hósdagur 29. oktober 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skurðguda-
mynd rapar
TAÐ NÝTUR fast á Dagblaðnum,
at profeturin, sum stavnamaður,
blaðstjóri, fulltrúi og flokkur hava
trúð uppá, Milton Friedmann, er
fallin og at alt hansara heimspeki-
liga livsverk nú liggur í skeljum.
Tí verður í ráðaloysi og despera-
tión tikið til øll tøkilig vápn í
royndini at billa fólki inn, at alt
stendur væl til við búskapinum í
USA og at Friedmann framvegis
er líka so haldgóður og rådatøkin,
sum fyri átta árum síðani, tá hann
sum ein búskaparlig halastjørna
kom til sjóndar á Reagans og
fólkafloksins himmalhvålvi.
PRÓGVINI verða í oddagrein
28.10 løgd á borðið og vit fáa at
vita, at USA búskaparliga er langt
framman fyri Europa, har er einki
arbeiðsloysi, rentan er í botni og
eingin inflatión. Alt hett kunnu vit
takka Friedmanns teorium fyri.
Talan er bert um nakrar smá-
trupulleikar sum t.d. eitt rekord-
hall á handilsjavnanum, men
hetta er júst eitt dømi um, at
høgravendi búskaparpolitikkurin
hjá Reagan/Friedmann er væl-
eydnaður (Les tey ríku eru vorðin
uppaftur ríkari og kunnu tí keypa
meira!) Methallið á fíggjarlógini
stavar sjálvsagt frá, at javnaðar-
menn í kongressuni hava økt um
útreiðslurnar, samstundis sum
Reagan hevur lækkað skattirnar
hjá håinntøkunum.
JÚ, mangt er í neyðini nýtt og so
langt kann ein fara, tá ein er
trongdur upp í ein krók og sær
skurðgudarnar rapa fyri eygun-
um. Sannleikin er nevniliga tann,
at arbeiðsloysið hevur ongantíð
síðan kreppuárini í 1933-40 verið
so stórt sum nú. At Reagan-um-
sitingin við sínari turkatrúgv á
Friedmansbúskapin skal hava
skapt 10 milliónir av nýggjum ar-
beiðsplássum er beinleiðis ósatt
og er ein tvífalding av skeivum
tølum úr Det Bedste, sum stavna-
maðurin borðreiddi við á løgtingi
undir einum orðaskifti í vár og
sum tá varð afturvíst!
É Útgevari: P/f Sosialurin (>
Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tørfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
HALLIÐ á statsfíggjarlóg Reag-
ans stavar frá fullkomuliga ótálm-
aðum hernaðarútreiðslum. Lítið
annað er at siga um trupulleik-
arnar uttan hetta, at so einfaldir,
sum teir verða lýstir í oddagrein í
Dagblaðnum 28. oktober, eru teir
ikki. USA hevur javnt og samt
hesi seinastu 7 árini mist
marknaðir, mist stórar ídnaðir til
Taiwan, Suðurkorea, Singapore
og ikki minst til Japan samstund-
is sum undirskot tess mótvegis
júst hesum londum er rokkið
astronomiskum hæddum. Oman
á alt er landið vorðið heft av inn-
fluttari orku frá politiskt óstabil-
um gkjum sum ongatíð áður.
DAGBLAEIÐ kann hava rætt í, at
tað er eitt sindur órættvíst at
geva tí neyðars Friedmann skuld-
ina fyri alla hesa elendigheit. Tað
hevur hann ikki einsamallur.
Skuldina og ábyrgdina hava teir
politikarar, sum við botnum fyri
eygum og tí tað passaði teimum
so væl, góðtóku tey fullkomuliga
avoldaðu búskaparligu sjónar-
miðini hjá Friedmann. Hetta var
spell og eingin fegnast um, at
USA ella nakað land hevur trupul-
leikar. Tann stóri taparin í USA er
hóast alt tann vanligi amerikan-
arin, tey gomlu, tey sjúku og
børnini, sum aldri hava havt tað
so ringt í USA sum júst í dag —
og tað sigur ikki so lítið!
REAGAN-umsitingin hevur havt
vánaligar og harðrendar bú-
skaparligar ráðgevarar og tað sær
ikki mætari út enn, at øll Verdin
må bøta fyri hetta i dag. Tad er
spell. hvat so enn Dagbiadid held-
ur. Hinvegin fegnast vit og øll
Verdin uttan Dagbladid um, at
Reagan-umsitingin hevur bæði
åbyrgdarfullar, klókar og hyggnar
uttanríkispolitiskar rådgevarar.
Vit kunnu takka teimum og
Glasnostmanninum fyriat tað í
dag hóast alt sær ljósari út fyri
heiminum, enn tað hevur gjørt
leingi.
jd
varpið
Andrias í Hvannasundi og
Mortan
skipara.
var Andrias í
sundi settur undir admin-
istratón. Teknokon skuldi
vera
Til Petur Mohr Reinert, form. í FUT
+ 5 HH Se Á ris ør, VÆ
— Tiverri skeiv adressa!
Men ótrúligt, at slík skriving skal vera
neyðug í dag.
Eitt sera sjáldsamt bræv
varð almannakunngjert
nú um dagarnar, ið skuldi
vera sent undirritaða við
posti 7. oktober 1987.
Undirritaði = sá > ikki
brævið fyrr enn tað stóð í
leygardagsdimmuni!
Er heldur ikki komið til
journalina í Landsstýr-
inum! Fullt íarnir í toll-
og mentamálum hava
heldur ikki sæð nakað
skriv!
Tað er heilt einfalt or-
sekin til, at undirritaði
ikki hevur kunnað svarað
brævinum frá formannin-
um í Feroya Undirhalds
Tónleikarafelag.
Hann veit, at slík brev,
við slíkum innihaldi, altíð
skulu svarast beinan-
vegin, tí tey siga vanliga
altíð meira um undirskriv-
aran, heldur enn um mót-
takaran sjálvan.
Hann veit! Nevndarlim-
ir og limir FUTS vita, at
undirritaði hevur ikki toll-
mál um hendi, og at a-
dressa formansins er
skeiv, tá ið talan er
umbeinleiðis tollmál. Tí-
verri.
Petur Mohr Reinert
veit, at hver mánadagur
síðani februar/mars hevur
staðið opin fyri fundi, og
at hann altíð hevur verið
vælkomin inn á gólvið til
eina og hverja tíð. Eg veit,
at hann í hesum tíðar-
skeiði hevur havt sam-
band við fulltrúan í toll-
málum.
Hann veit eisini, at
spurningurin um tolllætta
i sambandi vid musik-
instrument hevur verið
vidgjørdur i Landsstýr-
inum. Hann hevur sjålvur,
saman við nevnd síni,
sitið á fundi saman við
Landsstýrinum, fulltrúa,
gjaldstovuumboðum og
umboðum fyri líkningar-
ráðið. Hann veit eisini, at
spurningurin fleiri ferðir
hevur verið til viðgerðar á
landsstýrisfundi.
Hann veit eisini, at
undirritaði var ein av
teimum fyrstu, sum vístu
á tær truplu umsteður,
sum tónleikarar okkara
hava, bæði tá ið talan er
um toll- og skattaviður-
skifti.
Hann fekk avrit av míni
fyrstu frágreiðing til
Landsstýrið um hesar
spurningar, ið var dagfest
26. juli 1985. Hann hevur
fleiri ferðir verið í sam-
bandi við fulltrúa í toll-
málum.
Hann veit eisini, at
undirritaði (hóast ikki um-
siti tollmál) hevur lagt fyri
Landsstýrið uppskot um
broytingar í tolllógini: at
eg og tann flokkur, sum
eg umboði, taka undir við
broytingunum.
Hann veit eisini, at
undirritaði heitti á tón-
leikarar i Føroyum, um at
skipa seg í felag, og var
hetta eisini beinleiðis or-
sekin til, at FUT varð sett
á stovn.
At Petur Mohr Reinert
nú roynir at gera gjeldur
burtur úr ellum hesum
viðurskiftum, eigur bert
at standa fyri hansara
egnu rokning, men eg má
kortini viðganga, at tað
harmar meg almikið.
Eingin sum helst orsek
er til at missa sjálvt enda-
málið úr eygsjón: t.e. at
betra umsteðurnar hjá liv-
andi tónleikinum í Feroy-
um. Hetta er sjálvsagt
mítt stersta ynski, og
hetta er eisini grund-
steðið, sum Feroya Undir-
halds Tónleikarafelag
varð sett á stovn uppá.
Feroya Undirhalds Tón-
leikarafelag er altíð væl-
komið inn á gólvið, dyrnar
eru altíð opnar.
Vinarligar heilsur
Lasse Klein
landsstýrismaður
Amatør-journalistikkur
i SVF
Tad må vera ein journal-
istisk grundregla at kanna
tey »tips«, »prei«, leysa-
søgur ella gitingar, tid-
indafólk fáa ella hoyra.
Tí kann tað ikki vera
annað enn amater-journal-
istikkur av ringasta slagi,
tá sjónvarpið hoskvøldid
borðreiðir
segu
men kveldið eftir má eta
»feita«
hyggjarunum,
eina
fyri
alt i seg aftur, uttan at
siga nakad um tad, at tey
kveldið fyri høvdu sjón-
varpað eina hálva lygu-
søgu, sum hóast alt skuldi
rakstrarhall upp á einar 6
milliónir krónur í fjør.
Hóskveldið hevði sjon-
eina søgu um
Johannesen,
Sambært SVF
Hvanna-
reiðari. Mortan
skuldi hvedki vera reiðari
ella skipari. Sonny Jo-
hannesen, sum eisini eigur
bátin, skuldi vera skipari.
Tíðindini vóru frá eini
ella aðrari »vælvitandi«
ella »g6dari« keldu, men
hvorki PK-figgingarstovn-
urin, Teknokon ella
Mortan sjálvur hevdu
váttað tíðindini.
Tá eitt blað, útvarp ella
sjónvarp fær slíkt at vita,
má tað vera ein sjálv-
fylgja at fáa tíðindini vátt-
að, áðrenn tey verða
varpað út.
Hasin ábyrgdarleysi
framferðarhátturin hjá
SVF eigur ikki at henda
og er at halda bæði hyggj-
arum og »offrini« fyri
gjøldur.
Kvøldid eftir fær hyggj-
arin so somu tidindini
einaferð aftrat, men nú
hava tey skift ham:
Mortan kann gott vera
skipari. Tað var eingin
treyt, at Teknokon skuldi
vera reidari o.s. fr. Eitt
fjalt dementi, sum kortini
ikki var sagt.
Var redakterurin — um
sjónvarpið hevur ein slík-
an at sær komin, so
hevði hann biðið
hyggjaran og »offrid« bera
yvir vid, at okkurt var
komið skeivt fyri ella at
tað var ikki heilt beint,
sum SVE hevði fingið at
vita.
Tað einasta, sum stóð
eftir. var, at Andrias i
Hvannasundi hevdi klårad
seg lika illa sum hini svart-
kjaftaskipini og hevði eitt
rakstrarhall upp å einar 6
milliónir krónur ifjør.
Álvaratos, tit á
sjónvarpinum, strikið
heldur ta einu »dag og
viku<—sendingina og ger-
ið hinar báðar betri. Vit
hyggjarar hava krav uppá
ikki at fáa leysasegur og
Framhaid á síðu 19