Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- 29. oktober 1987 | Jóanes Nielsen fylgir við tíðini. Fimta bók hansara er líka diskret og estetisk (litirnir og myndin) uttan sum ársins klædnamóti. Eingin áleypandi permu- mynd, men ein einfaldur bláur cirkul á hvítari grund á permu og bakpermu. Hartil hevur hon fikkubókastedd. Onk- ur ætlan man vera við tí. Ytra broytingin ber eftir mínum tykki ikki bert boð um, at bókin skal vera meira »brukaravinarlig« enn tann undanfarna,Tjeraðu plankarnir stevna inn í dreymin. Hon hevur litfagra og áleypandi permu og hon rúmast ikki á eini vanligari bókahill, tíansheldur í nekrum lumma. Evnisvalið og partvís hugburðin eru samsvarandi broytt í nýggja savninum. Eg haldi, at Jóanes bæði heldur fram at yrkja, sum hann er vanur, og at hann hevur flutt seg eitt sindur. Flest allar yrkingarnar í savninum eru um skaldið sjálvt, nakrar fáar eru áheit- an, um verkafólk og onnur evni. »Arbeidarayrkingin« í bókini er >Niðri i ókendum gosfjøllum«, ið lýsir vinnu- lívið sum eitt »marghåttligt klappikør«, og stríðsandan hjá arbeiðsfólki sum buldur í »ékendum gosfjøllum«. Orða- valið er bersegið og beint fram. Skalds- ligar myndir eru fáar í hesi yrking — evnið er kanska heldur ikki serliga poet- iskt, men Jóanes hevur áður lýst verka- fólkaspurningar við væl meira poetisk- um dámi. „Blái hesturin Marco — vígd demo- kratisku psykiatriini i Italia« er um sálarsjúk, ið eru vidgjørd við elektro- sjokki, spennitroyggjum, skurðviðgerð osfr. Tey koma sum eitt stórt fylgi ríð- andi á einum bláum hesti. Hesturin er mynd fyri tað fríska dirvi, sum tey sinnisbrekaðu hava: Ur hverjari skovu blunkar eitt forvitið eyga, við hverja grøv teskar ein eingil okkurt frekt, lampufepurin triumferar í hølinum å Marco, lívið er ikki so galið, sólin perplex eltir karavanina við túsund vælsigandi mussum. »Heilagt verði naglabandið< byrjar fyrsta yrkingin í bókini, og hon minnir heilt nógv um yrkingina um mánan í Pinnabrenni til sosialismuna. Hetta er ein lovprísan av lívinum: kropslim- unum, regninum, andsteðuni og teknini. Serliga samskiftið verður prísað, prent- í DAA GAS list, postverk og samferðsla, og so tað andaliga, tað ið samskiftið flytur: ákoyr- ingarnar, ið fáa fólk at hugsa, kenna til sín. Yrkingin endar við áheitan um at verja telefontræðrirnar, káplarnar og blomstrini — við eðrum orðum sam- skiftið og náttúruna. Skaldið er yvir- hevur sera hugtikið av samskiftinum. Tað, sum er eðrvísi í hesum savninum samanborið við tey undanfarnu, er tankin um, at hetta lívið er gott sum tað er, tað skul li ikki verið ødrvisi. Í yrking- um um skaldið sjálvt, um negdina við lívið: »Hetta forbannaða lívið, eg elski so nógvs „At verið dunna< og »Lukkan«; um óttan: »Spøkilsir«; og um kærleikan »Gråt ikki g6da«. »Tå kær- leikin bankar uppå«. Í flest øllum yrkingunum er eitt tú, sum skaldið talar til. Fyrr plagdi tú at vera verkamaðurin, nú er tú sum oftast eitt konufólk — unnustan —, men í »Longum leiðum< er tú ein smágenta, sum pápin minnist til á longu ferðum sínum. Yrkingin er ætlað at ugga gent- una og vissa hana um faðirkærleikan: Veri eg eina ferð, tvær ferðir ella tíggju ferðir burturstaddur ver ikki bangin, igjøgnum mitt hjarta gongur ein breidur vegur ómálaði komur ræðuligar turbinur men eisini ein favnur av kærleika bara til tín góða bara til tín. Skaldið í undanfarnu bókini hjá Jó- anesi hevur ofta hvílt seg millum væl vaksin konufólkabróst. Konufólkini hava mest sum verið avmarkað til kropp og seksualiet, og ofta ímyndað sum djór. Hetta er umboðað í >At verið dunna«, har skaldið upprunaliga ynskti sær at eiga allan heimin, men tá avtornaði »bara vidhvørt/ finni eg ugga í teiginum hjá eini kvinnu«. Í yrkingini »Hetta for- bannaða lívið, eg elski so nógv< droymir skaldið um, at krógva seg undir hárin- um hjá teirri elskaðu og >at liggja við bróstini sum eitt pinkulítið<. Annars er kærleikin nú eitt undur heldur enn ein uggi. Tá kærleikin aftur bankar upp á undirtroyggjuna langt síðani gloymd orð reika út um tanngaråarnar, dreymarnir í gamla pumpuverkinum fylla bøttu seglini, r og tel fonir hvørja lotu fin? uppá okkurt heilt ótrúligt Og skaldið sær, at alt er brovtt. Tað besta av ellum er frekleiki hennara: Bara eitt ke g nnir tú við vissu spyrja um loyvi hevu Helvtin av yrkingunum snúgva seg um sjálvsfatan, um tað, sum skaldið vildi verið og ikki vildi verið. Greiðast er hetta í >At verið dunna«, ið er speirek- andi sjålvsmynd. Fyrsta erindi er tað besta: Tann sæla at verið dunna við veruligum fjaðrum, veingjum uttan fremmant vørumerki, stuðlað í móður jørd, vaggað fram við áarbakkanum, strokið við himmalvindunum, enda dagarnar millum eydnuríku varrarnar á eini kvinnu. Seinni í yrkingini vil skaldið kortini ikki verið dunna, men hon kann fatast sum ein mynd fyri tað lívið, skaldið sigur frá í hinum yrkingunum í bókini. Skaldið er bert eitt ivasamt navn, hálv- ur sumbingur, hálvur havnarmaður, andaliga slitin sundur millum Lenin og danska skaldið Jens August Schade, og skaldskapurin er »mentadar lastir«, ið m.a. góvu yrkjaranum M.A. Jacobsens bókmentavirðislen fyri trimum árum síðani. Sjálvspeiin er greið, og best man vera sum er: Eg vil vera tann, sum eg altíð havi verið: Á prutli gjøgnum lívið sáa uppreistur í fólkinum, eisini hatrið vil eg verja. Og hann tykist einki at hava ímóti at enda sínar dagar millum varrarnar á ein- um konufólki. Alt er ikki tann bera lívs- gleði og nøgd, skaldið tráar eisini eftir deyðanum, t.d. endar ein yrking: Men heilt erligt viðhvert so tími eg ikki at liva. — áður eyðkendar tað kensh ðu LYS ið itøkiligum re £ } á bókini >Nagla rðarinnar hus« lys vid handverkaramynd tað jarðbundna yrkjaraskrá Jóanesar. Mynd sett san al tíðindamáli, húshaldslutum «4 sinnissjúkraviðgerð „altjóða snoratrøir ygE nýggj eins og kolanåmid sum mynd fyr fjaldu megi verkafólksins. Hjartað, sun vanliga symboliserar lív, kenslur og kærleika, verður her eins og í eðrum yrkingum Jóanesar lýst sum eitt gamalt pumpuverk. Ohugnadåmurin í »Spøkils um« verdur stydjadur av ringjandi klokkum og døprum trappum eins og i »Samvitskan ein gråklødd mannfjøld« i Pinnabrenni til sosialismuna. Higartil hevur tað kanska sæð út sum, um Jóanes hevur slept politisku stevnu- skrá síni, sum er kend úr hinum bókum og virksemi hansara. Soleiðis er ikki, hann yrkir enn fyri m.a. at sáa upp- reistur í fólkinum, men nú verða hini evnini, sum Jóanes altíð eisini hevur yrkt um, ið standa fremst. Og skaldið er ikki framfarið. Tá tað í »Spøkilsum« spyr »Kann nøkur kvinna elska mini hundraðoghálvfjerðs pund /mín anda av eldi og glasi« er vektin tann sama sum i »Gravskriftini« í Tjøradu plankunum. Hóast denturin í hesum savni er flutt eitt sindur, samanborið við hinar bekur hansara, so líkjast yrkingarnar ikki burturúr tí, sum Jóanes plagar at yrkja. Myndirnar eru sum heild tær somu, evn- ini eisini, men dámurin er vorðin minni áleypandi. Sjálvspeiin er sterk, og undir henni kemur ein búgvin sjálvsfatan undan. Mentaðu lastirnar munnu broyta Jóanes sum tær broyta so mangan ann- an. Nú er hann ið hvussu er meira inn- vendur enn fyrr. Malan Simonsen MAÐUR HEVUR VANDAN VIÐ- SUM IKKI AKTAR KOYRISIÐ!