Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 At átaka sæ tíðindablaðið framtíðina Jóannes Dalsgaard hevur skrivað í mong ár — eisini segur — men hann hev- ur ligið og belt oman á tilfarinum — spælt Frænir — og nústaðni er eydnast at fáa eitt úrval av yrkingum út. Tá tú lesur >Framtíðin kemur ikki av sær sjålvari« fert tú ivaleyst eisini at halda, at tað var fyri neyðini, tí eingin av yrk- ingunum er svíkur. Ungar upplivingar Fyrsti táttur eitur sum fyrsta yrkingin „Paradís við myrisnipu«. Hon er hug- lagsyrking, ið fer fram í einum millum- bili, einari stuttari gævustund á náttar- tíð. Paradísið eru geturnar, har eingir bilar koyra, og mýrisnípan minnir yrkj- aran á »våtar teigar« og gummiskógvar. Yrkingin sigur fra einum steðgi í ti ør- vitiskenda gerandisdegnum, og tankar- nir ferðast aftur til einfaldari tíðir. Meðan fyrsta yrkingin er merkt a samanburði millum nú og tá og av aftur lítan so eru vit 1 teimum næstu yrk- ingunum í barnaárunum. »Sum blyggid« er kensluborin og stendur næstan lika so kyrr sum víkin í yrkingini, og mynd og rásegn hosk t aman. Le r ivast ikk at han? i ta í DET g hon fer t } Hon er humorken« sigur frá seiða- bergi. legmanni og holabátum. Og ta sigast skal frá siglingini, verður myndi hendan: og vit sigldu tann vanliga túrin tað summarið: úr Skálavík til Havnar — av vippuni yvir í Vágsbotn vit fluttu daellsvarehuspakkar og blød til skálvíkingar og mjólk til tey tystu bernini í Havn Ein partur av yrkingunum kann nevn- ast modernistiskur — tó at modernisma sum hugtak er heldur enn ikki ógreitt — og í einstøkum føri slepst ikki undan at hugsa um Steinbjørn B. Jacobsen (»Triggjar skitsur«). Tað er jú eisini so, at hesin er komin at ímynda modern- ismu i føroyskum skaldskapi, í hvussu er tad slagi av modernismu, har bert eitt orå stendur å hvørjari reglu. Yrkingarnar i hesum partinum fylgja i ein vissan mun årinum. Paradisnåttin var á krossmessu, síðani komu nakrar summaryrkingar, og so á rað: >Bartals- messa«, »Heystbrøgd«, -Mikkjals- messumorgun« »Mynd« (fyrsta regla: »Hvitur hagi«), »Morgun i november«, »Vetrarkvøld á bygd«. Hesar eru allar lyriskar náttúru- myndir ella myndir úr náttúruni, og tað eydnast stak væl yrkjaranum at bera lesaranum sínar upplivingar og kenslur. Hann hevur nakað av tí sama, sum er so sermerkt í skaldskapinum hjá Heðini Brú, at lesarin suggestivt kennir seg vera til staðar í náttúruumhvervinum, heldur seg kenna ljós, litir, lukt, ljóð. Av teimum nevndu yrkingunum ber »Morgun í november« eitt sindur frá. Er fyri ein part nåtturulysing, men bert fyri ein part, og er eisini yngri. Hon sigur frá eini aðrari sogu. >A fjøllunum« skilir seg eisini eitt sindur frá hinum náttúruyrkingunum. Tú ert í flestu forum ikki í iva um, at tær fara fram í Skálavík ella har í nánd, tó at hetta ikki verður sagt, meðan vit her eru nærhendis Sandavági. Meginpartin av yrkingini eru vit í einum vanligum fer- oyskum umhvervi, og eygleiðingarnar kundu verið gjørdar allastaðni í land- inum. Bert báðar tær seinastu reglurnar festa yrkingina vestanfyri: »Jatna- garður / Tungufelli«. Seinasta yrkingin í partinum, „Jóan- sekunátt á Hvitanesvegi«, lokar — saman við fyrstu yrkingini — partin inni. Báðar eru yngri yrkingar, og báðar snúgva seg um andsteðuna millum náttúru og tað sum menniskjan fram- leiðir, hvussu menniskjan skúgvar náttúruna til viks, helst vil nokta, at hon er til. Hava bilarnir tikið yvir í bý- num á degi, so eru tó nakrir tímar á náttartíð, tá tú kanst ímynda tær ein friðsælan heim uttan vandamiklar blikk- dósir. Útiferðir Aftaná tann heimliga táttin við spæli í fjøru og haga og náttartúrum í Havnini leggur yrkjarin frá landi og fer út í heim- Nr. 120 — 22. oktober 1987 in, bæði tann vælkenda umborð á fiski- skipi undir Íslandi og New Foundlandi og millum feroyingar í Keypmanna- havn, men hann fer eisini til miðalhavs- lond og vestur til Grønlands. Helvtin av táttinum hevur heitið »Slød eftir skipsdagbók 1957-58« og er ein frålik impressionismukend fråsøgn frå arbeiðslívinum umborð og frá tårum í landi. Lesarin kemur í teimum fyrstu erindunum beint inn í fiskiskapin: Trolið at borði grunnurin hivaður snollarin skramblar ótolin morgunsólin glitrar i kvikum vátum gulum oljuklæddum ørmum stroppin á stroppin av stroppin á stroppin av ein ramur frískur roykur av seltum sjógvi tara og skróvandi ékunnudvrun stendur upp úr netinur le r nakað av i ikk va t viagnus 1) Salld SU SO I Men Jóannes Dal akslunum hjá nekrum, hann dugir sjál ur Í næsta parti av yrkingini verða mót- setningar settir fram. Fyrst hoyra vit um lívið í ti heita, trygga køkinum, har konan >vaskar sær / um stór hvít bróst / framman fyri keksvaskum meðan breyðini ganga«. Tryggari og iheimlig- ari mynd finst valla, og so sum ein brest- ur kemur annað erindi: »Landsynnings- ódn / krokandi trolarar«, og staðfest- ingin: seina vetrarnått í ódn / undir Grímsey<. Her verður heimalívið og sjó- lívið borið saman, og eyguni sum síggja liggja bakk í illveðri, so ikki einki verður gjørt av, tá tað skal sigast frá tí leskiliga heimalívinum. Triði partur av yrkingini leggur fyri við hesum reglum: »Enn minnist eg náttina / tá vit góvust og fóru inn<. Her heldur lesarin helst, at tað er við fiski- skapinum, at teir gevast. Men framhald- ið ger myndina ísandi klára: >Tú varð verandi eftir / onkustaðni har norðanfyri TTT TT mmm Jóannes Dalsgaard: Framtíðin kem- ur ikki av sær sjálvari. Yrkingar 1960-87. Mentunargrunnur Stu- dentafelagsins 1987. Perma: Amariel Norðoy. 107 s. kr. 120. nenna SENN