týsdagur 3. november 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Føroyingar duga log
— men mangla
»stil og profil«
Frågreiding hjå Nemus Djurhuus å adal-
fundi hjå FDF
leygardagin 31.10.87.
Nemus var á dómaraskeiði i Svøriki í juli
månada, og frågreidingin er grundad å
skeiðið.
Vit hava gjørt av at seta hesa áhuga-
verd grein í blaðið, og hava vit fyrra part
av greinini í dag, meðan seinni partur
verður í blaðnum hósdagin.
Endamálið við skeiðnum var at fínpussa teir
komandi UEFA og FIFA dómararnar.
(Undirritaði var so heppin at sleppa við á
hetta framúrskarandi skeið, sjålvt um vit ti-
verri íkki eru komnir so langt í spurninginum
viðvíkjandi limaskapi i UEFA/FIFA). Spurn-
ingurin var so hvat var at finpussa hjá hesum
framúrskarandi dómarum.
Hvat skilst við ein góðan
„matchleader<? Hendan
spurning fingu vit settan
fleiri ferðir um dagin, teir
dagar skeiðið vardi.
Ymsar metingar vóru,
men at enda varð ein
samandráttur gjerdur.
Ein góður »matchleader«:
hava tamarhald á dyst-
inum
vera í nánd av ástað-
num, tá nakað hendir
um tað er álvarsligt,
vera á sjálvum ástaðnum.
»myndigheit«, uttan at
vera óheviskur ella
bonskur
persónleika, uttan at
virka dominerandi ella alt
ov pertentligur
atburður: at ein ikki
„sæst< á vellinum, tó so-
leiðis at leikararnir vita at
dómarin er til staðar um
nakað ólógligt verður
gjørt.
tosa við kroppinum, so-
leiðis at leikararnir skilja
um tú ert ónegdur við at-
ferð teirra, tá teir gera eitt
heldur groft fríspark, sum
tó ikki er til eitt gult ella
reytt kort
tosa við kroppinum, tá
avtalur, gul ella reyð kort
skulu gevast
yvirhalda framferðar-
háttin tá gul og reyð kort
skulu gevast.
(Tá ein gevur gul ella
reyð kort, verður blást
nakað harliðga í floytuna.
Síðan verður við hondini,
ikki peikifingrinum,
veittrað eftir leikaranum,
sum skal koma til dom-
aran og ikki tað at dóm-
arin skal fara til leikaran.
Tá hann er komin yvir,
verður sagt hvat hann fær
kortið fyri, samstundis
sum tað verður skrivað í
bókina. Tá alt hetta er
liðugt, verður kortið víst
leikaranum. Kortið skal
vísast við myndugleika).
Samarbeiðið
dómari/linjuverji
Ilt er at greiða uågreini-
liga frá hvat fekst burtur
úr hesum. Tað er nú so-
leiðis, at teir flestu dóm-
arar hava sín egna stíl.
Sum heild kann sigast, at
tað var tað sama sum ein
hevur fingið at vitað á
teimum dómaraskeiðum,
sum hava verið í Fer-
oyum.
Eg kann tó nevna okk-
urt, tosað varð um:
Linjuverjin avger hver
eigur innkast, tá bólturin
er uttanfyri vellin á sínum
egna diagonali. Dómarin
avger hver eigur innkast á
sínum diagonali, linjuverj-
in skal tó veittra bóltin
úti.
Off-side eigur bert at
verða veitra, um tað er
straffbart. Verður veittra
og dómarin metir at tað
ikki er straffbart, skal
hann veittra linjuverjan
av. Tå skal linjuverjin alt
fyri eitt taka flaggið
niður.
Er fríspark í nánd av 16-
metrinum, skal linjuverjin
taka off-side, meðan dóm-
arin tekur mállinjuna
Hetta fyri ikki at binda
dómaran í eini off-side
steðu.
Linjuverjin hevur einki
at gera inni á vellinum,
uttan eftir boðum frá
dómaranum.
Tó, blívur dómarin
skaddur, so hann ikki
kann halda á við dem-
ingini, skal linjuverji nr. 1
yvirtaka dømingina. Hvør
er tyrsti linjuverji skal av-
gerast áðrenn farið verður
á vellin.
Linjuverjin skal íkki
standa og hyggja at fót-
bólti, men fylgja næst-
síðsta verjuleikara. Hetta
er ógvuliga avgerandi
fyri, at linjuverjin hevur
ta rettu plaseringina tá
týðandi avgerðir skulu
takast off-side viðvíkj-
andi.
Hjálpa dómaranum um
fríspark verður gjert inn-
anfyri brotsteigin ella
uttanfyri. Hetta kann vís-
ast við at halda flagginum
móti mállinjuni (um tað er
innanfyri) ella halda flagg-
inum móti miðjuni (um
tað er uttanfyri).
Linjuverjin skal ikki
veittra fyri frísparki
straffi í brotsteiginum.
Dómarin eigur brots-
teigin. Tó, metir linjuverj-
in at mál verður gjert við
hondini (hetta skal vera
heilt greitt »hands«) og
dómarin ongan meguleika
hevur at síggja tað, eigur
hann at gera dómaran
varugan við hetta.
Her koma vit so til tað,
ið kallast
»eygnakontakt«. Tí hava
dómarin og linjuverjin
eygnakontakt, kemur tí-
líkt ikki fyri, at linjuverjin
veittrar = og dómarin
stendur óvitandi fyri
hverjum.
Tað er umráðandi at
linjuverjin og dómarin
hava eygnakontakt, og
fyri at vísa at so er, kunnu
teir avtala okkurt tekin
sinåmillum, sum vísir at
teir báðir hava sæð til-
burðin.
Venjarar/leikarar
mótvegis
dómaranum
Tann svenski landsvenjar-
in og tann norski lands-
venjarin = greiddu frá
hvussu teir settu sínar
leikarar upp til dystirnar.
Tað fyrsta teir royndu
at finna fram til viðvíkj-
andi dómaranum var:
Kundi ein tosa við dóm-
aran, uttan at fáa kort
(protestera)
Hvussu hart kundi ein
spæla (rått/ óreint)
Hvat loyvdi dómarin
undir ongum umsteðum
(utvising)
Hvussu dømdi hann off-
side
Er démarin heimadømd-
ur (dømur heimalidid held-
ur linari)
Hvussu vid 9,5 m regl-
uni (kort beinanvegin ella
onki)
Hvørji fritidaråhugamål
hevur hann
Vera blidur vid hann
(døgurda, vimpul, gåvur
0.s.fr.)
Loyvir dómarin side-
line coching (at venjarin
kann dirigera spælinum frá
síðulinjuni)
Tá teir hevdu funnið
fram til hesaar upplýs-
ingar, varð hetta fyrilagt
leikarunum, og skulu teir
spæla eftir hesum.
Men tað, sum teir
væntaðu av einum dóm-
ara var:
At dómarin var í góðari
venjing
At dómarin var reellur
(ikki heimadómari)
At hansara evni sum
»matchleader« vóru í lagi
At hann ikki loyvdi
herðum og ófantaligum
spæli (eftirtaklingar, bein-
spenn v.m.)
Nr. 125 — 3. november 1987
Judosambandið
lagt kappingina
Judosambandið hevur nú
lagt liðkappingina í vetur
til rættis. Liðini, sum kma
at luttaka, eru:
1. deild menn:
KJFa, KJFb, SJF, HJF
Mansunglingar:
KJF, SJF, HJF
Dreingir:
KJFa, KJFb, SJF, HJF
Kvinnuunglingar:
KJF, SJF
Gentur:
KJF
Fyrra helvt av kappingini
verður leikt soleiðis:
15. nov.: SJF-HJF á Oyra-
bakka, dómarar: KJF
29. nov: KJF-SJF i
Klaksvík, dómarar: HJF
13. des.: HJF-KJF í Havn,
dómarar: SJF
Kvinnu- og gentu-
bólkurin
Í kvinnu- og gentubólk-
inum hava bert trý lið
meldað til. Tvey lið í
kvinnubólkinum, og eitt í
gentubólkinum. Judosam-
bandið sigur í skrivi til
Ítróttasosialin, at ynski-
ligt er, at fleiri lið melda
til í hesum bólkunum. So
um felegini hava megu-
leika til tað, so er ikki at
smæðast burtur.
Gdm-
Neistin-KÍF, 1. deild menn, 22-19 (12-6)
Neistin betra
liðið
Í Ítróttarhellini á Hálsi
var ein dystur í 1. deild,
menn, leiktur leygar-
dagin. Hann var millum
Neistan og KÍF. Ikki sert
av spenningi var um
hendan dystin, við tað at
liðini frammanundan
vórðu mett at vera nakað
jevn.
Men tað vísti seg skjótt,
at Neistin hendan dagin
var sterkara liðið. Teir
spældu skjótt og trygt. Í
hálvleiksteðginum var
Neistin frammanfyri við
heilum 6 málum, steðan
var 12-6.
Í eðrum hálvleiki vísti
tað seg, at KÍF kom meira
fyri seg, og teir megnaðu
at vinna fýra mál inn á
Neistan til 14-16. Men so
kom steðgur í aftur hjá
KÍF. Teir »sløsadu« alt ov
nógvar bóltar burtur og
fleiri skot fóru við síðuna
av málinum.
Neistin harafturímóti
fekk nú aftur mál uppá
síni skot. Endaliga steðan
gjørdist sostatt 22-19 til
Neistan.
Úrslitið kundi lættliga
verðið eðrvísi, um skotini
hjá KÍF vóru betri, tá ið
steðan var 16-14.
Men sum heild kann sig-
ast, at betra liðið vann.
Gdm-