Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 22. oktober 1987 verið, um heimstaðurin var eitt nú í Havn. Og har- við steðast fólkið eisini. Virkið gongur rímuliga væl, og umsetningurin í ár verður 20-22 mill. krónur. Dýrur flutningur Tað er ógvuliga dýrt at flyta elementini úr oyggj í oyggj. T.d. er tað dýrari at flyta element av Norð- skála til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta ele- ment av sama slagi úr Danmark til Klaksvíkar. — Skait tú um firðir, so kostar flutningurin, sigur Jógvan Waagstein, sum harvið ikki sipar til farma- gjøldini. Tá lastbilurin kemur til Leirvíkar, noyðist bilferarin ofta at bíða. Hann kann heldur ikki vera vísur í at sleppa við ferjuni. Tað sama kann henda, tá hann skal yvir aftur um fjerðin. Hver minutiur kostar virkinum nógv, tí bil forarin skal sjálvandi hava fulla len í spilltíðini. Gleða seg til bergholið Nógvastaðni er trupult hjá teimum stóru bilunum at koma fram. Serliga eftir smelum bygdavegum, har útsýnið ofta eisini er vána- ligt. — Vit gleða okkum nógv, til bergholið kemur millum Signabe og Kald- baksfjørd. Tað verður ein stórur lætti, tí um veturin er ikki altíð líka týdligt at skula niðan á Oyggjar- vegin við teimum tungu bilunum, sigur Jógvan W aagstein. 3-4 lastir av elementum verða koyrdar út av virk- inum dagliga. Elementvirkið ger ele- ment til fleiri sterri bygn- ingar í landinum, flaka- virki, handilsbygningar, skúlar, vatnbrunnar, set- hús o.a. — Vit eru eitt lítið sindur afturút, mer tað er ikki nógv. Ofta bíleggja fyritokur element, og skulu helst hava tey dagin eftir. So skjótt kunnu vit tó ikki bera at, sigur Jógv- an Waagstein. Element- virkið kann gera 200 fer- metrar av veggi um dagin og 80 fermetrar av dekk- elementum. Umframt ele- ment til bygningar gera tey eisini ein hóp av stein- um til alivinnuna. randi Tað er ødrvisi at búgva á bygd enn t.d. í Havn. Arbeiðið er har meira enn arbeiðs- tímarnir á arbeiðsplássinum. Tá grindaboð eru, liggur virkið eftir litl- ari lotu lamið, og nógu fólk eru eisini burturi, tá fjøllini skulu gangast. — Onkuntíð kemur tað eitt sindur illa við, tá ein nogd av elementum skal av húsinum næsta dag, men tí mugu vit liva við, og eg vildi kortini ikki ynskt, at virkið lá í Havn, sigur Jógvan Waagstein tíðindabaðið sQSialurin S íða 13 Heilbrigdið ger nýggj tiltok móti alkoholismuni Heilbrigdið hevur hús á Velbastað til viðgerðar- heim. Nú leigar felagið eisini høli í Havn Felagið Heilbrigdið hevur leigað ovastu hæddina í Vogue í Magnus Heina- sonargøtu i Havn. Hølini skulu nytast til skriv- stovu og til tænastu fyri fólk við trupulleikum Ætlanin er at hava ambulatorium, familju- ráðgeving, stuðulsbólkar, sosialráðgevaratænastu, fyrilestrar um alkohol- ismu, upplýsa skúlarnar og at leiga út filmar til undirvísingarendamál. Heilbrigdið er sjálveig- andi føroyskur stovnur, ið Landsstýrið = (Almanna- stovan) hevur eftirlit við. Heilbrigdiå er íkki knytt at nøkrum felags- skapi, men arbeidir neyvt saman við eðrum við- gerðarheimum, ið verða rikin eftir »minnesota- modellinum<, eitt nú Vogur í Islandi Tað hevur ikki kostað stovninum eitt oyra at út- búgvið starvsfólk uttan til ferðaútreiðslur. Starvs- fólkini skulu virka m.a. sum ráðgevar á ambula- toriinum, og ein stórur partur av tí arbeiðinum verður ólentur Okkara hugsan á Heil- brigdinum er, at tá ein ikki skilir okkum, er orsøkin, at vit hava verið ógreið. Men alkoholisturin skilir okkum, tað vísa úr- slitini av viðgerðini. Tað eru eisini tey, sum skilja hetta, eitt nú felags- skapurin Losjan, sum leigar heli út til AA- fundir. AA-fundirnir eru óheftir viðvíkjandi trúgv, politikki og stríðsspurn- ingum. Einasta endamál er at vera edrúur. Lýst verður seinni, nær skrivstovan letur upp. Tað verður umleið hálvan november. Heilbrigdið Lesnaður til alla familjuna