hósdagur 22. oktober 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 120 — 22. oktober 1987
/ undir ti blonku og svertu fløtu«. Síðani
kemur eitt erindi sum sigur frá barna-
árum vid spæli og hugna, og tað er so-
statt í andsteðu til tey undanfarnu er-
indini. Í seinasta erindi kemur tíðar- og
staðfestingin av hendingini, og mótsetn-
ingar verða bornir fram:
Enn minnist eg náttina
vit góvust at leita eftir Stelluni
og sigldu inn móti heitum kekum
móti gentufavni
til bilar og gággudans
og tú mín barndómsvinur
varð verandi eftir
rekandi onkustaðni
undir tí keldu månaglitrandi fløtu.
>Sleð úr skipsdagbok« er frá meiri enn
einum túri og meiri enn einum báti. Í
miðjari yrking er ein fráfaringarlýsing,
og nú eru vit umborð á línubáti:
Kaldari sjón enn ísur og sjógvur
sæð úr einum egningarskúri er ikki til
— tað skuldi so verið ein brosandi
hegramaður
ella ein diktator á vitjan í barnagarði
Seinastu reglurnar vísa, at hóast til-
farið er frá 1957-58, so er ein partur
skrivaður seinni. Í innihaldsyvirlitinum
sæst eisini, at yrkingin er frá 1975.
Sipanin til hegramannin ger avbrot í
yrkingaheimin, flytur hann frá skipslív-
inum og fram til politiska stríðið í Fer-
oyum í dag. Ger eina rivu í ta annars
heilskapaðu yrkingina.
Fimti partur er frá túri í landi í Har-
bour Grace og ger eina livandi mynd av
veitslurómanum, tá feroyingar hittast í
fremmandari havn. Hon vísir eisini,
hvussu væl yrkjarin dugir at ramma
yrkingar inn. Fyrsta regla er: >Tann 6.
juli løgdu vit at i Harbour Grace«, síðani
hoyra vit um ølstovur og føroyskan
dans å bryggjuni, og endareglan er: » —
jóladagar<. Lesarin veit, at tað er há-
summar, men ivast um somu tíð ikki í,
at tað eru jóladagar í New Foundlandi.
Nakrar lýsingar eru afturat frá lívin-
um umborð, men so koma teir heim-
aftur, og nú skal frásegumaðurin undir
tað veruliga lívið, nú hann fer í land >við
whisky og sigarettum í míni gomlu
madrassu«.
Eftir minum tykki er tad eydnast
yrkjaranum væl at geva eina lysing
bædi av skipslivinum, men kanska ser-
stakliga av, har tankarnir ferðast, tá tú
ert langt heiman, og hvussu gerandistil-
veran á landi kemur at standa í einum
undurfullum lýsi.
Seinna helvt av táttinum er sett sam-
an av yrkingum úr Frankaríki, letu-
myndum úr Keypmannahavn íblandað
lítan heimeftir og at enda tvær yrkingar
úr Grenlandi, yrktar við tjúgu ára mill-
umbili. Hetta sæst eisini greidliga á
yrkingarlagnum. Tann fyrra, »Undir
sólarfjellum<, er meodernismukend,
assosierandi við einstøkum orðum,
náttúru- og mannalýsing frá avtoftaðari
bygd. Tann seinna, »Nått í Nuuk«, er
meiri beinleiðis politisk og spyr bersøg-
in: >Hvussu leingi fer tú / at hava henda
fóðurtunga gestin / inni á tær?< Sami
spurningur kann setast í eðrum londum.
Dagblaðið vs Allende
Triði táttur er tann mest beinleiðis polit-
iski við yrkingum um Vietnam-stríðið,
um Evu Forest og Franco-Spaniu, um
Chile og Salvador Allende og um Dag-
blaðið og aðrar høgrakreftir, sum gleða
seg, tá einaræðisharrar taka valdið. Eis-
ini her verða mótsetningar tiknir fram,
neyðin og pínan í útheiminum, meðan
vit við botni fyri eyguni hugna okkum:
Í nátt stynjar ein heimur
í markleysari neyð.
Í nátt svevur ein heimur
trygt í vældubbaðum húsum,
har eingi ljóð rekka inn.
Í hesum tátti er eisini tann langa eina-
reðan »Vetrarminni«, sum í einum
erindi fyri og eðrum á baki við speisemi
gjøgnumheklar teir ráðandi í Havn. Yrk-
ingin snýr seg nevniliga um hevuðsstað-
in og tekur steði í herrópinum hjá býráð-
num: >Havnin skal skína!< og vísir síð-
ani, at hetta loysunarorð skal takast við
fyrivarni. Tað er ikki vist, at tann van-
ligi maðurin og teir ráðandi hava somu
fatan av, hvat setningurin merkir:
Á landsynningi luftar so væl
í kjallaraíbúðini
og bernini snora
og gráta av oyrnastingjum
og læknarnir skriva reseptir
og kjallarafereldur renna á apotekið
og hjálpa Elkosin og dropar
og Calcipén ikki so kann
onkur hegnigur býráðslimur
bert kuta trummuhindurnar burt
— tað er bíligari enn at lata
kommununa byggja tíðarhóskandi
íbúðir til kjallarafólkið.
Øll búgva tó ikki i kjallaraíbúðum,
onkur býr á »the sunny side of the
street«:
Og Havnin skinur
millum annað av hegtíðsklæddum
samfelagsstuðlum á veg til
veitslur sum kjallarafólkið
hevur goldið.
Havnin í erður víst nakin fram, uttan
fernis, og lesarin, sum kanska hevur ver-
ið so góðvarin, at hann hevur trúð tí,
sum hevur verið sagt um býin frá al-
mennari síðu, fær nú kroyst friðleysan
ungdóm, bilar og spekulatiónsjerð upp í
andlitið. Havnin er ein svartapottur, har
pengarnir í odd og egg avgera, um trað-
irnar skulu leggjast undir asfalt ella
vera beiti hjá rossunum. Annað og meiri
kemur so ikki upp í part.
Fyrsta yrkingin í tåttinum, »Madur«,
gevur í fáum orðum eina rámandi lýsing
av, hvussu leikur fer fram í heiminum.
Hon leggur fyri við: »Madur er / mans
gaman« sigur so frá oyðing og eitraan
og endar: maður var / mans gaman«.
Tað gongur ein ófrættarámi av teimum
fáu reglunum, ein farri av apokalypso,
sum eisini kemur fyri í eðrum yrkingum
í táttinum og seinni í savninum. Kjarn-
orkubumban er framleidd og bíðar bert
eftir at verða nýtt.
Tey forfjónaðu
Fjórði táttur er um deyðan og um tey,
sum ikki eru sum vit, vit „tey skørpu«,
ið Tarjei Vesaas letur Mattis í skaldsog-
uni >Fuglane< nevna okkum.
»Summarmorgun á Eiðinum< er
kveða til náttúruna og alt í henni býr,
eisini tey evnaveiku:
barn mítt
framtíðin er í nánd
eftir ár í útlegd
uttan eins og innanlands
Hon vísir eisini til yrkingina >Heim-
koma til fremmant land« við undirtitlin-
um: »Einkarsystur á deyðastrá<. Í poet-
iskum myndum verður lagnan hjá teim-
um »Ødrvisi« lýst, fyrr send av land-
inum, síðani »heimkoma til fremmant
land / við kendum andlitnm«. Yrkingin
er persónlig, men júst styrkin í ti per-
Jóannes Dalsgaard
sónliga ger, at hon hevjar seg upp og
gerst algildug mynd av mannakorum.
Enn rennur åin
Seinasti tåttur í savinum byrjar við at
gera lesaran varan við, at tilveran er
hótt. »Ryggså« sigur frå, at »Enn renn-
ur åin«, »enn eru síl i Ryggså«, »enn er
mjólkin drekkandi / eina stund«. Vand-
in, sum hongur uppi yvir okkum hevur
ikki enn rakt, men møguliga er tað bert
ein tíðarspurningur? Og vandin er um-
framt dálking og vanligur fanansskapur
manna millum — hungur og hall í einum
parti av heiminum, meðan ein annar
partur hevur stórar trupulleikar við
ovurframleiðslu á ellum ekjum —
hevuðsvandin er kjarnorkubumban og
henni í helunum kjarnorkuverkini.
„Meðan vit bíða eftir framtidini« og
„Eitt tjaldur í Dounreay« eru báðar um
kjarnorkuvandan. Tann seinna um verk-
ið í Dounreay, og hvat ið kann henda,
hóast trygdin er hundrað prosent,
minst. Hin fyrra er ræðumynd av kjarn-
orkutýningini, og tá hevundin vaknar úr
marrudreymi kemur hetta erindið:
Men eg sloti á nátt meðan barn mítt
svevur
trygt undir mínari lið
eftir pumpuslegunum sum alda —
í mjúka myrkrinum
eftir einum endaligum milliardrødda
nei
ella tí endaliga brestinum.
Ivin, óvissan er næstan tað ringasta.
Latið okkum steðga ervitisfiskunum,
áðrenn tann endaliga brestin. Hongur
ein hóttan uppi yvir tær nóg leingi, er
tað nærum ein lætti, tá ið hon verður
sett í verk. So avlagaður er heimurin, at
tú ert líka við at krevja gongd á, bara
annan vegin, so má rekka ella stekka.
Seinasta yrkingin, »Framtidin«, eggj-
ar til stríð. Hon ger fyrst greitt, hver
framtíðin er: bernini, regnið, fiskurin,
taraskógvurin, hverjum tú heldur við: tí
veika ella tí sterka. Men tú fært hana
ikki latna upp í hendurnar:
Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari
hon má skapast
hon má takast
frá teimum sum hava tikið sær
einarætt
til hennara.
Ørindid omanfyri, sum er tað seinasta
í savninum og haðani tittulin stavar,
umboðar stak væl steðutakanina hjá
yrkjaranum, ein steðutakan sum ferð
eftir ferð kemur til sjóndar í yrking-
unum: tað snýr seg um at vera virkin,
ella verða bæði tú og heimurin reyv-
rendir av hegrakreftunum. Sum tittulin
jú sigur: einki kemur av ongum.
Friðsæla — hóttan
Yrkingasavnið er býtt í fimm tættir, og
hvert táttur hevur sítt sermerki, og um
somu tíð er ein logisk gongd frá byrjan
til enda. Í stuttum kunnu tættirnir lýs-
ast soleiðis | Barnaár, Il Unglingaår,
III Vaksnaár við politiskum stríi, IV
Deyðin, V Framtíðin sæð í lýsinum av
týningarhóttan. Gongdin kann í hevuðs-
heitum sigast at vera frá friðsælu um
ágang til lívsoyðandi hóttanir. Mót-
setningurin friðsæla-hóttan kemur
mangan fyri og er ein hevuðsstrongur í
savninum.
Savnið er ikki merkt av trallandi
bjartskygni, hinvegin er tað heldur ikki
svartskygt — hygg bert at teimum frá-
líku náttúrulýsingunum. Men politik-
arin og yrkjarin Jóannes Dalsgaard —
teir eru báðir til staðar í savninum — ger
tað heilt greitt, at um vit ikki taka
okkum um reiggj, so verður meguliga
eingin framtíði.
Jógvan Isaksen
AAA 2 TS