leygardagur 31. oktober 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 124 — 31. oktober 1987
at Wenzel Petersen ynskti
at fáa FORD umboð í Fer-
oyum, vildi hann hava, at
umboðið skuldi ganga
gjøgnum hansara bila-
selu. Hann sendi beinan-
vegin ein samráðingar-
mann til Feroya, men
Wenzel Petersen vildi ikki
góðtaka hetta uppskot.
Tvey ferðamannaskip
vóru á leiðini til Feroya.
Lyhra kom úr Íslandi og
eitt skip hjá DFDS skuldi
koma úr Danmark. Um-
áðandi var hjá Wenzel
Petersen at sleppa til Dan-
markar at tosa sina sak,
áðrenn danski umboðs-
maðurin kom aftur a
ferðini í Feroyum.
Av tí at Lyhra legði
yrst at bryggju í Havn,
r Wenzel Petersen um
borð, hetta ferða-
mannaskipið skuldi leggja
at í Noregi á ferðini til
Danmarkar. Í Noregi fór
hann við toki til Danmark-
ar, har hann kom fram í
ellum góðum, áðrenn
danski samráðingar-
maðurin kom heim úr Fer-
noast
oyum. Urslitid bleiv, at
Wenzel Petersen fekk
einaumbod fyri Ford
Motor Compagny í Fer-
oyum, sum í dag frameftir
er galdandi.
Samdust um
býtið
Vilhelm Nielsen og
Wenzel Petersen vóru
framfýsnir menn. Teir
sóu, at bilasøla var fram-
tíðar virki, sum fór at
mennast við tíðini. Tí
royndu teir eisini at fáa
sær einaumboð fyri
General Motors bilarnar,
men her noktaði FORD
verksmiðjan, teir vildu
ikki, at Wenzel Petersen
skuldi umboða bæði bil-
merkini.
Ti samdust Vilhelm
Nielsen og Wenzel Peter-
sen um at fara hvør til
sitt, so Vilhelm Nielsen
kundi fáa umboðið fyri
General Motors í Fer-
oyum. Svágrarnir skiltust
í ellum góðum og vóru
bestu vinmenn, so leingi
teir livdu.
Seinasta útbyggingin í
WP-fyritøkunum fór fram
i 1970, tå nyggi virkis-
bygningurin å Oyggjar-
vegnum varð tíkin i
nýtslu. Næsta ár er ætl-
anin at smiðjan, sum enn
hevur til húsa í Bakka,
verður flutt
Oyggjarvegin.
niðan á
Tá tangarnir á Viðarnesi
vórðu bygdir í 1934, var
tað Wenzel Petersen, sum
stóð fyri arbeiðinum.
Tá annar heimsbardagi
brast á, og bretsku her-
menninir komu til Feroya,
tóku teir Quillingsgarð.
Smiðjan, bilverkstaðurin
og íbúðirnar skuldu bretar
brúka og — eigararnir
noyddust at flyta. Verk-
stadurin varð fluttur
niðan í barakkirnar, sum
stóðu har Brandsteðin í
Havn hevur til húsa í dag.
Familjan flutti í Havnar-
dal.
Verkstaðurin hjá
Wenzel Petersen flutti eft-
ir kríggið oman aftur í
Quillingsgarð, og mið-
skeiðis í 50-unum fluttu
teir smiðju- og bilverk-
staðin oman í Bakka. Um-
leið 40 fólk arbeiddu tá í
fyritekuni.
Wenzel Petersen doyði í
1954 og Hjalgrím Henze,
versonur Wenzel, tók yvir
virkið og stóð fyri leiðsl-
uni til 1978. Í 1960 doyði
kona Wenzel, Sofía, og í
1961 bleiv virkið gjert til
partafelag.
WP fyritøkurnar
i dag
Komandi år, i 1988, er
liðin 70 år, síðan Wenzel
Petersen stovnaði fyrstu
smiðju sína. Seinasta
broytingin fór fram í
1970, tá virkisbygning-
urin á Oyggjarvegnum
varð tikin i brúk. Hann
bleiv enn einaferð víðk-
aður í 1978. Har hevur
bilasølan og verkstaður til
húsa. Í 1985 opnaði WP
deild í Vági, og í 1986
keypti WP meirilutan í
P/F Feroya Gassselu. WP
fyritøkurnar umsita fýra
deildir í dag, sum í inni-
haldi eru bilasela, maskin-
verkstaður og skipaút-
gerð, ídnaðarútgerð og
gasssela.
Hvussu framgongdin í
hesum virki hevur verið
gjøgnum tíðirnar, sæst
kanska einamest av teim-
um rakstrartølum, sum
PW fyritøkurnar hava at
halda seg til. Demi kann
vera rakstrartelini fyri
1957. Tá arbeiddu 40 fólk
hjá Wenzel Petersen, og
umsetningurin hetta árð
var 1,5 mill. krónur. Í dag
arbeiða 70 fólk á WP fyri-
tekunum, í ár verður um-
setningurin um 100 mill.
krónur.
WP fyritøkan er enn i
familjuni hjá stovnar-
anum. Tað er Líggjas
Husgaard, sum er stjóri.
Hann er abbasonur
Wenzel Petersen, sála.
Fleiri
og fleiri
Síða 9
sáttmálabrot
Føroya Arbeidarafelag
noyðist at stevna í nógu-
um forum
Trupulleikarnir á ar-
beiðsmarknaðinum
økjast í hverjum. Talið
av sáttmálabrotum er
vaksið stútt í ár, sigur
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Feroya Ar-
beiðarafelag.
Sakferarin hjá Fer-
oya Arbeiðarafelag
hevur fingið frá teim-
um minst 15 mál higar-
til í ár, og í nekrum
ferum eru arbeiðsgev-
arar stevndir.
Tað eru mál við sátt-
málabroti. Arbeiðarar-
nir fáa ikki alla lønina,
og summir arbeiðsgev-
arar eru hildnir upp at
at útgjalda len. Ar-
beiðsgevararnir, sum
bróta sáttmálan, eru
bæði almennir og pri-
vatir, og tað hendir í
ellum vinnum, sigur
Ingeborg Vinther.
Feroya Arbeiðarafe-
lag hevur nú skrivað til
ell lokalfelegini og
biðið tey um at gera
vart við sáttmálabrot-
ini, so skjótt sum tey
verða gjerd. Einki við
at bíða, tí so er málið
verri at loysa
Tað er hent nakrar
ferðir, tá Feroya Ar-
beiðarafelag hevur
gjert vart við sátt-
málabrot, ið hevur
staðið á leingi, at Fer-
oya Arbeiðarafelag
hevur vart seg við, at
tað má metast sum
venja, tá eingin hevur
mótmælt beinanvegin.
Eitt demi um hetta var
ósemjan um vaktar-
menninar á Skála
Skipasmiðju, sum í
áravís ikki hava verið
lentir sambært sátt-
málanum.
— Vit hava tí biðið
lokalfelegini um
beinanvegin at gera
vart við sáttmálabrot.
Og tað ræður um at
fylgja væl við, at sátt-
málin verður hildin,
sigur Ingeborg
Vinther.
randi