Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 234 - 5. desember 2002 Nr. 234 - 5. desember 2002 5 Nógv umtalaði leikurin Ginusøgur hjá Grímu kemur nú aftur til Havnar, og hava tey, sum enn ikki hava sæð leikin, enn ein seinasta møguleika til at síggja hann SJÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein »Leikurin, sum øll hata at elska, og summi elska at hata kemur aftur til Havn- ar«, sigur Gríma í tíðinda- skrivi. Tað eru ikki nógvir sjónleikir í Føroyum, sum hava fingið so nógva um- talu sum Ginusøgur. – Summi fáa ilt av tí tey ikki hava sæð, summi fáa ilt bara av plakatini, meðan tey flestu, sum hava sæð leikin, ongastaðni fáa ilt, siga tey frá Grímu. Og hóast tey nógvu mót- mælini, hevur leikurin gingið fyri fullum húsum, fyrst í Havn, og síðani um meginpartin av landinum. Yvir 4000 fólk hava higartil sæð leikin, og eftir- spurningurin minkar ikki, so nú verður leikurin upp- afturtikin á Gamla Meiarí- num. Fyribils eru fýra sýn- ingar settar á skránna. 5. og 6. desember klokkan 20 og 7. og 8. desember klokkan 18. Er undirtøkan nóg stór, verður møguliga hildið fram. Býráðið hevur gjørt av, at tá dansur er í Badmintonhøllini í Havn, skal dansurin enda klokkan tvey. Aðrastaðni er dans- urin heilt til klokkan 4, meðan Badminton- høllin sum tann ein- asta skal lata aftur klokkan tvey. Fyri- reikarar meta, at tað verður ikki møguligt at halda fram við at skipa fyri tiltøkum undir slíkum um- støðum DANSUR Ingrid Bjarnastein Nú skal dansurin enda klokkan 2 ístaðin fyri klokkan hálvgum fýra. Hetta eru grannarnir hjá Badmintonhøllini, fyrireik- arar, løgreglan og býráðið komin ásamt um á fundi. Sjálvt um hetta skal vera ein semja millum partarnar, hava fyrireikararnir ilt við at síggja, hvussu tað nú skal loysa seg at hava dans í Badmintonhøllini. – Eg veit ikki, hví bý ráðið hevur sagt, at dans- urin skal enda klokkan tvey. Vit hava bara fingið eitt bræv, har tað stendur, at dansurin skal enda tá. Vit hava fyrr fingið nógvar átalur um, at høllin ikki er egnað til slík tiltøk, og tað er so at siga rætt nokk, sigur Mark Joensen, sum er ein av fyrireikarunum fyri dansi í Badmintonhøllini. Mark Joensen sigur, at hann sum fyrireikari metir tað ikki loysa seg at halda áfram við dansi í høllini, tá tað skal enda klokkan 2. – Um tað er barnadisko- tek, so kanska, men ikki um tað er til tey ungu beint undir 18 ár. Eg havi tosað við aðrar fyrireikarar, og teir meina tað sama. Onki val Fyriskipararnir hava onki annað val enn at lata dansin enda klokkan 2. Eitt skriv er komið frá fútanum, har afturlatingartíðin er sett til klokkan tvey. – Tað er reitt sindur órættvíst, at tað er bara Badmintonhøllin, sum skal lata aftur klokkan 2, tá øll hini plássini kunnu hava opið til klokkan 4, heldur Mark Joensen. Hann leggur afturat, at sjálvur hevur hann ongar trupulleikar við at taka sítt virksemi út um Havnina og fara út á bygd at hava dans, men hetta kann gerast keðiligt hjá teimum ungu og foreldrum teirra. – Eg havi sjálvur ung børn, og eg eri ikki so heitur fyri at skula senda tey út á bygd hvørt viku- skifti í dans. Eg skal bara svara fyri mín part, men eg haldi ikki, at nakar fer at tíma at koma í dans, tá tað skal enda so tíðliga, sigur Mark. Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at afturlating- artíðin var ásett tí so nógv óskil hevur verið kring bad- mintonhøllina. – Tað fyrsta, sum varð gjørt var at seta eitt aldurs- mark á, at tað vóru bara børn, sum eru 14 ár og eldri sum sleppa inn. Foreldur hava sent klagur um, at tey fáa ikki børnini heim aftur. Tað verið seg børn, sum eru 11-12 ára gomul, sigur Jan Christiansen. Borgarstjórin vísir á, at hetta er bert ein royndartíð, sum í fyrsta umfari er sett til apríl 2003. – Eg eri samdur í, at hetta er ein undarlig støða, at man ikki kann hava eitt dansistað til ung undir 18, men eg meti ikki, at tað liggur á kommununi at skula skipa fyri dansi, heldur Jan Christiansen. Tá royndartíðin er yvir- staðin verður støðan tikin upp til eftirmeting, og um haldast skal fram á sama hátt ella um hetta skal aftur broytast. Jan Christiansen sigur, at tað kann væl vera, at støðan verður tikin upp til eftir- meting fyrr, og tað kann eisini væl vera, at tað verð- ur seinni. Alt eftir, hvussu gongur. – Nú mugu vit fyrst hava ein dans at meta okkum eftir, sigur Jan Christiansen at enda. Badminton- høllin skal lata aftur klokkan 02.00 Seinasti møguleiki at síggja Ginusøgur Badmintonhøllin hevur nú fingið boð um, at tá dansur er í høllini skal hann enda klokkan 2 og ikki klokkan 4 sum alla aðrastaðni Hósdagin verður tónleikacafé á Platform í Havn í sambandi við nýggjar útgávur frá Studio Pegasus ÚTGÁVUR Hesa vikuna kemur Studio Pegasus við tveimum nýggjum útgávum, og í tí sambandi verður tónleika- café og móttøka á Platform seinnapartin hósdagin. Onnur útgávan er ein videofilmur um Brand Enni. Upptøkutól hava fylgt unga tvørámanninum, síðani upptøkurnar byrjaðu til fyrstu fløguna hjá hon- um, og á nýggja videofilm- inum ber til at koma heim til Brand, fylgja honum á ferð uttanlands og á palli í Føroyum. Hin útgávan er árbókin Tónleikur 2002, sum greið- ir frá øllum tí, sum er hent innan føroyskan tónleik farna árið. Í bókini eru hópin av myndum, sum ikki hava verið frammi áður. Eyðun Klakstein og Steintór Rasmussen hava lagt útgávuna til rættis. Á caféini hósdagin verður nýggi videofilmurin sýndur á stórskíggja, og Brandur fer eisini at syngja nakrar sangir saman við sínum tónleikarum. Haraft- urat fer hann at signera nýggja filmin. Opið verður á Platform hósdagin 5. desember frá klokkan 15.00 til 17.00. Tónleikacafé á Platform – Breið umboðan er við á stevuni – alt frá flogferðaseðlum, sjónvørpum og seymimaskinum til snellur og klædna- vørur, sigur Ian Højgaard, sum sam- skipar sølustevnuna fyri fótbóltsfelagið hjá NSÍ SØLUSTEVNA Vilmund Jacobsen Leygardagin og sunnudag- in verður stór sølustevna í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er ein afturvendandi stevna við stórum útboði av ymiskum vørum úr stórum parti av landinum. Eini 2.000-3.000 fólk plaga at vitja inn á gólvið í ítróttarhøllini hesar dagar, stevnan er, og hesa ferð kann tað rættiliga fara at loysa seg. Umframt tað, at tú kanst gera eitt gott keyp, eru øll seld atgongumerki eisini við í lutakasti um tveir góðar høvuðsvinningar, umframt aðrar vinningar, sum handlarnir lata. Leygardagin, tá ið opið verður frá kl. 14-22, eru øll seld atgongumerki við í lutakastinum um ein a-pex ferðaseðil, ið er høvuðs- vinningurin hendan dagin. Sunnukvøldið verður eisini ein høvuðsvinningur á skránni, og tá verður drig- ið millum seld atgongu- merki bæði leygardagin og sunnudagin. Høvuðsvinn- ingurin hendan dagin verð- ur eitt wide screen sjónvarp frá Opus, sum er vert 25.000 kr. Sunnudagin letur sølu- stevnan upp kl. 15, og hon endar kl. 21.45. Setan og undirhald Tað er fótbóltsfelagið NSÍ, sum skipar fyri stevnuni, Marko 2002, og Ian Høj- gaard er maðurin, sum hev- ur tikið sær av samskiping- ararbeiðnum. Hann sigur, at 28 fram- sýnarar verða við, og hetta eru handlar og fyritøkur, sum umboða nógvar ymiskar vørur og tænastur. – Her verður alt frá flog- ferðaseðlum, sjónvørpum og seymimaskinum til snellur og klædnavørur. Nevnast kann, at Kall eisini verður við, sigur Ian Høj- gaard. Framsýnararnir sleppa inn í høllina at rigga til fríggjamorgunin kl. 10, og tá verður borðreitt við kaffi, smyrjibreyði og køk- um. Klokkan 15 leygardagin setir Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavík- ar kommunu, stevnuna. Báðar stevnudagarnar verður ymiskt undirhald á skránni. Leygardagin kl. 16 vitja Fjotti og Gandakallurin, og kl. 19 verður mótaframsýn- ing, har handlar, sum eru við á stevnuni, sýna fram sínar klædnavørur á pallin- um. Sama kvøld kl. 20 syngur Magni Christiansen. Ian sigur, at Angela og Hannibal verða á pallinum sunnudagin kl. 16 ella 16.30, og beint eftir verður aftur mótaframsýning. Jens Marni og Kim syngja kl. 19, og kl. 20 verður aftur mótaframsýn- ing. At enda sunnukvøldið verður drigið um stóra høv- uðsvinningin. Stór matsøla Ian sigur, at fótbóltsfelagið hjá NSÍ hevur lagt dent á, at tey, sum støkka inn á gólv- ið, skulu hava gott pláss – og sleppa at seta seg niður, um tey ynskja tað. – Á allari stevnuni verður eisini stór og væl pyntað matsøla. Hinvegin hava framsýnararnir høvi at eta ókeypis við einum serligum matkorti, sigur hann. At enda sigur samskipar- in, at millum 2.000 og 3.000 fólk plaga at vitja sølustevnuna í Runavík, og hann vónar, at stevnan hesaferð fær eins góða undirtøku og undanfarin ár. Stóra Marko 2002 sølustevnan í Runavík Leygardagin og sunnudagin verður ítróttarhøllin í Runavík karmur um Marko 2002 sølustevnuna Blaðið verður prentað á sterkari pappír, verður eitt sindur minni enn Sosialurin, og tað verður heft. Blaðið hevur allar rásirnar hjá Televarp- inum og harvið eisini so at siga allar hjá CanalDigital BLAÐ Eirikur Lindenskov Sosialurin hevur gjørt eitt nýtt sjónvarps- og útvarps- blað, nevnt VARPIÐ, sum verður at fáa saman við Sosialinum hvønn fríggja- dag. Fyrsta VARPIÐ verður at fáa við fríggjadags Sosi- alinum, sum verður at fáa í annaðkvøld. Sosialurin hevur leingi havt ætlanir um at bøta um Hygg og Hoyr, sum hevur verið í Sosialinum í nógv ár. Javnan hava fólk heitt á okkum um at fáa aðrar rásir við, enn tær, sum Rás Tórs- havn hevur víst. Tá nú Televarpið er farið at senda, og Rás Tórshavn er farin í søguna, hava vit samstundis nýtt høvi at gera broytingarnar. Í blaðnum verða skráir fyri allar rásirnar, sum Tele- varpið sendir – og samstun- dis fáa øll onnur, ið hava parabolsjónvarp gleði av blaðnum, tí tey mongu, ið eitt nú hava hald frá Canal- Digital, síggja so at siga allar rásirnar, ið Televarpið hevur á síni skrá. Blaðið verður ikki ein partur av Sosialinum, so- leiðis sum Hygg og Hoyr hevur verið, men blaðið verður prentað fyri seg. Tað verður prentað á tjykkri pappír til tess at økja um góðskuna. Eisini verður blaðið skorið, so tað verður eitt sindur minni enn Sosi- alurin, og tað verður heft í rygginum. Sostatt er talan um eitt blað, sum verður tikið úr Sosialinum og sum kann liggja á borðinum framman fyri sjónvarpið alla vikuna – og tú kanst fylgja við, hvat ið sent verður á øllum rásunum. Sjónvarp Føroya, Útvarp Føroya, Rás2 og Lindin verða sjálvsagdur partur av blaðnum, sum eisini hevur umrøður av ávísum send- ingum og filmum. VARPIÐ – nýtt sjónvarps og útvarpsinnlegg Fyrsta VARPIÐ verður at fáa í Sosialinum í morgin C M Y K 5 4