Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Foroya Elementvirki við Norðskála: - 7 næsta år — Eg vænti, at vit yvirliva, sjålvt um skrædlid kemur, ti vit hava so fjølbroytta framleiðslu, Bileggingar sigur Jógvan Waagstein, stjóri á Føroya Elementvirki við Norð- skála Trý elementvirki eru í landinum, men nógv tað stersta er Feroya Elementvirki vid Nord skåla. Har arbeida 45 folk, handverkarar, arbeids- menn, skrivstovufólk og bilførarar. Elementvirkid ger ele- ment til havnir, bryr og hus og bygningar av yms- um slagi. Ikki nakad åvist slag av elementum, men alt, sum kann stoypast og flytast. Nógv verður bygt i Før- oyum hesi árini, og ikki stendur á hjá teimum á betongvirkinum at fáa ar- beiði. Fram til februar verður framleiðslan í hvussu er stútt. — Men eg vænti ikki tað stóra til várs, tí tað merk- ist, at nú fer at tátta í í Feroyum. Byggiyrkið merkir tað altíð fyrst. Tað verður fyrst rakt, tá tað stóra skrædlið kemur. — Sjálvur vænti eg kortini, at Elementvirkið fer at yvirliva, tí vit hava so fjølbroytta framleiðslu, sigur Jógvan Waagstein. — Sjálvt um negdin, vit gera, fer niður í tað hálva, skuldu vit klárað okkum, sigur hann. Ískoyti aftrat timalønini Arbeiðið á Elementvirk- inum byrjar klokkan seks um morgunin, og tey Nr. 1 — 4. januar 1986 flestu gevast klokkan 5-6, men nakrir arbeiða til klokkan átta um kveldið, og fleiri eisini leygardag. Fólkini fáa tímalen eftir sáttmálunum og eitt ískoyti aftrat. Ískoytið gevur virkið fyri ikki at missa fólkið. — Vit hava ikki yvir- bjóðað i løn fyri at fingið fólk. Heldur ikki hava vit sekt eftir fólki uttanlands, sigur Jógvan W aagstein. Nakað fólk hevur virkið mist til aðrar fyritøkur, sum hava yvirbjóðað, men tað hevur ikki verið nakar stórur trupulleiki. Onkrir hendinga útlendskir hand- verkarar hava arbeitt á betongvirkinum, men tað hava verið menn, ið upp- runaliga eru konir til Feroya til onnur arbeiðs- pláss. Beinleiðis trot á arbeiðs- megi hevur Elementvirkið ikki. 4-5 góðar handverk- arir afturat høvdu komið væl við, sigur Jógvan W aagstein. Hann heldur tað ikki vera verri fyri virkið, at tað liggur í Sundalagnum. Ikki bara tí tað er mitt í landinum, men arbeiðs- plássini eru ikki so nógv har á leið, og tí er Elementvirkið betur fyri við fólki, enn tað hevdi Elementini viga upp í 10 tons hvort, arbeitt verður við kranum, og tí ræður um at vera ansin á einum slíkum arbeiðsplássi. Á Betongvirki leggja tey stóran dent á, at alt fólkið nýtir hjálm Foroya