týsdagur 3. november 1987síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SN
Nr. 125 — 3. november 1987
Aðalfundur i FDF
Fótbóltsdómarafelag Føroya heiði sín fyrsta
aðalfund leygardagin.
Aðalfundurin hjá FDF, ið
skuldi verið í vár, varð í
staðin á Hotel Hafnia
leygardagin. Sum til so
nógvar aðrar aðalfundir
innan ÍSF, vóru nógv
feløg, ið ikki mettu.
Hetta, at feløg ikki meta
til aðalfundir, er ikki
annað enn at harmast um,
ti flest øll vita, at tá ið
nakað er á vási, tað veri
ser småting o.a., himprast
eingin við at klaga til ta
og ta nevndina, hóast við-
komandi feløg/felag
møguliga ikki hevur verið
á aðalfundum innan ÍSF í
fleiri ár.
Tað átti at verið uppá
tíðina, at leiðslurnar í
teimum ymisku felog-
unum vóru so mikið at
sær komnar, at tær um
ikki annað sendu avboð til
aðalfundir, sum eitt nú til
aðalfundin hjá fótbólts-
dómarafelagnum.
Á skránni á fundinum
FDF var ma. val av
nevnd. Jákup Simonsen,
sum hevur verið formaður
síðan felagið varð stovn-
að, bar seg undan aftur-
vali. Í nevndini sita nú
Niclas á Líðarenda, Kim
Eidesgaard og Ruben
Andreasen, sum er ný-
valdur.
Fundarsamtykt
Ein fundarsamtykt varð
viðtikin á fundinum, har
heitt verður á fótbólts-
sambandið um at seta
fram uppskot á komandi
aðalfundi tann 21. nov. í
ár, har samtykt verður, at
til tess at feløg kunnu lut-
taka í 1., 2. og 3. deild,
skulu felogini hava
meldað til minst eina dóm-
aratrio til landskapping-
ina.
Skeið
Upplýst varð eisini á
fundinum, at FDF fer at
skipa fyri skeiðum í vetur.
Talan er um skeið bæði
fyri verandi dómarar og
fyri dómarar á byrjunar-
steði. Tað er vón FDFS, at
feløg kring landið visa
skeiðunum áhuga.
Búmerki
Fótbóltsdómarafelagið
hevur avgjørt at taka við
einum uppskoti til bú-
merki. Hannis Egholm
hevur gjørt búmerkið, ið
vísir teir tríggjar bókstav-
irnar >FDF< uppá ein
heldur abstraktan hátt. D-
ið ímyndar eina dómara-
floytu.
Gdm-
Frágreiðing formansins til árs-
aðalfundin hjá Fótbóltsdómara-
felag Foroya 31. okt. 1987
Lat meg byrja við at siga,
at hetta er fyrsti aðalfund-
ur hjá Fótbóltsdómara-
felag Feroya (FDF). Av
ymiskum orsøkum varð
eingin aðalfundur hildin í
vár, so eg skal vegna fe-
lagið bjóða tykkum væl-
komin á fyrsta aðalfundin
hjá Fótbóltsdómarafelag-
num.
Fótbóltsdómarafelag
Feroya varð stovnað 23.
febr. 1986. Í grein 3 í lóg-
ini hjá felagnum stendur
m.a. um at útbúgva fót-
bóltsdómarar. Eitt tað
fyrsta, nevndin fór í
gongd við, var at fáa eina
langtíðarætlan hvat við-
víkur útbúgving av dóm-
arum og eygleiðarum.
Nevndin var samd um, at
endamálið við einari dóm-
araútbúgving má vera at
— dygdin á dómarum
verður í lagi
— tað gerst »atraktivt« at
vera dómari
— rettu dómararnir dema
t.d. 1., 2. deild o.s.fr. (hesir
verða funnir m.a. við til-
mæli frá eygleiðarum)
— at útbúgvingin lýkur
tey krev, ið sett verða í
grannalondum okkara
Samráðingar vóru so
tiknar upp við DBU, (her
er at nevna, at FSF hevði
fingið eitt samstarv við
DBU um venjaraútbúgv-
ing, ið hevði roynst væl),
tí varð hildið, at DBU
kundi eisini hjálpa og leið-
beina okkum í byrjanini.
Ein avtala varð gjørd við
DBU um, at eitt skeið
skuldi verða í des. 1986,
og eitt í apríl 1987. Skeið-
ið skuldi enda við próv-
teku, eisini skuldi skeið
verða fyri eygleiðarum.
Eg haldi at eg kann siga,
at vit vóru ógvuliga
hepnir við at fáa teir
tríggjar. Søren Møller,
Preben Hald og V. B.
Larsen upp higar at fyri-
skipa skeidini, men sam-
stundis skal Kurt Søren-
sen ikki verða gloymdur.
Hann kom so trúliga upp
higar, hverja ferð heitt
varð á hann, so ikki kann
sigast annað, enn at Kurt
hevur gjert eitt stórt ar-
beiði fyri feroyskar dóm-
arar. Hetta var so byrj-
anin hjá nevndini, og
kunnu vit nú so hyggja at
farna kappingarári.
Kappingarárið
1987
Til kappingarárið 1987, ið
júst er farið aftur um bak,
skipaði Fótbóltsdómara-
felagið fyri tveimum dóm-
araskeiðum (bæði fyri ver-
andi dómarum og fyri
nýggjum dómarum).
Hetta varð gjert fyri, at
dómararnir skuldu hava
meguleika fyri at fyrireika
seg til fótbóltskappingina
so gott sum meguligt. Tað
vóru nógvir dómarar, ið
nýttu henda meguleika,
einir 70 í tali, sjálvt um
ávís ekir í landinum
kundu verið nógv betur
umboðað.
Hvussu hevur so kapp-
ingarárið hildnast hjá
dómaranum. Jú, tað eru
óivað ymiskar meiningar
um tað — og soleiðis eigur
tað at vera, serliga, tá ið
sakligt kjak um dómarar
fer fram, tað skaðar ikki.
Mín meting er, at dóm-
ararnir hava klárað seg
væl. Tað er stór fram-
gongd at síggja hjá nógv-
um (skulu bara hava fleiri
dystir fyri at fáa royndir),
og vit hava havt fleiri
góðar dómarar í nógv ár.
Lat meg her bera eina
tekk til teir dómarar, sum
ár um ár hava so trúliga
rekt sína uppgávu sum
dómari — hjartans tekk
eiga tit. Tað er ikki altíð
so stuttligt at standa
einsamallur á vellinum, tá
ið hart leikar á, men tað
eru eisini nógvar góðar
letur tíbetur. Men fyri at
venda aftur til kappingar-
árið, kann sigast, at sum
heild royndist árið væl hjá
dómaranum.
Eitt, ið ikki kom í rætt-
lag, var eygleiðaraskipan-
in, sum hevði gagnað
demingini væl. Tað er tor-
ført at fáa eina tilika skip-
an upp á beinini, men
verður nógv arbeiðsorka
løgd í, er møguleiki fyri at
fáa hana at virka komandi
kappingarár.
Ein av okkara dóm-
arum, Nemus N. Djur-
huus, var dómari í Norður-
landakappingini fyri
dreingir, sum var í Sveríki
24. til 30. juli. (Henda
meguleika hava vit nýtt
tvær ferðir áður). Her skal
vístast á frágreiðingarnar
hjá Niclasi og Nemusi,
sum eru viðlagdar.
Eitt er heilt víst, henda
meguleika mugu vit ikki
lata okkum gleppa av
hondini. Hetta má vera
byrjanini til enn meira
samstarv hjá dómarunum
við hini Norðurlondini.
Tað vil eggja okkara dóm-
arum enn meir, um teir
hava meguleika at fara
uttanlands at døma.
Tá ið skeiðið í apríl mán-
að var liðugt, setti Preben
Møller hetta uppskotið
fram, sum eg haldi vera
skilagott. Tað ber á tann
bógv, at vit ein dag hava
okkara egnu lærarar
(instrukterar).
Hann sigur m.a. í upp-
skotinum:
a. »Teoriinstruktører
Der kunne spares tid (og
penge), hvis Í udpegede 2-
3 mand i forskellige om-
råder, der var så dygtige
til teorien og er i stand til
at undervise, at de kunne
undervise og forberede
aspiranterne i de forskell-
ige områder, så der kun
blev tale om en egentlig
afpudsning, når vi kom
derop for at foretage
dommereksamen.
Senere kunne disse
instruktører uddannes
med henblik på at bestå
en DBU-teoriinstrukter
prøve. En sådan prøve
kunne forestås sideløb-
ende med den øvrige
kursusvirksomhed, når vi
var deroppe alligevel.
b. DBU-bedømmere
Når jeres dommerudvalg
og bedømmere har
fungeret et stykke tid og
har høstet nogen erfaring,
kunne nogle af disse
måske tænke sig at gå op
til en egentlig DBU-
bedømmerprøve med Fær-
øerne som arbejdsområde.
En sådan prøve kan
også forestås, når vi er
deroppe alligevel«.
Sum ådur sagt so haldi
eg, at vit skulu halda fram
við tí arbeiðsætlan, ið var
stungin út í kortið í vár.
Hetta krevur samstarv
við Fótbóltssambandið,
sum ikki hevur verið
nakar trupulleiki higartil.
Eitt uppskot er nú kom-
ið frá Fótbóltssam-
bandinum til aðalfundin
hjá teimum um, at tað
skulu vera 10 lið í I., II. og
III. deild. Hetta kundi
verið vert at kjakast um,
og at aðalfundurin kundi
tikið steðu til eitt tilmæli,
ið kundi verið sent til Fót-
bóltssambandið.
Her verður hugsað um,
vit hava nóg nógvar dóm-
arar, ella er hugsanin
tann, at dómararnir fáa
fleiri dystir, ið vil gagna
teimum.
S íða 15
Búmerkið hjá FDF, sum
Hannis Egholm hevur
teknað
Persónliga skal eg ikki
siga mína hugsan um
málið nú, áðrenn vit hava
skift orð um tað. Men
spurningurin er, um vit
ikki skulu kaga at granna-
londum okkara og læra av
teimum, ella skulu vit
taka stig til at ekja liðini í
1., 2. og 3. deild?
At enda vil eg takka øll-
um démarum, ið hava
dømt i landskappingini i
år, og vóni, at tit halda
fram tey komandi årini og
virka til gagn fyri fótbólt- |
in í Feroyum.
Við ítróttarkveðu
Jákup Simonsen
B36 nýggja nevnd
Á aðalfundi hjá B36 næst-
seinasta sunnudag var
m.a. val av nend. Í nevnd-
ina komu Kristian á
Nevstabe, form., Helena
Hansen, næstform., Kjart-
an Mohr kassam., og
Odmar Færø tiltakslimur.
Tiltakslimur varð valdur
Jákup í Jákupsstovu.
Odmar Fære skal serliga
taka sær av byggimálum.
Ungdómsnevnd varð
eisini vald. Í henni sita
Hugin Samuelsen, Karl
Arni, Sverri Videre og
Magni Danielsen.
Á aðalfundinum varð
nógv tosað um bygging
av nýggjum helum. Sum
nú er, er stødan »kaotiskt«
sigur umboð fyri B36.
Umleið 20 lið fara at lut-
taka næsta kappingarár,
bæði kvinnur og menn,
ung sum eldri. Sum er,
hevur B36 bert tað eina
brúsurúmi, og eitt um-
klæðingarrúm, so ein og
hver skilir, at nakað má
gerast beinanvegin.
10 lið í 1. deild
Tosað varð eisini um upp-
skotið viðv. tíggju liðum í
1. deild. Hetta tekur
nevndin í B36 fult undir
við. Teir meta, at kapp-
ingin verður breiðari, og
harvið verður sterri
spenningur í.
Væntandi verður nekur-
5
>
£
Kristian á
Neystabø, #
nyggjur form. 5
síggja á B36-liðnum aftur *
komandi ár.
spurningurin er ikki av-.
gjørdur, men roknað verð-
ur ikki við stórvegis
broyting tí viðvíkjandi.
Gdm-
lunda sama manningin at ;.
Venjara- £
|