Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 31. oktober 1987 Nú Funnings kirkja fyllir 140 ár, kom eg at hugsa um, hvussu nógv henda kirkjan eins og aðrar í Før- oyum hava havt at týða fyri bygdafólkið gjøgnum árini. At Funningskirkja stendur mær serstakliga nær, er einki at siga til, sjálv eri eg doypt í kirkj- uni, og tað sigst, at eg græt so illa, at eg sparkaði bókina úr Sands-presti, hetta bara vera skregg! Tá ið eg var fødd í 1940, nýttu tey enn tann sið at vera kirkjugangs- kona, t.v.s. at kvinnan, sum hevdi átt barn, skuldi leiðast aftur til kirkjufólk- ið av prestinum. Mamma mín var óivað ein hin sein- asta kirkjugangskonan í Feroyum. (Hesum hevur hon sagt frá í Myndablað- num »Magn«). Tad er soleidis lagt mær i blóðið at hava áhuga fyri Funnings kirkju. Eg havi ofta tosað við eldri skila- fólk, eitt nú lærarinnuna Mariu Eide so seint sum í summar, tí hóast hon er uppi í nítiárunum, so er hon sera klár og minnist sjálvandi langt aftur í tíð- ina, og eg haldi, at fáur man halda meira av Funn- ings kirkju enn júst hon. Hesar letur við slíkum práti eru dýrgripir at eiga. Eitt, sum hevur undrað meg stórliga, er, at eingin veit at siga frá, hver hevur málað altartalvuna. Hon er so nýggj til tað, at onkur átti at vitað tað, men higartil hevur staðið fast sum í berginum. Sjálv myndin er av Jesus á krossinum, og havi eg var- hugan av at hetta er eitt hondini á men helst man kopi av eðrum målningi. Hetta er nýtt fleiri staðir í kirkjum okkara. Altar- talvan í Funnings kirkju er neyvan nakað stórt listaverk, um ein listamet- ari skuldi mett um tað, sjálvur málningurin er sera dekkur á liti, so ilt er at skilja heildina í mynd- ini, men fyri kirkjufólkið í Funningi hevur hon við vissu havt sín týdning. I gerðabók Funnings kirkjuráðs stendur, at talvan er komin til bygd- ina í 1928. Har er eisini bókað bræv frá Vilhelm Nielsen presti á Nesi, skrivað í apríl 1927. Hann biður kirkjuráðið halda fund, tí ein dani Carl Bech, Seby, sum hevur givið altartalvuna i Glyvra kirkju, fegin vil geva eina altartalvu til Gjåar kirkju, sum er i gerð, men hetta letur seg ikki gera, tá ið ein altar- talva longu er umbiðin til hesa kirkju, nevnliga vakra altartalvan hjá Niels Kruse. Vilhelm Niel- sen kemur tí við tí upp- skoti, at hann vil biðja nevnda Carl Bech geva altartalvuna til Funnings í staðin. Treytirnar eru bert, at kirkjufólkið sjálvt skaffar 100 krónur til vega; prestur heldur, at tað má far at eydnast teimum, tá ið skipsfólkið kemur heim. Sum uppí- skoyti skrivar hann, at hann metir altartalvuna at vera um 350 krónur verda. Eina viku seinni heldur kirkjuráðið fund, har sam- tykt verður at royna at út- vega tær 100 krónurnar og biðja Nielsen prest á Kirkjan við ánna 0Li PETEeS Nesi syrgja fyri, at altar- talvan kemur til bygdina. Soleiðis varð, men har komu tvær talvur, so bygdarfólkið sjálvt kundi sleppa at velja, hin, ið varð vrakað, fór so vítt eg veit til Skopunar kirkju HC.W. Tórgarð úr Havn setti ókeypis talv- una upp og gav rammuna. Ein sunnudag í summar var eg so aftur í kirkju í Funningi, og kom eg at hugsa um allar tær ferðir, eg havi sitið har sum barn og hálvvaksin í summar- frítíðum mínum, tí sjálv- andi fór ein í kirkju sunnu- dag, har var eingin, sum bar seg undan og heldur eingin noyðing, vit pynt- aðu okkum og bíðaðu ótol- in, til tað ringdi triðju ferð. Av og á kom prestur, og var hetta fyri bygdarfólk- ið serstakliga hátíðarligt, men mær dámdi líka væl, tá ið deknurin Jóan Petur (sum var giftur við fastur míni, og sum eg var og ferðaðist hjá) á sínum stillisliga máli, hátíðar- liga- og fyri meg tó so gerandisliga — las lestur- in, hetta var so iheimligt. Nú tú situr her, freist tú yvir, hvussu lítið her er broytt. Tú kagar út gjøgn- um vindeyguni, tey líkjast sær sjálvum — rútaglasið er eitt sindur óklárt, sum vanligt á gomlum glasi, rípurnar síggjast í, onkra staðni er tað sum at hyggja pgjøgnum eitt myndatól teir smáu, festu stakarnir til jólaljós eru enn í karmunum. Ég sitið sum so ofta fyrr á aftasta beinki hegru- megin, her síggi eg alt FEKNAB/ kirkjurúmið og tey, ið eru í kirkju. Fólk nýta somu sessirnar, bert hevur eitt ættarlið avloyst eitt ann- að, her eru tó nógv færri fólk í kirkju enn á barna- árum mínum, men summ- ardagur er, lætt er nú at sleppa av bygdini, og nógv er sum dregur. Eyguni fylgja bjálkun- um við teim myrku kvist- leiti upp í Eg fylgi útsker- unum í og tróðrið ingunum inni í kóri, tær eru so vakrar á at líta, hevði altíð hug at tekna fingrunum í luftini eftir teimum, men tað matti ein jú ikki… eg tanna ymisku ...bylgjan tímaglasið ... Sjongurin er hin sami, sama tónalagið. »Jesu dyrabara navn< skal syngjast sum í Funnings kirkju! Eg skeiti framvegis út gjøgnum vindeyguni yvir í Húsabein, í Húsafjeru, sum eftir mínum tykki er vakrasta fjeran, eg kenni, yvir á kirkjugarðin, leiðini eru so mong nú, eitt heilt ættarlið er farið, síðani eg var barn, har liggur slekt mín, forfedrar mínir, ja, so mong, sum eg var góð við. Suðið frá Stórá er enn sum eitt náttúrunnar urguspæl uttan steðg. Ein pinkulítil fossur rennur enn uttan fyri kirkjugarðin, ein rundur, hvítur steinur liggur í honum, hvussu mong ár hevur hann ligið her? Hinvegin sært tú sum smaágenta eg við sigi nevnini á innan- teimum mynstrunum lívstræið yvir á neystatekjurnar og longur út í Líð , tú sær Múlan og Tyril, Nes- tindar Nú kann tað ljóða, sum um eg siti burtur í eðrum heimi, ja, kanska ... at koma í Funnings kirkju er fyri meg eitt progv um, at hóast tíðirnar eru so nógv broyttar, og eg sjálv kanska við, so er tó okk- urt, sum er varandi, og hetta, at vit kenna okkurt sum aftur, vit upplivdu í barnaarunum, og sum Vit hava gjørt til em lut av okkum týdningarmikið fyri sálar sjálvum, lív okkara. Nú ringir klokkan út tey níggju biðislegini ljóða so hveli, tað rungar eftir í málminum, til eftir- ljóðið doyr út spakuliga ... Fyrr var kirkjan lett at fáa eyga á allastaðni í bygdini og i bønum, nú er tað, eins og er hon kropin saman niðri við sjóvar- málan, tí fleiri stór hús eru Síða 15 komin í bygdina, tó hetta er bert at gleðast um, tí annars doyr bygdin út, og tað má ikki ske Kirkjan er eitt non er framveri 1 IS tramveg! prýði fyri Funning tað. ið koma at hyggja at má alt hjúkla um hana, vera við fremst ferðafólk Eisini bygdarfólkið góð hana, men iyrst og DruKa hana, so nor } ikki bert verður ein fort gripur, men yvirlivir « På Ax 10 fedrar okkara hana su Guds hus Við yrkingini Kirk við ánna, sum Oli Dahl ættaður úr Funningi, yrkti fyri fleir árum påp: mir síðani, sendi eg kveðu til Funnings kirkju og bygdarfólkið har. Tóra Dahl Sandberg Kirkjan við ánna Stendur so eina við ánna tjørubrædd, takt vid flagi og lýður á suðið, sum ber tær boð — — gleðis- og sorgarkvæði — — Stendur so eina við ánna, sum fødd út úr fjallanna veldi Boðar sælu og frið um hann, sum var merktur av kærleikans eldi. Vit lærdu at æra teg, tá vit tráddu tína gátt, Tú gjerdi, at vit kundu kenna, at her var til loftar hátt. TY yvir tær var himin, og í tær var náð' Fedrar og vit fingu feðslu, og sælur er hver, tá hann fer um deyðavánna at hava ognað sær teg — kirkjuna við ánna.