týsdagur 3. november 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.
Telefon 118 20
Argjavegur 28, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
: Utgevari:
Abyrgdarblaðstjári:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk :
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Tann-
læknarnir
og
sjúkrakassin
NÚ vóru aftur tíðindi at hoyra frá
tí langvariga bardaganum millum
sjúkrakassar og tannlæknar. Og
boðini komu frá tannlæknunum
um, at teir nú slitu samráðing-
arnar við sjúkrakassarnar um ein
nýggjan sáttmála.
NÚ ERU fleiri ár síðan sáttmálin
fór úr gildi og síðan hava partarnir
togast aftur og fram og úrslitið er
null. Nú skulu vit ikki her taka
stødu til hver ið hevur rætt í hes-
um máli. Men alt hetta sigur okk-
um, at okkurt er galið við sjálvari
skipanini, og vit spyrja okkum
sjálvi, hvussu tað kann bera til at
vera uttan sáttmála millum ein
viðgerðarbólk og ein felgsskap
av stórt øllum fólki i Føroyum.
Tað er jú hesin felagsskapur, sum
skal tryggja okkum, at gjaldið fyri
viðgerðina skal vera á eini leið.
Og vit fáa nærum ta fatan, at
tannlæknarnir halda tað vera ein
fyrimunur ongan sáttmála at
hava við sjúkrakassarnar. Og tá
er tað ein ótolandi støda. Vit hava
fingið at vitað, at samráðingarnar
higartil eru farnar fram skrivliga,
og tí hava tær verið so trekar.
Men hví ikki fáa ein semings-
mann sum við øllum ødrum træt-
um. Um landsstyrid setti seg i
samband vid partarnar og i semju
vid teir fekk sett ein semings-
mann, kundi hesin kalla partarnar
saman, og kundi so vid beinleidis
samrådingum roynt at fingið eina
semju i lag.
MEÐAN vit eru vid sjúkrakass-
arnar, kundi kanska verið vert at
komið inn á læknarnar eisini.
Nakað herfyri var ein sending í út-
varpinum um viðgerð av nerva-
veikum. Her førdi ein sakkønur
fram, at avløningin av læknum
veruliga er ein fording fyri, at
nervasjúk fingu ta viðgerð, sum
tey áttu at fingið. Ein kommunu-
lækni fær jú eina ávísa samsýn
ing pr. viðgerð. Og hesa samsýn-
ing fær hann uttan mun til um
viðgerðin varir 1 minutt ella eitt
korter, ella hálvan tíma ella meira.
HETTA er ein heilt høpisleys skip-
an. Hjá einum tannlækna veit ein
hóast alt nøkurlunda, hvør tíð fer
til tær ymsu viðgerðirnar. Men
ein viðtala hjá einum kommunu-
lækna kann yvirhøvur ikki setast
tíð uppá. So at løna teimum eins
og flakafólki, sum fáa løn í mun til
ta fiskanggd, tey fáa frá hondini,
er satt at siga høpisleyst.
HENDA spurning eiga sjúkra-
kassarnir eisini at taka upp. so-
leiðis at arbeitt verður móti tí
máli, at læknarnir fáa løn eftir
teirri tíð, teir nýta. Tað kann ikki
vera nakað sum helst høpi í eini
skipan, har læknarnir skulu missa
pening uppá at taka sær tíð til ein
sjúkling.
KANN hetta ikki gerast í semju
millum læknar og sjúkrakassar,
eigur tað almenna eisini at kenna
sína ábyrgd her. Kanska vísa hesi
dómi, at tørvur er á nýhugsan
innan sjúkrakassarnar.
HAVNAR Sjúkrakassi fylti herfyri
100 ár. Og hevur hann uttan iva
verið til stórt gagn fyri limirnar.
Men spurningurin er um ikki
leiðslan í sjúkrakassunum skuldi
nýtt hevið til i samráð við læknar,
sjúkrakassar og ikki minst lim-
irnar at umhugsa um ikki skipan-
in sum so í nógvar mátar er avold-
að. Hvat við at sett eina nevnd at
umhugsa sjúkrakassarnar tey
komandi 100 árini, uttan at skeitt
varð ov nógv at teimum farnu
100!
er ER sosialurin | 0 Nr. 125 — 3. november 1987
BJÓÐA IKKI MÆR!
EG KOYRI $
Frá BYGDALEIÐUM
108: Oyrabakki-við Sjogv-Signabøur-
við Sjógv-Oyrabakki
Sagt verður frá, at Bygdaleiðir skúladagar koyra á hesi leið við
næmingum til Felagsskúlan á Oyrabakka. Onnur ferðandi eru
eisini vælkomin.
Prísurin til Kollafjørð er stig 2 — t.v.s.
vaksin børn & pensiónistar
einkultferdasedil 10 kr. 5 kr.
10-ferdakort 70 kr. 35 kr.
månadarkort 200 kr. 100 kr.
Til onnur pláss er prisurin tann sami sum úr Kollafirði.
Fylgjandi ferðaætlan er galdandi:
BERT mánadag bert mánadag-
SKÚLADAGAR -hósdag friggjadag hósdag
640 12.20 14.10 Oyrabakka
við Sjógv 7.00 12.50 14.40
í Signabø 7.10 13.00 14.50
við Sjógv 7.15 13.05 14.55
á Oyrabakka 7.50 13.40 15.20
BYGDALEIÐIR