hósdagur 5. desember 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 234 - 5. desember 2002
Nr. 234 - 5. desember 2002
9
Týskvøldið kom
nýggi sløkkibilurin
hjá Klaksvíkar
Sløkkilið til býin.
Talan er um ein bil,
sum millum annað
hevur størri pumpur
og størri motor enn
tann gamli, sum nú er
17 ár
SLØKKIBILUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Onkur í Klaks-
vík mundi ivast í, um tað
var eldur í týskvøldið um
áttatíðina, tá sirenurnar frá
einum sløkkibili hoyrdust
um allan býin. Men so var
ikki, tað var tann nýggi
sløkkibilurin, sum júst var
komin til býin, sum koyrdi
við fullum útrykningi nið-
an til Sløkkiliðsstøðina í
Kirkjubrekkuni.
Nýggi bilurin er av merk-
inum Scania og hevur 350
hesta dieselmotor. Bilurin
er bygdur á Scania verk-
smiðjuni í Svøríki, hevur
automatisk gear, og er
bygdur heilt í aluminium.
Hædd er tikin fyri ver-
andi tunlum – við tað at bil-
urin er luftavfjaraður og
kann hækkast ella lækkast
við einum 15/20 sentimetr-
um.
Rúm er fyri 6 monnum í
bilinum – harav 4 eru royk-
kavarar. Annars er bilurin
sjálvandi útgjørdur við øll-
um neyðugum ljósum –
bæði vanlig og útryknings-
ljós – bilurin hevur eisini
eina 5-6 metur høga tele-
skopljósmastur, sum verður
lyft upp á plássinum, so
síggjast kann at arbeiða við
teimum 1500 wattunum,
sum masturin gevur.
Av hesum bilaslagnum
hevur sløkkiliðið í Klaks-
vík nú 2 bilar. Kári Kjelnæs
sigur, at sløkkiøkið er al-
samt vaksandi, og eingin
veit, nær 2 eldsbrunar
verða fráboðaðir samstun-
dis, so nú er bundið um
heilan fingur.
– Møguleikar eru jú eis-
ini fyri, at aðrar kommunur
í Norðoyggjum koma við í
eitt eldsløkkingar-samstarv
fyri Norðoyaøkið, tí tað er
eingin loyna, at tað er fíggj-
arliga avmarkað, hvat smá-
ar kommunur megna, sigur
Kári Kjelnæs, sum sjálv-
andi fegnast um nýggja
bilin hjá Sløkkiliðinum.
Tilsamans eini
hundrað fólk vóru til
móttøku mánadagin
á deildini hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyar í Klaksvík í
sambandi við, at
Katrin Sólstein fer frá
sum deildarleiðari.
Nýggjur leiðari er Kaj
Dam
MÓTTØKA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Borðreitt varð
við pinnamati, kaffi, hvítt-
víni og øðrum góðum til
móttøkuna, sum varð hildin
mánadagin frá klokkan trý
til fimm.
Fráfarandi deildarleiðar-
in, Katrin Sólstein, hevur
starvast á deildini í 19 ár.
Fleiri røður vórðu hildnar á
móttøkuni. Millum onnur
helt eitt av starvsfólkunum
røðu fyri Katrini, har ein
yrking varð lisin upp. Tað
var sera rørandi, og ikki var
frítt, at okkurt tárið fall. Tey
vóru ovfarin um, at so nógv
fólk løgdu sær leiðina
framvið hendan dagin. Tað
sást best á hjartaligu mót-
tøkuni, sum allir gestirnir
fingu, tá tey komu á gátt.
Katrin fylti 65 herfyri, og
nú heldur hon, at tað er tíð
upp á, at yngri kreftir
traðka til.
– Eg verði her í einar fýra
mánaðar afturat fyribils,
men so fari eg, sigur Kat-
rin.
Hon sigur, at serliga edv-
skipanin er nógv broytt,
síðani hon kom á deildina í
1983.
– Tá eg kom her, høvdu
vit onki faks, eina telefon
og ein skerm, har vit kundu
avgreiða bilarnar. Restin
bleiv alt sent til Havnar,
sigur hon og smílist.
Deildin í Klaksvík er
vaksin spakuliga upp gjøg-
num árini. Tá Katrin byrj-
aði, vóru tey einans tvey
starvsfólk. Í dag eru tey væl
fleiri enn tað.
Tað koma eisini fleiri
fólk á gátt í dag enn fyrr.
Tað kemur fyrst og fremst
av pakkatryggingini, halda
tey bæði, Katrin og Kaj.
– Og so sjálvandi eisini
tað, at nú liggja vit við veg-
in, sigur Katrin. Inntil í
1990 lá deildin ovast í
bygninginum, og tað hevði
við sær, at viðskiftafólk
noyddust at ganga 39
trapputrin,
áðrenn
tey
komu til deildina. Tað halda
tey eisini hevur gjørt stóran
mun, tí deildin av tí sama er
vorðin nógv sjónligari.
Nærri kundunum
Nýggi deildarleiðarin, Kaj
Dam, byrjaði sum bygn-
ingssýnsmaður á deildini í
Klaksvík í 2000, og nú er
hann so deildarleiðari.
Hann sigur, at hann bleiv
spurdur, um hann var áhug-
aður í starvinum í vár. Og
hann vil ikki koma nærri
inn á nakað, men hann sig-
ur tó, at ætlanir liggja á
borðinum fyri at menna
deildinar á bygd, og tað
millum annað gjørdi sítt til,
at hann tók av. Millum ann-
að verður tosað um, at tað
skal kunna fara at bera til at
avgreiða størsta partin av
øllum tryggingarviðurskift-
um á deildunum á bygd.
Sum er, verður ein partur av
tryggingunum avgreiddur í
Havn.
– Tað ræður um at koma
so nær kundanum sum
gjørligt, heldur Kaj.
Hann sær hetta starvið
sum eina stóra avbjóðing,
og hann gleðir seg til at
koma í gongd.
– Eg eri greiður yvir, at
tað verður sera nógv ymiskt
at seta seg inní, men mær
dámar avbjóðingar, sigur
nýggi deildarleiðarin hjá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar í Klaksvík.
Hósdagin letur
Emma Heinesen úr
Klaksvík upp
málningaframsýning
í gamla handlinum
hjá Pidda í Runavík
LIST
Solby A. Eliasen
Málningaframsýningin let-
ur upp hósdagin klokkan
tvey og verður opin til og
við sunnudagin. Hvønn dag
frá klokkan tvey til sjey.
Emma fer at sýna fram
oljumálningar.
Millum
annað hevur hon málað
náttúruna og gerandisting í
einari abstraktari útlegging,
sum hon sjálv tekur til.
Emma nýtir sterkar litir,
hennara málningar bera
ikki brá av reinari femin-
ismu, heldur tvørturímóti.
Hon hevur fleiri málningar,
har ein sær náttúruna, tá
hon ordiliga vísir seg fram.
– Mær hevur altíð dámt
væl at mála náttúruna, ser-
liga okkurt illveðursligt,
sigur Emma.
Hølini, har framsýningin
hjá Emmu verður, liggja í
einum hugnaligum um-
hvørvi í Runavík. Emma
sigur, at tað stuttligasta við
hesum er, at tað kann koma
gongd í aftur gamla handi-
lin hjá Pidda.
– Handilshølini hava
staðið og bara sagt ger so
væl nú í eina tíð. So eg
haldi, at tað er so deiligt og
hugaligt, at tey kunna nýt-
ast til millum annað eina
málningaframsýning, sigur
Emma.
Hon saknar eini líknandi
høli í Klaksvík, har máln-
ingaframsýningar kunnu
verða.
– Tað manglar eitt líkn-
andi høli í Klaksvík, tað er
ongin ivi um tað. Men tað
er óivað torført at finna eini
hóskandi høli, sigur Emma,
sum tó hevur eini høli í
huganum, sum henni dám-
ar avbera væl. Men hon veit
onki at siga, um tað verður
til nakað. Hon leggur eina
við, at eini tílík høli nýtast
slettis ikki at vera so dýr og
fín.
Emma sigur eisini, at tað
verður sølustevna í Runa-
vík um vikuskiftið, so hon
vónar, at tað koma nógv
fólk á gátt í gamla handlin-
um hjá Pidda.
Deildarleiðaraskifti á Tryggingini í Klaksvík
Fráfarandi og
nýggi leiðarin á
deildini hjá
Tryggingar-
felagnum
Føroyar í
Klaksvík. Kaj
Dam og Katrin
Sólstein
Mynd:
Arnhold Olsen
Málningaframsýning
í Runavík
Klaksvíkar Sløkkilið
nýggjan bil
Emma Heinesen úr Klaksvík hevur málningaframsýning í
Runavík komandi vikuskiftið
Nýggi bilurin hjá Klaksvíkar
Sløkkiliði kom til Klaksvíkar
týskvøldið
2. desember vóru 100 ár
síðani merkismaðurin Joen
Pauli Henriksen varð bor-
in í heim. Hann doyði í
1980, og var hann tá 78
ára gamal.Vit fara at greiða
eitt sindur frá Palla, so-
leiðis sum vit hava fingið
upplýst frá ymsum keld-
um.
Palli gjørdist faðirleysur
longu sum 3 ára gamal.
Pápin, Johannes, doyði av
vanlukku, gasseitran, um-
borð á sluppini “Surprice”
hjá Vágsbotnhandlinum.
Eftir sat mamman við fýra
smábørnum,tveimum gent-
um og tveimum dreingj-
um og undir umstøðum,
sum tá var luturin hjá
einkjum - tær beru hend-
ur. Tað hevur verið sagt
fyrr her í blaðnum og skal
verða sagt aftur. Hóast
allar tær føroysku einkjur-
nar stóðu á berum, tá
maðurin fall frá, so megn-
aðu tær altíð at fáa børn-
ini væl undan. Hesar eru
tær veruligu hetjurnar í
Føroyum.
Palli gloymdi heldur ikki
mammuna. Sagt varð, at
tað var neyvan dagur, at
Palli antin til ella frá
arbeiði, ikki fór inn til
mammuna á Áarvegnum.
Hann vísti henni stórt
takksemi, mammuni, sum
hevði verið alt fyri hann í
uppvøksrinum.
So tað var ikki so løgið,
um Palli gjørdist javnaðar-
maður, so hann kundi
berjast fyri at bøta um
umstøðurnar hjá teimum,
sum komu soleiðis fyri.
Álitismaður fyri
verkafólkið
Tað var eisini skjótt, at
Palli kom uppí arbeiðara-
rørsluna, og sagt verður
um Palla, at har hann var,
var hann eisini heilur.
Sum álitismaður hjá arb-
eiðarum fekk hann nógvar
uppgávur. Eitt dømi um
hetta var sonevnda 1 -
oyra verkfallið undir kríg-
num.Tá var litið Palla upp
í hendur at fara til amt-
mannin at fáa hann at
kalla tingið saman. Hetta
eydnaðist, og málið hjá
arbeiðararørsluni var rokk-
ið á hesum sinni.
Palli sat nógv ár sum
nevndarlimur í Havnar
Arbeiðsmannafelag. Eitt
stutt skifti var hann for-
maður,og eitt longri skifti
var hann skrivari. Hann
var eisini nevndarlimur í
Føroya Arbeiðarafelag eitt
skifti, og hann var grann-
skoðari í nógv ár.
Palli varð valdur í býráð-
ið í Havn á lista hjá Havn-
ar Arbeiðsmannafelag í
1941, men aftaná 1952
umboðaði hann Suður-
streymoyar Javnaðarfelag.
Hann sat í býráðnum í 28
ár,og formaður var hann í
10-11 ár - fyrstu ferð í
1944.
Petur Christiansen, sum
var býráðsformaður um
tað mundið,tá Palli doyði,
bar honum hetta skoðs-
mál: “Fólk høvdu álit á
Palla og tað við góðari
grund. Sjálvur kendi eg
Palla mest frá býráðs-
arbeiðinum, og sjálvt um
vit vóru valdir á hvør sín-
um lista, haldi eg meg
tora at siga, at samarbeið-
ið okkara millum var tað
alrabesta. Palli vildi øllum
væl.Hann vildi meira,enn
hann fekk ígjøgnum. So-
leiðis er, tá ein skal sam-
arbeiða við onnur!”
Palli kom á ting í 1939,
tá Trond Hansen doyði,og
hann varð valdur í 1940,
1943 og í 1950. Hann var
tingmaður í 10 ár. Eitt
álitisstarv, ið honum varð
litið uppí hendur av tingi-
num, var at gerast limur í
appelrættinum, sum virk-
aði sum landsrættur undir
krígnum,tá danska rættar-
skipanin ikki rakk til Før-
oya.
Í Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag sat Palli sum for-
maður og nevndarlimur í
samfull 24 ár frá 1940-65.
Virkin á
nógvum økjum
Hann var eisini virkin í
sjúkrakassarørsluni, og var
hann í nevndini heilt frá
1931 og til hann doyði.
Palli var ein av høvuðs-
stuðlunum, tá sjúkrakassin
fór at fáa sær egin hús, og
hann hevði eisini onnur
álitisstørv fyri sjúkrakass-
an.
Palli arbeiddi fyrst í
Sápuhúsinum í 7 ár, síðan
16 ár á mjólkavirkinum
og elverkinum.Aftaná tað
gjørdist hann bókhaldari
hjá Tórshavnar Havn. Sagt
verður,at eingin fekk sum
hann ávirkað framtøkuna
og menningina av hesum
stovni fyri býin.
Palli var eisini kendur
telvari. Hugin at telva
hevði hann frá ungum av,
men eisini fann hann í
telvingini hvíld frá tí ofta
møðsama býráðsarbeiði-
num. Hann taldist millum
bestu telvarar í Havnar
Telvingarfelag og landi-
num við.
Palli var sum ungur
eisini íðin ítróttarmaður.
Hann spældi fótbólt við
HB, og hann var millum
fremstu rennarar.
Arbeiddi í tí stilla
Palli fekk tað eftirmæli frá
øllum, sum kendu hann,
at av lyndi var hann frið-
arligur og vinsælur, sum
stillisliga royndi at virka
býnum til frama, og sein-
astu árini sást hann javn-
an til gongu í teimum
nýggju lendunum í út-
jaðaranum, áhugaður í tí
hann sá, og hann frøddi
seg um vøkstur og fram-
gongd.
Palli var giftur við Elisa-
beth í Snikkarastovu. Hon
var honum ein góður
stuðul, og livdi heilt upp
til leiklutin sum kvinnan
aftanfyri mannin.
Hon
man eisini onkuntíð hava
lýtt honum onkur ráð í
oyra. Tað verður eisini
sagt,at tað vóru ikki nógv,
sum tordu at seta Petur
M. Dam uppá pláss. Men
sjálvt hetta bakkaði Elisa-
beth ikki fyri.
Tey bæði Palli og Elisa-
beth fingu børnini Andre-
as, Arnold, Jonu, Kirstin
og Jákup.
Tann, sum hevur verið
nærmast at taka arvin upp
eftir pápan, er Jona, sum
bæði hevur verið í býráði
og løgtingi.
Hanna Lisberg:
Palli var álitið Havn
Men fyri at koma aftur til
Palla.Sigast kann um hann,
at hann hevur verið ein
úrmælingur. Tey eru fá,
sum hava havt so vítt-
spennandi virkisøki sum
hann, og sigur hetta nógv
um mannin. Ein av teim-
um, sum kendi Palla sera,
væl var Hanna Lisberg.
Tey hava bæði verið virk-
in í sovæl fakfelagsrørslu
sum politikki. Tað er ikki
mark fyri, hvussu høgt
Hanna setur Palla. Hon
sigur, at hann var álitið í
Havn. Ein avtala við Palla
var nakað sum roknast
kundi 100% við. Við sín-
um hóvliga sinnalagi var
hann altíð tann,sum slætt-
aði sjógv, eisini tá ósemja
kundi vera innanfloks.Tað
kom ikki fyri,at Palli segði
nakað ringt um nakran.
Hann var hugsjónarmað-
ur fram um nógvar. Tað,
sum hann gav frá sær, var
ikki smávegis.Men sjálvur
kravdi hann einki.
Tí er eisini grund til at
minnast hann, nú 100 ár
eru liðin, síðani hann var
borin í heim.
ó.
100 ár síðani Palli
Henriksen varð føddur
Palli spenti víða, men hansara
lívsuppgáva var at fjálga um tey
veiku í samfelagnum.
Hetta eru foreldrini hjá Palla, Johannes og Ange-
lika.Johannes doyði frá konu og fýra smáum børn-
um. Tá í tíðini var eingin “Alma”. Men Angelika
stríddi seg undan sum so mangar aðrar av teimum
mongu einkjunum tá í tíðini.
Her síggjast Palli og Elisabeth við teirra fyrstafødda,
hini yndisligu lítlu Jonu, sum var uppkallað eftir
abbanum.
Jona er elsta dóttir Palla, og er hon uppkallað eftir
abbanum. Her kann skoytast uppí, at Hannes í
Horni, sum doyði í summar 95 ára gamal, eisini
var uppkallaður eftir honum. Teir vóru systkina-
børn.
Her sæst Jona saman við tveimum fittum gentum,
sum hon er abbasystir til. Um tað kann sigast, at
politikkur fer í arv, so er tað galdandi fyri Jonu.Hon
sigur seg vera fødda inn í flokkin.
Hetta er ein einastandandi gomul mynd. Tann lítli
drongurin, sum sæst so skilliga, er Palli.
Her sæst Palli (t.h.) á eldri árum í einum talvdysti
við Thorstein Vilhelm.Thorstein var sera væl kendur
í FF-høpi. Hann var næstformaður í Reiðarafelag-
num í nógv ár, og hann hevði nógv álitisstørv í
hesum sambandi. So hann, sum hevur skrivað
hetta, hevur verið á fleiri hundrað fundum saman
við Thorstein, sum doyði í 1986.
Her síggjast pokalar, sum
Palli fekk sum telvari.
C
M
Y
K
9
8
Óli Jacobsen