Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. november 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 125 — 3. november 1987 Dagbjartur Hammer og Finnbjørn Zachariasen REN SUN N HEITT AN Borðtennis Fyrsta umfar í borðtennis- laging til ta størru leik- kappingar“ ímillum lið- SS SNG S SNES kappingini í 1. deild varð leikt friggjakvøldid. Í fyrsta dystinum vann AB á Streymi 6-3. Síðan leiktu Fram og Streymur, og her var steðan eina løtu 5-3 til Streym men frammararnir leiktu seg væl uppaftur, vunnu ta síðstu singluna og vunnu báðar doublurnar, so at endaliga steðan gjerdist 6-5 til Fram. Avgerandi í hesum um- farinum kom sostatt at gerast dysturin millum Fram og AB og hóast teir einsteku dystirnir vóru sera javnir, so var tað tó Fram, ið royndist stinnari og vann dystin 6-3. Klaksvíkingar luttaka í 1. deild í ár. Tiverri barst einum teimum frá vegna sjúku, so at allir dystir teirra byrjaðu við 0-3, men leikur teirra boðaði frá góðum, og við einari til- ferðina í 1. deild, er einki at ivat í, at teir koma at geva hinum liðunum trupulleikar. Birgir Carlson, Fram, royndist stinnasti leikari og vann allar sínar dystir. Honum á baki kom Petur Niclasen, AB, ið einans tapti móti Birgiri. Úrslitini vóru: Fram- Streymur 6-5, Fram-AB 6- 3, Fram-KBF 6-1, AB- Streymur 6-3, AB-KBF 6- 0, Streymur-KBF 6-1. Stødan aftanå 1. umfar er: Fram 3 dystir, 6 stig AB 3 dystir, 4 stig Streymur 3 dystir, 2 stig KBF 3 dystir, 0 stig Elitukapping Kappingarnevndin i BTSF hevur avgjørt at hava sokallaðar >-elitu- kappingarnar. Við í elitu- kappingini verða einir 8- 10 leikarar, og skuldu hesir helst verið bestu leikarar í Føroyum. Einar fýra kappingar vera tilsamans. Seinasta kappingin verður aftaná at FM-kappingin fyri lið er avgjerd. T.v.s. aftaná 15. januar 1988. Endamálið við elitu- kappingini er m.a. at fáa úttikið eitt so gott lands- lið sum gjørligt. Avgjørt er at luttaka í Europa liga- ini í Íslandi, sum verður í døgunum 19. - 21. febr. næsta ár. Luttikið verður i 3. deild. Annars er endamålid eisini grundað á Oyggja- leikirnar í 1989. Ætlanin er at venja so miðvíst, at vit í 1989 eiga eitt sterkt OL-lid, sigur umboð fyri Borðtennissambandið. Gdm- Vilmund Jacobsen Finnbjorn og Jákup úr Streymi í einum »double- dysti« HEN SS Ein av borðtennis- veteranunum, Elias Mikkelsen Dagbjartur Hammer og Birgir Carlson í einum doubledysti