Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 29. oktober 1987 nOyðsl og peningaspill« uoindabiadlO SuSlalurin ólkaflokkurin og málgagnið hjá aftur- haldskreftunum, Dagblaðið, halda, at flakafólk skulu ikki hava trygg- +" tykist at ari lønarkor. Heldur ikki dugir hesin »vinnulivsflokkur« at síggja, at ein minstulonarskipan verður til gagns fyri virkir og fyri utflutningsvøru okkara — okkara lvsgrundarlag !!! DAGBLAÐIÐ Irivnaður á flakavirkjunum er fyritreyt fyri framleiðslu, góðsku og útflutningsvirði. Trivn- aðurin velst um arbeiðsnegdsemi starvsfólkanna. Kann tað tryggja góð arbeiðsavrik við at lata dag- pening til minstulen í nakrar vikur, ja so er hug- skotið ikki púra burturvið og peningaspill. Hesir spurningar føra helst til ramaskríggj í bleðunum hjá útreiðsluflokkunum. Men gloymið ikki, at tað í evsta enda er skattapeningurip hjá m.ø. flakafólki, tit brúka til alt tykkara oyðsl. Tað er síðsta enda kanska einastu argument fyri at lata teimum tann aftur í minstulen. MÁLGAGN Fólkafloksins, Dag- blaðið, er farið — ja, vit kunnu kalla tað hernað — ímóti tonkunum at fáa eina »minstulønarskipan fyri flaka- fólk í festum starvi«. Í oddagrein blaðsins verður orðið »peningaspill« enntá brúkt. NU ER orðið »peningaspill« tikið úr einum setningssambandi, men bara tað at oddagreinskrivarin brúkar hetta orðið, sigur okkum nakað um virðingina hjá Fólkaflokk- inum fyri tí arbeiðandi fólkinum — fyri flakafólkinum. FYRI Javnaðarflokkin er hetta eitt natúrligt mál at virka fyri. Hetta er eitt lið í floksins hugsjónar- grundarlagi við ávarpunum »Javn- aður og Brødralag«. MEN hetta eru eisini tankar — ella hugsjónir — við størri og víðari perspektivi. Stundum hoyra vit, hvussu torført tað er at fáa nóg mikið av fólki til flakaarbeiðið, men næstu vikuna hoyra vit, at flaka- fólkið hevur einki arbeiði, tí uppi- loga er. HETTA sigur okkum, at flakaar- beiðið er ógvuliga ósteðugt. Av fleiri orsekum. Ein avleiðing av hes- um er, at fólk leita sær í aðrar vinnur, har inntekan er tryggari og javnari frá viku til viku. OG HVØRJI eru tey fyrstu at rýma? Kanska tey ungu, sum kanska nýliga hava sett búgv. Hava nýbygd hús og bern, ja, fleiri munn- ar sum skulu mettast og rentur og avdreg, sum skulu gjaldast um- framt alt annað. EFTIR verða tey tilkomnu, sum eru komin fyri seg. Tey hava tikið mangt takið, og teirra arbeiðsúrslit síggja vit í tí á mangan hátt góða og framkomna samfelag, vit liva í í dag — hóast síni brek. Men vit byggja hetta samfelag ikki víðari, um ikki tey yngru ættarliðini taka við. NÝLIGA hava vit hoyrt og lisið, at tað eru flakakvinnur, sum ikki hava fortjent meira enn einar hálvt- hundrað túsund krónur í ár. Og hver klárar seg fyri tað? Oddagreinskriv- arin í Dagblaðnum ger tað neyvan. ÓIVAÐ leita fólk, sum hava ar- beitt í fiski, í aðra vinnu. Ja, tey flyta kanska til stórplássini ella hevuðsstaðin, har tað gerst trengri og trengri og eitt feitari og feitari beiti hjá >íbúðahávunumx=<. TÍ hava hesir tankarnir — ella hugsjónin — um eina ella aðra sjálv- bodna skipan við minstuløn onnur perspektiv. — Ein slík skipan kann kanska — vónandi — gera sítt til, at tað framvegis verður lív og trivn- aður úti á bygdum kring landið. — Ein slík skipan kann eisini gera sítt til, at trivnaðurin á flakavirkjunum verður betri og beta um góðskuna á fiskavørun- um. — Ein slík skipan kann vera við til at gera virkini meira ration- ell, soleiðis at tey betur eru fer fyri at tilvirka tær dýraru ver- urnar. — Og verður talan um eina fast- lønarskipan eisini, kann tann parturin av fólkinum gera sítt til at halda virkini við líka. — Sagt við ødrum orðum kann ein slík skipan, um hon verður * nóg væl umhugsað og nóg væl løgd til rættis, gerast ein vinn- ingur fyri virkini. VIRKISLEIÐARAR, sum sjálv- andi eru ivingarsamir, hava víst á, at ein slík skipan kann verða ein fíggjarligur kleppur fyri virkini, um tey skulu gjalda 25 prosent av skip- anini. Eingin ivi er um, at nógv virki hava trongar fíggjarligar umsteður, og tí má eisini finnast ein skipan, sum tryggjar ellum virkjum tað fíggjarliga grundarlagið at verða við í eini slíkari skipan. LANDSSTÝRISMAÐURIN í ar- beiðaramálum, Vilhelm Johannesen, úr Javnaðarflokkinum, hevur lagt … É 7 nakrar tankar fram fyri almenn- ingin at skifta orð um. Í sjálvum sær er hetta eitt ógvuliga positivt tekin, tí nú fáa øll hevi at koma fram við sínum viðmerkingum, atfinning- um, hugskotum í samband við ætl- anina. Í staðin fyri — sum vanligt er — at eingin fær nakað at vita, fyrr- enn eitt liðugtseymað uppskot verður lagt fram á Legtingi. DAGBLAÐIÐ hevur sagt sína meining. Og í morgin koma kanska Fríu Feroyar við síni viðmerking. Og hon ber óivað á evugta borðið. AT AFTURHALDIÐ við Dag- blaðnum á odda er ímóti, kemur ikki óvart á okkum, sum vilja skapa eitt samfelag við hugsjónum um sam- huga og frælsi hins einstaka. TEY, sum eldri eru, minnast, hvussu afturhaldið leikaði í ímóti minstulønarskipanini til skipsfiski- menn og almannalóggávuni, sum sjálvandi eru mál, sum Javnaðar- flokkurin slóðaði fyri. Í NÓGV ár royndu afturhalds- flokkarnir at nærkast miðjuni í politisku hugsjónunum, men sein- astu árini eru afturhaldsflokkarnir leitaðir út aftur undir høgru væðing. Síða 7 politisk viðmerk- ing TP VID at seta kilar imillum Javn- adarflokkin og nakrar av grund- studlum hansara, vid at umrøda nakrar einstaklingar sum pinsla- våttar, við at skriva og rópa upp um avgerðir, sum hava verið neyðugar at tikið í royndunum at fáa skorða samfelagið búskaparliga, hevur afturhaldið við Dagblaðnum á odda roynt at tekkjast arbeiðandi fólkin- um á sjógvi og landi. OG HESIN sjónleikur er partvís eydnaður. Nógv hava ikki gjøgnum- skoðað henda sjónleik. Men nú hava hesi góðu afturhaldsfólk víst andlit, og tað skulu tey hava tekk fyri. FLAKAFÓLK hava í ellum fer- um nú sæð, at Fólkaflokkurin fram- vegis heldur, at tey skulu hava eitt ósteðugt arbeiði og onga vissu fyri lenarviðurskiftunum. MEN hesa steðuna vil og fer Javnaðarflokkurin at beta um — sjálvandi saman við eðrum góðum kreftum — til frama fyri tey flaka- fólk, sum tilvirka okkara útflutn- ingsveru — okkara LÍVS- GRUNDARLAG! Mor- Kloak frá ø 40 mm til ø 500 mm. gera vit reinsibrunnar eftir måti. tilfar til alihyljar. Vit geva fegnir tilboð. Heil- og småsøla P/F North Atlantic Plast PLASTRORVIRKIÐ Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør Vatnleiðingar frá 9 25 mm til ø 500 mm í trystklassa TNG — TN10. Septictarigar og reinsibrunnar 9 200 — 250 —315 mm, um ynskist Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir á goymslu, eisini framleiða vit P/F North Atlantic Plast Plastrørvirki6 å Heygnum Mikla Tlf. 12151 I