Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bjóðar brúkarunum upplýsing — Brúkarafelagið aðalfund fund mikukveldið Hverji rættindi og hverjar skyldur hevur brúkarin mótvegis seluliðnum og hverjar meguleikar hevur hann at verja sín rætt? Hetta er evni á almenn- um fundi í Mettustovu mikukveldið í næstu viku kl. 20.30. Fríða Patursson, advo- katur, fer at greiða frá. Brúkarafelagið, sum skipar fyri, vónar at síggja umboð fyri selu- liðið á fundinum, so eitt tjak fæst í lag. Brúkarafelagið hevur eisini aðalfund miku- kveldið. Hann er kl. 20.00. Prísir og lógir Ársfrágreiðingin hjá nevndini sigur millum annað, at felagið í farna ári hevur vidgjørt 81 mál. Nógv skriv eru send landsins myndugleikum. Felagið hevur gjørt vart við parkeringsviðurskift ini við Tjaldurs apotek í Havn. Svarið er, at hetta bert eru fyribils trupul leikar og tí verður einki gjørt. — Vit eru ikki nøgd við hetta svar og hava ti enn eina ferð vent okkum til Landsstýrið, sigur nevnd in í Brúkarafelagnum. Felagið hevur fleiri ferð- ir eftirlýst matverulógini og vist á vandan fyri, at Føroyar gerast »dumping land« fyri matvørur, sum rannalondini ikki vilia hava, tí lóggáva teirra forðar fyri tí Brúkarafelagið hevur biðið Løgtingid gera regl- ur, sum forða handlum at geva gávur aftur við keypi ella brúka kappingar við tilvildarligum vinningum fyri at ekja um seluna. — Lógin um eydnuspæl, sum kom í gildi í mai 1987, sær ikki út til at tarna hesum slagi av handli munandi, sigur nevndin í Brúkarafelag- num. Víðari stendur í ársfrá- greiðingini, at felagið fleiri ferðir hevur víst Prísráðnum og almenn- inginum á, hvussu óhepp- A tað er, at summir handl- ar selja verur fyri prís, sum er lægri enn inn- keypsprísurin, fyri sonevndan dumpingprís Hetta ger, at príslagið verður so kámt, at ógjer- ligt er at fylgja við, hver veruligi prísurin er. — Hesin príspolitikkur kann lættliga føra til, at småhandlar als ikki verða kappingarferir. Og hetta fer í seinasta enda at raka brúkaran. Nevndin í Brúkarafelag- num fegnast um, at Prís- ráðið er farið at gera lógar- uppskot um millum annað hetta. At felagið arbeiðir við hesum máli, skuldi verið prógv um, at felagið als ikki er úti eftir småhandl- unum, verður sagt í árs- frágreiðingini. Prísáseting og -merking Brúkarafelagið arbeiðir eisini við eðrum prísmál- um. Felagið sær tað sum sína skyldu at vísa á, tá hámarksprísir, Prísráðið hevur ásett, ikki verða hildnir. Demi eru viku- blødini. Er vinningurin ov lítil, eigur Prísráðið at broyta hann, so blaðsel- urnar ikki noyðast at brota reglugerðina Login um priseftirlit sigur, at allar verur eiga at vera týðuliga prís- merktar Tað eru tær ikki, sigur Brúkarafelagið og leggur afturat — Eitt, sum órógvar okkum er, at handlar, sum fåa sær kassaterminalar vid laseravlesing, gevast at prismerkja. Prismerking er fram- vegis besta sammetingar- grundarlag. Dagblaðið Brúkarafelagið fær nógv- ar fyrispurningar og kær- ur, flestu eru um vantandi tænastu í sambandi við brek í garantitíðini og vantandi endurgjald fyri verur við breki. Og so sigur nevndin: — Alt ov ofta gloymir *'Aindahlað og almennan brúkarin, at hann eigur at krevja sín rætt í sambandi við keyp. Hann hevur rætt til prógv fyri keypið, eitt nú kvittan. Viðvíkjandi skrivingini í Dagblaðnum ber til at fáa ta fatan, at hetta er ein træta um prís. Men so er ikki. Talan er heldur um keypstrygd. Tað vil siga, brúkarin eigur at kunna vera vísur í at fáa ta tænastu, hann hevur rætt til sambært lógini. Almenni fundurin miku- kveldið verður beint aftan á aðalfundin. hd Brúkarafelagið fylgir væl við kanningunum hjá Priseftirlitinum, og teim- um avleiðingum, tær fáa. Nýggjasta priskanning- in er um máling og mál- ingaramboð. Nú fer Pris- eftirlitið at kanna um handlar smyrja ov tjúkt á prisleparnar. Framhald av sidu 1 tey fáa endurgoldnan verður minni og minni, sum árini ganga, tí tann læknaviðgerðirnar dýrka av og á. Harry Johansen sigur, at tað kemur sjúkrakass- unum illa við, at ríkis- stuðul ikki fæst til tann- læknaviðgerðir. Sjúkra- kassarnir noyðast nú at brúka av tiltakspengum, ið annars kundu verið nýttir til onnur endamál. Tórbjern Mikkelsen, formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Feroya, segði við Sosialin í sein- astu viku, at felagið fer at kalla tannlæknarnar inn til samráðingar. Nær tað verður, er framvegis óvist. Nevndin í Meginfelag Sjúkrakassa Feroya skal fyrst hava fund, og tann fundurin er ikki ásettur enn. randi Havnar Taxi KOyrir ikki vegna tekn- ISKt Drek cy FA BSBBBBBBBBBBBA - VDDDDDDDDDDDDDIDDDDDDT Føroya Koyriskuli v/ Jákup Andr. Mohr Suduroyarvegur 11 FR-100 Tórshavn Telefon (298) 13300 UUO... N er lMlMMMMMMlsbMQ