Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 23. oktober 1987 r » Síða 4 tíðindablaðið sgsialurin Vildi birta undir . domsarbeiði i Skansastovu Uppskotið hjá Javnadarflokkinum í Térshavnar byråd aftur sent i nevnd. — Til atkvoðugreiðslu fáa tit tað aftur, segði Poul Michelsen, býráðsformaður 9. apríl í ár sendi Javn aðarflokkurin í Tórs- havnar býráð eitt uppskot til býráðið um frítíðarvirk- semi fyri ung. Skotið varð upp, at býráðið setti ein vegleiðara saman við Skansastovu at byggja upp eitt fjølbroytt og inni- haldsríkt frítíðarvirksemi fyri ung. Hetta virksemið skuldi kunna nýtast sum fyrimynd hjá eðrum frí- tíðar- og ungdómsfelogum í býnum. Síðan hevur eingin frætt aftur frá uppskotin- um, fyrr enn Leivur Johannesen og Tórfinn Smith nú kravdu tað aftur fyri býráðsfund. Á býráðsfundinum hós- kveldið greiddi Tórfinn Smith frá, at tá uppskotið varð sent inn í vár, fingu teir at vita, at býráðs- meirilutin hevði eina ætl- an á hesum eki, og teir vórðu tí spurdir, um hetta uppskotið ikki kundi tak- ast við í eina sterri heild Málið fór í mentamála- nevndina, og tað skuldi koma fyri aftur á næsta fundi í nevndini, men síð- an er einki frætt aftur, segði hann Heldur vegleiða Tórfinn Smith greiddi frá ætlanini við uppskotinum Vit hugsa um frítíðar virksemi millum ung, virksemi, ið ikki er í let mi t.v.s annad enn kvøldskular, musikkskul- ar og itrott. Tad, sum ikki er skipad virksemi. Vit vildu geva ungdóminum eitt tilboð afturat, at hava eitt hugnaligt stað í býum og har fáa eina ávísa veg- leiðing. Tað skal vera eitt alternativ til tað óvirkna, dýra og kommersiella indirhaldið i bynum um kveldið. Tað er ov nógv at krevja, at tey ungu skulu finna út av ellum sjálv Vit mugu ikki sleppa teimum upp á fjall, heldur vegleiða tey, segði Tórfinn Smith. Hann vísti á, at Skansa- stova til tíðir hevur virkað væl, viðhvert ikki. Skansastova hevur virk- að, tá fólk hava verið, sum hava havt hegni og hug til ungdómsarbeiði. Tórfinn Smith helt tað vera ov bí- ligt at siga, at ungdóm- urin bara brýtur og oyði- leggur. Í ellum aldurs- bólkum eru nekur, sum ikki bera seg rætt at, og tað gongur ofta út yvir hini. Hann nevndi megu- leikan, at virksemið bæði kundi verið fyri ung og eldri. At eldri kundu nýtt helini um dagin, og tey ungu um kveldið. Í Klaks- vík hava tey fingið eitt dagtilhald fyri eldri fólk, og tá tað ber til í Klaks- vík, skuldi tað eisini borið til í Havn, helt Tórfinn Smith. Jan Christiansen, for- maður í mentanarnevnd- ini, vísti á heildarloysn- ina, sum býráðsmeirilutin ætlar at gera. Ein nevnd skal koma við áliti um árs- skiftið Líka nógv verd Eg skilji ikki, hví tit eru so bangin fyri at lata eina hálva ella eina heila årsløn til eitt slíkt tiltak, tá einki tykist vera í vegin fyri at offra fleiri mill. til tiltøk, sum hava við annan ung- dóm at gera. Fyri mær eru tey, sum liggja og skrúva prut! sundur og saman, líka nógv verd sum tey, ið sita við eitt klaver ella renna uppi í Gundadali. Býráðið aftrar seg ikki í at senda fólk niður til Miðal- havið at skriva tónleik, uttan at málið so frægt sum hevur verið í menta- málanevndini. Tað arbeið- ið var umbiðið av býráðs- formanninum sjálvum, frættu vit í sjónvarpinum herfyri. Tað sigur nakað um, hvussu tit arbeiða, segði Tórfinn Smith. Aftur í nevnd Hann helt tað eisini vera legið, at býráðsmeirilutin hevur hildið minnilutan uttan fyri arbeiðið at orða ungdómspolitik. Sjålvur havi eg lagt fleiri uppskot fram, men verði kortini ikki tikin upp á ráð. Jan Christiansen helt ikki uppskotið hjá Javn- aðarflokkinum vera íteki- ligt. Hann helt, at Tórfinn Smith bara slongdi upp- skot fram, illa arbeitt. Jan Christiansen helt ikki, at tað bar til at stuðla einum felag á henda hátt, tí so skuldu øll onnur feløg, sum arbeiða filantropiskt, eisini stuðlast. Ingi Mohr mælti for- manninum í mentanar- nevndini til at taka Tór- finn Smith við í arbeiðið og fáa okkurt skilagott burtur úr. Tá orðaskiftið var av, beindi byrådsformadurin málið aftur í mentanar- nevndina. Tórfinn Smith mótmælti, at uppskotið randi kom greiðslu, atkveðu- men tað bleiv, sum vildi. býráðsformaðurin atkveðu- VIÐ-SUM IKKI AKTAR KOYRISID! Stundum hevur Skansa- stova virkad væl, stund- um veri. Myndin er frå eini vitjan, sum mentanar- neundin hjá býráðnum gjørdi í Skansastovu greiðslu fáa tit tað ikki, segði Poul Michelsen.