Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1987síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ KN BÚ sg Gå pe i Nr. 125 — 3. november 1987 Ur at gera Í dag hava tey ur at gera å NOMA- TEK. Nyggi bygningurin gevur teimum eisini møguleika at nøkta størri og størri part av eftirspurninginum. Tey gera utgerå til fiskivinnuna tvs. bæði til skip og fiskavirki, men eisini alarar banka javnan á dyrnar hjá NOMA-TEK. Virkið hevur fyrst og fremst special- iserað seg at arbeiða við rustfríum stáli. Nakað av arbeiði verður tí eisini gjørt fyri virki og fyritøkur, sum ikki hoyra til fiskivinnuna. Eitt nú vendi Frants Restorffs bakarí sær til NOMA-TEK. tá teir herfyri skuldu hava eina stóra eymhettu. Tað tóku fakfólkini á NOM A- -TEK sær av. I letuni gera tey takrennur úr rustfríum stáli til Sparikassan. A NOMA-TEK rokna tey tó við, at virkið fer at brúka meginpartin av ork- uni til at framleiða útgerð til fiskivinn- una. Nógv projektering Í letuni eru tey í ferð við at framleiða meginpartin av útgerðini, ið skal setast upp á flakavirkinum í Vík, sum verður útbygt og nútímansgjert. Hvat viðvíkur ráðgevingini, so er eisini har nógv at takast við. Eitt nú hevur NOMA-TEK projekterað virk- ið, sum føroyingar eru í ferð við at byggja í Senegal. Her kann so eisini framleiðsla av útgerð koma upp á tal. Somuleiðis hava teir hjálpt byggifelagn- um Pihl & Søn við projektering i Somalia. NOMA-TEK hevur so eisini projekt- erad fleiri arbeidsdekk i fiskiskipum. Eitt nú hava teir teknað arbeidsdekkini á teimum báðum trolarunum, ið Jákup Joensen í Lopra letur byggja í Noregi. So arbeiðið á teknistovuni er fjølbroytt. Nevnast skal eisini, at NOMA-TEK hevur verið við at projektera fiska- góðskingarvirkini Blue North og Bakka- frost, nú tey eru farin undir at framleiða surimi og Crab-stick. Stóran týdning Bæði Óla Svend, Jákup og Helgi eru á einum máli um, at tað hevur stæran týdning fyri Feroyar, at vit hava eitt tíðindablaðið virki sum NOMA-TEK. Tað kann sigast bæði gott og ringt um tað arbeiði, sum útlendskir ráðgevarar og framleiðarar hava gjørt fyri føroysku fiskivinnuna. Tað skerst tó ikki burtur, at fiskivinna okkara er nógv betur stødd, tá vit hava bæði ráðgeving og framleiðslu i Føroyum. Hetta hevur ikki minst at siga, tá talan er um at gera broytingar og rætta brek. Tá kann langi vegurin til ráðgevan og framleiðslu í út- landinum vera til stóran bága og vera sera kostnaðarmikil. Stutt miilum framleiðara og brúkara Við at hava ráðgevan og framleiðaran so tætt upp at sjálvum brúkaranum, ser- liga verður her hugsað um flakavirkini, so gevur hetta bæði brúkara og fram- leiðara fyrimunid. Brúkarin hevur meguleikan at fáa eina meira vælvirkandi og skjótari service. Restar honum t.d. eykalutir, so skal ikki farast av landinum eftir teimum. Teir kunna tá vera á goymslu her heima. Hinvegin hevur framleiðarin og ráð- gevin — í hesum ferinum NOMA- TEK — stóra nyttu av at vera so nær brúkaranum. Hetta gevur honum megu- leika skjótari og lættari at loysa trupul- leikar á eitt nú flakavirkinum, og upp longri sikt ger hetta so, at »know how« verður á føroyskum hondum og kann seinni brúkast av okkum sjálvum við útflutningi fyri eygað. Fiskivinnuteknologi Hóast Helgi Nolsee var við til at leggja lunnar undir NOMA-TEK, so hevur hann ikki arbeitt á virkinum hesi sein- astu árini. Orsekin er tann, at hann fyri seks árum síðani fór til Danmarkar at útbúgva seg til verkfreðing. Fyrr í ár tók hann prógv við Álborg Universitetssenter sum civilverkfroð- ingur vid serligum atliti til fiskivinnu- teknologi. Helgi er tann fyrsti føroyingurin, sum hevur tikid hesa utbugving. Tad eru annars bara einir 10 danir, sum hava hesa somu utbugvingina. I dag arbeidir Helgi so aftur å hesa somu útbúgvingina. I dag arbeiðir so Helgi aftur á NOM A- TEK. Sjálvur „heldur hann verkfreð- ingaútbúgving við fiskivinnuteknologi vera júst tað rætta á slíkum virki sum NOMA-TEK. Útflutningur Helgi ivast onga letu í, at grundarlag er fyri einum virki sum teirra her í Fer- oyum. Hann er eisini so mikið bjart- skygdur, at hann heldur grundarlag vera fyri ávísum útflutningi í framtíðini eisini. — Eg haldi, vit framleiða nakað, sum vit kunna útflyta. Av tí at vit hava so tætt samband við flakavirkini, so hava vit meguleika at loysa trupulleikar og finna fram til nýggjar loysnir, sum so aftur kunna brúkast í eini ætlan at fara undir útflutning, sigur Helgi, men leggur tó aftrat, at treytin er ein vælkoyrandi verkstaður. I dag hevur NOMA-TEK fingið sín fasta »stab« av handverkarum, ið ser- liga eru upplærdir at arbeiða við rust- fríum stáli. Tað eru m. a. hesir. sum skulu tryggja NOMA-TEK eina framtíð, sum í fyrsta lagi minkar um innflutningin og í eðrum lagi ekir um úttlutningin. Slíkt stavnhald kann eitt virki sum NOMA-TEK og tey 20 starvsfólkini, teirra millum teir tríggir verkfrøding- arnir, bara vera errin av. Sveisingin er sera týðandi partur ax eilum arbeiðnum á Noma-Tek