hósdagur 5. november 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Fleiri børn
hava sálarligar
trupulleikar
Nógu børn verða innløgd á sjúkrahús, tí tey gremja seg
um onkra pínu, men ofta er tað í staðin familjuni, ið okk-
urt bagir, sigur Odmar Færø, barnalækni
Tað eru ikki bara bein-
brot, brunasár, eitran og
likamsligar sjúkur, ið
bern koma á barnadeild-
ina á Landssjúkrahús-
inum fyri. Bernini eru eis-
ini nógv, sum eru sálarliga
sjúk ella hava sálarligar
trupulleikar. Odmar
Færø, barnalækni, heldur,
at bernini við hesum
trupulleikunum verða
fleiri og fleiri, uttan at
hetta tó kann prógvast
við telum.
Odmar Fære meinar
ikki við tey bernini, sum
koma á Landssjúkrahúsið
til kanningar, tí tey eru
seinkað í menningini. Tey
bernini verða kannað í
samstarvi við skúlan á
Treðni.
Tað er ein annan bólk av
børnum, sum Odmar
Fære tosar um.
— Vit merkja meira og
meira, at tað koma bern á
barnadeildina við psyko-
somatiskum sjúkum. Tað
vil siga at tey koma inn til
kanningar, tí tey gremja
seg um at hava ilt onkra-
staðni, men so vísir tað
seg, at okkurt heilt annað
liggur aftan fyri, sigur Od-
mar Færø. — Kanska taka
vit okkum meira av slík-
um trupulleikum nú, men
eg haldi kortini, at tað
verða fleiri og fleiri børn i
hesum
bólkinum, sigur
hann.
Annað liggur
aftanfyri
Bernini verða innlegd, tí
tey siga seg hava ilt í
høvdinum, búkinum ella
onkra aðrastaðni. Hjá
læknunum er í flestu fer-
um skjótt at avgera, um
barnið hevur sjúku, sum
kann lekjast, ella okkurt
heilt annað liggur aftan
fyri.
Tað kann vera tað, at
onkur annar í familjuni er
sjúkur. Bernini eru trúgv
og taka so synd í td.
mammuni, um hon verður
sjúk, at tey sjálv fáa somu
pínu. ley taka sær sjúk-
una so nær, at tey veru-
liga hava ilt.
Tað er heldur ikki óvan-
ligt, at børnini blíva sjúk,
tá onkrir trupulleikar eru
heima, til demis um for-
eldrini ikki sita væl um
sátt. Ótilvitandi verður
barnið sjúkt í royndini at
fáa foreldrini bæði at
venda eyguni móti sær í
staðin.
— Børini eru ofta í ring-
ari steðu, og eg haldi, at
tey hava fingið tað verri.
Tað er ikki bara tað, at vit
hava fingið meira stundir
til slíkar trupulleikar, nú
vit hava bast teimum
flestu sjúkunum, ið áður
vóru tær vanligastu.
Bernini eru meira hótt
nú, sigur Odmar Færø.
Men torført er at hjálpa
6
børnunum, sum eru sjúk
upp á henda mátan.
Læknarnir royna tá at
tosa við foreldrini, men
tað verður ikki altíð tikið
líka væl upp, um læknin
fer at tosa um, at onkrir
trupulleikar munnu vera
orsekin. Nógv verja seg
við, at tað viðkemur ikki
sjúkrahúsinum, hvers
uppgáva tað einans er at
lekja, halda tey.
— Onkuntíð havi eg for-
nermað fólk, tá eg havi
spurt tey, men hver veit
um tað ikki hevur hjálpt,
at onkur hevur gjert tey
varug við steðuna hjá
mm mt
Nr. 126 — 5. november 1987
barninum,
Færø.
Barnadeildin å Lands-
sjúkrahúsinum hevði í
1986 93 bern við skaðatil-
burðum. Av teimum var
ein stórur partur brot,
keikingar og heilaskjálvt-
ar. Í 25 førum vóru børn
eitrað, og níggju av teim-
um vóru børn, sum høvdu
drukkið lampuolju. Ann-
ars høvdu tey drukkið og
etið ymisk sleg av heili
vági, etið sigarettstubbar
og onkur hevði etið rottu-
gift.
sigur Odmar
Summir skaðar
kunnu fyribyrgjast
Øllum skaðatilburðum ber
ikki til at fyribyrgja. At
born detta og skera seg av
floskum ella spískum lut-
um, slepst ikki undan. Tað
kann eisini henda fyri
bæði bern og vaksin, at
tey brenna seg. Sjálvandi
ber tó til t.d. at venda
skaftinum á grýtum inn
eftir, so bernini ikki rokka
upp á komfýrin og koppa
heitt drekka ella mat
niður yvir seg.
Men nógvir skaðar
henda av óansni. At bern-
ini tøma øskubikar og eta
stubbarnar við øllum
eitrinum kann fyribyrgj-
ast vid ikki at hava full
øskubikar standandi
frammi. Somuleidis kann
sleppast børn
tøma gløs av vitaminum,
nervatablettum ella mix-
turi, ti tað er óansni at
undan, at
Ein litil stova er á barna
deildini, har børnini sita
og fåast vid okkurt itriv