Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn Pí Sosiaturin Jan Múller Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Fyritaksstjori Blaðfólk ljósmyndari: Uppseting: Prent: Friedmann fiasko — Solow succes AMERIKANSKI búskapar- frødingurin Robert Solow hevur fingið Nobels heidursløn í båskaparfrødi. Solow er kendur fyri sina gransking vidvikjandi bu- skaparligum vøkstri. Hann hevur sett upp ógvuliga åhugaverdar og haldg6dar teoriir, um viðurskifti, ið treyta búskaparligan vøkst- ur og fyri hvussuleiðis hesin vøkstur kann tryggjast, uttan at tað nervar samfe- lagsins buskaparligu javn- våg. Grundsjónarmið Solows eru tey, at endamál- ið við øllum búskaparligum virksemi og vøkstri er fólk- sins vælferð. ANNAÐ gevur eftir Solows uppfatan onga meining. Solow er sostatt ein bú- skaparfrødingur, ið liggur á somu kós sum Keynes og hevur hann bygt víðari og á staði Keynes og roynt at til- laga hetta åstødi til okkara tíð. Solow trýr ikki uppá, at búskapurin í einum fram- komnum samfelag eigur at sleppa at ansa sær sjálvum uttan uppilegging frå al- mennari síðu, og hann hev- ur sett fram nógv áhuga- verd uppskot, um hvussu- leiðis tað almenna eigur at leggja karmarnar til rættis fyr einum sunnum og javnt vaksandi búskapi. VIÐ åstødi sínum og við sin- um hugsjónum stendur Solow sum sjálvur mót- setningurin til ein annan nobelprístakara í búskapar- frødi. Vit hugsa sjálvsagt oddagrein um Milton Friedmann, sum er búskaparligur sjef- ideologur hjá Reagan og føroyska fólkaflokkinum. Sambært Friedmann eiga tær sokallaðu fríu markn- aðarkreftirnar at sleppa at virka fullkomuliga ótálm- aðar og serstakliga hevur hann stórt álit á storfyritøk- unum! Tí eigur at verða førdur ein buskaparpolitikk- ur, sum gagnar big business — ella sum tad eitur vid Friedmanns egnu orðum: Gev rossunum ov mikið at eta, so verða spurvarnir mettir av tí, sum rossini leiva. HESIN politikkur hevur ført USA og onnur lond, sum hava lurtað eftir Friedmann út í búskaparligt Oføri. Just í hesum døgum síggja vit itøkiligu úrslitini av bú- skaparligu teorium Fried- manns: kaos í almenna bú- skapinum í USA, kaos á heimsins børsum og kaos í heilanum á Reagan og hansara ráðgvarum við teirra avoldaðu búskapar- ligu sjónarmiðum. Fried- manns búskaparliga heim- speki gjørdist ein fiasko og dyrgoldin lærupengi fyri tey lond, sum hava innrættad seg eftir hesari heimspeki. Vit harmast sjålvsagt teirra vegna, men fegnast um, at tað ikki gjørdist fólkaflokk- urin, sum kom at føra bú- skaparpolitikkin hesi árini, tí so vóru vit illa stodd í dag. jd Nr. 122 — 23. oktober 1987 Andrias í Hvannasundi og sjónvarpið okt. bar sjónvarpið tey boð inn í føroysku heimini, at sagt uppå vanligt før- oyskt talumål — nú hevði Mortan fingið fótin í reyv- ina, bæði á brúnni og á reidaraskrivstovuni. Beiggi hansara Sonni skuldi vera skipari og »Teknocon« skuldi vera reiðari. Í sjónvarpinum í gjár (23. okt.) vórðu so lisin upp nekur brot úr einari rættleiðing frá bankanum (PK-Finans), sum í heildarmyndini og í mun til tað sum sjónvarpið upplýsti hósdagin, vóru sett saman so snildisliga, at »meinigi madurin« fekk ta fatan, at samanumtikid var rættleidingin frå PK- Finans bert fyri småputl at rokna. Tydningarmesta brotid i rættleidingini frå bank- anum varð als ikki nvnt. Tað ljóðar soleiðis: „Viðvíkjandi reidari- num P/F Havfiskur (felag- ið, ið eigur >Andrias í Hvannasundi«), so verður tað áframt rikið av Mort- an Johannesen, skipara. Ti má tað avsannast at aðrir eru reidarar«. Her eigur eisini at verða skoytt uppí, at Mortan als ikki varð eftirspurdur av sjónvarpinum — hverki í samband við >sensatións- tidindini« hósdagin ella jenkasligu rættleiðingina fríggjadagin. Leggið til merkis: Við glæsiligum myndum av tveimum um alt landið kendum breðrum ber sjón- Hósdagin 22. varpið tey stórtíðindi, at annar skal slátrast og hin setast í hásætið. Tá so skrivlig rættleiðing verður send sjónvarpin- um, verður týdningar- mesta brotið í rættleiðing- ini — tað sum bankin bein- leiðis biður um at fáa av- sannað — ikki nevnt. At biðja um umbering fyri ósonn tíðindi eru vit onn- ur deyðuligu ikki von við frá sjónvarpsins síðu, so ta síðuna skal eg lata liggja. Útvarpið hevur nú latið Føroya fólk frætta hvussu leikur veruliga er farin fram, og tekk skulu teir hava fyri tað, um tað var gjert fyri at reinsa um- demi Mortans, og ikki bert fyri at geva arvafígg- indanum — sjónvarpinum — ein »frammanå«, tí tað fær bert prestigu- og evundssnyrilin at snara enn skjótari, tá næsta off- ur skal slátrast. Tað eg vil við hesum orðum er at sýna eitt demi uppá ta ófýsiligu og oyði- leggjandi makt einkar- rættsfjølmidilin sjónvarp- ið kann hava, um hann verður latin upp í hend- urnar á menniskjum, ið vilja eðrvísi hugsandi til »livs« — ella sum leggja maktina í hvenn tað gong- ur út yvir, bert tey sjálvi fáa loyvi at spræna dag- sins allarsterstu sensa- tion inn í føroysku heim- ini. Øll kenna øll i okkara lítla landi, og tað pliktar sjálvandi meira enn í teim- um stóru londunum, at størst meguigt fyrilit verður tikið til árinini á umdømid hjá teimum, ið verða umredd alment. Okkum tervar ikki „sensatiónspressu< í hes- um landi. »Palleba« veit allíkavæl tað, ið vert er at vita um trímenningar sínar, og eru vit ikki ell meir og minni trímenning- ar við hvenn annan? Samdur ella ei við Mort- an — sjálvur eri eg ikki tað altíð — men tað slepst ikki uttanum, at vit í hes- um »svartkjaftadøgum« meira enn nakrantíð áður hava terv á fólki júst sum Mortan — menniskju, ið hava dirvi og vilja at líta inn í framtíðina við bjart- skygni. Verða hesi menn- iskju kevd av sensatións- tíðindafólki og evund, so er í hvussu so er als eingin vón um at svartkjafta- vinnan nakrantíð fer at bera seg. Okkara fremstu skipar- ar, ja, teir teljast óivað millum heimsins allar fremstu innan slíka vinnu — undangongumenninir: Agga, Eiler, Regin v.fl. (nevnini í bókstavareð) — hevur fiskivinnutjóðin Føroyar ikki longur »råd« at satsa uppá. Spurning- urin, ið átti at verið settur her, er: Hava vit ráð ikki at gera tað? Har vónloysi, dapur- skygni og evund valda, verður einki framt. Tá gera bæði 15 og 10 ferðir 15 mill. almennar stuðuls- krónur hverki frá ella til fyri at bjarga svartkjafta- vinnuni. Tormóður Dahl Atli P. Dam spælt falitt sum fiskimálaráðharri Í einum landi sum td. i Feroyum hevur verið van- ligt, at ein ráðharri hevur fiskivinnumál »høvudsmålsøki«. Men i hesum landsstýri hava hesi viðurskifti verið ødr- vísi. Legmaður hevur und- ir sær fyrisitingarmál og uttanríkismál. Tvey rætti- liga stór málseki, sum, hó- ast okkara ríkisrættarligu steðu sum partur av ein- um kongaríki, áttu at ver- ið arbeiði nokk til meira enn tann eina persónin. Umframt hesi stóru máls- eki hevur Atli P. Dam á- tikið sær at rekja Føroya stersta og týdningar- sum sitt mesta målsøki: fiskivinnu- málsekið. Ein kann so Hvussu hevur spyrja: vignast? Gamalt er, at átekur mað- ur sær ov nógvar arbeiðsá- byrgdir, so verður ongin av teimum rekt til lítar. Og so er við fiskivinnu- málum í hesum lands- stýrisskeiði. At siga at lít- ið skil hevur verið á, vil vera at rósa fiskimálaráð- harra Feroya, tí sannleik- in er tann, at onki sum helst skil hevur verið á. Her skal ikki farast út í æsir um manglandi fiski- vinnupolitikk, tí teir »vitugu« taka ikki við læru frå »dårum«, men eini tvey grundleggjandi domi um skilaleysan fiski- vinnupolitikk skulu tó verða nevnd. Hetta verður gjørt í vón um, at eitt komandi landsstýri fer at hava meira umhugsni við teirri vinnu, sum hóast alt er grundarlagið undir eksistensi føroyinga. Fyri árum síðan var, bæði her hjá okkum og kring allan heimin, ein sera stór dýrtíð (inflatión). Hetta ferdi við sær, at prísir og lenir vuksu við miklari ferð. Nevnast kann, at vanliga tímalenin er meira enn trífaldað frá