Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Henda spurning má ein seta fram nú ein sær, at tað fer ein stór umvæling fram uttanhýsis á Suður- oyar sjúkrahúsi. Tað uttanhýsis er livandi við, men tað eru aðrar umvæl- ingar og nýbyggingar, sum vit bíða eftir. Hvar flóta vit veruliga á sjåkrahusøkinum, tí tað eru nú mong ár síðani ein byggiætlan var frammi fyri nútímansgerð av okk- ara sjúkrahúsi. Hon var ikki bara frammi, hon var so sanniliga samtykt, og út frá hesum slógu bæði vit, sum eru vanligir borg- arar og ikki minni tey, sum starvaðust við sjúkrahúsverkið. okkum til tols. Vit vóru jú negd, vit vistu, at hetta arbeiði sjálvandi vildi taka tíð, tað vildi sjálvandi ikki verða framt í bráðskundi, men nakað fór at henda, tað vóru vit greið yvir. Men tað er sum mangan verður tikið til: tað, sum kemur í drag, kemur ofta seint í lag, og soleiðis her. Her hendi bara einki meira, og út frá tí, at eg ikki bara sum varatinglimur, men so sanniliga sum vanligur borgari og sum suður- oyingur nú havi verið tolin, farið eg hervið at gera greitt, at eg ikki longur kann og vil góð- kenna ta viðferð, sum her verður framd, ikki bara ímóti 6000 suðuroyingum, men eisini móti teimum starvsfólkum, sum dag og dagliga skulu arbeiða undir slíkum umsteðum sum eru á Suðuroyar sjúkrahúsi. Her má og skal nakað henda, og tað skal henda her og nú. Tað hjálpir lítið, at Teistin og Smyril sigla pendulfart, tað hjálpir líka lítið, at Tyrlan av og á flýgur og heldur ikki um vit fáa eina tyrlu afturat. Tað gevur okkum, sum búgva í Suðuroy, ongan tryggleika, líka lítið gevur tað okkum tryggleika, um Norðoya sjúkrahús verður útbygt, ella um tað so er okkara landssjúkrahús, sum verður útbygt. Teir 6000 suðuroyingar, sum búgva í Suðuroy, teir hava krav uppá, at okkara sjúkrahús verður útbygt soleiðis, at tey, sum starv- ist har, fáa slíkar um- steður, at tað er meguligt 123 — 29. oktober 1987 at vera til hjálpar, tá ið á stendur. Tey, sum arbeiða á Suðuroyar sjúkrahúsi, tað veri seg læknar, sjúkra- systrar og onnur, hava so ringar umsteður, at tað er ein spurningur um, hvussu leingi tey fara at halda fram. Tad er eitt krav frå okkum ellum suðuroyingum, at hesi starvsfólk fáa hóskandi umsteður at ar- beiða undir. Tá ið Suðuroyar sjúkra- hús bleiv tikið í brúk, bleiv tað roknað fyri eitt av teimum mest fram- komnu í Norðurlondum, í dag er tað at sammeta við tey vánaligastu í teimum mest tilafturskomnu lond- unum. A sjúkrahúsinum í dag nútíðar-. eru bert tvey toilett og ein baðistova. Og hetta er bert ein av teimum mongu manglunum, sum eru. Tær > umstødur, sum starvsfólkið arbeiðir undir, eru beinleiðis åbyrgdarleysar og á- byrgdin, at ongin broyting er hend, liggur hjå okkum, sum sigast at fåast vid politikk. Her må og skal ein broyting henda. Tað man eisini vera ein spurningur, um hvussu leingi starvsfólkið letur sær hesi viðurskifti bjóða, hvussu leingi tey vilja halda fram. Umberingin fyri at tað ikki fyri langari tíð síðani er hent nakað, var, at bíðað bleiv eftir blokk- stuðulskipanini. Hon er nú viðtikin, so nú er at fara til verka, og skjótast gjørligt, ja beinanvegin fara undir nýmótansgerð av Suðuroyar sjúkrahúsi, við at fremja tær umbygg- ingar, sum eru samtyktar og sum byggiætlan liggur fyri. Eg geri bara vart við, at hetta tiltak skal fremjast her og nú. Eg fari ikki sum samgongumaður at góðkenna, at tað fram- haldandi verður drálað við hesum neyðsynjarmáli. Sum ein av teimum, sum er partur í politiska meirilutanum, og sum so havi ábyrgdina av, at tað einki er hent, verður her- við sagt frá, at eg krevji at fáa at vita frá byggi- nevndini fyri Sjúkrahús- verkið NÆR VERÐUR BYRJAÐ Í SUÐUROY. Sverre Midjord Sjúkrahjálparaútbúgving — roktaraútbúgving ! Feroya Sjúkrahjálpara- felag hevur í fleiri ár strongt á fyri at fáa setta á stovn eina sjúkrahjálp- araútbúgving í Feroyum. (Vit hava hildið og halda framvegis, at tað er so byttisligt, at Lands- sjúkrahúsið hvert einasta ár sendir 6 fólk niður til Danmarkar at læra til sjúkrahjálparar). Ikki bert byttisligt, men kostnaðarmikið. Vit hava ongantíð hild- ið, at vit her heima verða betur fyri at rekta fer- eisini oyingar, við at fara á danskan sjúkrahjálpara- skúla. Harafturímóti halda vit, at um vit vilja teimum væl, ið rekt hava fyri neyðini, so eiga vit at fáa útbúgving okkara her heima hjá okkum. Enn hevur ikki borið til. Tí tá ljósast sá út, komu ymiskar tillagaðar forð- ingar í vegin: Eingin pen- ingur játtaður, helis- trupulleikar, sjúkra- systratervurin ov stórur 0.S.V. Nu hendir so tad, at sit- andi landsstyri hevur jått- ad og sett pening av til eina »røktarautbugving«. Og harvið var henda forð- ingin burtur og farin. Tey, sum starvast sum sjúkra- rektarar og sjúkrahjálp- arar, fegnast sjálvandi um, at komið er á mál. Nú hava fyrst og fremst tey »Ofaklærdu«, ið hava — starvast mong av teimum í fleiri ár — meguleika at fáa útbúgving her heima. Harafturat eru fleiri, ið ikki »fingu starv«, ið kundu hugsað sær hesa útbúgving. Jú, hetta sær væl út, og tey, og tey, ið áhuga hava fyri hesum, fegnast sjálvandi! Men so kom lýsingin: Sjúkrasystraskúli Føroya hevur fingið álagt o.s.v. : Og tann, ið lesur lýsing- ina, er púra greiður yvir, at enn ein forðing er til- lagað. Og tillagingin kemur sum tíðindi frá Útvarp Føroya: Lærarakreftir kunnu ikki utvegast, og fyri at bøta um hetta, so skal Sjukrasystraskuli Føroya taka fleiri sjukra- systranæmingar. Hensigten helliger midlet! Nu fari eg at loyva mær at spyrja tykkum: Atla Dam, Jógvan Durhuus, Hilmar Kass og Tord Niclasen. Hver fer at avgera út- búgvingar spurningin: Landsstýrið, Sjúkra- systraskúli Feroya ella Dansk Sygeplejerád (Fer- oya deild). Við vón um svar. Sigfríður Olsen