Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 122 — 23. oktober 1987 1 "n a A tjónndablaðið Landslæknastovnurin hevur seinastu 14 dag- arnar fingið fleiri fyri- spurningar um MFR- koppingina. Av tí at fleiri tykjast at vera í døpur- huga viðvíkjandi hesi kopping, ið síðan 1. oktob- er í ár hevur verið ókeypis fyri bern í Feroyum, skal her í stuttum verða greitt frá um hetta tiltak Foroayr er seinasta landið í norðurlondum, ið er farið undir hesa kopp- i Danmark hevur nyggja skipanin nu virkad í 10 mánaðir. Orsøkin til. at farið er ing. Í hesa kopping er hon, at serkøn eru komin til eina greiða nidurstødu um gagnið av undir henni. Umframt at sleppa und- an hesum sjúkum í barna- árunum, so er hin stóri vinningurin tann, at kopp- ingin — fær hon nóg góða undirtøku ger, at vit i framtidini fara at kunna basa tey herviligu eftirrak (komplikatiónir), ið kunnu gerast avleiðingar av reyðlingum hjá kvinnum, av fárasjúku hjá monnum og av meslingum. Fær ein kvinna, ið er við barn, reyðlingar, so er vandi fyri, at barnið verð- ur borið við sjúku nevnd rubellasyndrom. Hendan samheild av sjúkueyð- kennum (syndrom) er: Hjartasjúka, heilaskaði, blindni og nógv niðursett hoyrn. Meslingar kunnu hava álvarsligar = avleiðingar, eitt nú heilabruna. Helvt- in av teimum, ið fáa heila- bruna, fáa varandi heila- skaða. Í Danmark hava higartil verið í minsta lagi 10 tilburðir um árið. Um- framt hetta eru nekur, ið fáa varandi niðursetta hoyrn. Fær eitt kynsbúgvið mannfólk fárasjúku, so er vandi fyri, at sjúkan slær seg á eistini (testiklarnar) Tað er tí neyvan nakar lækni ella starvsfólk ann- ars í heilsuverkinum, sum er í iva um, at MFR-kopp- ingin er ein stórur vinn- ingur innan læknavísind- ina. Og tí eiga øll foreldur at gera sítt til, at henda kopping verður framd í sterst meguligan mun. Royndirnar við MFR- koppingini í U.S.A. og Onglandi vísa greitt, at tað er av avgerandi týdn- ingi, at talið av koppaðum verður so stórt sum til ber. Verður bert ein minni partur koppaður, so er vandi fyri, at sjúkurnar gerast vaksnamannasjúk- ur. Til tess at náa á m ál eiga 97-100% av 15 mánaðar gomlu bern- unum at verða koppað og í 12 ára aldrinum í minsta lagi 90%. Bern frá 2 til 11 ár kunnu eisini verða koppað. Kopping av kvinnum móti reyðlingum Kvinnur, ið hava ætlanir um at gerast upp á vegin og sum ikki hava andevni móti reyðlingum í blóð- inum, eiga at lata seg koppa ímóti reyðlingum. Meira enn 95% av kvinn- um, ið ikki hava havt reyðlingar, verða vardar ímóti reyðlingum av kopp- ingini, og hendan verjan heldur sær í nógv ár. Kvinnur eiga ikki at ger- ast við barn fyrr enn 3 mánaðar eftir kopping móti reyðlingum. Er ein kvinna upp á vegin, so má hon ikki verða koppað. Nevndu koppingar verða framda: hjá ellum kommunulæknunum i Føroyum. Í einstekum forum kunnu orsekir vera til ikki at koppa. Lækn- arnir skulu í hverjum ein- støkum føri tryggja sær, at slikar orsøkir (kontra indikatiónir) ikki eru til staðar. Alvarslig hjáárin av umreddu koppingum eru ómetaliga sjáldsom. Undirritaði skal tí við hesum av fullum huga mæla til, at foreldur venda sær til kommunulæknan við atliti til MFR-kopping av bernum teirra. Og kvinnur í burðar- aldri eiga allar at tosa við læknan um spurniugin viðvíkjandi kopping móti reyðlingum, eisini tær, ið halda seg hava havt sjúk- una, tí hon er ofta ring at staðfesta við vissu, av tí at hon kann líkjast eðrum sjúkum, ið elva útslett. Hegni Debes Joensen landslækni Síða 5 10 metrar hogt listaverk Tróndur Patursson ger stórarbeiði Umleið hálvan november fáa fólk at síggja lista verkið, ið Tróndur Paturs arbeitt við í son hevur longri tíð. Hetta arbeiðið krevur nógva tíð Tað er eitt gos- og glas- listaverk, sum skal standa í trappuuppgongini í SMS. Tróndur Patursson stendur eisini fyri at gera sjálva trappuuppgongina, sum somuleiðis verður úr glas! verða 10 metrar heg og standa í einum Rer- verkið á myndini er onnur beinangrindin, Glaslistaverkini gosbrunni. ið er komin