Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Byrja nú ringvegin - vviri við | Strond á Nr. 121 — 24. oktober 1987 Gera fyrst 400 metrar frá Dj. í Geilsgøtu og úteftir Tórshavnar byråd sam- tykti á fundi hóskveldið at taka av tilboðnum frá byggifelagnum G. Waag- stein um at gera tað fyrsta petti av ringveg- num Yviri við Strond. Í fyrsta umfari skulu 400 „metrar av vegi gerast, frá Dj.í Geilsgetu og úteftir. Sjálvt vegarbeiðið fer at kosta 5,6 mill. krónur. Afturat tí kemur annað arbeiði fyri 1,3 mill. krón- ur. Íroknað er ikki endur- gjald fyri hús og lendi, ið mugu dvína fyri vegnum. Tað er bára á hesum teininum, at hús standa í vegin. Ein bygningur, Skinnsølan, er flutt longur oman, og býráðið samráð- ist við aðrar húsaeigarar um at flyta hús. Kostn- aðarmeting fyri alt hetta varð ikki nevnd á býráðs- fundinum. Tað er alt uttan um tilboðið. Býráðslimirnir vóru sjáldsama samdir um ringvegin. Fleiri teirra fegnaðust eisini um, at tað er eitt feroyskt byggi- felag, ið skal gera arbeið- ið. Vegurin verður 16 metrar breiður. Tað helt Páll Petersen vera heldur ríkiligt, tá ekið er so tættbygt. Tríggjar metrar breiða gongubreyt helt hann vera óneyðuga. Tað helt Essa Arge ikki. Tað er eitt natúrvakurt eki, har fólk ganga, og súkklu- breyt verður óivað eisini gjørd. Varðveitið fjøruna Petur í Gong tosaði um, at tað hevði verið rættast at lagt vegin so langt sum gjørligt oman móti sjó- num. Zacharias Wang gjørdi vart við, at tá fylt verður út uttan fyri Skansan í sambandi við havnararbeiði, hevði meguleiki verið fyri at lagt ringvegin uttan um Skansa. Tað tosið dámdi ikki Tórfinni Smith, sum ávaraði ímóti at fara oman í fjøruna við vegnum. Tað lendið má hava frið, segði Tórfinn Smith. Tá eitt mál er til við- gerðar, verða ofta fleiri onnur mál eisini havd á lofti. Ringvegurin fer at avlasta vegirnar inni í bý- num fyri ta tungu ferðsl- una. Tórfinn Smith eftirlýsti eini heildarloysn, ið bý- ráðið hevur sagt seg ar- beiða við fyri ferðsluna inni í býnum. Á býráðs- fundi fyri fleiri mánaðum sían mælti Tórfinn Smith býráðslimum til at nokta tí tungu ferðsluni at fara gjøgnum býin ávísar tíðir á degnum. Tað skuldi tak- ast við í heildarloysnina, og Tórfinn Smith vildi nú frætta, hvar heildarloysn- in bleiv av. Hann heitti eisini á rettu viðkomandi um skjótast gjerligt at fáa tikið prinsippavgerð um, hvar ringvegurin i Marknagili skal liggja. Løgreglan letur standa til Poul Michelsen, býráðs- formaður, helt tað vera torfert at beina ta tungu ferðsluna eftir ávísum vegum. Hann helt tað vera ótolandi við ellum bilunum, sum koma inn í landið. = Innflutningurin átti at verið avmarkaður, helt hann. Býráðsformaðurin ilsk- aðist inn á legregluna. Lastbilar hava ikki loyvi at koyra eftir Áarvegnum, men kortini koyra teir har dagliga. — Tað er sum um løgreglan ikki sansar ti. Tað sama er við parker- ingini, alt gongur sum Gjøgnum tað mest tætt- bygda ekið Yviri við Strond verður fyrsti tein- urin at gjørdur. ringvegnum best ber til, Poul Michelsen segåi randi Essa tykir synd i minnilutanum — Fleiritalsdiktatur er keðiligt í eini demo- kratiskari skipan, segði Essa Arge á by- ráðsfundi í Havn hóskveldið Tey flestu byrådsmålini, sum verða vidgjørd í bý- ráðnum og koma til at- kvødugreidslu, koma frå byrådssamgonguni. Minnilutin leggur stund- um uppskot fram, men tey koma sjåldan til atkvødu- greidslu. Oftast fåa tey ta viðmerking, at tey skulu takat við í onkra heildar- ætlan. Tí eru tað næstan altíð liðug uppskot, ið koma frá meirilutanum, og minnilutin sær tey ikki fyrr enn tá. Hesa mannagongd hava teir í minnilutanum mót- mælt fleiri ferðir. Tórfinn Smith nevndi tað aftur hóskveldið, at við hesi mannagongd ber ikki til hjá minnilutanum at koma við uppskotum. Ikki bara minnilutin í býráðnum vendir sær frá hesum mátanum at hava býráðsarbeiði. Essa Arge, formaður í byggi- og býar- plansnevndini og parta- maður hjá býráðsfor- manninum, er heldur ikki negdur við mannagongd- ina. — Tað er kanska nakað rætt í tí, at minnilutin ikki verður tikin í álvara. Men tað er sami taktikkur, sum nýttur verður í Leg- tinginum. Vit hava tikið við ringari læru, hann. — Vit hava fleiritals- diktatur. Tað merkist væl í býráðnum, og mær hevur ofta tókt synd í tykkum í minnilutanum. Eg vildi at vit kundu arbeitt meira saman, at tað var meira nevndararbeiði, í staðin fyri at liðugt seymað upp- skot verða løgd fram. Stóð tað til mín, hevði eg tikið minnilutan meira up beiðið. — Tit hava ikki altíð fingið líka mjúka viðferð, men tit hava nú ikki altíð verið líka mjúkir sjálvir, segði Essa Arge. — Tað er keðiligt, at tað skal vera so í eini demo- kratiskari skipan, segði hann. segði randi