Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Føroysk morð á føroysk borð Einar Petersen: Deyðin sendir apríl. Krimiskaldsøga. Forlagid Scorpio, Sørvågur, 1987. 93 s. kr. 110.-. Sjálvur havi eg altíð havt áhuga fyri kriminalsegum og havi mangan hugsað um, nær tann fyrsta feroyska mundi fara at koma. Nú veit eg, at onkur fólka- lívsfreðingur ger eitt lop og heldur fyri, at tann og tann segnin júst er ein kriminalsøga. Tað kann vera. Onkur segn — ella sega úr Bíbliuni fyri tað — við brotsgerð og avdúkan av hesari sum evni er helst ikki torfer at finna, men til kriminalsegu í nútíðar merking ger tað hana ikki. (Í hesum viðfangi kann nevn- ast, at so er Sálamon kongur tann fyrsti uppdagarin). Tað eru nógv sleg av kriminalsegum til, og eg skal ikki her fara út í æsir, men hann sum skrivaði ta fyrstu nútímans kriminalseguna var Edgar Allan Poe (1809-49). Í 1841 stóð segan >Morðini í Rue Morgue« í »Graham's Magazine«, og flogvitid, sum fær greidi å gåtuni, eitur Auguste Dupin. Frå honum stavar meginparturin av gitnum gåtuloys- arum, navnframastur er Sherlock Holm- es. Nu er hon so komin, fyrsta føroyska krimisøgan, og høvundin er tann søgu- fr6di sørvingurin Einar Petersen. Hann hevur siglt stóran part av ævi síni, so hann kennir til umhvervini, har >Deyðin sendir april« fer fram. Og her er alt, tú kanst ynskja tær: av- markað persónstal umborð á skipi, vápnasmugling, loynihermenn, morð o.m.a. Aftur at hesum fær lesarin lýsing av fjarskotnum havnum og tilveruni har. Hevuðspersónur er Tóri Eirikson, føroyingur, men hann hevur í nøkur år hildið til i New York. Hann leigar eina lítla íbúð yvir Rick's bar á Atlantic Ave- nue, og tað er júst her, at meklarin Pratt fær lokkað hann umborð á Monrovia- bátin >Tirara< sum dekkari. Men skjótt vísa viðurskiftini seg umborð at vera eðrvísi, enn meklarin hevur sagt fyri Tóra. Longu frá byrjan hevur Tóri ein feril av, at alt ikki er, sum tað eigur at Vera. „Beint sum eg bar eyga við skipið, kendi eg tað, sum treiv ein isakøld hond meg um hjartað, og ein lítið ágangandi ávaringarklokka fór at ringja í heil- anum. >Har umburð ruggar ikki alt rætt!< hugsaði eg. Eg veit væl, at slíkt ljóðar ótrúligt og uppgjert, men trella- skortur er, vælsignað! Eg kundi lært al- heims blómubern okkurt um góðar og serliga ringar »vibrations«, og m/s Tirara, sum hon lå har sveipad i Hudson- toku og trølsligu glæmuna av deksljós- um sínum, reyk ramliga av ófrættum=<. Lesarin fer nú saman við Tóra út á langferðir: Florida, Spania, Suður Afrika og aftur til USA. Heilt einki hendir ikki á túrinum, og meira enn eina- ferð er tað um tað reppið, at Tóri sigur heiminum farvæl. Meiri skal eg ikki siga um segugongdina, tí tað er við kriminal- segum sum við filmum, at ummælarin kann spilla spælið fullkomiliga við at siga ov nógv. Einar Petersen hevur avgjert hegni at skriva krimisegur, hann dugir væl at fáa varhugan hjá lesaranum at flyta seg frá persóni til persón. Tú trýrt, at nú veitst tú, hver er aftan fyri spælið, men nei. Leikurin er flokjasligari enn so. Ofta eru lýsingarnar eisini skemtiligar og ikki sert beinraknar. Sum hendan av einum handilsmanni í einum oyðistaði: »ilatin cowboybrekur við mohammed- anskari heingireyv og eini grenari undir- troyggju, ið var so rivin og holut, at hann kundi havt arvað hana eftir onkr- um, sum var skotin í henni«. Uttan lýti er skaldsegan tó ikki. Fyrst tað málsliga. Mangan er tað dekan og langt millum punktum, og tíðum verða alt ov nógvir eykasetningar krektir upp í ein høvudssetning. Stílurin gerst av hesum tyngri enn neyðugt. Orðabýting- Nr. 122 — 23. oktober 1987 Við deyðanum í hondini arnar eru fullkomiliga tilvildarligar og tí í stóran mun uttan hepi. Men her skal kanska onkur annar enn høvundin last- ast? Onkuntíð heldur lesarin eisini, at tað eru í so nógvar gátuferar ella tilvildar- ligar hendingar, at tann logiski tráðurin er ikki púra óslitin. Hesar atfinningar er kanska eitt sind- ur putlutar, tí samanumtikið er >Deyðin sendir april« ein undirhaldandi og spennandi kriminalsøga. Hon er frálík tíðarstytting. Vónandi heldur Einar Petersen fram við at skriva, so at vit í tí áhaldandi stríðnum fyri feroyskari mentan kunnu siga, at vit nú hava fing- ið føroyskt morð á føroysk borð. Jógvan Ísaksen