Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-10-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 31. ok Judo: tober 1987 Gekst sum væntað Vikuskiftið 24. og 25. ok- tober 198. fór fram Norðurlanda- meistarakapping í judo fyri kvinnur og mansung- lingar. Judosambandið var um- boðað av fýra mansung- lingum: Búgva Poulsen og Jan Vang, sum lúttóku í bólkinum undir 60 kg., og Boga i Homrum og Sam Vang, id luttóku í bólk- inum 60-65 kg. Bólkurin undir 60 kg. Í bólkinum undir 60 kg. hendi tað í lutakastinum, at Jan og Búgvi komu beinleiðis víðari frá fyrsta til næsta umfar. Í tí umfarinum kom Jan ímóti Pasi Lauren úr Finnlandi, og Jan tapti hendan dystin. Búgvi kom ímóti Mike Mukkula, eisini úr Finnlandi, og eisini Búgvi tapti. Tað kom at vísa seg, at Pasi Lauren gjerdist vinnari av kappingini, meðan Mika Mukkula gjørdist nr. 2. Allir teir, ið tapa móti finaluvinnarunum, sleppa at kappast sínámillum um 3. plássið. Í hesum umfarinum kom Búgvi at kappast móti Jeran Paulsen úr Noreg og tapti, meðan Jan kom ímóti Olav Áse, eisini úr Noreg. Jan tapti eisini hendan dystin. Harvið var kappingin liðug fyri okkara viðkom- andi í hesum bólkinum, og endaliga úrslitið av bólk- inum gjerdist: 1. Pasi Lauren, Finnland 2. Mika Mukkula, Finn- land 3. Mika Kauppinen, Sve- ríki 3. Olav Áse, Noreg 5. Lars-Olof Lycknell, Sveríki 5. Jeran Paulsen, Noreg 7. Baldur Stefansson, Is- land 7. Sune mark 9. Bugvi Poulsen, Føroyar 9. Jan Vang, Føroyar 60 - 65 kg. bólkurin Í bólkinum 60-65 kg. lut- tóku Bogi í Homrum og Sam Vang fyri Feroyar. Lutakastið fall soleiðis, at í fyrsta umfari kom Pedersen, Dan- Bogi ímóti Marko Korhonen og tapti, meðan Sam kom ímóti Janne Mykkymaki og tapti eis- ini. Harnæst komu teir til kappingina um bronsu- merkið. Har kom Bogi ímóti Janne Myllymaki. Hesin dysturin gjerdist sera spennandi fyri okk- um. Tað eydnaðist Boga at fáa stig ímóti Janne (eitt yoku), men tað eydnaðist honum tó ikki at vinna. Janne vann við tveimum yoku móti tí eina hjá Boga. Sam kom ímóti Marko Korhonen, men hendan dystin tapti Sam, og enda- liga úrslitið av hesum bólkinum gjerdist: 1. Fredrik Noren, Svøriki 2. Johan Thorsman, Sve- ríki 3. Stig Traavik, Noreg 3. Marko Korhonen, Finn- land 5. Janne Myllymaki, Finn- land 5. Andre Walgren, Noreg 7. Eirikur Kristinsson, Is- land 7. Helgi Juliusson, Island 9. Bogi i Homrum, Føroy- ar 9. Michael Albrechtsen, Danmark 9. Sam Vang, Føroyar 9. Allan Trampedach, Danmark Opin bólkur Umframt tað teknaðu Bogi og Sam seg til opnan bólk til stuttleika, hóast allir hinir, ið royndu seg í hesum bólkinum, vóru 20- 30 kg. tyngri enn Bogi og Sam. Í hesum bólkinum kom Bogi fyrst móti Panu Vauhkonen, og hendan dystin vann Panu. Sam kom móti Gisle Magnus- son úr Íslandi og tapti dystin. Í kappingini um 3. plássið kom Bogi móti Gisla Magnusson og tapti, medan Sam tapti móti Panu Vauhkonen. Harvið vóru okkara lut- takarar útslignir úr hes- um bólkinum, og tað var eisini væntandi áðrenn teir meldaðu seg til. Samanumtikið Samanumtikið kann sig- ast, at kappingin gekk nekunlunda sum Judo- sambandið hevdi væntað. Vit taptu allar dystirnar, men tó má sigast, at vit lærdu nógv av hesi kapp- ingini. Vit funnu út av, at hetta er avgjørt eitt stødi, sum vit kunnu koma at gera okkum eitt sindur galdandi, um vit leggja nóg nógv í venjingina. Næsta Norðurlanda- meistarakappingin fyri kvinnur og mansungling- ar verður í Feroyum í 1989, og fyrsta dagin fara føroysku judoleikararnir undir at fyrireika seg til hesa kappingina, og tá kunnu vit vænta, at vit vinna nakrar dystir, ja, um nóg mikið verður lagt í venjingina, er ikki óhugs- andi, at vit hava megu- leika at fáa okkurt heiðursmerki tá. Finnlendingar og sviar vístu seg at vera teir bestu í hesi kappingini. Meguliga vóru okkara leikarar eitt sindur óhepn- ir í lutakastinum, menilt er at siga um tað hevði gingist nógv betur, heyði úrslitið fallið ødrvisi. Feroysku judoleikarar- nir vita nú, hverjum steði vit liggja á innan mans- unglingar, og vit vita nú, hvussu nógv skal leggjast í vent ing, skulu vit framhald- andi luttaka í hesum kappingum. Er viljin til staðar, kunnu vit rekka langt. KJARTAN DALSGAARD TRYGGINGAR UMBOÐS N STOVA HOYDALSVEGUR 6, X TLF 1 5222 / N et — har flestu tryggingar kunnu teknast 0000000000000000000 Avgreiðslutíðir: 9—12 og 13—16