Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 233 - 4. desember 2002 Nr. 233 - 4. desember 2002 11 P/F Kemilux Industri og Mjøll hf. í Íslandi gera ein samstarvssáttmála TÍÐINDASKRIV P/F Kemilux Industri í Tórshavn í Føroyum og Mjøll hf. á Akureyri, Ís- landi, hava skrivað undir ein samstarvssáttmála, har Mjøll hf keypir ein triðing av partabrøvun- um í P/F Kemilux Indu- stri. Hinir partaeigarar- nir eru Jóhann Eysturoy, stjóri í Kemilux Industri, og flutningsfyritøkan HH Trans, við Debes Petersen Endamálið við hesum sam- starvssáttmálanum er at styrkja virksemið hjá fyri- tøkunum bæði í Føroyum og Íslandi, og samstundis verður miðað ímóti vaks- andi luttøku á tí útlendska marknaðinum. Árliga selja Kemilux Industri og Mjøll fyri umleið 60 milliónir Dkr., harav selir Kemilux fyri uml. 17 milliónir Dkr. og Mjøll hf. selir fyri uml. 43 milliónir Dkr. Trygg marknaðarstøða í Føroyum P/F Kemilux Industri held- ur til í Tórshavn. Fyritøkan varð stovnað í 1965, og tann sama familjan hevur mest sum tikið sær av rakstrinum alt hetta tíðar- skeiðið. Kemilux hevur leingi staðið sterkt á tí før- oyska marknaðinum og selir framleiðslu sína bæði til tað vanliga húsarhaldið og til føroysk virki. Haraft- urat selir fyritøkan umleið 30% av tí árligu framleiðsl- uni til onnur lond, eitt nú til Íslands, Noregs, Danmark- ar, Grønlands og Kanada. Núverandi stjóri í Kemilux, Jóhann Eysturoy, sonur Schönning Eysturoy, sum legði lunnar undir virkið, verður framhaldandi stjóri í fyritøkuni. Størsti íslendski sápu- framleiðarin Mjøll hf. er størsti íslendski framleiðarin av sápu og líknandi reinførisevnum. Fyritøkan varð stovnað í 2001 við at sápuvirkið Sjøfn hf, ið varð stovnað í 1932 og Mjøll hf, ið varð stovnað í 1942, vórðu løgd saman. Fyritøkan er á Akureyri og í Reykjavík. Partaeigarar í Mjøll hf. eru Sjøfn hf. á Akureyri, ið eigur 65%, og dr. Ásbjørn Einarsson í Reykjavík, ið eigur 35%. Mjøll hf stendur sera sterkt á tí íslendska markn- aðinum, og harafturat selir fyritøkan framleiðslu sína uttanlands. Teir seinastu mánaðirnar hevur Mjøll hf tikið upp annan tátt og er nú ikki einans framleiðari, men eisini ein fjølbroytt tænastufyritøka viðvíkjandi reingerð og framleiðslu av reinførisevnum. Aftrat tí at framleiða sápur og onnur reinførisevni, rekur Mjøll hf bæði vaskaríið á Sjúkra- húsinum á Akureyri, eitt reinsarí á Akureyri og tekur sær harafturat av tí dagligu reingerðini í fleiri og fleiri fyritøkum og almennum stovnum. Stuðul fyri báðar fyritøkurnar Jóhann Eysturoy, stjóri í Kemilux Industri, og Baldur Guðnason, stjóri í Mjøll hf, siga, at sameining av hesum báðum fyritøk- unum hevur fleiri fyrimunir fyri báðar partar. »Vit meina, at tætt samstarv millum hesar báðar fyritøk- urnar hevur við sær ymisk- ar møguleikar, ið styrkja framleiðsluna í bæði Før- oyum og í Íslandi. Hetta er galdandi fyri innkeyp, gransking, framleiðslu- menning í sínari heild, ráð- geving og ymiska tøkni- tænastu, sølu- og markn- aðarstøðu, og ikki minst fer hetta at økja um útflutn- ingin. Báðar fyritøkurnar hava selt vørur uttanlands, og við at samansjóða virk- semið kunnu vit røkka enn longur í so máta, og hetta fer at gagna báðum fyri- tøkunum«, siga teir báðir, Jóhann Eysturoy og Baldur Guðnason. Fimm fólk verða í nevnd- ini fyri Kemilux Industri; formaður verður Alfred Petersen, advokatur, Jó- hann Eysturoy, stjóri, Debes Petersen, ið eigur flutningsfyritøkuna HH Trans, og eigararnir í Mjøll hf, Baldur Guðnason og dr. Ásbjørn Einarsson. Bjarni Djurholm, lstm. Spell, at skeivir upplýsingar tilætlað verða varpaðir til almenningin í almennum orðaskifti. Í SvF-kjaksending millum landsstýrismannin í fíggj- armálum og formannin í fíggjarnevndini herfyri og eisini bløðunum aftaná, hava verið sjónarmið um øktu nýtsluna hjá Vinnumálaráðnum, sum ikki samsvara við veruleikan. Fyri ikki leysir pástandir skulu lýsa støðuna og soleiðis snara fatanina hjá fólki frá veruleikanum, skal í stuttum verða greinaðar rakstrar- og løgujáttanirnar í Vinnu- málum. Í kjaksendingini legði landstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á, at trupult verður at spara av teimum nærum 200 mio, sum fíggjarlógin hækkar í 2003, tí um 130 mio er lógarbundnar útreiðslur og at barsils-skipanin fer avstað við munandi parti av hesi upphædd. Hetta seinasta er bein- leiðis skeivt. Barsilsskipanin kom í gildi í fjør. Hon er á fíggjarlógini fyri í ár og verður annars mett at kosta 3 mio kr minni í 2003. Umframt minnikostnaðin, hevur undirritaði skotið upp annað útrokningargrundarlag, sum fer at gera skip- anina enn bíligari. Verður uppskotið samtykt, fer barsils- skipanin at kosta uml. 13 mio kr minni samanlagt í 2003 enn í ár. Barsilsskipanin hevur tí einki við øktar lógarbundnar útreiðslur at gera - tvørturímóti. Vinnumálaráðið minni nýtslu Eisini helt landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at lætt er at spara i vinnumálum, tí har er bert spurningur um at skerja stuðulsjáttanir, sum ikki gevu sama órógv, sum aðrar sparingar. Her er at viðmerkja, at eingin stuðulsjáttan hjá Vinnumálum er skorin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003. Sostatt var hesin pástandur skeivur. Spart er aðrastaðni. Støðan er henda: Rakstrarkarmur fyri inniverandi ár fíggjarlógin 02) 351,5 mio kr Flytingar millum ráð og reguleringar -9,0 mio kr Sparingar (ikki stuðul) -9,8 mio kr Fíggjarlógaruppskotið 2003 332,7 mio kr (avrundað) Harumframt hevur undirritaði skotið upp at gera sparingar í barsilsskipanini, hjá SL og postv erkinum fyri uml. 13 mio kr netto. Verða hesar sparingar samtyktar, so verður rakstrarkarmurin í vinnumálum fyri 2003: 319,9 mio kr (t.e. 9% í skurði). Arbeitt verður við øðrum sparingum uppá uml. 15 - 20 mio kr. Hesar sparingar krevja størri forarbeiði, og kunnu ikki setast í verk frá ársskiftinum komandi. Verða tær tó rokn- aðar við, fer rakstrarkarmurin hjá Vinnumálaráðnum at nærkast teimum 300 mio kr árliga. Ein skurður útvið 17%. Úr leysum lofti Í somu SvF-sending segði landsstýrismaðurin (og floks- felagi hjá honum í bløðunum aftaná), at einki málsøki á rakstrar- og løgusíðuni var vaksið so nóg farnu árini sum Vinnumál. Hetta er eisini tikið úr leysum lofti. Frá 2001 til 2002 var meirjáttanin til Vinnumál um 114 mio kr. Orsøkirnar vóru: Barsilsskipanin (frágreiðing niðanfyri) 61,0 mio kr Lønarhækking (sáttmálasamráðingar) 8,0 mio kr Hald av landsvegum og asfaltstudn. (frágreiðing niðanfyri) 16,0 mio kr Ymiskar yvirtøkur (sambært samgonguskjalinum) 16,0 mio kr Tunnil undir Leirvíksfjørð(politisk semja) 5,0 mio kr Kanning av djórasjúkum (veterinæravtala við ES) 7,5 mio kr Rakstrarvøkstur frá 2001 til 2002 113,5 mio kr Íløguvøkstur (nýggi Smyril) 90,0 mio kr Nýggjar útreiðslur í 2002 203,7 mio kr Nakrar orsøkir til øktu nýtsluna Barsilsskipanin er fíggjað soleiðis (rundað tøl): Burðarfarloyvi hjá Fíggjarmálum strikað - flutt til Vinnumál 10 mio kr Dagpeningaskipan hjá Almannamálum minkað - flutt til Vinnumál 15 mio kr Gjald frá arbeiðsmarknaðinum 27 mio kr Lógarbroyting í løgtinginum 10 mio kr Samanlagt (øll skipanin) 62 mio kr Hóast helvtin av skipanini vóru flytingar frá øðrum ráðum til Vinnumál, so kundi ikki staðfestast samsvarandi spar- ingar hjá hesum ráðum. Hinvegin var øll skipanin (eisini gjøldini hjá arbeiðsmarknaðinum) útreiðsluførd undir Vinnumál, so her gjørdist vøksturin sjálvsagt sera sjónligur. Hald av landsvegum og asfaltstudningur (16 mio kr netto) varð flutt til Vinnumál orsakað av politiskari semju gjørd millum Fíggjarmálaráðið og løgmann øðrumegin og kommunurnar hinumegin. Vinnumálaráðið hevði onga ávirkan á hesa avtalu, men fekk tillutað útreiðslurnar. Flytingar til Vinnumál Sambært frágreiðingini frá Fíggjarmálaráðnum til fíggjar- lógaruppskotið fyri 2000, sæst á síðu 17, at rakstrar- og løguútreiðslurnar hjá Vinnumálum økjast frá uml. 66 mio til nærum 260 mio kr frá 1998 til 1999. Orsøkin er einføld. Hetta árið verður kontoin Mentan & Samskifti niðurløgd og nærum øll flutt til Vinnumál. Frá 1997 er komnar aðrar stórar árligar útreiðslur, sum er endaðar á Vinnumálum. M.a. er bygt strandfaraskip til Sandoyarsiglingina. Játtanin til SL er økt munandi or- sakað av øktum virksemi, samstundis sum SL ikki er sloppið at regulera ferðaseðlaprísirnar síðani 1991. Peningur er játtaður til undirsjóvar-tunnil undir Vest- mannasundi. Skjótt eru játtaðar uml. 65 mio til Norðoyar- tunnilin, umframt størri og smærri løgu-játtanir, sum allar samanlagt farna fimm ára skeiðið hava hækkað løgujátt- anirnar í Vinnumálum úr nærum ongum til uml. 150 mio kr árliga, harav nýggi Smyril við havnaløgum fer við 132 mio í 2003. Verða flytingar og íløgur tiknar frá, er nýtslan í Vinnu- málum lítið broytt farnu árini. Hetta burdi lands- stýrismaðurin í fíggjarmálum verið varugur við. Hvussu er við førninginum hjá tí einstaka, tá um politiskan orðadrátt ræður, er sjálvsagt ymiskt. Tað er tó bæði spell og átalu- vert, verða skeivir upplýsingar tilætlað varpaðir til almenningin í almennum orðaskifti. VIÐMERKINGAR Fíggjarmálaráðharrin og Vinnumálini Hans Andreasen Góðu tit ið sita í samgongu. Nú nakrir krákumánaðir eru farnir, síðani nýggj samgonga varð skipað, sær tað út til at stevið er sera vánaligt. Flokkarnir hava tingast í vikuvís og síðani samdir um at undirskriva eitt sam- gonguskjal, og tí undrar tað mong, ið eru fyri sam- gonguni, at síggja og hoyra hesar politikkarar í bløðum, útvarpi og á skíggjanum, hvussu hesir samgongu- politikarar rakka hvønn annan niður. Tað er betri semja í ein- um barnagarði enn innan samgonguna. Og so tá hugsað verður um at í sam- gonguni er alt trøllvaksin fólk – puha, puha… Byggið heldur upp eina sterka samgongu og vísi Føroya fólki at full- veldistilgongdin skal halda áfram til landið stendur á egnum beinum. Leggið tað deyva oyra til andstøðuna, tí slíkan nega- tivan politikk hava vit ikki brúk fyri í só góðum landi sum í Føroyum. Sjálvandi eru ósemjur, men góðu tit, havið hesar ósemjur innan tykkara fýra veggir. Vinarliga og góðan byr. Eitt hjartasuff til samgonguna VIÐMERKINGAR Gerhard Lognberg Løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopun Sandoyggin hevur havt lækna fast á oynni alt eg kann minnast, og sjálv- sagt longur enn tað. Læknarnir høvdu sæt- ið heima á Sandi, men høvdu teir eisini viðtalu úti á bygdunum, í Skop- un, Skálavík, Húsavík/ Dali og úti í Skúvoy. Hetta arbeiðið gjørdu teir, tá tað var ein lækni. So gekk tíðin, og tíðir broytast. Mann segði, at tvey størv skuldu setast í Sandoynni, hetta gledd- ust vit øll um. Nýggj læknamiðstøð bleiv bygd av kommun- unum í felag heima á Sandi, og umstøðurnar gjørdust góðar. Men so byrjaðu lækn- ar at siga, at ikki bar til at hava viðtalu úti á bygdunum, men Skúvoy hevur havt viðtalu sum ein viðfáning (óstabilt). Hetta var grunda á, at ikki bar til at draga journalir við sær o.a. So segði mann, at eingin viðtala bleiv, so fólk noyddust sjálvi at finna útav, hvussu tey komu til lækna. (harmu- ligt). Men so bóðu læknar um fund við bygdarráð- ini. Formennirnir møtt- ust, og var eg sjálvur ein av teimum. Teir bóðu um at fáa teldur. Hetta hildu allir verða eina sjálvfylgju, so telduútbúnaður varð keyptur. Sjálvur segði eg, at nú bleiv vælsaktans aftur viðtala úti á bygdunum. Men telduútbúnaðurin kom, og eingin viðtala úti á bygdunum. Sjálvt um umstøður- nar eru tær bestu við allari nýggjari tøkni, og kommunurnar kunnu vísa á hølir til læknar, í hvørfall í Skopun eingin ivi um tað, sama er í hinum bygdunum. Men nú sær uppaftur verri út. Ikki er lætt í heila tikið at fáa nakran lækna. Men sum er, er tað eina starvið sett. Neyvan er tað lønir sum heldur læknunum burtur, tí tá bert tann eini læknin er, fær hann uml. 135.000,00 um mánað- an. Tað síðsta sum órógv- aði meg, og vælsaktans øll sum búgva í Sand- oynni, var tað sum fjøl- miðlarnir høvdu at siga okkum nú um dagarnar. Møguliga skuldi mann skilja tað soleiðis, at Sandoyar læknadømi skuldi leggjast saman við suðurstreym. Um tankin er tann, at eingin lækni verður í Sandoynni náttartímar- nar, men bara um dagin, so skal hetta ikki koma upp á tal. So kundi onkur freist- ast at spurt: Gerhard, hevur tú nakran tanka um hvussu hetta kann loysast? Ja, so leingi vit bara hava tann eina læknan, so mugu vit liva við tí. Fyri ikki at leggja so stóra arbeiðsbyrðu á tann eina læknan, eg meini við, at hann hevur vakt nátt og dag, árið runt, so hevði tað verið ein møguleiki við eini turnusskipan við hinar læknarnar í landinum, hetta kundi kanska borið til. Men tað standandi kravið er, at lækni skal vera í Sandoynni hvørt sekund av døgninum, har er einki at ivast í. Annars havi eg sett landsstýrismanninum spurning í tinginum mikudagin um hesi viðurskifti. Núsitandi landsstýris- maðurin, Bill Justinus- sen, eigur ongan lut í hesum trupulleikanum, tí hann hevur sitið so stutt, hesin trupulleikin er gamal. Men havi eg álit á honum, at hann fer at loysa hendan trupul- leikan á ein ella annan hátt. Sjálvur vil eg altíð verða tilreiðar at hjálpa til, at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Lisbeth L. Petersen Sambandsflokkurin Nógv fólk eru farin at troyttast av tosinum um fíggjarlógina fyri 2003 og viðgerðina, sum hetta lógar- uppskotið fær. Serliga eru tað limir í samgonguni, sum alment antin trætast sínámillum ella vaska hendur, tá trupul- leikarnir koma fram í fjøl- miðlunum. Aftaná fyrstu viðgerð í tinginum liggur uppskotið nú í fíggjarnevndini, og tann, sum vil forsvara landsstýrismannin í fíggjar- málum fyri at hava lagt eitt ófullfíggjað uppskot fram, veit ikki, hvat hann tosar um, tí tað er júst har størsti feilurin liggur. Tað er høvuðsorsøkin til bæði klandur og brigsl millum samgongulimir, og tá teir ikki vita, hvørjum øðrum teir kunnu geva skuldina fyri tað, fáa fjølmiðlarnir ella andstøðan nøkur orð við á vegnum. Men tað er ongin orsøk til tess. Samgongan hevur fult og heilt megnað sjálv at skapt hesa støðuna ! Útspilti blokkurin Orsøkin til at eg í hesum sambandi komi inn á hin so útspilta blokkin (sum Sam- bandsflokkurin ikki vildi hava) er, at her liggur ein orsøk til ta klandur og stríð, sum nú fer fram. Samgongan sigur seg ikki vilja, at útreiðslurnar hækka meira í mun til inn- tøkurnar, men hevur gjørt eina avtalu við donsku stjórnina um at skerja heildarveitingina við uml. 366 mió.kr.um árið. Restin er fastfryst í nøkur ár. Sam- stundis hevur hon tikið uppá seg eina nýggja útreiðslu, ið er á stødd við somu útreiðslu, og so er trupulleikin har, tí hvar skal so skerast ? Fíggjarlógin Kristina Háfoss, framsøgu- fólk Tjóðveldisfloksins í fíggjarmálum, sigur, at tey hava gjørt eitt satt bragd, tí tey fingu okkum burturúr kreppuni bæði skjótt og væl. Hvussu vit eru komin burturúr henni, sigur hon minni um, tí hon nevnir ikki, hvat og hvussu nógv er vorðið sanerað, og at samgongan í 4 ár fekk hægstu heildarveiting nak- rantíð, í eini tíð við stórum aktiviteti, ríkiligum fiska- nøgdum, góðum fiskaprís- um og lægstu marknaðar- rentu, og so kann eisini leggjast aftrat, at sam- gongan sjálv samráddi seg til hesa heildarveiting, so høga sum ongin hevur sæð hana fyrr ! Tað er sjálvrós, so tað forslær; men tað hjálpir bara onki í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003! Samgongan var ikki samd, tá fíggjarlógin fór niðan í tingið, og nú er tað stríðið fyri opnum teppi, tí landsstýrisfólkini toga hvør til sín! Tað kalla tey polit- iskan vilja, meðan embæt- isfólkið uttan iva hevur hugt eftir, hvørjar útreiðsl- ur eru lógarbundnar. Norðuratlantsbólkurin Fyri stuttum hevur Norður- atlantsbólkurin, við um- boðum úr Grønlandi og føroyska tjóðveldisflokkin- um, sent danska fíggjar- málaráðharranum og donsku fíggjarnevndini bræv, ið eisini umrøður Føroyar. Í brævinum stendur m.a. hvussu glaðir danir eiga at verða, tí føroyingar nú annað árið á rað hava tryggjað danska samfelag- num 350 mill. kr. meira "til internt forbrug" og harvið givið danska skattaborgar- anum størri fíggjarligt rása- rúm! Samstundis vísa teir á fráboðaðar sparingar í Dan- mark á økjum, ið ikki eru yvirtikin málsøki, og sum fáa ávirkan á grønlendska samfelagið. Hesar sparing- ar kalla teir "urimelige" og "ikke fair", og skriva "Hvilken forringelse der vil ske på Færøerne, har vi endnu ikke overblik over". At enda siga teir: "Det er ikke os, der kræver mere og mere bloktilskud fra Danmark" Nú hevði verið forvitn- isligt at vita, hvør fór til Danmarkar og samráddi seg til heildaveitingina tá fyrra samgongan var skip- að. Hvussu hongur alt nú saman, og hvar er álvarin? At enda vil eg siga, at hvat Grønland og grøn- lendsk fólkatingsumboð skriva til donsku stjórnina, verður teirra sak, men tá eg sá, at nevnda brævið, ið er eisini umrøður Føroyar og bert kann øsa, er undir- skrivað av Kuupik Kleist vegna bólkin, tá var bikarið fult. Vit vildu hava betri við- urskifti við donsku stjórn- ina aftaná slítandi og niður- brótandi ósemjur partanna millum. Men slíkt bræv og slíkur tóni tæna ikki hesum endamáli og eg skammist okkara vegna! Hvar er álvarin ? Mangt broytist á mansins ævi TÍÐINDASKRIV Í ár eru 50 ár síðani, at bókasavnið byrjaði í Klaks- vík. Tað var John Reid Bjartalíð, ið var undan- gongumaður at seta bóka- savn á stovn, og starvaðist hann eisini á bókasavninum í mong ár. Fyrstu tíðina húsaðist bókasavnið í leig- aðum hølum úti í Búðun- um, har KFUM og K hevði hildið til. Síðani hevur bókasavnið húsast í øðrum leigaðum hølum, men fyri 25 árum síðani, í december í 1977, flutti bókasavnið í egin hølir á Biskupstøð har bókasavnið er í dag. Í hesum sambandi bjóðar bókasavnið kaffi við onkr- um góðum afturvið fríggja- dagin 6. desember. Henda dagin verður bókasavnið eisini opið til klokkan 23.00. Klokkan 21.00 verður upplestur. Tá fer Andras Miðskarð at lesa brot úr nýggju skaldsøgu síni "Bygdarmenning". Til stuttleika kann nevn- ast, at tað 14. november í 1952 stóð at lesa í Norð- lýsinum, at Klaksvíkar Bókasavn tá átti 2000 bøkur, í dag eigur bóka- savnið umleið 26.000 bøk- ur og harafturat eru fleiri teldur, har lánararnir kunnu leita sær vitan, so sigast kann at nógv er broytt síðani bókasavnið byrjaði fyri 50 árum síðani. Klaksvíkar Bókasavn 50 ár C M Y K 11 10