hósdagur 29. oktober 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Foto: Kalmar
sundið um
hálvtannað ár
— um byrjað verður uppá
undirsjóvartunnilin nú. Nú
skal landsstýrið taka stoðu
til ætlanina.
Landsstýrið hevur fingið
enn eitt stórmál at taka
steðu til. Í hesum ferinum
um tað skal loyva
kommununum vesturi i
Vágum at fara undir at
fremja stóru ætlanina um
eitt fast samband um
Vestmannasund.
Tilfarið í samband við
tær kanningar, sum
norskar fyritøkur hava
gjert fyri kommunurnar í
Vágum, fekk landsstýrið
handað fyrr í vikuni.
Tað ið vågakommun-
urnar heita á landsstýrið
um er at tær fáa kon-
sessión til gerð og rakstur
av sambandinum um
sundið. Harafturat, at
kommunurnar fáa loyvi at
stovna íognarfelag, at
hetta felag kann taka upp
lán upp til 186 mill. og at
landsstýrið veðheldur.
Bíligari
enn mett
Tað er júst eitt ár síðan, at
kommunurnar
stur!
Vágum vóru í landsstýrin-
um og kunnaðu tað um
sínar ætlanir. Landsstýrið
játtaði, at ávísar kann-
ingar vórðu gjørdar
Landsstyrid heitti å
Landsverkfrødingin um at
gera åvisar kanningar og
somuleidis hava norsku
fyritøkurnar Berdal og
Selmer Furuholmen gjørt
sinar kanningar fyri fe-
lagskommununa i Vågum.
Fyribilskanningarnar
hjå norsku feløgunum eru
lidnar og visa tær millum
annað, at tekniskt skuldi
einki verið til hindurs fyri
at gera ein tunnil undir
Vestmannasundi. Har-
afturat verður arbeiðið
væl bíligari, enn mett varð
fyri einum ári síðani
rå varð r< knað við at
al
arbeidid for at kosta mill-
um 200 og 250 mill., men
sambært nyggju tølunum,
sum nå eru komin fram,
verdur kostnadurin 186
mill. Tá er alt neyðugt
vegasamband íroknað og
somuleiðis rentur í byggi-
tíðini. Roknað verður við,
at arbeiðið kann gerast
eftir hálvum eðrum ári,
um arbeitt verður frá
báðum síðum. Einir 40
mans — harav ein triðing-
ur norðmenn
— vera um
arbeiðið.
lognarfelag
Kommunurnar í Vágum,
Servágs, Bíggjar, Mið-
vágs og Sandavágs
Kommuna skjóta upp, at
stovnað verður eitt iogn-
arfelag við einari millión í
partapeningi. Vága-
kommunurnar skulu hava
40%, aðrar kommunur
20% og landsstýrið teknar
seg fyri 40% í partapen-
ingi.
Tað framgongur av frá-
greiðingini, at ein av um-
hugsaðu fíggingarmegu-
leikunum er at útskriva
brævalån i Føroyum. Sum
kunnugt er brævalån ikki
serliga åhugavert hjå før-
oyskum spararum, vid tad
at rentan av hesum verður
skattað sum vanlig inn-
tøka og tað tí gevur betri
úrteku hjá spararanum at
lata peningin standa á bók
í einum av peningastovn-
unum. Skotið verður tí
upp, at rentuskattalógin
frá 1953 verður broytt,
soleiðis at rentuskatturin
eisini er galdandi fyri rent-
ur av lánsbrevum, sum
kommunur, landsstýrið
og almennir stovnar út-
skriva.
Hava lagt
uppfyri
Norsku fyritøkurnar, sum
hava givið eitt forhonds-
tilboð uppá 186 mill,
ivast ikki í, at hetta fer at
halda. Nakað er lagt upp-
fyri og meguleiki er so-
statt fyri, at arbeiðið verð-
ur nakað bíligari, verður
upplýst.
Tilboðið fevnir um
undirsjóvartunnil umleið
2800 metrar langur fyri
160 milliónir. Harafturat
koma 2000 metrar av vegi
á Streymoyarlandinum
við brúgv um ánna
norðanfyri Breiðá og
Sunnarugjógv eins og pro-
jektering og eftirlit fyri 25
mill. kr. Renturnar í
byggitíðini eru mettar til
15 mill. og gevur hetta til-
samans 200 mill. Men tað
tilfarið, sum loypir av úr
tunnlinum og av vega-
gerðini, rokna teir við at
kunna selja fyri 14 mill. og
verður samlaði kostnað-
urin av ellum arbeiðinum
mettur til 186 mill.
Uttanlands-
fígging er fingin
123 — 29. oktober 1987
Í einum uppleggi til lands-
stýrið verða fleiri fígg-
ingarmeguleikar nevndir.
Øll upphæddin kann
takast upp i uttanlands-
láni. ØL upphæddin
verður fingin til vega í
Feroyum, t.d. við virðis-
brævaláni og triði megu-
leikin er partvís lán úr út-
londum og Feroyum.
Ein fjórði meguleiki er
eisini nevndur. Hesin er,
at um landsstýrið hevur
ætlanir um at skifta skip-
ini út, sum sigla um Vest-
mannasund, kundi hugs-
ast, at tann ílegan ella
partur av henni kann
ganga inn sum eitt gjald
fyri løgtinginum til ætlan-
ina. Her verður hugsað
um tvær nýggjar ferjur,
nýggjar ferjulegur og selu
av gomlu ferjunum. Hetta
meta kommunurnar
verður ein iløga uppá 102
mill.
Sum ein meguleika
verður heitt á landsstýrið
um at umhugsa meguleik-
an fyri at avseta eina tí-
->