíðina hjá
føroyskari ull tengdur.
Nýggjur stjóri
kom og fór
Fyri góðum ári síðani varð
nýggjur stjóri settur á
Tetingarvirkinum. Tað
var Heðin Hansen. Hann
segði seg fyri stuttum úr
starvinum og sama gjerdi
táverandi nevndarformað-
ur Tórmóður Djurhuus.
Vit hava spurt Heðin
Hansen, hver orsekin var
til, at hann segði seg úr
starvinum. Hann hevur
sum so fáar viðmerkingar
til málið. Sigur, at hann
ikki undir fyrigivnu treyt-
um metti seg kunna loysa
uppgávurnar. Hann vísir
annars á, at teir vóru í ferð
við at byggja upp nýggjar
marknaðir eitt nú í Japan.
— Aðrar viðmerkingar
havi eg ikki nú, sigur
Heðin Hansen
jan