Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 234 - 5. desember 2002 Nr. 234 - 5. desember 2002 7 Verður ætlanin hjá Landsstýrinum sett í verk, er hetta fyrsta stigið til at gera ALS til ein landsstovn og tað góðkennir stýrið fyri ALS ikki. Hinvegin hevur stýrið skotið upp, hvussu trupulleikin kann loysast í sátt og semju ARBEIÐSLOYSIS- SKIPANIN Áki Bertholdsen –Verður arbeiðsloysiskip- anin sett á fíggjarlógina, metir ALS stýrið, at hetta verður fyrsta stigið á vegn- um til at gera Arbeiðsloys- isskipanina til ein inte- greraðan part av landins fíggjarviurskiftum og tað góðkennir stýrið ikki. Hetta er ein niðurstøða, sum stýrið fyri ALS kom til eftir fund týskvøldið. ALS stýrið hevði fund um ætlanina hjá landsstýr- inum at seta ALS á fíggjar- lógina og at leggja skipan- ina undir Fíggjarmálaráðið. Landstýrismaðurin í vinnumálum hevur fingið boð frá løgmanni um at gera fyribils broytingar í lógini um ALS. Tað er næstan eitt ár síð- ani, at Fíggjarmálaráðið skrivaði eitt álit, har mett verður, at ALS er í stríði við stýrisskipanarlógina, tí ALS er ein skyldbundin skipan og at tað tí er ein skattur. Samstundis heldur Fìggj- armálaráðið, at tað er í stríði við stýriskipanina, at ALS stýrið hevur heimild áat broyta ALS gjaldið og at inntøkur hjá skipanini ikki standa á fíggjarlógini. Og nú hevur landsgrann- skoðarin spurt løgmann, hvørji stig hann hevur tikið til at syrgja fyri, at ALS ikki er í stríð við stýrisskip- anarlógina. Hesi boðini hevur hann sent víðari til Bjarna Djur- holm, sum umsitur vinnu- mál og hann kennir seg noyddan at broyta skipan- ina so at ongin ivi verður um heimildina undir skip- anini. Men hetta hevur vakt mótstøðu, bæði hjá fakfel- øgunum, sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, men eisini hjá stýrinum fyri ALS, sum hevði fund um málið týskvøldið. ALS stýrið heldur, at nú skipanin hevur virkað í 10 ár uttan trupulleikar, eigur tað ikki at verða so bráð- neyðugt at broyta hana nú, at tað ikki kann bíða eftir- úrslitinum av arbeiðnum hjá nevndini, sum ætlanin var at seta at endurskoða skipanina. Fleiri uppskot Men ALS stýrið sigur sam- stundis, at metir landsstýr- ismaðurin framyvir, at tað er neyðugt at gera bráð- neyðugar broytingar, hevur tað fleiri uppskot um, hvussu tað kann gerast, uttan at seta ALS á fíggjar- lógina. Eitt nú ber tað til at broyta lógina fyri ALS so- leiðis, at tað verður stað- fest, at gjaldið er ikki skatt- ur. Tað ber eisini til at gera ALS skattskyldugt, so at skipanin skal betala skatt framyvir, eins og gjørt er við Realin, tí so kann ALS ikki vera ein landsstovnur. Løgfrøðingar, sum ALS hevur spurt, eru ikki samdir við Fíggjarmálaráðnum, at ALS gjaldið er ein skattur og at ALS er ein lands- stovnur. – Men uttan at leggja seg út í kjak um hetta evni, hel- dur stýrið fyri ALS, at upp- skotini omanfyri, loysa trupulleikarnar. – ALS stýrið dugir ikki at síggja nakra orsøk til at tað sama ikki kann gerast fyri ALS, sum er gjørt fyri Realin, sigur stýrið fyri ALS. – Fakfeløgini fara undir ongum um- støðum at góðtaka, at Landsstýrið ognar- tekur Arbeiðsloysis- skipanina, soleiðis sum ætlanin er, sigur Ingeborg Vinther ARBEIÐSLOYSIS- SKIPANIN Áki Bertholdsen – Politikararnir sleppa ikki at røra Arbeiðsloysisskip- anina. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at Landsstýrið sleppur undir ongum um- støðum at gera álvara av sínum ætlanum um at taka valdið á ALS. Tí líka mikið, hvussu løgmaður og landsstýris- maðurin í vinnumálum venda og snara tí, tvíheldur hon um, at tað, sum lands- stýrið ætlar, er at taka vald- ið á ALS. – Skal Arbeiðsloysisskip- anin leggjast undir Fíggjar- málaráðið og harafturat koma á fíggjarlógina, so- leiðis sum ætlanin er, er tað at taka ræðið á ALS úr hondunum á pørtunum á Arbeiðsmarknaðinum og tað fara vit undir ongum umstøðum at góðtaka, sigur hon. Týsdagin kallaðu fakfel- øgini saman til eitt slag av kreppufundi, har støðan varð viðgjørd eftir at lands- stýrismaðurin í vinnumál- um boðaði frá, at hann hevði fingið harraboð frá Løgmanni um at umskipa ALS, so at skipanin kemur undir Fíggjarmálastýrið. Løgmaður hevur fingið at vita frá landsgrannskoð- aranum, at av tí at ALS er ein skyldbundin skipan, er gjaldið í skipanina at meta sum ein skattur og tí er tað brot á stýrisskipanarlógina, at skipanin ikki er undir fíggjarmálaráðnum. Tí hev- ur hann givið landsstýris- manninum í vinnumálum greið boð um at fáa viður- skiftini í rættlag alt fyri eitt. Eini 40 fakfeløg møttu á fundinum og har var ongin slingur í valsinum, sigur Ingegborg Vinther. – Vit eru púra samd um, at tað eisini framyvir skulu vera partarnir á arbeiðs- marknaðinum, sum skulu hava ræðið á ALS. Samstundis heittu feløg- ini á stýrið fyri ALS um at tryggja hetta. – Í 10 ár hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum bygt ALS upp til tað, skipanin er í dag og vit fara undir ongum umstøðum at góð- taka, at Føroya Landsstýri fer at ognartaka ALS, sigur Ingeborg Vinther. Tað vóru fakfeløgini púra samd um. Hon sigur, at tá ið krepp- an leikaði upp á tað harð- asta og ALS varð illa fyri, vildu politikararnir ikki vita av skipanini og tað kemur heldur ikki upp á tal, at teir sleppa at leggjast á hana nú, hon er væl fyri. Løgfrøðingar ósamdir Annars sigur Ingeborg Vinther, at tað er ikki agt, at tað, sum Landsgrannskoð- arin sigur, er tann einasti sannleikin. – Eg veit ikki, hvønn før- leika Landsgrannskoðarin hevur at gera løgfrøðiligar metingar av hesum slagi. Vit hava eisini okkara løg- frøðingar, sum vit meta vera líka væl fyri at meta um hendan spurning, og teir eru ikki samdir við landsgrannskoðaran í, at ALS er at meta sum ein skattur og tí eigur at verða lagt undir Fíggjarmálaráð- ið. Tað stendur eisini greitt í lógini, at tað er stýrið fyri ALS sum hevur ábyrgdina av skipanini, bæði tað fíggjarligu og tað umsiting- arligu ábyrgdina. IngeborgVinther leggur eisini dent á, at ALS varð til, langt áðrenn stýrisskip- anin var til. Somuleiðis varð lógin fyri ALS broytt í løgtinginum í 1997, eftir at stýrisskipanin varð komin í gildi, men at tað var ongin, sum røddi um, at talan var um brot á stýrisskipanina og tískil varð lógargrundar- lagið undir skipanini broytt uttan nakað. Hon vísir á, at løgmaður hevur kent støðuna hjá Landsgrannskoðaranum leingi og tí kundi hann langt síðani havt syrgt fyri, at nevndin, sum ætlanin var at seta at endurskoða skip- anina, varð vald og var farn til arbeiðis, ístaðin fyri at koma sum ketta upp úr høvdatrogi beint nú og krevja broytingar alt fyri eitt. Ingeborg Vinther sigur, at sostatt fara fakfeløgini at gera tað, sum er neyðugt fyri at forða fyri at ALS verður lagt undir Fíggjar- málaráðið. Enn vil hon ikki siga nakað um, hvat hendir, ger landsstýrið álvara av síni ætlan kortini. – Stýrið fyri ALS hevur sent landsstýrinun uppskot um, hvussu trupulleikin kann loysast. Verður eisini tað sópað av borðinum er ein nýggj støða og so fara fakfeløgini at hittast aftur fyri at vita, hvørji stig skulu takast frameftir. Men Ingeborg Vinther útihýsir ikki aðalverkfalli um málið. Hon útihýsir heldur ikki, at Landsstýrið kann verða drigið í rættin, tí hon vísir til, at løgfrøð- ingar eru ósamdir um spurningin. – Eg útihysi ongum møguleika. Men eg kann endurtaka, at vit fara at gera tað, sum er neyðugt fyri at varðveita ALS sum eina skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum um- sita, og at forða fyri, at skipanin verður løgd undir Fíggjarmálaráðið. Fyrsta stigið til at gera ALS til ein stovn undir landinum Eingin slingur í valsinum Týsdagin høvdu fakfeløg kreppufund um ALS. Týskvøldið hevði stýrið fyri ALS eisini fund og stýriðå sigur, at tað fegin taka gera sítt til, at ein loysn fæst á trupulleikanum, Eitt uppskot kann vera at gera ALS skattskyldugt, so at skipanin framyvir skal betala skatt. Mynd: J.Kr. Vang. Týsdagin var kreppufundur, har eini 40 fakfeløg hittust á fundi í Havn og tey eru púra samd um, at Landsstýrið skal ikki fáa sín vilja í ósemjuni um, hvussu Arbeiðsloysisskipanin skal skipast Mynd: J. Kr. Vang Føroya Sparikassi gongur undan og er ein fyrimynd hjá øðrum stovnum og fyritøkum, sigur Meginfelag teirra brekaðu, sum hevur handað MBF-viður- kenningina fyri í ár. Allar deildir hjá Sparikassanum kring landið verða gjørdar atkomuligar hjá brekaðum MBF-VIÐURKENNING Ingi Rasmussen Luttøka á jøvnum føti sýn- ist at vera málið hjá Spari- kassanum. Bygningurin er lagaður so, at rørslutarnað kunnu arbeiða har uttan at verða darvað av fysiskum forðingum. Millum annað við hesari grundgeving peikaði Rørslubólkurin hjá Megin- felag teirra brekaðu á høv- uðsbygningin hjá Spar- ikassanum Yviri við Strond sum eitt fyridømi hjá øðr- um stovnum og fyritøkum í landinum. Fyri tað fekk Føroya Sparikassi handað MBF-viðurkenningina 2002 á altjóða handikap- degnum týsdagin. Ongin sjálvfylgja Endamálið hjá MBF er at virka fyri, at øll í føroyska samfelagnum hava somu rættindi og somu skyldur uttan mun til førleika. Tað er ongin sjálvfylgja í Føroyum, at rørslutarnað sleppa framat allastaðni, sigur Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna í MBF. Eitt nú ber ikki til at sleppa á Fróðskaparsetrið, um tú hevur fysiskt brek, men hugburðsbroytingar eru um at henda og stór framstig eru framd. Sparikassin er eitt talandi dømi um tað. Kring alt landið Bogi Bendtsen, undistjóri í Sparikassanum, fekk hand- að viðurkenningina frá Marjun Sigurðsdóttir, for- kvinnu í MBF. Og hann var sera fegin um herða- klappið. – Vit eru ógvuliga tilvitað um atkomuvinsemi, tá vit byggja og umbyggja. Tí er tað sera fløvandi, tá MBF leggur til merkis, at vit royna okkara besta, sigur Bogi Bendtsen. Tað er ikki bara Yviri við Strond, at Sparikassin hev- ur tikið gáttir burtur, keypt lyftir, sett elhurðar í og sett parkeringsøki av til brekað. – Málið er, at allir okkara bygningar skulu vera atkomiligur hjá øllum. Vit royna at koma runt og gera allar deildirnar í landinum brúkaravinarligar og eru komin væl ávegis. Í onkr- um gomlum húsum kann tað vera trupult, men har royna vit at byggja um og í øllum førum hava eina hædd atkomiliga hjá brek- aðum, sigur Bogi Bendtsen. Komandi allastaðni Í sínum grundgevingum leggur Rørslubólkurin hjá MBF dent á, at komast kann í hvørt rúm í húsinum Yviri við Strond. Ongin fysisk forðing er nakra- staðni. Longu tá komið verður inn á parkeringsplássið er merkt, hvar pláss er til koyristólar. Úthurðin er el- drivin og fer upp, tá tú nærkast. Inni í gongini er eisini el-hurð við kontakt í hóskandi hædd. Lyfta er í húsinum til allar hæddir. Lagaligt hall er millum samanknýttu bygningarnar, so at koyristólur kann sleppa runt. Eisini á fyribyrgjandi økinum er Sparikassin frammarlaga. Borðini eru el-drivin, so skiftandi arbeiðsumstøður eru gjør- ligar, og fólk við fysiskum breki bæði kunnu sita og standa, tá tey arbeiða. Jákup Jacobsen hevur byggileiðsluna á Føroya Sparikassa, og Árni Winth- er arkitektur hevur staðið fyri prosjekteringini. Tøkk Øllum, ið mintust meg á 75 ára degnum, takki eg hjartaliga. Kaj Tøkk Øllum, ið mintust ogum á gullbrúdleypsdegnum, takka ogur hjartaliga. Anna og Kaj Tað fær ongar avleið- ingar fyri gjald- og kredittkortini, um forðað verður fyri, at persónsupplýsingar verða sendar av land- inum. Tað sigur Høgni Hoydal lands- stýrismaður, sum bara sigur seg fylgja tingsins vilja í málin- um um verju av persónsupplýsingum. FLYTINGAR Ingi Rasmussen FR/VISA-kortini eru trygg. Um ein nýggj kunngerð verður gjørd til tess at forða fyri, at persónsupplýsingar fara av landinum, so verða eitt nú FR/VISA-kortið og onnur gjalds- ella kredit- tkort undantikin. Tað sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður, sum í tinginum mikudagin skuldi svara umfatandi spurning- um frá Kristiani Magnus- sen løgtingsmanni um við- gerð av persónsupplýsing- um. Málið hevur fingið drúgva viðgerð í føroysku fjølmiðlunum í síðstuni. Eitt nú hava óvanligar heil- síðulýsingar verið at sæð frá P/F Elektron og pen- ingastovnunum, sum hava havt til endamáls at verja ta gjaldskipan, sum teir sam- an við danska PBS nýliga eru farnir undir. Gjaldskipanin inniber, at persónsupplýsingar vera sendar til Danmarkar at venda, hóast ein lóg sigur, at persónsupplýsingar skulu varðveitast og við- gerast í Føroyum. Dataeftirlitið hevur givið loyvi til skipanina, men landsstýrismaðurin er ikki nøgdur við tað og hevur tí boðað frá, at ein nýggj, herd kunngerð er í umbúna. Misskiljing Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum vil eitt nú hava at vita, hvørji sak- lig atlit, landsstýrismaðurin metir seg hava, tá hann við nýggjari kunngerð »ætlar at steðga Elektron í at sam- skifta við danskan tænastu- stovn«. Høgni Hoydal sigur, at spurningurin byggir á eina misskiljing. – Eg ætli ikki at steðga Elektron ella nøkrum øðr- um í at samskifta við danskan tænastustovn, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur seg bara umboða tingsins vilja og vísir til viðgerðina í Rætt- arnevndini, tá nýggja lógin var til viðgerðar í løgting- inum. Nevndin álegði landsstýrismanninum at gera kunngerð, sum hevur til endamáls at steðga ella avmarka flutning av per- sónsupplýsingum. Og hon legði áherslu á, at málið við lógini eitt nú var at fyri- byrgja, at peningastovnar flyta sítt edv-samstarv av landinum. Trygg gjaldkort Peningstovnarnir hava víst á, at ein avleiðing av einari herdari siðvenju kann vera, at vælumtóktu gjaldkortini eru í vanda, tí tey innibera, at upplýsingar verða fluttir. Hesum vísir landsstýris- maðurin aftur. Ætlanin hev- ur ongantíð verið at skapa nakra órógv um tær skip- anir, sum longu virkaðu, áðrenn nýggja lógin kom í gildi, sigur hann. – Tað hevur ongantíð verið ætlanin at steðga øll- um tí samskifti og sam- starvi, sum vit í dag hava við umheimin. Í einari nýggjari kunngerð verða ymiskar tænastur beinleiðis undantiknar forboðnum um ikki at flyta persónsupp- lýsingar av landinum – teirra millum FR/VISA og onnur útlendsk gjald- og kredittkort, slær Høgni Hoydal fast. Ongin vandi fyri gjaldkortunum Øll sleppa inn í Sparikassan Sparikassin: Hugburðurin hjá Føroya Sparikassa sýnir, at onki verður spart fyri at laga bygningar og annað um- hvørvi til tey, sum eru rørslutarnað. Luttøka hjá øllum á jøvnum føti tykist vera málið, og nýggi bygningurin Yviri við Strond er uttan fysiskar forðingar. Fyri tað fekk Sparikassin ársins herða- klapp frá MBF Shell: Við umbyggingini í Gøtudali og á Hálsi hevur Shell fylgt einum kon- septi, ið er handikalvinarligt. Rampa er løgd tvørtur um gáttina, skjótihurð er sett upp, støddin á WC er hóskandi til koyristólar og rúmsátt er inni í handils- hølunum. Svf: Deyvafelagið innstillaði stjóran í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal Helmsdal. Hann hevur víst samstarvsvilja og góð- an hugburð í sambandi við deyva- sendingar. Serliga eru tey takksom fyri, at Dagur og vika vera teknmálstulkaðar Býlingshús: Ein pápi hevur innstillað starvsfólk og húsavørð á Býlingshúsin- um undir Fjalli, tí tey av sínum einting- um hava gjørt eina rampu, so hann kann sleppa inn og eins og onnur foreldur heinta síni børn og vera við til for- eldrafundir. Mentanarhúsið: Fleiri uppskotstillarar hava víst á Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri góðan atkomumøguleika. Koyri- stólsbrúkari vísir á, at nógv er gott, men at tað framvegis vantar okkurt í. T.d. ber bara til at sleppa inn á niðaru hæddina. Fimm uppskot til MBF-viðurkenningina Trappurnar eru ongin forðin hjá koyristólum í Føroya Sparikassa. Tað gleðir Lailu Solmunde forkvinna í Rørslubólkinum hjá MBF, sum hevur heiðrað Sparikassan Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6