Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fi é 2 $ Nr. 126 — 5. november 1987 i | gummistivlum inn á apotekið Vassa gjøgnum sand, og inni á apotekinum fýkur dustið. Leingi hevur verið klagað um tey vánaligu parker- ingsviðurskiftini á Trapputreðni, orsakað av útbyggingini hjá SMS. Fólk hava kært seg um, at tey ikki eru sloppin inn á apotekið í erindum. — So ringt sum nú hevur tað ongantíð verið. Fólk mugu vera í gummi- stivlum fyri at sleppa inn á apotekið, sigur Jens Hardy Madsen, apotekari. Tá vi hittu hann seinnapartin í gjár, stóð hann til reiðara at fara út at tosa við arbeiðsfólkið Enn einaferð. Ætlanin hjá apotekarunum var í gjár at fáa teir at flyta blandi- maskinur og sandrúgvur, sum forðaðu fólki í at sleppa inn á apotekið. Og ikki hevði verið verri, um konteynararnir uttanfyri eisini vórðu fluttir. — Eg skilji væl, at fólk klaga. Eingin kann liva við hesum. Fólk mugu vassa gjøgnum sand fyri at koma inn, og á apotek- inum fýkur dustið, sigur Jens Hardy Madsen. Eingin vandi er tó fyri apotekaraverunum, sum eru forsvarliga pakkaðar inn. Jens Hardy Madsen sigur, at eingin teirra grunaði, at viðurskiftini skuldu blíva so ring. Nakrir ampar eru altíð, tá bygt verður, men hetta man vera nakað av tí ring- asta. Tekk Hjartaliga takka vit ellum, sum mintust kæra pápa, verpápa og abba okkara Viggo Dalsgaard tá hann doyði og fór til gravar. Fyri okkum øll Jens, Bjarni, Egil og Sunneva LL rer? Apotekið hevur roynt at tosað við tey, sum standa fyri byggingini hjá SMS, men higartil hevur tað einki úrslit givið. Og nú ræður bara um at fáa SMS liðugt til at lata upp í næstu viku. Bara opið ødrumegin Trupulleikarnir hava ver- ið nógvir. Aður bar til at koma til Apotekid frå báð- um síðum, bæði frå R.C. Efferseesgetu og frå Ting húsvegnum. Men fyrst í vikuni lótu teir inngongd- ina frå R.C. Effersøesgøtu aftur. Har skuldu flísar leggjast á. — Hevði tað arbeiðið bara vart ein dag, kundi tað gingið. Nú eru gingnir tríggjir dagar, flísar eru ongar komnar á, og tann inngongdin er framvegis stongd, sigur Jens Hardy Madsen. Týsdagin vendi hann sær til Arbeiðseftirlitið fyri at fáa teir at hyggja at arbeiðinum. — Kemur ikki broyting í nú, má okk- urt gerast, sigur Jens Hardy Madsen. Hann krevur, at ruddað verður væl upp nú, og at byggi- : ; felagið átekur sær at gera — Vit kunnu ikki liva við byggiarbeiðinum hjá SMS, sigur Jens Hardy Madsen, apotekari reint eftir seg á apotek- inum. Brúkarafelagið hevur eisini klagað um viður- skiftini uttan fyri apo- tekið. Felagið vildi hava Landsstýrið at siga upp avtaluna við SMS og Tórshavnar kommunu um parkeringspláss, tí grund- gevingin fyri at flyta apo- tekið í sínari tíð var at tað li gerast lættari hjá fólki at koma á apotekið. Kundi avtalan ikki sigast i apotekid at ið fleiri utsølustød i segði Brúkarafe- lagið Jens Hardy Madsen sig- ur, at partarnir nú fara at viðgera avtaluna um parkeringspláss av nýggj- um. Apotekið hevur kravt at fingið nekur par- keringspláss afturat, men torfert er at skilja ímillum fólkini, sum koma á ekið, hvar tey hava erindi. randi Síða 7 RAPEDA BE Dygdar-amboð fj RAPEDA Landið, kommunur, arbeiðstakarar — stórir sum smáir — lætta sær sjálvsagt um arbeiðið við dygdaramboðum okk- ara — Eii nú við: RAPEDA PV1500/OV 1500A vibrat- orinum. Fremstur á marknaðinum seinastu 35 árini Vit geva fegnir tilboð og vegleiðing um júst ta rættu maskinuna Rættu amboðini eru hålva úrslitið P/f VARIANT Stoffalág 86 — 100 Tórshavn — TIf 13020 VARNIST VANDAN